týsdagur 12. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 217 - 12. november 2002
Nr. 217 - 12. november 2002
11
Leygardagin fann ein
kavari, sum var í ferð
við at eftirkanna
arbeiðið hjá J&K
Petersen eina granat á
botninum út fyri
Havnaskrivstovuna í
Havn. Heiðrikur
Christiansen, sum
fann granatina sigur,
at hetta er langt frá
fyrstu ferð, at tílíkt er
funnið á botninum út
fyri Havnaskriv-
stovuna
SPREINGILØGIR
Solby A. Eliasen
Granatin, sum varð funnin
leygardagin, stavar helst frá
einum skipi sum kom á
Havnina undir seinna ver-
aldarbardaga. Hildið verð-
ur, at ein partur av lastini er
farin niður í millum keiina
og skipið, meðan tað loss-
aði. Og er tað hesar sum
javnan eru komnar undan
kavi. Hetta er nevniliga ikki
fyrstu ferð, at tílíkt verður
funnið á botninum út fyri
Havnaskrivstovuna. Kavar-
ar hava verið niðri javnan
síðani í januar mánaða, tá
arbeiðið hjá teimum fyri
J&K Petersen byrjaði, og
tey hava funnið fleiri sløg
av granatum og øðrum.
Fyrr í summar komu so
serfrøðingar úr Danmark
upp at kanna havbotnin,
men hóast tey høvdu serút-
gerð við til tílíkar botn-
kanningar, so var onki at
finna. Tað kemst helst av, at
granatir og annað liggur so
væl krógvað á botninum.
Men tá so skip og bátar
liggja við kei, kann skrúvan
mala alt upp og so kemur
sumt undan kavi.
Og leygardagin varð so
ein granat funnin á botnin-
um, sum verður mett at
stava frá hesum skipinum.
Heiðrikur Christiansen,
kavarin, sum fann granat-
ina, sigur, at hann ikki er
bangin fyri tílíkum, tí tað
verður ikki mett at vera so
vandamikið.
– Løðingin sat í granat-
ini, men hetta slagið er ikki
so vandamikið, tí tær eks-
plodera ikki, sigur Heiðr-
ikur, sum metir hana vera
um einar 70 til 80 senti-
metrar langa.
Hann leggur tó afturat, at
hetta tó ikki er nakað at
spæla við, tí talan er um
spreingiløgur.
Heiðrikur boðaði so løg-
regluni frá, og stutt eftir
komu fólk frá Marinustøð-
ini og tóku granatina upp.
Hon er nú í varðveitslu hjá
Færøernes Kommando.
Granathylstur
Søren Skinderholm frá
Færøernes Kommando sig-
ur við Sosialin, at talan í
hesum førinum ikki var um
eina veruliga granat, men
heldur eitt granathylstur.
– Hetta var eitt granat-
hylstur, sum helst hevur
verið ætlað til kanónirnar á
Skansanum undir krígnum,
greiðir hann frá.
Hann sigur, at hylstrið nú
liggur í eini serligari trygd-
arbingju, har tað verður
liggjandi til tað verður
burtursprongt. Men her
hevur Færøernes Komman-
do ein trupulleika. Tí tað
finst onki egnað stað til tí-
líkar spreingingar, sum er.
Færøernes
Kommando
hevur havt eitt stað á Glyv-
ursnes til hetta endamál,
men tað letur seg ikki gera
longur, tí tað nú skal nýtast
til annað. Síðani hevur
Færøernes Kommando havt
eina góða avtalu við Lands-
verkfrøðingin um nýtlsu av
grótbrotinum,
men
tað
verður heldur ikki mett at
vera so heppið, tí tað kann
ganga útyvir grótið, sum
kann fáa metalstykkir í seg
av øllum spreingingunum.
– So í skrivandi stund
hava vit onki stað, har við
kunna spreingja tílíkt burt-
ur, staðfestir Søren Skin-
derholm. Og tað fer at gera
tað trupult við at halda
fram við at savna granatir
og annan spreingiløg, sum
verða funnin, inn.
Færøernes Kommando
savnar so bert inn nú og
hevur granatir og aðrar
spreingiløgir í varðveitslu.
