týsdagur 12. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 217 - 12. november 2002
Nr. 217 - 12. november 2002
5
Føroysk dálking skakar
UMHVØRVI
Ingi Rasmussen
Føroyar stinka. Tað má vera
niðurstøðan, nú tað er stað-
fest í einari kanning hjá
Heilsufrøðiligu
starvs-
stovu, at vit hava tað trið-
hægsta útlátið í øllum
heiminum av koltvíiltu fyri
hvønn íbúgva.
Hendan skitna bronsu-
medaljan er lítið at erpa sær
av hjá Eyðuni Elttør lands-
stýrismanni, sum hevur
havt umhvørvismál um
hendi síðan 1998. Serliga tá
hugsað verður um, at útlát-
ið í Føroyum bara er økt
síðan 1995, meðan tað er
minkað hjá øðrum londum.
Nýggju tølini fáa fólk at
geva ilt av sær og vilja hava
landsstýrismannin frá.
Átaluvert
Lisbeth L. Petersen, for-
kvinna í Sambandsflokki-
num, er skakað av, at Før-
oyar liggja á einum triðja
plássi yvir heimsins mest
dálkandi, men hon ivast í
politisku avleiðingunum.
– Hetta eru skelkandi tøl.
Vit mugu taka málið upp
beinanvegin og taka annað
skinn um bak. Vit hava ver-
ið alt ov líkaglað við um-
hvørvið í Føroyum, tí vit
hava hildið staðið væl, men
tølini prógva, at vit onki
hava at erpa okkum av, sig-
ur hon.
Leiðarin í størsta and-
støðuflokkinum vil kortini
ikki siga, um hon styðjar
eitt misálit á landsstýris-
mannin í løgtinginum, um
tað verður lagt fram.
– Hetta er átaluvert, og
hann (Eyðun Elttør, blðm.)
kundi helst havt gjørt
meira. Men hetta er onki
nýtt mál, og eg veit ikki,
um tað hjálpir nakað at
koyra hann frá. Eitt misálit
er eitt stórt stig at taka, og
tað vil eg ikki úttala meg
um enn, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Inkompetentur
Nýggi floksskrivarin hjá
Javnaðarflokkinum, Hans
Pauli Strøm, hevur annars í
bløðunum um vikuskiftið
mælt andstøðuni til at reisa
misálit móti Eyðuni Elttør.
Hans Pauli Strøm sigur
føroyska metið í um-
hvørvisdálking vera prógv
fyri, at landsstýrismaðurin í
umhvørvismálum er in-
kompetentur, og politiska
avleiðingin má vera, at
Eyðun Elttør verður koyrd-
ur frá beinanvegin.
– Ein av grundunum fyri
landsstýrissessinum
hjá
Eyðuni Elttør var, at nú
skuldi gerast nakað við um-
hvørvismál í Føroyum.
Men hann hevur sitið í fýra
ár og ikki rætt hond frá
síðu. Hann hevur so full-
komiliga misrøkt hesa al-
mennu uppgávu og ábyrgd
sína, sigur Hans Pauli
Strøm.
Legg kongin
Formaðurin í Føroya Nátt-
úruverndarfelag var eisini
bersøgin um vikuskiftið .
Við Útvarp Føroya segði
hann, at vøksturin í før-
oyska útlátinum eigur at
føra til, at samgongan legði
frá sær og útskrivaði val.
Hann heldur nýggju kann-
ingina vera prógv fyri, at
føroyskir politikarar ongan-
tíð hava gjørt nakað fyri at
verja umhvørvið.
– Eyðun Elttør hevur
onki fingið av skafti í um-
hvørvismálum og fær tað
heldur ikki. Tí eigur løg-
maður at leggja kongin og
skriva út nýval, sigur Kári
Thomsen.
Serliga
Føroyanevndin
hjá Fólkatinginum kemur
til Føroya á vitjan 16. til
20. juni. Tað sæst at lesa á
heimasíðuni hjá Fólka-
tinginum.
Nevndin fer at vitja
løgtingið og tosa við løg-
tingslimir um útvald evni.
Ætlanin er eisini at vitja
ymisk virki og hyggja
eftir
samferðsluviður-
skiftum.
Ætlanin er at bjóða for-
sætisráðharranum við, tá
endaliga skráin fyri før-
oyavitjanina er liðug.
21-mannanevndin
er
mannað við umboðum úr
politisku flokkunum á
Fólkatingi. Hon var sett
at fylgja við samráðing-
unum um framtíðarstøðu
Føroya, sum vóru í 2000,
men helt kortini fram at
virka, tá samráðingarnar
slitnaðu.
-ir
Føroyanevndin
vitjar í summar
Kurvan fyri koltvíútlát í
Føroyum gongur bara
uppeftir. Størstu útlátini av
koltvíviltu stava frá
fiskiskipum, sum standa fyri
32 prosentum
Tilvildarlig mynd
FAKTA
Føroyar høvdu í 1995
tað triðhægsta koltvíút-
látið fyri hvønn íbúgva
í heiminum. Bara Av-
stralia og Norðuramer-
ika dálkaðu meira. Síð-
an tá er útlátið í Føroy-
um økt, meðan útlátini í
g r a n n a l o n d u n u m
standa í stað ella eru
lækkað.
Størstu útlátini av
koltvíiltu
stava
frá
fiskiskipum
(32%),
húsarhaldum
(20%),
ídnaði (15%), elvirkj-
um (14%) og akførum
(9%).
Útlátið fyri hvønn í
íbúgva í Føroyum var
meira enn 12 tons í
1995. Til samanbering-
ar var útlátið í Noregi
umleið helvtina.
Eyðun Elttør er fyri fyrstu ferð av álvara komin í politiskt illveður, nú
ein kanning staðfestir, at Føroyar eru millum heimsins mest dálkandi
tjóðir. Lisbeth L. Petersen er skelkað, men hon ivast í, um hon styðjar
eitt misálit í løgtinginum
C
M
Y
K
5
4