Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 Vælumtókta H-vindeyga í nýggjum búna Nýggja H-vindeyga, ið er klætt við aluminium á útsíðuni, gevur framúr viðlíkahalds fyrimunir, samstundis sum umhvørvi og trivnaður innandura verður gingin á møti við límtræði. Nú kanst tú eisini velja millum topp- ella síðusving vindeygu, ið kunnu snarast runt, so tey eru løtt at vaska. Vindeygað verður liðugt viðgjørt - lakk-sproytað - bæði innan og uttan, síðan verður tað klætt við aluminium í tí liti, tær dámar best. Ring á 33 21 77 og bið om brochuru og legg summarfrítíðina til rættis! Vatnsoyra Vatnsoyra Snikkaravirki pf. H www.h-window.fo 10 ára trygd stephanssons hús Smyrja ella Smyril Line? Ivasamt við frumatkvøðuni Víkingar hittast Fíggjarmála- stýrið góðtók Føroya Lærarafelag skipaði í gjár fyri limafundi í Norður- landahúsinum. Ivasamt var innan fundin, um frumatkvøða um semingsuppskotið kom á skránna DAGFINN OLSEN Tað eydnaðist semings- monnunum leygardagin at koma fram til eitt semings- uppskot. Tá høvdu teir havt partarnar, Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálastýrið, á Hotel Føroyum síðani mikudag seinnapart. Fíggjarmálastýrið góðtók semingsuppskotið, meðan Føroya Lærarafelag tryggj- aði sær rætt at leggja tað fyri limirnar til frumatkvøðu. Lýst var til limafundar í gjár seinnapart og møguliga Í Íslandi er forvitnisligt stað við matstovu og øðrum í serstøk- um stíli. Vanliga eru eisini víkingaveitslur har. Nú verður eis- ini ein smiðja bygd og m.a. fáa føroyskir listhandverkarar møguleika at vísa síni kynstur DAGFINN OLSEN Í Hafnafirði í Íslandi er for- vitnisliga staðið Fjørukráin. Hetta er matstað, ið er bygt í serstøkum sniði. Sera nógv ferðafólk leggja leiðina framvið lokkandi staðnum. Fyri góðum ári síðani fór stigtakarin, Jóhannes Viðar Bjarnason, undir at hava víkingaveitslur. Hetta er vælumtókt tiltak. Nú verður farið undir at hava eina smiðju eisini, har listafólk kunnu sita og evna til sínar handverkslutir. Ætlanin er at fáa í lag sam- starv millum Føroyar, Grøn- land og Ísland. Mong minn- ast óivað víkingadagarnar í Hoyvík í fjør. Ætlandi skal slíkt tiltak ferðast millum londini. Í smiðjuni verður eisini rúm fyri listarfólkunum, so tey kunnu gista. Hetta kann eittnú eisini koma ítróttar- fólki og tónleikarum til góða. Rúm er fyri eini 30 í senn. Á henda hátt verður møguleiki hjá føroyskum handverkarum, ið evna prýðislutir og annað, at koma útum landoddarnar við listini, sigur Gunnar Christiansen, sum hevur búð í Íslandi seinnu árini og har hevur skipað fyri ymsum føroyskum tiltøkum. Ingigerð á Trøðni á Kunn- ingarstovuni sigur, at á henda hátt ber eisini til at røkka ferðafólk, so tey verða kunnaði um Føroyar. Jóhannes Viðar Bjarnason og Gunnar Christiansen hava saman við Ingigerð á Trøðni havt fundir við ym- isk fólk, ið møguliga hava áhuga í at luttaka í slíkari ætlan og sum kanska kunnu stuðla fíggjarliga. Í juni í ár, dagin fyri ís- lendska tjóðdagin, er ætlan- in at hava víkingastevnu. Tá verður smiðjan tikin í nýtslu og ætlandi verða eini tveir føroyskir listhandverkarar við. Møguliga fara