týsdagur 18. apríl 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 76 - 18. apríl 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 76 - 18. apríl 2000
Hevur ringar vónir fyri
Landssjúkrahúsinum
– Heldur Landsstýrið fast við fíggjarpolitikkin, sum er stungin út í kortið, verður alt ov lítið eftir
til Landssjúkrahúsið, sigur Kristjan Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður í heilsumálum
– Longri vit bíða, dýrari
verður tað at umvæla
Landssjúkahúsið, so at tað
ikki rapar, og so at út-
byggja tað, so at tænastan
verður nóg góð, sigur
Kristian Magnussen
ÁKI BERTHOLDSEN
– Tað nyttar ikki at blíva við
at tveita Landssjúkrahúsin-
um nakrar snøklar her og
nakrar snøklar har.
– Nú má okkurt veruligt
gerast. Og tess longri vit
bíða, tess dýrari verður tað.
Kristian Magnussen, fyrr-
verandi landsstýrismaður í
almanna og heilsumálum,
stúrir fyri gongdini á okkara
høvuðssjúkrahúsi.
Sum vit greiddu frá í Sos-
ialinum leygardagin hava
serfrøðingar kannað viður-
skiftini á Landssjúkrahús-
inum.
Niðurstøðan er, at støðan
á Landssjúkrahúsinum er so
hættislig, at tað er átrokandi
neyðugt brúka ikki minni
enn 500 milliónir til umvæl-
ingar, umbyggingar og út-
bygging tey næstu 10 árini
- umframt tað, sum skal
brúkast til vanliga raksturin.
Vánalig útlit
Men fyrrverandi Landsstýr-
ismaðurin stúrir fyri, at við
tí politikki, sum hetta lands-
stýrið førir, eru vánalig útlit
til, at nakað veruligt verður
gjørt við Landssjúkrahúsið.
–Hyggja vit eftir frágreið-
ingini, sum Karsten Hansen
legði fram um fíggjarpoli-
tikkin í 2001 og frameftir,
mugu vit bara staðfesta, at
vónirnar eru vánaligar um,
at nakað munagott verður
gjørt við Landssjúkrahúsið.
Kristian Magnussen sig-
ur, at í ár metti bygginevnd-
in, at tað var neyðugt at seta
30 millionir av til ymsar í-
løgur á Landssjúkrahúsin-
um. Men tað blivu bara 10
milliónir settar av.
– Samstundis ger Karsten
Hansen greitt, at landsstýrið
ætlar ikki at brúka meiri
pening til byggingar og út-
byggingar enn í ár.
– So verður ikki meiri
ferð sett á eru vánalig útlit
til, at Landsjúkrahúsið
nakrantíð kemur uppundan
aftur.
Og hetta er ein gongd,
sum fyrrverandi landsstýris-
maðurin staðiliga ávarar í-
móti, tí tess longri bíðað
verður við at tess dýrari
verður tað, og tess vanda-
miklari er tað fyri virksemið
á Landssjúkrahúsinum.
Trupulleikin á Lands-
sjúkrahúsinum
er
ikki
nýggjur. M.a. hevur tú sjálv-
ur umsitið málið í Lands-
stýrinum, men tá var heldur
ikki tað stóra gjørt?
– Tað er rætt. Men tá ið
eg kom í tingið, máttu vit
leggja eina fíggjarlóg, sum
hevði yvir 300 milliónir í
halli fyri at hava samfelags-
hjólini malandi.
– Nú hava fíggjarlógirnar
700 milliónir í yvirskoti.
– Tað er ein munur uppá
eina heila milliard og tí eru
umstøðurnar at gera nakað
heilt øðrvísi nú, sigur Krist-
ian Magnussen.
Hann sigur, at eitt, sum
politikarar mangan føra
fram, er, tað mugu ikki ger-
ast og stórar íløgur í mið-
økinum, tí her er so nógv
virksemi frammanundan. Tí
visir tað seg at vera ein ill-
vilji ímóti at fara í holt við
hesa útbyggingina
– Men nú liggur Lands-
sjúkrahúsið av tilvild í
Havnini, og hetta er ein
trupulleiki, sum má loysast
nú. Og vit skulu minnast til,
at talan er um eitt Lands-
sjúkrahús, sum er sjálvt
hjartað í føroyska heilsu-
verkinum. Virkar tað ikki,
virkar heldur onki annað lið
í heilsuverkinum.
