Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 217 - 12. november 2002 Nr. 217 - 12. november 2002 9 Peningastovnar stovnað felags málgagn Føroysku peninga- stovnarnir hava stovnað felag, sum skal geva stovnunum størri ávirkan, tá pol- itiski myndugleikin ætlar at fremja broyt- ingar PENINGASTOVNAR Heri á Rógvi Føroysku peningastovnar- nir: Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Norðoya Spari- kassi og Suðuroyar Spari- kassi, hava tann 7. novem- ber 2002 stovnað vinnu- greinafelag. Felagið Pen- ingastovnar. –Stovnarnir eru av teirri fatan, at peningastovns- vinnuni hevur manglað eitt felags málgagn mótvegis almenninginum og – ikki minst – myndugleikunum. Tað er soleiðis vón stovnar- anna, at løgting og lands- stýrisumsiting fara at gera tað til siðvenju sína, at nýta felagið sum hoyringsmál- gagn, tá lóggivið verður um viðurskifti, sum viðvíkja peningastovnum, skrivar felagið í tíðindaskrivi. Jørn Astrup Hansen, nevndarformaður fyri fel- agið, sigur, at teir hava arb- eitt við felagnum í eina tíð. Talan er um ein gamlan tanka. Hann avvísir, at fel- agið er stovnað í kjalar- vørrinum av nógva roki- num um Elektron og Gjald- Skipanina. Hann heldur tó, at málið um Elektron er eitt høvið, har felagið kundið gjørt gagn. Felagið hevur annars til endamáls at virka fyri góð- um starvsviðurskiftum hjá føroyskum peningastovn- um og røkja áhugamál lim- anna mótvegis landsstýri- num og øðrum almennum myndugleikum. Nevnd felagssins er mannað við Jørn Astrup Hansen, Føroya Banka, Marneri Jacobsen, Føroya Sparikassa, Eyðfinni Reyð- berg, Norðoya Sparikassa og Mikkjali Sørensen, Suð- uroyar Sparikassa. Nevndin hevur skipað seg við Jørn Astrup Hansen sum for- manni og Marneri Jacobsen sum næstformanni. Føroysku peningastovnarnir hava kastað saman í eitt felag, sum betri skal umboða teirra sjónarmið yvirfyri myngudleikunum. Jørn Astrup Hansen: Mugu hava minnilutastjórn í Føroyum –Við verandi meiri- lutastjórnarskipan verður einki rættiligt kjak í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, sum var gesta- røðari á landsfundi Javnaðarfloksins POLITIKKUR Heri á Rógvi Við verandi siðvenju um meirilutastjórn í Føroyum, skapast einki veruligt kjak í Føroyum. Hetta heldur for- stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen. Javnaðar- flokkurin bjóðaði honum at vera gestarøðari á lands- fundi floksins, sum varð hildin um vikuskiftið í Havn. Jørn Astrup Hansen hevði fingið frítt at tala um tað, hann hevði hug til á fundinum. Hann umrøddi sum væntað nógv Føroya Banka, sum hann tey sein- astu tíggju árini hevur stað- ið á odda fyri – frá kreppu- árunum til nú. Jørn Astrup tók eisini onnur evni upp, sum hann kanska ikki hevur verið kendur fyri at røða um. Einki kjak Forstjórin í Føroya Banka helt í talu sínari fyri javnað- arfólkum fyri, at vit í Før- oyum tørva eina minniluta- stjórn. Hetta segði hann út- frá tí sjónarmiði, at polit- iska kjakið í Føroyum – eft- ir hansara tykki – ikki er til. –Kjakið í Føroyum hevur so mikið trong kor, at tað als ikki er møguligt at reisa nakað kjak. Ein minniluta- stjórn hevði gjørt kjakið munandi betri. Við verandi skipan er talan um eitt demokratiskt undirskot, sigur Jørn Astrup Hansen. Tað er greiða fatanin hjá Jørn Astrup Hansen, at ver- andi skipan at stjórna landi- num ikki er gagnlig fyri kjakið sum er. Í Føroyum er siðvenja at skipa meiralutastjórnir, t.e. samgongur, sum eiga meirilutan í løgtinginum. Í øðrum londum er hetta oft- ast óvanligt, og talan