Men hesar goymslur eru nú
við at verða fullar.
Søren greiðir frá, at tað
eru fastir reglar fyri, hvussu
tílíkt skal verða goymt. Eitt
nú eru ymiskar kategoriir,
har tað verður goymt.
Summar av hesum kate-
goriunum eru longu fullar.
Men hylstrið, sum varð
funnið leygardagin hoyrir
til eina av kategoriunum,
har goymslan ikki er full
enn.
– Vit arbeiða sjálvandi
við at finna eitt hóskandi
stað til at spreingja tílíkt
burtur, men enn hevur tað
ikki eydnast at finna nakað.
Søren Skinderholm sigur
tó, at um fráboðan kemur
um, at tílíkt verður funnið,
so fara teir sjálvandi út at
kanna tað, og um tað vísir
seg at verða vandamikið, so
verður tað tikið upp. Ser-
stakliga, um tað liggur á
landi.
Hann harmast sjálvandi
um støðuna, sum hon er nú,
men tað er eisini ein
spurningur um teirra egnu
trygd, og tí kunna tey ikki
bara halda fram við at
savna inn og hava alt í varð-
veitslu. Tað má eisini kunna
sleppast av aftur við.
Granat funnin á Havnarvág
Fíggjarnevndin hevur
fingið umbøn frá
Trivnaðarmála-
ráðnum um at játta
20 milliónir krónur
til serviðgerðir
uttanlands.
Undirtøka er í nevnd-
ini fyri at játta
pengarnar
FÍGGJARNEVNDIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Eftir drúgt orðaskifti í løg-
tinginum fríggjadagin, har
ákoyringarnar vóru nógvar
móti landsstýrinum og Bill
J u s t i n u s s e n ,
landsstýrismanni
í
heilsumálum, er málið nú
endað í fíggjarnevndini. Av
tingsins
røðarapalli
fríggjadagin heittu fleiri av
fíggjarnevndarlimunum á
landsstýrismannin um at
koma við einum fíggjar-
nevndarskjali til nevndina,
har biðið verður um tær 20
milliónirnar, ið mangla á
játtanini í ár. Grundgev-
ingin er, at hetta er nógv
skjótari mannagongd enn at
játta pengarnar á eini
eykajáttanarlóg, ið annars
verður fyrireikað í hesum
døgum.
Og fríggjadagin fekk
Fíggjarnevndin so umbøn
frá Bill Justinussen um at
játta tær 20 milliónirnar, ið
mangla á kontoini til
serviðger uttanlands, við
einum fíggjarnevndarskjali.
Fíggjarnevndin
hevði
ikki viðgjørt umbønina frá
Bill Justinussen, tá blaðið
fór til prentingar. Men Óli
Breckmann, formaður í
Fíggjarnevndini, sigur, at
eftir útmeldingarnar, m.a.
frá fíggjarnevndarlimum, í
løgtinginum fríggjadagin,
metir hann undirtøku vera í
Fíggjarnevndini fyri at játta
pengarnar.
Fíggjarnevndin játtar pengar til serviðgerð uttanlands
Mál, ið viðvíkja arbeiðsmarknaðinum, liggja undir málsøkjum hjá fleiri landsstýrismonnum. Nú
hevur Anfinn Kallsberg, løgmaður, átikið sær uppgávuna at samskipa arbeiði
Leygardagin varð eitt granathylstur umleið 70 til 80
sentimetrar langt funnið á botninum út fyri
Havnaskrivstovuna í høvuðsstaðnum
Síðsta fríggjadag var
Næraberg inni og
bunkraði olju. Skipið
fór avstað aftur longu
beint eftir middag
dagin eftir
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
28. februar í ár vóru tvey ár
liðin, síðan risatrolarin,
Næraberg, kastaði fyrstu
ferð. Síðan hendan dagin,
hevur skipið verið eitt
frálíkt høvi hjá ungfólki,
sum hava hug at søkja
sjógvin, at sleppa til skips.