– Tí er bara eitt at gera,
og tað er at fara ígongd,
sigur Kristian Magnussen
Sjúkrahús framum
studentaskúla
Fyrrverandi Landsstýris-
maðurin sigur, at eftir fíggj-
arlógini eru tær almennu í-
løgurnar lægri í Føroyum,
enn tær eru í øðrum lond-
um.
– Tí ber tað væl til at
hækka íløgurnar.
– Og tað er heldur ikki
ein spurningur um at hava
ráð, tí tað er ov mikið av
pengum í Landskassanum.
– Men tvíheldur Lands-
stýrið um, at íløgurnar skulu
ikki vera hægri enn tær eru,
mugu íløgurnar raðfestast.
– Eitt nú er tað fullkomi-
liga burturvið, at samgong-
an í fullum álvara arbeiðir
við at byggja nýggjan stud-
entaskúla í Havnini, sum
kanska fer at kosta eina
hálva milliard, tá ið avtorn-
ar.
– Hetta er tann blanki ør-
skapur, tí hetta er ikki ann-
að, enn at onkur politikari
vil reisa sær minnisvarða.
Kristian Magnussen sig-
ur, at tað ber væl til at nøkta
tørvin við at byggja skúlan
í Hoydølum út.
– So ætlanin at byggja
nýggjan skúla kann saktans
leggjast til síðis, uttan nakað
hóvasták og peningurin
brúkast til Landssjúkrahús-
ið ístaðin, sum hevur nógv
størri týdning.
– Hetta er ein spurningur
um raðfesting, tí tað gongur
ikki longur at tveita Lands-
sjúkrahúsinum
nakrar
snøklar nú og nakrar snøkl-
ar tá.
Hann heldur, at hetta er
eisini ein spurningur um at
hava virðing fyri teimum,
sum betal skatt.
– Fólk betala skatt fyri at
fáa ymsar tænastur aftur-
fyri, fyrst og fremst eitt gott
heilsuverk, almannaverk og
eitt gott skúlaverk, umframt
ymiskt annað. Men her
hava vit tað paradoksið, at
umframt tað, hava vit eina
samgongu, sum leggur pen-
ingin til síðis til eina ávísa
politiska ætlan.
Grundgevingin er eisini,
at vit mugu ansa eftir, at vit
ikki seta ov nógva ferð á
búskapin?
– Tað er rætt. Men, hvat
skal Landssjúkrahúsið gera
við tað. Har er støðan tann,
at tað er heilt bráðneyðugt
at gera íløgur uppá 500
milliónir tey næstu 10 árini.
– Og tað ber ikki til, at
heilsuverkið framvegis skal
verða rikið, sum um vit
høvdu djúpastu kreppu í
landinum.
Eisini í Suðuroy
Kristian Magnussen harm-
ast stórliga um, at nú verður
sama mistak gjørt á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi, sum er
gjørt á Landssjúkrahúsin-
um.
– Har er játtanin so lítil,
at tað verður neyðugt at taka
frá rakstrinum til lønir.
– Tað er heilt hol í høvdið,
tí tað førir bara við sær, at
bygningarnir fella í órøkt, t
í teir fáa ikki tað viðlíka-
haldið, sum krevst fyri at
varðveita teir á sama støði,
sum eru á nuú- og sum teir
skulu vera á, sigur Kristian
Magnussen.
Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður sigur, at eftir fíggjarlógini eru tær almennu íløgurnar lægri í
Føroyum, enn tær eru í øðrum londum
Tel. 317500
Hotellið við útsýninum
❉ FORRÆTTIR ❉
Rækjubland v/ salati, dippi og breyði
Royktur laksur v/ asparges, salati og dippi
Aspargessúpan v/ breyði
❉ HØVUÐSRÆTTIR ❉
Heilstokt lambstjógv v/ grønmeti, eplum og sós av soðnum
Oksasteik v/ smørdampaðum grønmeti, bordlaisesós og eplum
Búffur av neytasneið v/ salati, cognac-rómasós og bakaðum epli
❉ OMANÁ ❉
Dessertborð v/ fruktum, køkum og dessertum
Børn undir 12 ár saman við vaksnum eta ókeypis.
Borðlegging á tel. 31 75 00.
Køkurin er opin heilidagar kl. 12.00-21.30.
