Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 Trý hálkuóhapp SVEINUR TRÓNDARSON Trý ferðsluóhapp vóru í Klaksvík um vikuskiftið. Eitt hendi tíðliga í vikuni meðan tvey hendu um viku- skiftið, sigur vakthavandi á støðini í Klaksvík. Tað fyrsta ferðsluóhappið var á byrgingini við Harald- sund. Ein bilførari, sum var á veg til Haraldsund, misti tamarhaldi á bilinum, tá hann koyrdi eftir byrging- ini, og hann rendi á ein stein á sunnaru síðu á byrgingini. Bilurin fekk so stóran skaða, at hann mátti flytast burtur av einum kranabili, greiður vakthavandi á støð- ini í Klaksvík frá. Tey bæði óhappini, sum hendu um vikuskiftið vóru meira av ósketni, og eins í tí fyrsta førinum var bert talan um materiellan skaða. Eitt hendi í svinginum við Depli. Ein bilur, sum var á veg niðan móti tunnlinum, kom í so langt út á breytina at hann nært við ein mót- gangandi bil. Hitt óhappið hendi mitt í býnum í Klaksvík og líktist tí fyrra. Tveir bilar bóru við hvønn annan tá annar teirra skuldi snara inn á ein annan veg. Í ongum føri var talan um fólkaskaða. Standa enn á berum Enn hevur ikki eydnast kriminal-løgregluni í Havn at fáa gongd á í málinum um vápnaða ránið. – Vit standa enn á berum, sigur Bergleif Brimvík ... og soleiðis sá hann út Løgreglan leitar eftir einum manni, sum var ílatin kovboybuksur og ein myrkan jakka við hettu. Hettuna hevði hann strammað væl um andlitið, so bara eyguni sóust og tí ber ikki til at siga, hvussu maðurin annars sær út. Hann er umleið 170 sentimetrar til hæddar, er klæntr- asligur og er mettur at vera um 30 árs aldur. Viðvíkjandi aldrinum er tað at leggja afturat, at tað kann merkja onkustaðni frá fyrst í tjúgunum til onkustaðni í tríati- árunum ... st Ein tikin við kenning Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka sunnunáttina, sigur løgreglan í Rúnavík. Dansur var í høllini á Kambsdali leygarkvøldið, men hóast nógv fólk var komið saman, so gekk tað sera friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi í Runavík. – Tað var bara hesin eini, sum ikki kundi lata vera at fara í bilin, sigur vakthavandi. st SVEINUR TRÓNDARSON Hóast nógv fólk arbeiðir við málinum um vápnaða ránið, sum varð framt móti handl- inum hjá P. A. Restorff sein- asta hóskvøld, so hevur tað ikki eydnast løgregluni at fáa stórvegis gongd á málið. – Vit arbeiða við málin- um alla tíðina, men enn eru vit ikki komnir nakran veg. Vit standa so at siga á ber- um, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini í Havn. Hann greiðir frá, at løg- reglan var húsagongd í grannalagnum kring hand- ilin hjá P. A. Restorff, men tað hevur ikki givið úrslit. – Vit fáa upplýsingar alla tíðina, men enn hevur tað ikki verið nóg mikið til at seta ferð á arbeiði hjá okk- um, sigur hann. Tí heitir hann enn eina- ferð á fólk, um at seta seg í samband við løgregluna, um so er, at tey hava verið í økinum kring handilin hós- kvøldið. Tað kann vera, at tey sita inni við upplýsing- um, sum hava avgerandi týdning fyri løgregluna. – Hóast vit hava nógv at arbeiða við í málinum, so høvdu vit verið serstakliga fegin, um vit fingu fleiri upplýsingar frá fólki, sum hava ferðast har um vegir. Tað kann vera, at tey hava sæð eitthvørt, sum kann vera júst tann upplýsing, sum vit bíða eftir, sigur Bergleif. Ránið, sum bert er annað vápnaða ránið í Føroyum, varð framt hóskvøldið um tíggju tíðina, móti handlin- um hjá P. A. Restorff. Hand- ilin liggur í Sigmundargøtu, nær við Vágsbotn, og nógv- ir vegir eru við handilin. Tí hevur tað týdning, at øll, sum halda seg hava sæð eitthvørt, seta seg í samband við løgregluna. Eftirlýsa kátum ungfólki Kassadáman, sum sat í handlinum hetta kvøldið, hevur annars greitt løgregl- uni frá, at hon hoyrdi nøkur kát ungfólk beint eftir ránið. Løgreglan í Klaksvík