Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 217 - 12. november 2002 Nr. 217 - 12. november 2002 7 – Sjúklingar, sum hava fingið boð um, at teir ikki sleppa til Danmarkar til við- gerðar og kanningar, skulu ikki stúra, tí teir sleppa nú avstað kortini, sigur Bill Justinussen SJÚKRAVIÐGERÐ Áki Bertholdsen Í farnu viku vóru tað mong, sum fingu ein skelk, tá ið Dagur og Vika fortaldi, at fleiri sjúklingar, sum eftir ætlan skuldi til Danmarkar til viðgerðar og kanningar, sluppu ikki av stað kortini, tí játtanin er brúkt upp. Men bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu nú draga andan lættari, tí nú sleppa tey avstað kortini. Bill Justinussen, lands- stýrismaður í heilsumálum, hevur nevniliga gjørt av at biðja fíggjarnevndina um eina játtan beinanvegin, so at sjúklingarnir sleppa av- stað. Tað varð Vilhelm Jo- hannesen, løgtingsmaður og limur í fíggjarnevndini, sum elment á tingsins røð- arapalli heitti á landsstýris- mannin um at senda fíggj- arnevndini eina umsókn beinanvegin. Og løgtings- maðurin legði afturat, at hann kundi veita vissu fyri, at umsóknin fór at vera av- greidd og jásttað uppá ein ella tveir dagar, tí tað fór ikki at vera nakar í fíggjar- nevndini, sum fór at seta seg upp ímóti hesum. Og hesari áheitanini hev- ur Bill Justinussen nú gjørt av at fylgja. Hann sigur, at hann helt, at tað var bara tá ið Løg- tingið ikki var saman, at tað bar til at biðja fíggjar- nevndina beinleiðis um at játta pening við fíggjar- nevndarskjølum. Brúka 20 milliónir meir Í ár eru settar 60 milliónir krónur av til serviðgerð uttanlands, men longu nú eru brúkar 66 milliónir. Framrokningar vísa, at hóast tattað verður í, fara útreiðslurnar upp á 80 milliónir í ár. Tí heitti landsstýrismað- urin á læknarnar um at halda aftur í at senda sjúkl- ingar uttanlands. Men tað skilst á honum, at læknarnir hava onkus- vegna hava misfatað boð- ini, tí eisini sjúklingar, sum hava tørv á regluligum kanningum í sambandi við ymsar sjúkur, hava fingið boð um, at teir ikki sleppa til kanningar tað, sum eftir er av árinum. – Tá ið eg sendi læknun- um hesa áheitanina, var tað ongantíð ætlanin at raka sjúklingar, sum á nakran hátt hava fyri neyðini at fara til Danmarkar og so- leiðis var áheitanin á teir eisini orðað. – Ætlanin var einans at lata teir sjúklingar bíða til næsta ár, har tað ongar av- leiðingar fær, men eg má sjálvsagt lata tað upp í hendurnar á læknunum at gera av, hvør skal av landin- um og hvør kann bíða. – Tað harmar meg, tá ið sagt verður, at nú sleppa ikki fleiri sjúklingar av landinum í ár. Veruleikin er, at vit senda sjúklingar av landinum alla tíðina og har tað er neyðugt, verður tað eisini gjørt tað, sum eftir er av árinum. Hann sigur, at ætlanin var síðani at søkja um 20 milli- ónir á eini eykajáttanarrlóg, fyri at tryggja, at teir sjúkl- ingar, sum hava fyri neyð- ini at fara uttanlands tað, sum eftir er av árinum, eis- ini sleppa uttanlands. – Men tað tekur tíð at av- greiða eina eykajáttanarlóg og nú málið fekk tað vend, sum tað fekk, havi eg gjørt av at fylgja tilmælinum, sum eg fekk fá Vilhelm Johannesen um at biðja fíggjarnevndina um pening beinleiðis. Tí hevur hann fyrireikað eitt fíggjarnevndarskjal í vikuskiftunum, sum varð endaliga góðkent á lands- stýrisfundi í gjáramorgunin og sum helst varð latið fíggjarnevndini seinna- partin í gjár. Bill Justinussen ivast ikki í, at peningurin verður játt- aður beinanvegi, tí umframt Vilhelm Johannesen, eru tað eisini fleiri aðrir limir í fíggjarnevndini, bæði úr samgongu og úr andstøðu, umframt aðrir limir í sam- gonguni, sum hava heitt á hann um tað sama. Hann fer sostatt at biðja fíggjarnevndina játta 20 milliónir krónur beinanveg- in, ístaðin