Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Viðmerking: Norðingar fremja eldrapolitikk í verki Um eini tvey ár kunnu eldri fólk í Norðoyggj- um væntandi flyta inn í eldraíbúðir, sum Klaksvíkar býráð saman við øðrum hevur tikið stig til í Kráarbrekku í Klaksvík. Á tíð- indafundi fríggjadagin kunnaði bygginevndin um ætlanina og vísti tekningar og modell. Ikki kann sigast annað enn, at ætlanin er stak áhugaverd og eisini tykist ætlanin at vera væl løgd til rættis. Hugburðurin í Føroyum hevur verið, at tey flestu vilja búgva í sínum egnu húsum. Men seinastu árini hava alt fleiri eldri sýnt áhuga fyri at fáa eina íbúð at búgva í á ellisárum. Hetta er skilligt, tí tað krevur bæði orku og tíð at umsita eini hús. Gongdin merkir, at føroyska samfelagið er kanska á einum vegamóti, tá tað snýr seg um framtíðar byggimynstrið í Føroyum. Summi ásanna, at tey vilja heldur búgva í eini íbúð, enn at stríðast meginpartin av tí virkna lívinum fyri at kunna gjalda eini hús aftur. Fólk vilja heldur brúka peningin at njóta lívið - at ferðast og gera sær dælt av øllum tí, sum stendur í boðið í dag. Tá tað kemur til eldrapolitikk, eigur tað at vera ein nátúrligur partur, at tey eldru fáa møguleikan at flyta í eini minni íbúð. Í hvussu so er á øllum stórplássum. Talan kann so vera um leigu íbúðir ella eigaraíbúðir. Men tað týdningarmesta er, at kommunur, lands- stýrið ella íbúðarfelagsskapir gera nakað í- tøkiligt við hetta mál, sum hevur stóran áhuga millum eldri. Til slík endamál hevur tað almenna - okkara egni felagssskapur - eitt gott amboð í Íbúð- argrunninum. Tað skilst, at hann hevur verið uppi í ætlanini í Kráarbrekku, nú ætlanin gjørdist ítøkilig. Hann hevur latið ein part av eginpeninginum og skal vera við til at fíggja ætlanina. Íbúðargrunnurin skuldi verið eitt gott tól hjá tí almenna at beina pening til ein ítøkiligan part í eldrapolitikkinum. Hetta, tí tað er greitt, at ein fólkapensjónistur kann ikki gjalda so nógv í leigu, at tað er nóg mikið at gjalda rentur og avdráttir, um talan er um vanliga íbúðarfígging. Tá talan er um leiguíbúðir er neyðugt við einum eginpen ingi, sum er so mikið stórur, at restlánið ikki verður ov stórt. Eginpeningurin kann so koma frá kommunum ella Íbúðargrunninum, sum eigur at fáa størri játtan til slík endamál. Ein táttur í tí at byggja íbúðir til eldri er, at so verða hús tøk til yngri. Hetta skuldi so merkt, at vit fingu eitt skifti og varðveitt býlingar við fleiri aldursbólkum. Øvugt er kanska ein vansi at byggja eldraíbúðir á einum stað, tí tá hvørvur nátúrliga samansetingin. Men hetta er ein spurningur, sum ikki skal kasta skugga á tiltakið hjá klaksvíkingum, sum vit øll heilsa vælkomnum. Vónandi kann henda ætlan eisini eggja øðrum til at gera tað sama ella okkurt líknandi. Ráðstevnan hjá Barnabata um kynsligan ágang móti børnum er av, men arbeiðs- setningurin er ikki rokkin enn, tí á ráðstevnuni varð eftirlýst ein skipað manna- gongd í sambandi við saks- viðgerð í málum um kyns- ligan ágang móti børnum. Hendan mannagongd eigur at verða eins um alt landið. Barnabati fer tí í næstum at seta ein skjóttvirkandi ar- beiðsbólk til at gera eitt til- mæli um eina tílíka skipan, sum so verður send út til hoyringar millum luttakar- arnar á ráðstevnuni og onn- ur áhugað. Niðurstøðan av hesum Eftirlýsa skipaða mannagongd Barnabati hevur sett ein skjóttvirkandi arbeiðsbólk at gera tilmæli Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at kæra mamma okkara, vermamma, omma og langomma HANSINA JOHANNESEN Tórshavn andaðist á Røktardeildini á Landssjúkrahúsinum leygardagin 15. apríl, 78 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni týsdagin 18. apríl kl. 15. Tey, ið ætla at lata blómur ella krans, kunnu í staðin lata KFUK í Havn eina gávu. Fyri tey avvarðandi Kirstin og Johnsigurd ✝ Lýsingartorgið um páskini Umframt blaðið í dag verða tvey