týsdagur 18. apríl 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 76 - 18. apríl 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 76 - 18. apríl 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Fríggjadagin var fyrsti part-
urin av arbeiðinum av verk-
ætlanini undir Kráarbrekku
boðin út í bløðunum, og ætl-
anin er, at arbeiðið at gera
eldraíbúðir í Klaksvík skal
setast í gongd í ár.
Fríggjadagin var eisini
tíðindafundur í Klaksvík,
har tey, sum hava fyrireikað
ætlanina, greiddu frá.
Klaksvíkar kommuna tók
stig til verkætlanina í 1996,
tá ein arbeiðsbólkur varð
sendur til Íslands at kanna
viðurskiftini har. Tvey ár
seinni var ein nevnd sett at
arbeiða víðari við málinum.
Og tað er hendan nevndin,
sum nú er komin á mál og
kann fegnast um, at arbeiðið
verður sett í verk í ár.
Í nevndini sita Elspa Lut-
zen, Katrin Næs, Erik Andr-
easen, Jóannes Dalsgarð og
Jógvan við Keldu.
Broyttur hugburður
millum eldri fólk
Verkætlanin undir Kráar-
brekku umfatar 54 eldraí-
búðir, eldrasambýli og fel-
agshøli. Í fyrstu syftu verða
24 eldraíbúðir bygdar, men
ætlanin er,at alt skal standa
liðugt í 2002.
- Hetta hevur verið eitt
drúgt arbeiðið, og ætlanin
er nógv broytt, síðani vit
byrjaðu. Men talan er um
eitt pilotprojekt, og vit
vóna, at tað verður líka væl
eydnað, sum tað hevur verið
drúgt, segði Jógvan við
Keldu, býráðsformaður í
Klaksvík á tíðindafundinum
fríggjadagin.
Stjórin fyri Húsaláns-
grunnin, Jóannes Dalsgarð,
segði, at talan var um eitt
nýtt tiltak í Føroyum.
- Hugburðurin hjá eldri
fólki er broyttur. Tey vilja
gjarna búgva í smærri íbúð-
um heldur enn í stórum hús-
um, sum tey ikki hava orku
at halda viðlíka, segði Jó-
annes Dalsgarð.
Livandi umhvørvi
Og sambært teimum, sum
varða av eldraøkinum í
Klaksvík, er stórur áhugi
fyri eldraíbúðunum.
Tað vera fólk, sum eru
oman fyri 60 ár, og sum
kunnu klára seg sjálvi, sum
kunnu fáa eldraíbúð undir
Kráarbrekku. Í búðirnar
verða gjørdar soleiðis, at
eingir trupulleikar vera hjá
rørslutarnaðum og fólki í
koyristóli at sleppa til og
frá.
Íbúðirnar var ávíkavist 50
og 70 fermetrar.
Umframt íbúðirnar verð-
ur eitt eldrasambýli við 16
búð og umlættingarplássum
bygt, og eini felagshøli
verða eisini
- Vit hava gjørt nógv burt-
ur úr, at trivnaður í økinum
skal vera góður, tí vit ætla
ikki bara at parkera tey
eldru fólkini undir Kráa-
brekku. Tey skulu hava tað
gott og trívast, og umhvørv-
ið skal vera livandi, segði
Jógvan við Keldu.
Bøtir um húsaneyðina
Íbúðirnar verða leigaðar út,
og tað verður fyri eina rím-
Klaksvíkingar byggja eldraíbúðir
Klaksvíkar kommuna hevur tikið stig
til nýskapandi íbúðarverkætlan, sum
fer at kosta millum 20 og 30 milliónir
krónur, tá hon er liðug
uliga leigu, sum pensjónin
skal kunna klára.
At eldri fólk fara at flyta
í íbúðirnar fer at bøta um
stóru húsa- og íbúðarneyð-
ina, sum í løtuni er millum
yngru fólkini í Klaksvík.
Fíggingin av verkæltanini
undir Kráarbrekku verður
15% við eginpeningini og
restin við láni.
Fyrstu íbúðirnar skulu
standa lidnar í í apríl mán-
aði 2002. Seinni sama ár
skal restin av verkætlanin
eisini verða liðugtbygt.
Samanlagt fer verkæltan-
in at kosta millum 20 og 30
milliónir krónur.
Verkætlanin undir Kráarbrekku umfatar 54 eldraíbúðir, eldrasambýli og felagshøli. Í fyrstu syftu verða 24 eldraíbúð-
ir bygdar, men ætlanin er,at alt skal standa liðugt í 2002
Mynd: JH
Tel. 28 97 21
BERG MOTORS
í Suðuroy
Bilframsýningin hjá Mazda heldur fram
hesa vikuna við hotellið í Øravík
Sosialurin - 311820
R A K S T R A R R O K N S K A P U R
1999
1998
1998
1. januar - 31. desember
1999
F Í G G J A R S T Ø Ð A
Aktiv
1999
1998
31. desember
Á R S R O K N S K A P U R 1 9 9 9
Passiv
1999
1998