fyri at lata tað bíða til eykajáttanarlógin einaferð kemur fyri. Mugu framvegis tálma Men samstundis leggur landsstýrismaðurin dent á, at hóast fíggjarnevndin nú fer at játta 20 milliónir eyka, verður tað framvegis neyðugt at tátta í at senda sjúklingar úr Føroyum til viðgerðar og kanningar uttanlands. – Tá ið vit siga, at játtanin fer at koma upp á 80 milliónir í ár, er tað við teirri treyt, at vit tátta í. – Verður ikki táttað í, fer játtanin upp um 80 millión- ir. Tí stendur áheitanin á læknarnar um at tátta í, framvegis við, sigur Bill Justinussen. Men tað skal ikki raka teir sjúklingar, sum hava fyri neyðini at fara uttan- lands, leggur hann afturat. Bill Justinussen fer nú at leggja uppskot fyri tingið um, hvørjar viðgerðir, tað skal bera til hjá føroying- um at fáa uttanlands. Vit noyðast at velja og vraka, sigur hann SJÚKRAVIÐGERÐ UTTANLANDS Áki Bertholdsen – Hvørjar viðgerðir skal at bera til hjá føroyskum sjúklingum at fáa uttan- lands og hvørjar skal tað ikki bera til at fáa. Hetta er ein álvarsligur spurningur, sum Løgtingið skal taka støðu til í næstum. Bill Justinussen, lands- stýrismaður í heilsumálum, sigur, at hann arbeiðir við einum uppskoti, sum skal leggjast fyri tingið um, hvørjar tænastur vit skulu veita føroyingum á hesum øki í framtíðini. Játtanin til serviðgerð uttanlands er økt ómetaliga nógv seinastu árini. Í fjør vóru játtaðar 60 milliónir til serviðgerð utt- anlands, men tað vórðu brúktar 72 milliónir. Í ár eru játtaðar 70 milliónir, men vit fara at brúka 80 milliónir. Í uppskotinum til fíggj- arlóg fyri komandi ár, eru 70 milliónir settar av til serviðgerð uttanlands og eftir øllum at døma vita vit longu nú, at tað fer verri enn so at strekkja til. Men Bill Justinussen sig- ur, at orøkin til, at 70 milli- ónir eru settar av, eru tí, at ætlanin er at taka ítøkilig stig til at forða fyri, at hendan játtanin skal veksa alt ov nógv. Hann sigur, at tí fer hann at leggja uppskot fyri ting- ið um at lóggeva, hvørjar tænastur, vit skulu veita føroyingum á hesum øki, framyvir. Sjúkur og vælferðartilboð Hann sigur, at ein stórur partur av játtanini verður brúkt tilveruliga sjúkuvið- gerð uttanlands. – Men tað er eisini ein partur av játtanini, sum verður brúkt til endamál, sum ikki eru beinleiðis sjúkur. Eitt nú eru tað før- oysk hjún, sum verða send uttanlands at fáa viðgerð fyri barnloysi. – Hetta er ein tænasta, sum samfelagið betalir, eins og danska samfelagið betalir til at viðgerða donsk hjún fyri barnloysi. Hinvegin betalir norska samfelagið ikki fyri eina slíka vælferðartænastu, hó- ast Noreg er eitt vælferðar- samfelag, tí norsk hjún, sum vilja hava serliga við- gerð fyri at fáa børn, mugu gjalda tað sjálvi. Bill Justinussen sigur, at tað ber til at fáa eitt hav av viðgerðum uttanlands, bara goldið verður fyri tað. Tal- an er bæði um viðgerð fyri beinleiðis sjúkur, men tað eru talan um ymisk væl- ferðartilboð og útboðið av viðgerðum veksur í hvørj- um. Men samstundis veitir Bill Justinussen trygd fyri, at tey, sum hava tørv á við- gerð fyri sjúkur skulu altíð takast framum og hann sig- ur, at hann kann veita vissu fyri, at tann parturin av tænastum uttanlands verður ikki raktur. – At viðgerða fyri sjúkur er fremsta uppgávan hjá heilsuverkinum og vit mugu ansa eftir, at sjúku- viðgerð ikki noyðist at víkja fyri ymsum vælferð- artilboðum, sigur hann. – Men sjálvandi kunnu vit koma í tað støðu, at tað onkustaðni finst ein ómeta- liga dýr viðgerð fyri onkra ávísa sjúku. Hvussu víkir og vendir, og hvussu kensluleyst tað ljóðar, mugu vit í slíkum førum taka støðu til, um samfelag- ið skal betala fyri tað ella ikki. – Hetta er ein ómetaliga eymur spurningur, sum krevur nógva viðgerð, men sum