íslendski forsetin og løgmaður at lut- taka og eisini umboð fyri grønlendska landsstýrið. Sosialurin fer í eini grein seinni at greiða nærri frá vík- ingaætlanunum í Hafnafirði Kirsten og Eivind í Smiðjuni Um páskirnar og eftir páskir fara Kirsten Mørup Jeppesen og Eivindur í Gongini at sýna fram Hálvi kvívíkingurin Kirsten M. Jeppesen letur í dag klokkan 14 upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Á Billedskolen í Danmark hevur hon samstarvað við Eivind í Gongini, ið hevur eggjað henni til at sýna fram í Føroyum. Kirsten sigur, at hon hevur 30 oljumyndir við og at hon kemur hendaveg fyri at kenna tað, ið hevur verið ein partur av henni síðani barnaárini, tá hon javnan vitjaði í Kvívík, haðani mamma hennara er. Kirsten M. Jeppesen býr í Kvívík, nú hon vitjar, og gleðir hon seg til at uppliva náttúruna. skuldi frumatkvøða verða um semingsuppskotið. Forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen, segði tó áðrenn fundin, at tað als ikki var avgjørt, hvørt frumatkvøða kom á skránna ella ikki. Stórt meira vildi hon ikki siga undan fundinum. Held- ur ikki, um ein møgulig forðing fyri atkvøðuni kundi verða, at ov fá møttu á fundi. Men hon legði tó dent á, at ein frumatkvøða av røtt- um er, tá uppskotið verður sent út til limirnar - við posti - og síðani savara hesir. Elsa Birgitta Petersen segði undan fundinum, at talan var um limafund, har felagið kunnaði limirnar um semingsuppskotið. Hvat annað fór at henda á fundi- num fór at vísa seg, metti forkvinnan í Føroya Lær- arafelag. Verður ikki frumatkvøða nú, so má bíðast til eftir páskir, tí eingin postút- bering er aftur, fyrr enn tá. Jóhannes Viðar Bjarnason og Gunnar Christiansen, ið leggja tilrættis víkinga- tiltøk, ið føroyingar kunnu fáa gleði av Mynd: Jens Kristian Vang Tíðindaskriv: Fíggjarmála- stýrið hevur í dag góðkent og undirskrivað semings- uppskot um nýggjan trýára sáttmála við Føroya Lær- arafelag. Hóast semingsuppskotið ikki gevur ta rúmd, sum Fíggjarmálastýrið hevur miðað eftir, og hóast upp- skotið hjá Fíggjarmálastýri- num um árvserk ikki er fylgt, so hava Fíggjarmála- stýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið valt at toyggja seg langt fyri at fáa semju. Seinastu trý samdøgrini hava umboð fyri Fíggjar- málastýrið, Undirvísingar- og Mentamálastýrið um- framt landsstýrismenninir í fíggjarmálum og í undirvís- ingar- og mentamálum sitið út í eitt til tess at finna semju við Lærarafelagið saman við semingsmonnunum, ið hava gjørt eitt dygdargott arbeiði. Í semingsroyndu- num hava landsstýrismað- urin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í undir- vísingar- og mentamálum lagt stóran dent á at greiða viðurskiftini og at leggja karmarnar fyri tryggum við- urskiftum frameftir í fólka- skúlanum. Fleiri nýggj viðurskifti eru í nýggja sáttmálanum, sum er skotin upp í sem- ingsuppskotinum: • Sáttmálin gevur lærarum eina lønarhækkan uppá til- samans 9% yvir trý ár. • Hartil er semja gjørd um eina nýggja avtalu um ar- beiðstíð hjá lærarum, sum fær gildi frá 1. august 2001. Henda avtala er ein liðilig skipan, har árliga arbeiðs- tíðin hjá