Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 217 - 12. november 2002 Nr. 217 - 12. november 2002 13 VIÐMERKINGAR Hann hevur havt stóran týdning. Ikki bara sum rithøvund- ur, men sanniliga eisini sum mentamaður og debattørur í tí samfelagsliga orðaskiftinum. Í dag fyllir okkara stóra prosaskald, Jens Pauli Heinesen, 70 ár, og Sosialurin ynskir honum hjartaliga tillukku á føðingardegnum. Sandavágsmaðurin, sum longu fór at skriva sum smá- drongur í Barnatíðindumum, gav longu sum blaðungur, 21 ára gamal, tað fyrsta søgusavnið, Degningsvindar, út. Síðani eru komnar skaldsøgur, stuttsøgusøvn og sjónleikir. Tilsamans eini 30 skaldaverk. Alt hetta eru vit honum takksom fyri. Somuleiðis takka vit honum fyri, at hann er ein av teimum, sum hevur tímað at “tikið pennin fram”. Hann hevur frá ungum árum gjørt viðmerkingar til ymiskt, sum honum ikki hevur hóvað í samfelagnum. Tað veri seg politiskt ella mentannarliga. Eisini hevur hann víst á, og skrivað ímóti teimum manna- vondsku monnunum og rørslunum, sum hava skrivað seg inn í heimssøguna fyri tað ónda, eitt nú um táverandi totaliteru stýrini eystanfyri jarntjaldið. Tað hevur stóran týdning fyri tað demokratiska samfelagið og ta demo- kratisku menningina, at fólk eru við í hesum orðaskifti, og Sosialurin takkar fyri, at hann mangan hevur brúkt teigarnar í hesum blað til sínar meiningar, tankar og hug- sjónir. Og tað skal hann framhaldandi vera vælkomin til. Samfelag okkara hevur brúk fyri kvalifiiseraður við- merkjarum, analytikarum og kritikkarum, sum tora. Jens Pauli er ein teirra. Og tey, sum standa fyri skotum, mugu taka tað sum ein part av demokratiska meinings- og skrivifrælsinum. Tað verður sagt, og tað var eisini endurtikið í áhugaverdu sjónvarpssendingini um skaldið í sjónvarpinum sunnu- kvøldið, at Jens Pauli er ikki so nógv lisin. Nú er rættiliga torført at siga, hvussu nógv eitt skald er lisið ella ikki. Ein rithøvundur, sum skrivar lætisoppar, er ofta nógv lisin. Men hvussu stórt er virðið í bókmentum hansara, og hvussu leingi stendur hann í bókmentasøgunum? Jens Pauli er ikki so lættlisin. Í øllum førum partar av skaldskapinum. Men skaldskapurin hevur virði. Stór virði. Øll tey, sum hava givið sær tíð at fara inn í skald- skapin hjá Jens Paula, eru komin ríkari útaftur. Tey hava verið á ferð inni í einari óendaligari skaldsøgu, og dvølja leingi í hesum fabulerandi skaldskapinum. Skúlalærarin, sum mong havnabørn minnast hann, avgjørdi um 40 ára aldur at gerast rithøvundur burturav. Tíbetur. At røkja eitt strævið lærarastarv og samstundis skriva fagran skaldskap ber ikki til, og Jens Pauli tók ta røttu avgerðina. Ikki tí, hann var góður lærari, og tey, sum høvdu hann í týskum og enskum hava øll ein góðan førning av týskum og enskum sangum, tí at syngja In einum kúhlen Grunde ella In Dublin fair city var fastur táttur í tímunum hjá Jens Paula. Vit geva landsbókavørðinum rætt. Sjálvandi skuldi Jens Pauli Heinesen, og aðrir listamenn við, havt eina ársløn á fíggjarlógini. Góði Jens Pauli, hjartaliga tillukku og mong