hevði eitt friðar- ligt vikuskiftið. Tvey smærri ferðslu- óhapp var tað, sum tey høvdu at tak- ast við um vikuskiftið Kriminalløgreglan stendur enn á berum í málinum um vápnaða ránið í handlinum hjá P. A. Restorff seinasta hóskvøld. Uppstillað mynd – Eftir ljóðinum komu tey gangandi framvið VVS- horninum hjá Kalla, við Landavegin, og hon heldur, at talan var um ungfólk, utt- an tó at kunna siga tað við vissu, sigur Bergleif. – Hesum fólkum vilja vit fegin hoyra frá, tí tað er ikki óhugsandi, at tey sita inni við upplýsingum, sum kunnu geva okkum eitt skump tann rætta vegin, sig- ur Bergleif Brimvík. Hann leggur afturat, at hesi fólk kunnu seta seg í samband við løgregluna í Havn á tlf. 311448. Landsstýrið eisini óhøviskt undir samráðingunum JOHN JOHANNESSEN Tað var ikki bert stjórnin, men eisini landsstýrið, ið fór harðliga fram undir fyrsta samráðingarfundin- um um ríkisrættarligu støð- una í danska forsætismála- ráðnum 17. mars. Danka blaðið, Jyllands- Posten, veit at siga frá góð- um keldum báðu megin samráðingarborðið, at før- oyingar fóru ógvuliga harð- liga fram á samráðingar- fundinum. Hetta hevur Sosialurin eisini fingið vátt- að frá føroyskum keldum. Eitt tað ógvuligasta álop- ið á donsku stjórnina frá før- oyskari síðu var tá Høgni Hoydal kallaði danska bú- skaparmálaráðharran, Marianne Jelved, fyri ósivi- liseraða, tá hon vísti einum føroyskum argumenti aftur. Saman við hørðum orða- drátti frammanundan, østi hetta báðar samráðingar- partarnar so mikið, at An- finn Kallberg var noyddur at biðja um ein steðg í sam- ráðingunum. Og júst hesin steðgurin var orsøkin til, at danski for- sætisráðharrin brádliga fór út og helt tíðindafund einsa- mallur, áðrenn samráðing- arfundurin var liðugur. Fundurin millum føroysku umboðini mundi ikki blivið liðugur, og tá tey høvdu ver- ið burt í meira enn tveir tím- ar, tók Poul Nyrup Rasmus- sen stig til at fara og halda tíðindafundin einsamallur. Høgni Hoydal vísir pá- standinum um, at hann hev- Síta fyri at sigla við Dúgvuni JOHN JOHANNESSEN Sunnudagin samtyktu bý- og bygdaráðsformenn í Suðuroynni saman við vinnulívsumboðum úr oynni at senda landsstýr- inum skriv, har tey siga, at tey undir ongum umstøðum góðkenna, at Dúgvan verð- ur sett at røkja siglingina til Suðuroyar meðan Smyril er í dokk. Smyril skal nevniliga í dokk í seinasta lagi í juni mánaði, men SL hevur ikki havt ráð til at funnið eitt hóskandi skip at loysa Smyril av hetta tíðarskeið. Nú suðuroyingar tískil á myndurleikarnir um at finna ur kallað Marianne Jelved fyri ósiviliseraða aftur. Somuleiðis vísir Høgni Hoydal á, at tað var danska stjórnin, ið fór óhøvisliga fram undir samráðingunum, og østi hetta føroyingar. Men kortini gjørdust føroy- ingar aldri eins harðrendir, sum danir. Danskir fjølmiðlar vilja vera við, at føroyingar eisini vóru óhøviskir undir samráðingunum Mynd: Jens Kristian Vang neyðuga peningin til eitt avloysaraskip. Ásannað verður, at tað hevur týdning at viðlíkahalda Smyril, men meðan hann er burt, góð- taka suðuroyingar ikki at sigla við Dúgvuni. ÓLAVUR Í BEITI Heðin Mortensen hevur sett Finnboga Arge fyrispurning viðvíkjandi flogvølli á Glyvursnesi, og spyr Heðin Mortensen, hvørjar ætlanir landstýrið hevur um flog- vøll á Glyvursnesi? Um ongar ætlanir eru, so ynskist svarað, hvør ætlan so er fyri framtíðar flúgving til og úr Føroyum? Hevur landsstýr- ið ætlanir um flogvøll á Glyvursnesi, so ynskist svarað, nær ætlanin er at fara undir arbeiðið? Hvørja støðu hevur landstýrið til, at t.d. Tórshavnar býráð fer undir at fyrireika og byggja flogvøll á Glyvursnesi? Og at enda spyr Heðin Mort- ensen, hvussu langt lands- stýrið er komið við fyrireik- ingunum at skipa flúgving ímillum Tvøroyri og mið- staðarøkið? 