er í nógvum førum um minni- lutastjórnir. Hesar stjórnir verða so noyddar at leita sær til aðrar flokkar eftir stuðli í hvørjum einstøkum máli fyri at fáa hesi ígjøgn- um. Í løtuni skipa Venstre og Konservativ eina minni- lutastjórn í Danmark. Teir nýta sum oftast Dansk Folkeparti sum stuðuls- flokk – eitt nú til fíggjar- lógina. Á henda hátt við stuðulsflokkum er neyðugt við breiðum semjum um hvørt einstakt mál ella lóg- aruppskot. Í Føroyum hava vit í tíð- ini við heimastýrinum altíð havt meirilutalandsstýri. Stýrisskipanin ásetur, at løgmaður skal hava ein meiriluta ímóti sær fyri at noyðast frá, og hetta sama er galdandi fyri lógarupp- skot. Tískil kundi verandi samgonga hildið fram við sekstan tingmonnum. Hon kundi eisini hildið fram sum minnilutastjórn, men hetta krevur, at ein partur av andstøðuni “góðtekur” hetta. Vanligt er, tá tosað verður minnilutastjórnir, at spurt verður áðrenn, hvønn flokk tey vilja hava at leiða stjórnarsamráðingar, t.e drótningarundan í Dan- mark og tingformansum- farið í Føroyum. Risiko Jørn Astup Hansen nýtti eisini høvið til at tosa eitt sindur um støðuna hjá Før- oya Banka. –Tá árið í ár verður gjørt upp, hava at kalla goldið innskotið hjá landsstýri- num upp á 2,7 mia. aftur. Eg meti tað tó vera sera iva- samt, um Føroya Banki kann verða privatiseraður uttan nakað tap fyri lands- stýrið, sigur Jørn Astrup Hansen. Eg meti tað tó vera sera ivasamt, um Føroya Banki kann verða privatiseraður uttan nakað tap, sigur Jørn Astrup Hansen. Hetta segði hann í sam- bandi við, at eitt sjónarmið í Føroyum hevur verið, at Føroya Banki ikki skal privatiserast/einkiljast – seljast – fyrr enn hann hevur vunnið allar pengarnir inn- aftur, sum í sínari tíð vóru brúktir til at bjarga banka- kervinum í Føroyum við rentum og renturs rentum. Forstjórin í Føroya Banka vísti somuleiðis á, at tað - eftir hansara tykki – er týdningarmikið hjá føroy- ingum at lata fortíðina liggja í sambandi við bank- an og heldur hyggja fram- eftir. –Vit mugu eisini ansa eftir, at kjakið um leiklutin hjá bankanum ikki verður ov svart/hvítt, sigur Jørn Astrup Hansen. Hann helt eisini fyri, at føroysku politikararnir vístu mót í kreppuárunum. Eisini kundi hann ikki siga nakað ringt um eigaran av bankanum – Fíggingrunn- in, sum landsstýrið eigur. —Vit hava fingið arb- eiðsrúm og hava einki at klaga um. Við verandi eiga- viðurskiftum síggi eg tó, at tað er ein vandi fyri, at bankin upp á eitt tíðspunkt, tá vit minst rokna við tí, kann gerast politiseraður. Hesin vandin er vætnandi serliga stórur, um vit aftur renna okkum í kreppu ár í Føroyum, sigur Jørn Astrup Hansen. Tað eru fyrimunir við at einkilja Føroya Banka, heldur Jørn Astrup. Hin- vegin er einskiljing ikki nøkur ganda loysn uppá all- ar trupulleikararnar. –Siga vit, at virðið á Før- oya Banka er millum 1,5 og 2 milliardir, og tað bert kunnu vera føroyingar, sum hava møguleikan at keypa partabrøv, so kann tað lætt- liga enda við einum keyp- aramonopoli, og tað er íkki nøkur góð støða fyri Fígg- ingargrunni og fyri lands- stýrið sum seljara, sigur Jørn Astrup Hansen. Svimja í pengum Ikki óvæntað nevndi gesta- røðarin eisini Elektron. Málið um nýggja Gjald- Skipanina hjá Elektron hevur veruliga tikið dik á seg í fjølmiðlunum seinastu tíðina, og eigararnir av Elektron eru ørkymlaðir um støðuna. –Tá bankarnir skuldu leggjast saman í 1994 vórðu vit noyddir at velja ímillum tvær dátaskipanir. Vit vórðu í 1995 noyddir at velja Elektron – uttan at verða spurdir. Nú hendir júst tað sama: Vit verða ikki spurdir eftir. Tað er ikki lætt fyri okkum at skilja, sigur Jørn Astrup Hansen. Áður hevur Jørn Astrup eisini úttalað alment, at ein greiður vandi er fyri, at før- oyski búskapurin er á veg at gerast ovurupphitaður. Í røðu sínari fyri javnað- arfólkum vísti hann eisini á, at vandi er enn á ferð í Føroyum. –Samfelagið hevur ovur- stórt gjaldføri, og rentan er í botni. Í dag er tað vænt- andi ov lætt,heldur enn ov trupult, at lána pengar, síg- ur altso Jørn Astrup Han- sen. Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka, var gestarøðari á landsfundi Javnaðarfloksins fríggjakvøldið. Mynd: Eirikur Lindenskov. – Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at verða við til at skipa eina nýggja og ar- beiðsføra samgongu. Hetta sigur flokkurin í landsfundarsam- tykt, sum varð gjørd á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, sum um vikuskiftið hevur verið á Lærara- skúlanum í Havn LANDSFUNDAR- SAMTYKT Javnaðarflokkurin Nú eitt hálvt ár er gingið, síðani samgonga varð skip- að, staðfestir landsfundur- in, at fremsta eyðkenni landsstýrisins er ráða- og atgerðaloysi. Hetta kemur til sjóndar við, at landsstýr- ið, vegna klandur og innan- hýsis ósemjur, so at siga eingi mál hevur lagt fyri løgtingið higartil. Høvuðsendamálið hjá sitandi samgongu tykist fyri ein og hvønn prís at vera at varðveita maktina, meðan politikkurin og har- við trupulleikarnir hjá sam- felagnum og fólkinum, í besta føri, koma í aðru røð. Besta dømið um ráða- og atgerðarloysi landsstýrisins er framlagda fíggjarlógar- uppskotið, sum mest minn- ir um vánaliga kladdu, har útreiðslur fyri einar 200 mill. ikki eru tiknar við. Ruðuleikin í arbeiðinum við at fáa fíggjarlógina at hanga saman prógvar, at samgongan í ábyrgdarloysi tók alt ov rívan til, tá ríkis- stuðulin varð skorin við 366 mió.kr. Landsfundurin átalar, at á heilsuøkinum skulu vit framvegis liva við sparitil- tøkum, sum enntá eru verri enn tá hin nívandi sam- felagskreppan var í hædd- ini. Framvegis gerast bíði- listar bara longri, og deildir á sjúkrahúsunum verða eis- ini í 2003 stongdar vegna sparingar. Landsfundurin átalar somuleiðis, at hóast játtanin fyri sjúkraviðgerð uttanlands í hesum fíggjar- ári longu var uppi í septem- ber, so hava landsstýrið og samgongan framvegis eingi stig tikið til tess, at henda viðgerð kann halda fram. Tó fegnast landsfundurin um, at Javnaðarflokkurin megnaði at leggja so hart trýst á samgonguna og landsstýrið á tingi nú um dagarnar, soleiðis at ein loysn á hesum trupulleika nú er í ljósmála. Hetta hálva árið og fram- lagda fíggjarlógaruppskot- ið bera boð um, at so leingi henda samgongan og hetta landsstýri sita, fara vit at liva við einum »sum best ber til« politikki, har ráða- og atgerðarloysi eru fremstu eyðkenni. Lands- fundur Javnaðarfloksins krevur tí, at nýggj, arbeiðs- før samgonga verður skip- að – ein samgonga, sum vil raðfesta politikkin og fólks- ins áhugamál fram um, bert at tvíhalda um maktina, og at sita við valdinum líka- mikið hvussu víkir og vendir. Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at verða við til at skipa nýggja, arbeiðsføra samgongu, har dentur verð- ur lagdur á at tryggja væl- ferð fólksins og endurreisa og styrkja rættartrygdina hjá borgarum landsins. Hetta skal verða grundað á ein skynsaman búskapar- politikk og ein framrættað- an vinnupolitikk, har atlitið fyri burðardyggari menn- ing og umhvørvisvernd er í hásæti. Landsfundurin fegnast um, at Javnaðarflokkurin vil gera upp við tað ábyrgd- arloysi og ta líkasælu, sum seinastu árini hevur valdað á umhvørvisøkinum. Javn- aðarflokkurin vil seta ferð á arbeiðið við at fremja ein umhvørvispolitikk, sum lyftir okkum upp úr tí van- æruligu støðu, sum nú al- ment er staðfest. Landsfundurin harmast um, at løgtingið feldi tey uppskot, sum Javnaðar- flokkurin legði fram síðsta vetur at verja áhugamálini hjá brúkarunum og áleggur umboðum sínum á tingi áhaldandi at virka fyri, at brúkaravernd og rættindi verða ein sjálvfylgja eisini í Føroyum. Landsfundurin ásannar, at tað er alstórur tørvur á at endurskoða og rationalisera ta almennu fyrisitingina, sum seinastu 4 til 5 árini høpisleyst er bólgnað. Landsfundurin stuðlar tingmanningini í áhaldandi arbeiðinum fyri einum arbeiðsmarknaðarpolitikki, sum millum annað veitir løntakarunum greið setan- arviðurskifti, trygd í starv- inum og munagóðar ar- beiðsmarknaðarútbúgving- ar, eftirútbúgvingar og heilsugott arbeiðsum- hvørvi. Gongdin á altjóða parta- brævamarknaðinum hevur kolldømt privatu fólka- tryggingarskipanina hjá samgonguni. Tí er nú greið- ari enn nakrantíð, at ein út- bygging av samhaldsfasta eftirlønargrunninum er tann einasta trygga og gongda leiðin at veita øll- um borgarum landsins nøktandi pensjónsviður- skifti. Landsfundurin vísir á, at náttúrutilfeingið, fiskiloyvi og aliloyvi, eftir lógini eru ogn Føroya fólks. Tí harm- ast vit um, at enn er onki gjørt fyri at byrgja upp fyri, at einstaklingar og feløg kunnu spekulera í hesum ríkidømi sum fult umsetilig handilsvirði. Javnaðar- flokkurin vil tí virka fyri eini nýggjari skipan, har tryggjað verður at fólksins ognar verða virdar og við- farnar øllum fólkinum at gagni. Vil skipa nýggja samgongu Landsfundurin hjá Javnaðarflokkinum um vikuskifti valdi Hans Paula Strøm, fyrrverandi løg- tingsmann í Vest- manna, til nýggjan floksskrivara LANDSFUNDUR Eirikur Lindenskov Seinastu 11 árini hevur Eyðólvur Dimon í Havn verið floksskrivari hjá Javnaðarflokkinum. Hann stillaði ikki upp- aftur á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum hesaferð, og í hansara stað varð Hans Pauli Strøm valdur. Hans Pauli Strøm um- boðaði Javnaðarflokkin á tingi frá 1998 til 2002 í Norðstreymoyar val- dømi. Hann kom inn sum eykavaldur ting- maður í 1998. Við sein- asta løgtingsval eydnað- ist ikki Javnaðarflokkin- um at fáa umdømisvald- an tingmann í Norð- streymoy, og fall tann eykavaldi hjá Javnaðar- flokkinum hesaferð í Suðurstreymoy. Umframt Hans Paula Strøm var formaðurin í SU, Kristoffur Gaard- lykke eisini nývaldur í starvsnevndina, sum nú sær soleiðis út: Jóannes Eidesgaard, formaður Bergur Dam, næstfor- maður Jancy Olsen, næstfor- maður Hans Pauli Strøm, skrivari Katrin Dahl Jakobsen Vilhelm Johannesen Kristiffur Gaardlykke Hans Pauli Strøm nýggjur floksskrivari – Javnaðarflokkurin bjóðar seg fram at verða við til at skipa nýggja, arbeiðsføra samgongu, har dentur verður lagdur á at tryggja vælferð fólksins og endurreisa og styrkja Mynd: Álvur Haraldsen Umbooð fyri Sosialistiskt Ungmannafelag Mynd: Álvur Haraldsen Javnaðarflokkurin vísir eisini á, at náttúrutilfeingið, fiskiloyvi og aliloyvi, eftir lógini eru ogn Føroya fólks. – Tí harmast vit um, at enn er onki gjørt fyri at byrgja upp fyri, at einstaklingar og feløg kunnu spekulera í hesum ríkidømi sum fult umsetilig handilsvirði, sigur flokkurin í landsfundarsamtyktini. Fremst á myndini síggjast javnaðarfólk úr Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8