vit ikki sleppa undan. Eitt annað dømi hann nevnir, er, at vit brúka stór- ar upphæddir uppá at bjarga børnum, sum eru fødd alt ov tíðliga samstun- dis sum vit ikki himprast við at taka fostur og tað heldur hann eisini er ein spurningur, vit eiga at við- gerða, saman við nógvum øðrum málum og ikki minst eru teir siðsemiligu spurn- ingarnir stórur í hesum. – Ein spurningur, vit mugu viðgerða, er, nær vit koma skapanarverkinum ov nær, heldur hann. Eitt nú kunnu vit koma í ta støðu, at tøknin batnar so at børn, sum verða fødd og tíðliga, og sum vit royna at bjarga, verða yngri og yngri og at tað bara styttist ímillum markið fyri, nær vit taka fostur og nær vit royna at bara ov tíðliga føddum børnum. Biðjur um 20 milliónir beinanveg til sjúklingar Mugu velja hvørjar viðgerðir sjúklingar skulu fáa uttanlands Vit verða noydd til at eitt mark fyri, hvat vit sum samfelag skulu bjóða okkara borgarum av viðgerðum á útlendskum sjúkrahúsum, sigur Bill Justinussen – Øll, sum hava tað hava fyri neyðini at sleppa uttanlands til viðgerðar og kanningar, sleppa nú avstað kortini, tí landsstýris- maðurin hevur nú biðið fíggjarnevndina um neyðuga peningin Seinastu 14 dagarnar hevur løgtingsmað- urin, Jenis av Rana, fingið fleiri hóttanir. Leygarnáttina var hann aftur úti fyri eini minni stuttligari hending, tá postkass- in uttan fyri heimið varð sprongdur í luftina HÓTTANIR Ingrid Bjarnastein Jenis av Rana, løgtings- maður fyri Miðflokkin, hevur seinastu 14 dagarnar móttikið fleiri hóttanir. Tær eru allar í sambandi við Televarpið og spurningin, hvørt tað fór at senda porno ella ikki. – Eg havi javnan fingið fleiri hóttanir seinastu 14 dagarnar, sigur Jenis av Rana. – Tær eru allar komnar við sms-boðum á fartele- fonini, og tað er ógvuliga óbehagiligt. Eg veit ikki, hvussu álvarsamt hetta er, men eitt sindur er tað. Leygarkvøldið varð post- kassin uttanfyri heimið hjá løgtingsmanninum sprong- dur í luftina. – Tað vóru samfelags- møtir uppi í høllini á Hálsi leygarkvøldið, og tí vóru vit seint uppi. Vit vóru á veg til songar, tá vit hoyrdu ein hvøllan brest og alt húsið ristist. Eg trúði, at ein partur av húsunum var farin í luftina, men tað var tíbetur bara postkassin, greiðir Jenis av Rana frá. – Eg fór út beinanvegin, men eg sá ongan. Nú tá eg havi tosað við grannarnar siga teir, at bresturin var so harður, at teir mestsum allir eru vaknaðir av spreinging- ini. Postkassin liggur nú slongdur út yvir eitt stórt øki, og kriminalpolitiið skuldi kanna málið nærri í gjár. Fleiri hóttanir Hóttanirnir ímóti løgtings- manninum byrjaðu undir viðgerðini av skøkjulevn- aðinum. Undir sjálvari við- gerðini fekk Jenis fleiri sms boð, har tað millum annað stóð, at um »pornokanalin« ikki fór at senda, so skuldi Jenis fáa hetta at merkja á annan hátt. – Sjálvur veit eg ikki, hví eg fái slíkar hóttanir, tí eg havi onki havt við málið sum so at gera. Eg varð bið- in at gera nakrar viðmerk- ingar til Sosialin tað eina kvøldið og dagin eftir ringdi útvarpið og spurdi um eg kundi koma oman at gera nakrar viðmerkingar til tíðindasendingina á middegi, sigur Jenis av Rana. Hann heldur, at politikar- ar hava skyldu til at svara spurningum, ið verða settir, og var tað tí, at hann játtaði at gera viðmerkingar. – Eg havi onga avgerð tikið í hasum málinum. Tað var fútin, sum tók avgerð- ina. Undir viðgerðini av skøkjulevnaðinum fekk Jenis fleiri sms-boð, men hann strikaði tey beinan- vegin, tí hetta vildi hann ikki hava inni á telefonini. Jenis sigur, at hann veit ikki, um sms-boðini og hendingin við postkassan- um hava samband við hvørt annað. – Um hetta var eitt annað tíðspunkt á døgninum, hevði eg helst ikki tikið tað so álvarsliga, men hetta var ímóti klokkan