40 ár síðan Í viðmerkingunum, sigur Heðin Mortensen m.a., at fyrstu kanningarnar um ein framtíðar flogvøll í Føroy- um vórðu gjørdar fyri 40 árum síðani. Tað varð gjørt, tí øll vóru samd um, at ein framtíðar flogvøllur ikki skuldi vera í Vágum. Tað var ikki møguligt, tí lendið var ikki til tað. – Síðani er nógv tosað aftur og fram, og seinast í 80‘unum vóru ætlanir frammi um ein flogvøll á Glyvursnesi. Men tann ætl- anin datt niðurfyri. Tað er eingin sum helst ivi um, at í framtíðini verður neyðugt við einum størri flogvølli enn honum, sum er í dag. – Ein flogvøllur, sum er 1800 metrar, kann taka í- móti øllum meðalstórum flogførum, og verður hann so longdur, so kunnu flog- førini vera enn størri. Og tað ber eisini til at gera ein flog- vøll á Glyvursnesi fyri 130 mió. kr., um tilhoyrandi fas- ilitetir ikki vóru gjørdir í fyrsta umfari. Tað ber til at nýta høli í býnum til av- greiðslu o.a. Millumlenda í Føroyum – Ein góður og tryggur flog- vøllur er avgjørt neyðugur, bæði fyri føroyskt vinnulív, og ikki minst nú oljuvinnan stendur fyri durum. Kundu størri flogfør enn tey, sum vit í dag kenna til um okkara leiðir, lent á einum størri flogvølli, so vórðu avbera góðir møguleikar fyri at út- flutt feskan fisk. Vit vita øll, at alivinnan er nógv ment, og at hon framvegis menn- ist. – Haraftrat hevði ein størri flogvøllur gjørt tað møguligt hjá flogførum at millumlent í Føroyum, áðr- enn tey fara víðari. Og so vísa kanningarnar eisini, at øll flogfør kundu lent og lætt við fullari last. Og tey flogfør, sum flúgva úr Før- oyum, kundu flogið mun- andi longri, enn tey gera í dag, sigur Heðin Morten- sen. Ov stuttur – Nú eru ætlanir um at gera undirsjóvartunnil undir Vestmannasund fyri einar 300 mió. kr. Leggja vit øll hesi tølini saman, so er ikki tann stóri munurin á prísi- num á einum flogvølli á Glyvursnesi og at útbyggja flogvøllin í Vágum og gera aðrar íløgur í tí sambandi. – Stjórin í Atlantsflog hevur alment sagt, at neyð- ugt er við einum flogvølli Samgongan ongar ætlanir á flogferðsluøkinum aftrat, tí fólk fara ikki at góðtaka seinkingar vegna veður. Tí er neyðugt við ein- um flogvølli aftrat í Føroy- um. Og stjórin í Atlantsflog segði samstundis, at flog- vøllurin í Vágum er ikki nóg langur til smá jettflogfør, sum høvdu verið hóskandi ímillum Føroyar og fleiri onnur pláss her á leið. – Tí er heldur eingin ivi um, at neyðugt er við einum flogvølli aftrat, og tann flogvøllurin má vera longri enn flogvøllurin í Vágum, og tað ber til á Glyvursnesi. Vónandi hevur landsstýrið hetta í huga, tá hugsað verð- ur um íløgur í framtíðini, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingunum. Tað eru somikið nógvir fyrimunir við einum nýggjum og betri flogvølli, at lands- stýrið og samgongan eiga at umhugsa, um tað ikki er tað rættasta, sigur Heðin Mortensen m.a. í viðmerkingum til fyrispurning um flogvøll á Glyvursnesi CARNIVAL 2.9 Dohc Turbo-Diesel 16 V, 126 HK, 5 hurðar 3 ára garanti/100.000 km. garanti Dupult airbag, ABS, servostýring, sentrallás, startsperra, elrútar í fram- hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl, miðsetur, sum kunnu vendast og flytast aftur og fram við borðum, koyrisetrið kann setast í 8 ymiskar støður, rattið kann flytast upp og niður, nakkastuðlar, sum kunnu stillast og takast burtur, lesiljós framman, kúfangarar í sama liti sum bilurin, skinnarar á takinum v.m. Rætti bilurin til mong endamál. –Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri. Fæst eisini við aut. gearum. J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn Tlf. 310600 Sosialurin - 311820 Multibilurin til einhvørja loysn Størstur í síni stødd – við størsta dieselmotori – til besta prísin Familju - camping - firmabilur- og "mini- bussur" EINANS 225.800,- Fæst eisini sum vøruvognur 187.800,- EINANS