Fíggjarliga hevur hetta
verið ein tung tíð hjá
skipinum, men við góðum
samstarvi millum føroying-
ar og norðmenn og við
ágrýtnum fólki á brúnni,
dekkinum og á verksmiðj-
uni hevur higartil eydnast
at hava skipið siglandi.
Eingin ES-kvota
Tað var ein smeitur, at
føroysk skip ikki sluppu í
ES-sjógv at royna fyrst í
hesum árinum, men kortini
var tað eitt plástur á sárið,
at fiskiskapurin í altjóða
sjógvi royndist rímiliga væl
í februar og mars. Veðrið
var ólagaligt fyrst í árinum,
og tað tarnaði fiskiskapin-
um í altjóða sjógvi.
Í samrøðu við Sosialin
fyrr í ár, segði Mannbjørn í
Grund, sum hevur verið við
Nærabergi síðan í mai
2000, at tað kom ógvuliga
dátt við, at skipið ikki slapp
í ES-sjógv at royna í
februar, mars og apíl, tí
hetta plaga at vera teir
bestu mánaðirnir av árin-
um.
Hesar mánaðirnar í fjør
hevði skipið góðan fiski-
skap í ES-sjógvi. Teir
gjørdu tríggjar góðar túrar
uppá ein mánaða hvør og
høvdu fullar tangar, 770
tons av surimi, hvønn túrin.
Seinasti túrurin av hesum
trimum endaði í føroyskum
sjógvi. Teir kastaðu í før-
oyskum sjógvi, 12. apríl og
fingu nógvan svartkjaft.
– Vit høvdu vónað at
fingið uppaftur meira burt-
ur úr í ES-sjógvi í ár enn í
fjør, tí surimi-framleiðslan
umborð gongur nógv betri
nú, eftir at broytingar eru
gjørdar, og royndirnar við
framleiðsluni eru fleiri. Tað
var nú, vit roknaðu við ein-
um gjøgnumbroti, og tað
var nú, vit roknaðu við, at
yvirskotið skuldi koma,
segði Mannbjørn.
Við lækkandi oljuprísum
og betri prísum á surimi
vóru vónirnar hampiliga
góðar fyrst í hesum árinum
– ja, vónir vóru enntá um
eitt hampiliga gott yvirskot
við sama fiskiskapi í ár
sum í fjør.
Japanesarar, sum keypa
surimi-framleiðsluna hjá
Nærabergi, eru við tíðini
vorðnir meira kendir við
hesa framleiðslu, tí framm-
anundan var surimi úr
svartkjafti at kalla nýtt í
teirra
verð.
Nú
hava
japs’arnir álit á, at Næra-
berg kann levera eina dygd-
arvøru og ikki minst, at hon
kemur regluliga.
Við teimum broytingum,
sum eru gjørdar á verk-
smiðjuni, er dygdin á
surimi eisini vorðin betur,
og framleiðslan hvørt sam-
døgur er økt.
Inni og bunkraði
Síðsta fríggjadag var Næra-
berg inni og bunkraði olju,
og teir fóru longu avstað
aftur beint eftir middag
dagin eftir.
Manningin
mynstraði
ikki av, tí hetta var fram-
hald av túrinum, sum byrj-
aði fyri nøkrum vikum
síðan.
Enn hevur skipið nakað
av svartkjaftakvotu eftir í
føroyskum sjógvi.
Veðrið var gott leygar-
dagin, tá ið teir loystu, men
skjótt øtlaði hann, og sein-
astu dagarnar hevur veður-
lagið verið heldur vánaligt.
Við Nærabergi eru um-
leið 80 fólk, harav eini 26-
28 konufólk.
Skipari hendan túrin er
Andor Isaksen.
Næraberg - eitt frálíkt skúlaskip
hjá ungdómum
Næraberg er eitt risaskip, 94
metrar langur. Umborð eru
80 fólk, flestu ung
Tey standa frammi á bakkanum, nú loyst verður. Skipið hevur bunkrað og er á veg avstað aftur
Næraberg hevur verið eitt kærkomið »skúlaskip« hjá ungfólki, bæði gentum og dreingjum, sum
vilja søkja sjógvin
C
M
Y
K
11
10