lærarum verður á- sett í skúlatíð, einstaklings- tíð og menningartíð. Sam- bært avtaluni skulu Føroya Lærarafelag og Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið nú undan hvørjum skúlaári avtala neyðugar leiðreglur fyri tíðarnýtslu og raðfest- ingar til ymiska virksemið í fólkaskúlanum. Við støði í hesum, skulu leiðslurnar og lærararnir á einstøku skúlunum raðfesta neyðugu tíðina og orkuna til skúlans virksemi. Sostatt fær ein- staki skúlin munandi størri ábyrgd fyri at røkka teim- um málum, ið verða sett fyri undirvísing og øðrum virk- semi í fólkaskúlanum, sam- an við næmingum og skúla- nevndum/skúlastýrum. • Áðrenn nýggja arbeiðs- tíðaravtalan fær gildi frá 1. august 2001, er avtalað ein skiftistíð, har tíð og orka verða sett til ráðlegging, leiðslu, telduvørðar og ávís- ar aðrar uppgávur í fólka- skúlanum. Landsstýrismaðurin í undir- vísingar- og mentamálum fer undir at gera eina »koyriætlan« fyri, hvussu tættirnir í nýggju fólka- skúlalógini kunnu setast í verk og fáast at virka til fulnar komandi árini. Hetta verður gjørt saman við Før- oya Lærarafelag í sambandi við at avtala leiðreglurnar fyri arbeiðstíð og tíðar- kørmum sambært nýggju avtaluni. Landsstýrismaður- in í undirvísingar- og mentamálum hevur ábyrgd- ina mótvegis løgtinginum fyri, at samsvar er millum ígongdsett virksemið og játtanir fólkaskúlans, og skal gera neyðugu raðfestingarnar til tess at tryggja hetta samsvar. Nýggja avtalan víðkar somuleiðis um undirvísing- arhugtakið soleiðis, at und- irvísing ikki bert er tað, sum fer fram í flokshølunum, men alt virksemi, ið verður lagt til rættis til tess at geva næmingunum neyðugan førleika — eisini uttan fyri skúlans øki. Hetta samsvar- ar væl við endamálini í nýggju fólkaskúlalógini. Avtalan er sostatt besta am- boðið til tess at tryggja, at neyvt samsvar verður mill- um verksetan av nýggjum uppgávum og neyðugu ar- beiðsumstøðurnar hjá lær- arum og skúlaleiðslum at fáa endamálini framd. Fíggjarmálastýrið og Und- irvísingar- og Mentamála- stýrið vóna, at hetta sem- ingsuppskot fer at leggja nýggjar karmar, ið kunnu fáa fólkaskúlan aftur at virka til fulnar - til gagns fyri næmingar, foreldur, avvarðandi og starvsfólkini á skúlunum. Landsstýrismenninir vilja gera sítt til at tryggja, at ta samstarv og álit, ið krevst, fyri at útinna avtaluna í semingsuppskotinum, verð- ur bygt og framt til fulnar. Tórshavn 15. apríl 2000 Karsten Hansen, landsstýrismaður Høgni Hoydal, Landsstýrismaður Íblástur til myndir sínar fær hon úr náttúruni, fólkalívinum og hugsanum. Ikki altíð hvør sær. Í síðst- uni hevur hon verið hugtikin av løg- um. Tey mongu løg, ið verða løgd yvir okkara meiningar. Hesi løg hev- ur hon í myndum sínum roynt at tikið burt, men um tað er eydnast veit hon ikki. Kanka hevur hon bert lagt aft- urat. Kirsten letur sína sýning upp í dag klokkan 14. Hon sýnir fram til flaggdagin, 25. apríl, klokkan 14, tí tá sleppur Eivindur í Gongini at sýna sínar myndir fram. Eivindur arbeiðir við grafikki og tað er gamla Havnin, ið er myndevnið. Bæði Kirsten og Eivindur hava opið frá klokkan 14 til 18 hvønn dag. - do -