góð ár afturat sum rithøvundi og samfelagsrevsari! DAGSINS MEINING Sosialurin Hjartaliga tillukku Jens Pauli Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Olaf Olsen Glyvrar Eg hoyri í fjølmiðlunum, at føroyingar eru millum mest dálkandi lond í heiminum, fyri ikki at siga tann mest dálkandi tjóðin. Eg skal geva teimum rætt, sum siga, at tað er hugstoytt at hoyra. Tað, sum eg kundi hugsa mær at vita, er hvussu henda dálking verður mát- að. Einasti »parametur«, sum hoyrdist í tíðindunum, var í mun til fólkatalið. Er tað tann dálking, sum fer fram á landi, ella er tað eisini á sjónum? Tað ljóð- aði, sum skipini vóru tald við. Vit vita, at føroyingar hava nógv størstu orkuna á sjónum, helst eisini í mun til aðrar tjóðir. Kundi tað ikki hugsast skilagott at rokna dálking pr. orkueind? Vit hoyrdu, at russar lógu ikki so illa fyri. Tað hevur ljóðað, at teir hava dálkað serstakliga illa. Um mált verður per orkueind, er Rusland tá ikki heilt illa fyri? Stundum hevur verið at sæð, hvussu nógv fram- leiðsla er í einum landi miðað við fólkatalið. Onk- untíð hevur tað verið býtt upp í ymiskar bólkar. Taka vit fiskiskap, so liggur framleiðslan hjá føroying- um uppá nøkur tons per íbúgva, meðan flest onnur lond hava nøkur kg og enntá nøkur gramm. Kann nakað útleiðast av hesum? T.d. at føroyingar eru 1000 ferðir so góðir til at fiska? Eg haldi ikki. Ella at føroy- ingar oyða fiskastovnarnar 1000 ferðir so illa sum aðrar tjóðir? Neyvan. Um vit skulu fáa eina veruliga mynd av, hvussu vit eru í mun til aðrar tjóðir, so eiga vit at fáa eitt sindur meira at vita enn tað, sum hevur verið ført fram, so vit veruliga vita, hvar vit kunnu seta inn fyri at betra um reinføri. Mær kemur fyri, at før- oyingar verða meira hund- dálkaðir, enn veruliga at siga frá, hvussu teir dálka. Hagtøl kunnu nýtast skilagott, men tey kunnu sanniliga eisini misnýtast. Heri Kragesteen Bæði út frá mínari hugsan um mennisku (menniskjan er kvennkyn, tað er hon, ið skapar lív) og við mínari fakligari vitan, er neyðugt at siga frá: tað er ein variatón, talan er um íløgu og uppvøkstur, at vera samkyndur, tað er grund- leggjandi tørvur at hava seksuellan hug, tað er gott at fáa eina øl, vín ella ein lítlan. So hvat ella hvar er trupulleikin? Fólk flest hava ongar trupulleikar, tá talan er um hesi viðurskifti. Eg meini, børn verða sett í verðina, dreingir hava flest allir fleyga sær saman, og nógv hava drukkið. Felags er, at øll hava roynt tað, uttan at verða bundn av ávirkanini. So hví er tað, ið hevur verið vanligt, ikki tað longur? Eg haldi tað vera neyuðgt at skyna á tørvi ið stýrur, og tørvi, ið er ein ríkan av lívinum. Ein góð veitsla er góð, men hon kann eisini gerast vánalig. Tað velst millum annað um skonkj- aran. Hvat hendur um vit borðrðreiða við porno? Sambart øllum kanningum, eg veit um: onki. MEN. Børn, ung og vaksin, ið hava trupulleikar, m.a. á seksuella økinum, og eisini sosialt og persónliga, gerast meiri bundin at sjálvum filmunum og kunnu brúku teldustýrdu fyrimyndirnar sum veruleika. "Soleiðis ger