Altíð
vælkomin á
Tel. 317500
3 rættir kr. 145,- • Bert dessertborð v/kaffi ella te kr. 45,-
Føroysku
sjúkrahúsini
mist eina
heila milliard
ÁKI BERTHOLDSEN
Hesi seinastu 13 árini hava
føroysku politikararnir náp-
að næstan eina heila milli-
ard frá teimum føroysku
sjúkrahúsinum.
Hetta sæst á eini talvu,
sum serfrøðingar hava gjørt,
og sum vit hava fingið fatur
á.
Áðrenn vit fingu blokkin
var ríkisstuðulin úr Dan-
mark ein ávísur prosentpart-
ur av ymsum útreiðslum í
Føroyum.
Men síðani er prosent-
parturin, sum sjúkrahús-
ÁR
BLOKKUR Sjúkrahúsverk Heilsuverk
INDEKS
INDEKS
INDEKS
Vøkstur
"Mangul"
FR
DK
sum Blokk
1.000 kr.
1.000 kr.
M. kr.
"blok"
"FR"
DK
FR
1.000 kr.
1.000 kr.
1988
683.021
325.331
60.756
100
100
100
325.331
0
1989
730.299
340.352
107
105
347.850
7.498
1990
752.497
294.814
61.376
110
91
101
358.423
63.609
1991
770.877
295.858
113
91
367.178
71.320
1992
789.000
302.591
116
93
375.810
73.219
1993
814.392
297.000
119
91
387.905
90.905
1994
816.628
304.774
120
94
388.970
84.196
1995
852.353
302.298
68.356
125
93
113
405.986
103.688
1996
866.786
311.703
127
96
412.860
101.157
1997
897.604
325.193
72.278
131
100
119
427.539
102.346
1998
920.490
337.295
75.332
135
104
124
438.440
101.145
1999
944.300
348.542
138
107
449.781
101.239
2000
969.000
362.224
142
111
461.546
99.322
999.645
Talvan vísir, hvussu stór
játtanin til tey føroysku
sjúkrahúsini hevur verið
seinastu árimi og, hvussu
stór, hon hevði verið, um
heilsuverkið
framvegis
skuldi fingið líka stóran
part av ríkisstuðlinum úr
Danmark, sum tað fekk,
áðrenn
blokkkstuðulin
kom. Sum tað sæst, hava
sjúkrahúsini mist næstan
eina heila milliard, síðani
blokkurin kom. Fyrsti teig-
urin er gongdin í blokki-
num. Annar teigurin er
gongdin í játtanini til sjúkr-
ahúsverkið í Føroyum og
triði teigurin er gongdin í
játtanini til sjúkrahúsverk-
ið í Danmark. Síðani koma
tríggir teigar við vísitølum,
fyrst yvir gongdina í
blokkinum, síðani yvir
gongdina í játtnini til før-
oyska sjúkrahúsverkið og
at enda vísitøl yvir játtina
til sjúkrahúsverkið í Dan-
mark. Í næstsíðsta teigi
sæst, hvussu stór játtnin til
føroyska sjúkrahúsverkið
átti at verið, um tað fekk
líka stóran part av blokki-
num, sum tað fekk av
gamla ríkisstuðlinum. Og
í seinasta teiginum sæst,
hvussu nógv manglar í
hvørt ár.
verkið fær av blokkinum al-
samt minkaður soleiðis, at
tey trý sjúkrahúsini fáa nú
nógv minni part av blokk-
inum, enn tey fingu av tí
gamla ríkisstuðulin.
Tað sæst, at hesi seinastu
13 árini, síðani blokkurin
kom, hava tey trý sjúkra-
húsini soleiðis mist næstan
eina milliard.
Sum tað sæst á talvuni,
hevur menningin í føroyska
sjúkrahúsverkinum eisini
verið nógv minni enn í Dan-
mark, tí har eru játtanin vak-
sin nógv skjótari enn í Før-
oyum.
Sjálvstýrisflokkurin ósamdur um fullveldismálið
Meðan partar av lyklapersónum Sjálvstýrisfloksins taka fult undir við mannagongdini í fullveldismálinum, halda
onnur í flokkinum, at ferðin má setast niður
JOHN JOHANNESSEN
Mangt er, sum bendir á, at
limir Sjálvstýrisfloksins,
skulu vænta sær eina harða
uppgerð um fullveldismálið
á landsfundinum, ið verður
í Klaksvík 5. mei. Tað er í
øllum førum heilt greitt, at
høvðuspersónar
floksins
ikki eru samdir um førda
politikkin í fullveldismálin-
um.