tvey um nátt- ina, so tað kann ikki júst verða kallað fyri dreingja- lótir. Seinasta vikuskifti høvdu nakrir ungir menn eisini verið á hurðini heima hjá Jenisi. Sjálvur var hann ikki heima – hann var staddur í Suðuroy hetta vikuskifti, men konan var inni. Teir ungu mennirnir søgdu, at teir skuldu draga Jenis til svars fyri pornokanalina. – Hetta við postkassan- um er rættiliga óbehagiligt – serliga tí tað kemur sum ein liður í fleiri hóttanum. Jenis sigur, at fyrsti skelkurin kom eftir at hava lisið eina grein í Fregnum. Greinin snúði seg millum annað um samrøðuna, sum Miðflokkurin hevði við Boga Davidsen. Har stóð skrivað, at viðkomandi hevði helst kvalt Jenis við mikrofonleidninginum, um hann var journalistur. – Tá eg las hatta, reager- aði eg. Eg hugsaði, at um onkur ungdómur las hatta, og tók tað í álvara, og hvat so fór at henda. Síðani tá hevur tað so verið, at eg havi fingið fleiri og fleiri hóttanir, greiðir Jenis frá. – Eg haldi, at hatta líkist ongum. Hatta er so ófør- oyskt, sum tað kann verða. Eg trúgvi ikki, at hetta er vanligt í Føroyum. Um onkur ikki skilir demokrati í Føroyum, so kann tað ikki verða rætt, at viðkomandi skal hótta politikarar fyri at fáa teir at tiga. Ætlanin var annars, at Jenis skuldi niður til Dan- markar mánamorgunin til eitt eftirútbúgvingarskeið í sambandi við læknastarv sítt, men hetta helt hann ikki lata seg gera. – Av hesi seinastu hend- ingini haldi eg ikki, at eg kann fara avstað. Men í handan postkassan kemur so ikki meira postur, sigur Jenis av Rana at enda. Um vikuskiftið hendi eitt óhapp í Hvalvík, sum kundi verið rættiliga álvarsamt. Ein maður, sum hevði verið og skotið harur, varð vegna ósketni skotin í annað beinið. Hann var so illa fyri, at hann varð fluttur niður á Ríkissjúkra- húsið í Danmark ÓHAPP Ingrid Bjarnastein Um vikuskiftið høvdu menn verið og skotið harur í Hvalvík. Heimafturkom- nir hendi eitt óhapp, sum var rættiliga álvarsamt. – Vanliga verður avløtt áðrenn komið verður at húsum. Hesir menninir vóru komnir heim, og skuldu seta byrsurnar upp á pláss. Ein maður rættir so eina byrsu til ein annan mann, og byrsan gongur av. Annar maðurin verður skotin í lærið og partvís í hitt beinið, greiðir vakthav- andi á politistøðini í Havn frá. Maðurin, ið skotin varð, var rættiliga illa fyri. Av politistøðini verður upp- lýst, at tað var um reppið, at hann ikki bløddi út, tí skot- ið hevði rakt eina pulsæðr. Um náttina varð maðurin fluttur niður á Ríkissjúkra- húsið. Á politistøðini í Havn vistu tey ikki meira um málið enn, at maðurin framvegis var á lívi. Jenis fingið hóttanir Maður skotin í beinið LØGREGLUTÍÐINDI Ingrid Bjarnastein Politiið í Havn sigur, at fleiri spreingingar hava verið seinastu tíðina í býnum. Teir vilja tí heita á fólk um at hava eygu og oyru opin og boða frá, um tey vita nakað um hesar spreingingarn- ar. – Tað er ólógligt at brúka heimagjørt fýr- verkarí ella knallfýr- verkarí, so um nakar veit nakað at siga, skulu tey boða okkum frá, verður sagt av politistøðini. Talan er um rættiliga sterkar løðingar, sum skaði kann standast av. FERÐSLUKANNING Ingrid Bjarnastein Í seinastu viku fór løg- reglan undir eitt stórt ferðsluátak, har farið var undir at kanna bilar. Ljós, ferð, dekk og so framvegis verða kannað, og í Eysturoynni hevur løgreglan nú kannað 120 bilar. 10 rapportir eru skriv- aðar um ymiskt, og var tað ein, sum varð tikin fyri at hava koyrt ov skjótt. Hann kann rokna við at missa koyrikortið, verður upplýst av politi- støðini í Runavík. Fleiri spreingingar 120 bilar kannaðir Leygarnáttina varð postkassin hjá Jenisi av Rana sprongdur í luftina. Pettini liggja spreidd um alt túnið Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6