mann". Men tá er talan um m.a. vansorgan, ikki filmir ella tekstir. Og tað skulu vit gera nakað við. Annað er, at talan er um eyðmjúkan og oyðileggjan av kvinnum, serliga teim- um, ið eru úr aðrari mentan enn okkara. Kvinnur hava pornostatus, við ella uttan vilja. Kapitalurin, vinnis- býtið, brúkar hetta, tí tað loysir seg at senda porno á 3+. Eg meini. Tað ber til at fleyga sær, meðan tú hyggir at Toda Jonsón. Skal Todi bannast? Ja. Sambart teimum, ið halda at veruleikin er ov trupul at hava við at gera, serliga tá tað snýr seg um tað, ið hevur við kynslívið at gera. Eg haldi ikki, at tað skal borðreiðast við øllum, kanska ølum. Ser- liga haldi eg, vit skulu lúka út úr eyðmjkúkandi, kvinnu- og manskúgandi porno. Men sjálvur havi onki ímóti tílíkum, ið kann menna hugin. Serliga hjá okkum hálvgomlu monn- um. Eg meini. Tær eru ikki tað, tær hava verið? Viðmerking Føroyingar hunddálkaðir! Dánial á Dul Jacobsen Kom, tá eg sá greinina hjá Hilmari Jan í Dimmu, at hugsa um mannin, sum grenjandi jarmaði "verðin er ljót" og fekk aftursvarið "ja, tú gert hana so sanni- liga ikki penari". Tað var nú ikki so nógv greinin, sum elvdi tankan. Tað var heldur myndin av Hilmari Jan. Ikki tí - snýðið er bæði pent og fitt, og ikki veit eg heilt við vissu, um myndin er nýggj ella gom- ul, ella um onkur á Dimmu í óreinheit hevur sett júst hasa myndina í blaðið. Men sigarettin talar sítt týðuliga mál: Skrálandi andsøgn. Tí júst sigarettin er ein so tyngjandi partur av heilsu- verkinum, at tað tykist tankaleyst, ja, so heilt burturvið tápuligt at úttala seg um heilsupolitikk við líkkistunagla dinglandi í kinnklovanum. Ella kann tað veruliga passa, at før- oyingar eru so óvitandi um heilsuvandan av tubbakki. Tosaði herfyri við yvir- lækna á Landssjúkrahúsin- um. Prátið fall á tubbak. Tað verður ofta sagt, segði hann, at roykjarar gjalda so nógv í tolli og øðrum av- gjøldum, at tey eru við til at halda samfelagnum uppi fíggjarliga, men, helt hann fram, veruleikin er, at gjøldini røkka ikki til at fremja árligu lungnaskurð- viðgerðirnar av føroying- um, tíansheldur at gjalda fyri hini heilsubrekini elvd av tubbakki. Spurningurin er, um tíðin er komin at seta heilsugjald á sigarettirnar. Til dømis tíggju krónur á hvønn sigarettpakkan og einar tjúgu, fimmogtjúgu krónur á ballpakkarnar. Hesin peningur átti óskerd- ur at farið í sjúkrahús- verkið. Tað eru tvær góðar grundir fyri hesum. Tann fyrra er, at tað er bæði rætt og rímuligt at roykjarar, sum hóast vitanina um álvarsligan heilsuvanda kortini ikki leggja av at roykja, gjalda fyri seg. Tann seinna er, at tað vísir seg, at besti mátin at hjálpa fólki úr roykinum er við at gera tað trengri og trengri hjá teimum. Harafturat eigur roykibann at vera ásett á øllum almennum støðum, t. v. s. har fólk savnast so sum matstovur, dansistøð og onnur líknandi støð. Eisini eigur at verða skipað fyri tilboðum til roykjarar um hjálp at sleppa av við tubbakstrongdina. Men tað týdningarmesta er kortini at fara álvarsliga til verka at fyribyrgja, at roykjarar leggjast afturat