Sjálvt teir báðir tinglimir
Sjálvstýrisfloksins, Sámal
Petur í Grund og Jákup
Sverri Kass draga hvør sína
línu í hesum máli. Meðan
Sámal Petur í Grund heldur
ferðina vera ov líta, heldur
Jákup Sverri Kass, at lands-
stýrið hevur sett alt ov
nógva ferð á fullveldisætl-
anina.
Stutt skiftistíð
besta loysnin
Sámal Petur í Grund heldur
tað vera best, at vit gerast
sjálvstøðug so skjótt sum
møguligt. Tí mælir hann
landsstýrinum frá at heingja
seg ov nógv spurningin um
búskaparliga
skiftistíð.
Hann heldur heilt greitt, at
landsstýrið skal taka av til-
boðnum frá donsku stjórn-
ini um eina skiftistíð á trý
til fýra ár.
– Eg rokni við, at hatta
tilboðið inniheldur eina
kapitalisering, ið ger, at vit
fáa eins nógvan pening
burturúr, sum vit fáa, um vit
minka blokkin so við og við
eftir 15 árum, sigur Sámal
Petur í Grund.
Sjálvstýristingmaðurin
ger greitt, at tað altíð kostar
at slíta eitt samband. Men
samstundis heldur hann, at
pínan verður minni, jú
skjótari loysingin verður av-
greidd.
Sámal Petur í Grund sam-
anber støðuna við tá lom-
vigapisan fyrstu ferð skal á
flog. Hann sigur, at um lom-
vigapisan slapp av gera av,
um hon skuldi tveitast av
rókini, hevði hon uttan iva
útsett til í morgin. Men hon
sleppur ikki at taka nakra
avgerð í hesum máli. Hon
verður tveitt av rókni, og tá
uppdagar hon, at hon bein-
anvegin dugir at flúgva.
Kortini ásannar Sámal
Petur í Grund, at tað í full-
veldismálinum ikki bert
snýr seg um eina fíggjarliga
skiftistíð, men eisini um
eina sálarliga skiftistíð. Og
hann er greiður yvir, at van-
ligi føroyingurin heldur
skiftistíðina á fýra ár vera
ov stutta. Men kortini held-
ur Sámal Petur tað eisini
vera best sálarliga, at hava
stutta skiftistíð.
– Ein skiftistíð er altíð
torfør. Men er hon long, er
talan um seigpíning. Tí er
best, at vit fáa hana av-
greidda so skjótt sum
møguligt, sigur hann.
Mugu hava fimtan ár
Hin sjálvstýristingmaðurin,
Jákup Sverri Kass, tekur als
ikki undir við sjónarmiðun-
um hjá Sámal Peturi í
Grund. Hann metir tað vera
avgjørt neyðugt, at skiftis-
tíðin verður fimtan ár, eins
og landsstýrið leggur upp
til.
Hóast ein búskaparlig
skiftistíð kann innihalda
eina kapitalisering, soleiðis
at hon gevur eins nógvan
pening, sum ein jøvn nið-
urgongd í blokkstuðulinum
yvir 15 ár, metir Jákup
Sverri Kass ikki, at vit koma
at klára okkum við so stutt-
ari skiftistíð.
– Føroyska samfelagið
klárar ikki at stilla seg um
eftir so stuttari skiftistíð.
Heldur ikki, um ein skiftis-
tíð á fýra ár gevur okkum
eins nógvan pening, sum
modellið við 15 árum, sigur
Jákup Sverri Kass.
Ungi sjálvstýrismaðurin
ger greitt, at tað er búskap-
arliga frælsið, ið avgerð, um
vit eru persónliga fræls. Tí
heldur hann tað hava alstór-
an týdning, at búskaparliga
skiftistíðin verður so góð,
sum møguligt.
– Eg vil fegin gera greitt,
at eg haldi ferðina vera ov
nógva í fullveldismálinum
beint nú, sigur Jákup Sverri
Kass og vísir á, at hann er
sjálvstýrismaður og ikki
loysingarmaður.
Sámal Petur í Grund er
eitt av sjálvstýrisfólkunum,
ið vil hava enn meira ferð
á fullveldismálið
Sjúkrahúsini hava mist nógvar peng-
ar, síðani blokkstuðulsskipanin varð
sett í verk í 1988