týsdagur 12. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 217 - 12. november 2002
Nr. 217 - 12. november 2002
3
Fyrrapartin mána-
dagin bjóðaði Anfinn
Kallsberg, løgmaður,
øllum fakfeløgum og
arbeiðsgevarum til
fundar at umrøða øll
mál, ið viðvíkja ar-
beiðsmarknaðinum.
Løgmaður hevur átik-
ið sær at samskipa øll
mál, ið viðvíkja ar-
beiðsmarknaðinum
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Jón Brian Hvidtfeldt
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, hevur átikið sær upp-
gávuna at samskipa øll mál,
ið hava við arbeiðsmarkn-
aðin at gera. Mánadagin
varð skjøtil settur á arbeiði,
tá løgmaður boðaði pørtun-
um á arbeiðsmarknaðinum,
tvs. arbeiðsgevarafeløgum
og fakfeløgum á fund á
Hotel Føroyum.
Anfinn Kallsberg sigur,
at endamálið við fundinum
er at lýsa øll viðurskifti av
samfelagsligum týdningi,
ið hava við arbeiðsmarkn-
aðin at gera. Við hesum sip-
ar hann til skattapolitikk,
eftirlønar- og pensiónsvið-
urskifti,
barnsburðarfar-
loyvi, ALS-gjaldið, Føroya
Lívstrygging, atgongd til
útbúgvingar og arbeiðs-
marknaðin, karensdagarnar
og harumframt, hvussu
arbeiðsmarknaðartrætur
kunnu loysast í framtíðini.
Nevndu viðurskifti, ið
hava við arbeiðsmarknaðin
at gera, liggja undir máls-
økjunum hjá fleiri lands-
stýrismonnum, og tí hevði
Anfinn Kallsberg eisini
valt at bjóða øllum lands-
stýrismonnunum
við
á
fundin. Harumframt vóru
andstøðuflokkarnir bodnir
við á fundin á Hotel Føroy-
ar.
Talvan viskað rein
Undanfarna samgonga, har
Anfinn Kallsberg eisini var
løgmaður, arbeiddi í fleiri
ár við at skipa eina nýggja
felags eftirlønarskipan fyri
allan
arbeiðsmarknaðin,
men síðst í valskeiðinum
mátti táverandi landsstýris-
maður
í
almanna-
og
heilsumálum ásanna, at
ikki bar til at koma á mál
við eini eftirlønarskipan.
Á fundinum mánadagin
gjørdi Anfinn Kallsberg
enn einaferð greitt, at nú
hann hevur átikið sær at
samskipa arbeiðið, so ein
loysn fæst á málinum, hev-
ur hann ikki nakra loysn við
sær í skjáttuni, ið skal trýst-
ast niður yvir arbeiðs-
marknaðin. Talvan er visk-
að rein, sigur løgmaður.
– Eg havi við vilja ikki
tikið støðu til framman-
undan, hvussu arbeiðið skal
loysast, ella hvørja loysn,
arbeiðast skal fram ímóti.
Talvan er viskað rein, og
málið er, at vit í felag skulu
finna fram til eina semju,
segði Anfinn Kallsberg við
tey umleið 70 umboðini
fyri politiska myndugleik-
an, arbeiðsgevarar og ar-
beiðstakarar, ið høvdu tikið
ímóti fundarboðunum frá
løgmanni.
Anfinn Kallsberg heitti
síðan inniliga á allar partar
um at fara inn í arbeiðið við
opnum sinni. Løgmaður
sigur, at endamálið við
fundinum fyrst og fremst er
at finna útav, hvussu ar-
beiðið skal skipast í fram-
tíðini. Málið er at finna
fram til breiða semju um
ein politikk á økinum, ið
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum eisini hava sín
virkna leiklut.
Trý upplegg
Løgmaður hevði valt trý
ymisk upplegg til fundin
mánadagin. Fyrsta upp-
leggið var um skatt, og
hvørja ávirkan hann hevur
á samfelagið. Annað upp-
leggið var um framtíðar
aldursbýtið
á
arbeiðs-
marknaðinum, og í triðja
upplegginum var nomið við
ymiskar eftirlønarskipanir.
Samgongan hevur í sam-
gonguskjalinum bundið seg
til at veita skattalætta fyri
120 milliónir krónur næstu
tvey árini. Í sínum uppleggi
um skatt og ávirkan hans-
ara á samfelagið, kom
Søren Bruhn, ið dagliga
starvast sum fulltrúi í
Fíggjarmálaráðnum millum
annað inn á fyritreytirnar
fyri at veita skattalætta.
Søren Bruhn segði mill-
um annað, at fyri at ein
skattalætti skal gera veru-
ligan mun, krevst, at spar-
ingar vera gjørdar í al-
menna sektorinum. Hann
vísti á, at lækkar skatturin,
so økist tøka inntøkan hjá
fólki, tvs. tað, ið tey hava
eftir hvønn mánað. Skatta-
lækking førir til meirnýtslu,
størri íløgur í privatu vinn-
uni, møguliga eitt ynski um
meira frítíð osv. Men lægri
skattur kann eisini fáa fólk
at arbeiða meira, vísti
Søren Bruhn á.
Í fyrstu atløgu vil lægri
skattur
føra
til
minni
lønarkrøv frá arbeiðstakar-
um, tí fólk nú hava meira
eftir av síni løn, men sum
frálíður hækkar lønin aftur í
sama mun sum framman-
undan, m.a. orsakað av
minkandi arbeiðsloysi og
inflatión. Søren Bruhn vísti
í sínum uppleggi á, at lægri
lønarhækkingar kunnu, sæð
yvir stutta tíð, betra um
kappingarføri hjá vinnuni,
men síðsta enda eru lønirn-
ar ikki avgerandi fyri kapp-
ingarføri,
hækkar
pro-
duktiviteturin hjá vinnuni
samsvarandi nógv.
Løgmaður samskipa
Anfinn Kallsberg, løgmað-
ur, hevur sum nevnt átikið
sær leiklutin at samskipa
arbeiði hjá ymisku lands-
stýrismonnunum, ið hava
við arbeiðsmarknaðin at
gera. Á fundinum mána-
dagin spurdi hann eisini,
hvussu arbeiðsmarknaðar-
mál í framtíðini kunnu
samskipast á besta hátt, so
partirnir á arbeiðsmarknað-
inum eru við.
Løgmaður fund við arbeiðsmarknaðin
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði boðið umboðum fyri øll
feløg á arbeiðsmarknaðinum, bæði arbeiðsegvararar og
arbeiðstakarar, á fund mánadagin. Eisini vóru allir
landsstýrismenninir og umboð fyri andstøðuflokkarnar boðin
á fundin, ið var hildin á Hotel Føroyum
C
M
Y
K
3
2