í yngra endanum. Tit fólkavaldu, bæði sam- bands- og loysingarfólk. Nú er tíð at vakna og hyggja longur fram, fram- um oyralippurnar á eini einkultari fíggjarlóg. Nú er tíð at leggja langtíðarætlan- ir, sum kunnu bjarga unga fólkinum undan tubbaks- devlinum. Tit slítast um útreiðlsur á heilsuverkin- um, sum um krónur og oyru eru alfa og omega í hesum álvarsmáli, meðan trivnað- urin verður meira og meira ótrivaligur. Hyggja vit at roykivanunum hjá føroyska ungdóminum í dag, mugu vit rokna okkum millum tilafturskomin lond, og tit látast ikki um vón. Í hesum døgum er, sum gott er, fólkaskúlin nógv frammi. Mín hugsan um fólkaskúlan er millum ann- að hon, at nógv størri partur av skúlatíðini eigur at verða nýttur til heilsu og trivna. Hvat nyttar tað, um vit stappa høvdini full av kunnskapi, tá royking, skeivir kostvanar og vænt- andi rørsluvanar gera, at likamið ikki megnar at fylgja við? Vit kunnu ikki áhaldandi uppføra okkum sum óvitar og yvirsíggja týdningin av góðari heilsu. Lat meg taka eitt dømi, sum vísir, at tað nyttar at ofra tíð, kreftir og pening. Fyri umleið 40 árum síðani byrjaði tannlæknin Erling Simonsen í Havn at læra børn at busta tenn. Hvør minnist ikki sangin "Busta tenn, busta tenn, tað sigur Erling Simonsen". Helst hava fleiri í byrjanini hugsa sum so, at hetta vóru nyttu- leysar fjákalótir, men tak munin í dag. Ein stórur partur av fólkinun í dag, sum eru eldri enn eg sjálvur, ganga við gebissi. Fólk í mínum aldri hava flestøll nógva plombur í tonnunum, men tak tey sum eru tredivu ár og yngri. Har er støðan ein heilt onnur. Flestu ungfólk ganga í dag við heilum og sunnum tonnum, og tey ganga veru- liga upp í at røkja tenninar. Hugsa tær allar tær kvalir, bæði persónligar + almenn- ar útreiðslur, sum verða spardar við tíðini, um vit fáa broytt hugburðin í sam- band við royking og heilsu. Tað var lort Yvirlýsing Stórur tørvur á útbúnum pedagogum Tann 4. november 2002 vóru dagstovnaleiðarar úr øllum landinum á leiðarastevnu í Havn. Slíkir leið- arafundir eru einar 2 ferðir um árið. Tað eru 43 dag- stovnar – barnagarðar, útibarnagarðar og vøggustov- ur – kring landið; og allir leiðararnir (uttan tveir, sum ikki sluppu fram fyri veður), vóru við á leiðarastevn- uni. Umframt leiðararnar luttóku eisini samskipar- arnir fyri Tórshavnar og Klaksvíkar kommunur, um- boð fyri Pedagogfelagið og pedagogiski ráðgevin í Trivnaðarmálaráðnum. Eitt av evnunum, sum var viðgjørt á fundinum, er tann stóri tørvurin á útbúnum pedagogum. Síðani kommunurnar yvirtóku barnaansingarøkið, er talið á dagstovnum nógv økt; men tað verða ikki útbúnir fleiri pedagogar enn áður. Sambært dagstovnalógini skulu í minsta lagi 2/3 av starvsfólkunum vera pedagogar. Haraftrat skulu leið- ararnir á dagstovnum og dagrøktum eisini vera peda- gogar. Ein kanning, sum varð gjørd á leiðarastevnuni, vísir, at í dagstovnunum mangla pedagogar svarandi til 110 fulltíðarstørv. Men av tí, at nógvir pedagogar arbeiða 30-35 tímar, resta minst 130 pedagogar í, fyri at kravið um, at 2/3 skulu vera pedagogar, skal