onnur bløð prentað fyri páskir, sum verða bor- in út í morgin – mikudagsblaðið við vanliga postinum og hósdagsblaðið verður borið út í annaðkvøld. Vegna plásstrot verður Lýsingartorgið ikki prentað í hósdagsblaðnum. Blaðstj. verður síðani send avvarð- andi myndugleikum til við- gerðar. Nýggjur landsstýrismaður í skúlamálum setast sum skjótast Signar á Brúnni eigur ikki at gera sær nakrar tankar um at koma út aftur í Tinganes á hesum sinni, í hesum val- skeiðinum. Hann má ásanna, at hann er farin út um mark; men tað er gott at vita, at hann hevur ikki gjørt nakað til egnan vinning, og tí kann hann leggja frá sær í frið og náðum. Eg skilji ikki og vil heldur ikki skilja hesar royndirnar at mala aftur á blóðið og gera kanningar av kanning- um, so sum nú verður roynt. Fer hann frá nú uttan nakað hóvasták, so fer hann – vón- andi – at standa sum eitt gott fyridømi fyri alla framtíð, og eg ivist ikki í, at virð- ingin fyri honum fer at vaksa heldur enn minka. Øll kunnu vit mistaka okkum – og gera tað eisini! Ella skulu vit ímynda okkum eina drúgva kanning, kanska fleiri mánaðir, og við óvissum úrsliti? Nú ræður um at fáa frið um sessin og seta annað fólk at røkja starvið sum skjótast. Alt annað er bara møðisligt uttanumtos! Haldi als ikki, at tað skal vera landasorg fyri tað, at ein landsstýrismaður leggur frá sær. Eingin eigur hetta starvið soleiðis fyri lívstíð; tað er bara eitt umboð, sum skal røkjast samvitskufult so leingi, tað varir. Vit eru so ótrúliga vana- bundin, men í øðrum lond- um er tað so javnan, at for- sætisráðharrin umskipar stjórnina og sendir onkran ráðharran til hús, og so er einki meira møsn. Haldi at enda eisini, at Eysturoyar-yvirræði á før- oyskum skúlamálum eigur at halda uppat. Hvussu ber tað til, at so at siga allir teir persónar, sum hava og hava havt við tey yvirskipaðu skúlaviðurskiftini at gera, eru úr Eysturoy og allarhelst úr Fuglafirði? Tað gav at bíta, tá ið landsskúlaráðið var. Tá vóru sjálvt vara- menninir úr Eysturoynni. Rímiligari hevði verið at hugt um allan sólarringin og soleiðis givið teirri kenslu lív, at skúlan eiga vit øll. Regin av Steinum Skammið tykkum Nú skuldi samgongan tikið og skammað seg alvorliga. Tað er ikki blað, man tekur í hond, ella sending, man sær í sjónvarpinum, at man lesur ella sær um tað stóra (VESÆLDØMI) í okkara landi, samstundis sum okk- ara sokallaða samgonga reypar um, hvussu nógv, ið vit hava av pengum í yvir- skoti. Men teir klára ikki so frægt sum at keypa Lands- sjúkrahúsinum ein nýggjan matvogn, og tíansheldur at gera tær ábøtur, sum langt síðani skuldu verið gjørdar. Gud viti, hvat hasin túrurin yvir til USA at hyggja at hospitalum hevur kostað, og til hvat nyttu, tað verður jú einki gjørt við hospitals- verkið álíkavæl, uttan at siga fólki upp. Hasin pen- ingurin hevði verið nógv betur brúktur til hospitals- verkið sjálvt, men so var ikki. Ja, og nú klára teir heldur ikki at hava okkara børn í skúla, og fyri ikki at tosa um tey gomlu og tey heilt smáu. Fyri at fáa eitt pláss á einum røktarheimi skal man helst vera hálvdeyður. Men undirsjóvartunnil fyri 500 milliónir er einki í vegin fyri at byggja. Bjarki Poulsen Týsdagin 25. apríl 2000 er flaggdagur og aftur í ár er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri flaggdags- haldi í Havn. Sum vant verður gingið skrúðgongu frá Nýggja Kommunuskúlagarði við Havnar Hornorkestri og skótum oman á Vaglið, har Ólavur Hátún í ár skal halda flaggdagsrøðuna. Í ár verð- ur eisini ein gestarøðaari, og tað verður Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsin- um. Eins og undanfarin ár verða bæði vanliga lagið til flaggsangin og lagið, sum Gunnar Mikkelsen gjørdi til henda, at hoyra. Skrúðgongan við skótum og hornorkestri fer úr kommunuskúlagarðinum klokkan 15 og luttakararnir skulu vera í skúlagarðinum í seinasta lagi kl. 14.45. Flaggdagshald