vera uppfylt. Á dagstovnaøkinum einsamøllum mangla pedagogar í helvtini av pedagogstørvunum. Haraftrat kemur tørvurin á pedagogum í frítíðarskúlum, dag- røktum, stuðulsfólkaskipanum, barnaheiminum og á serstovnaøkinum. Og einir 3-4 barnagarðar eru í gerð og lata upp komandi ár. So hvørt, sum krøvini til dagstovnarnar vaksa, gerst alsamt meiir átrokandi at fáa pedagogar at starv- ast í dagstovnunum. Við stóra trotinum á pedagogum hava nógvir dagstovnar ilt við at vera tað pedagogiska tilboð, sum er ásett í dagstovnalógini. Við ov fáum starvsfólkum, ið hava tann neyðuga førleikan, ber heldur ikki nóg væl til at lofta børnum og familjum við serligum tørvi. Á føroya Læraraskúla verður bert tikin inn ein pedagogflokkur við umleið 24 næmingum um árið, hóast talið á umsøkjarum, ið lúka treytirnar fyri upp- tøku, er fleiri ferðir so stórt. Nógv læra til pedagog uttanlands, men flyta ikki heimaftur vegna manglandi bústað og/ella stovnspláss. Skal tann støðugt vaksandi tørvurin á pedagogum nøktast, er tað bráneyðugt, at fleiri pedagogar verða útbúnir í Føroyum. Vit heita tí á avvarðandi myndug- leikar, Mentamálaráðið, Trivnaðarmálaráðið og Før- oya Landsstýri, um sum skjótast at økja um talið á útbúgvingarplássum til pedagogútbúgvingina. Vegna leiðarastevnuna fyri dagstovnaøkið Julianna Næs, Dagstovnurin í Fuglafirði Fríða Lómstein, Kongshavnar Barnag. og Vøggustova VIÐMERKINGAR Erhard Jacobsen Í tíðindunum í ÚF sunnu- morgunin 10. nov. varð upplýst, at tað almenna við sínum avgjaldspolitikki á brennievni hevði verið við til at økja um CO2 dálk- ingina. Hetta skuldi stava frá, at dieselolja til bilar var munandi bíligari enn bensin. Útvarpsmaðurin visti at siga, at dieselbilar dálkaðu munandi meira enn bensinbilar. Nú kann eg bara úttala meg um persónbilar, og tá er niðurstøðan tíbetur tann øvugta. Tað er nógv ið talar fyri, at dieselbilar dálka mun- andi minni enn bensinbilar, tá ið talan er um CO2- útlát. Hesi brotini úr tíðinda- skrivum frá ávikavist Det Økologiske Råd og FDM tala fyri seg: "Dieselbiler har en be- tydelig bedre energieffekti- vitet end benzinbiler, og det kunne derfor være en idé at fremme udbredelsen af dieselbiler gennem afgifts- mæssige tiltag." "Energiforbruget er 22 procent lavere for en ny dieselbil end for en ny benzinbil. Til gengæld udsender en dieselbil uden filter langt flere af de farlige fine partikler end en benzinbil." "Det gælder om at sende et stærkt signal til pro- ducenterne om, at nu skal de se at få de filtre på. Når det er sket, er dieselbiler faktisk at foretrække frem for benzin." Dálkingin hjá bilum er grundað á: hvussu nógva olju tann einstaki bilurin brúkar, hvat slag av bili talan er um (stødd/t.d. prestisjubilar), um roykfilt- ur er í bilinum (dieselbilar), hvussu og hvussu nógv koyrt verður o.s.fr. Tá ið dálkingin skal gerast upp sum heild, eigur eisini at takast við, at framleiðslan av bensini er munandi meira dálkandi enn framleiðslan av diesel- olju. Uttan at kenna tølini, so kundi eg hugsa mær, at nýtslan av diesel til flutning er nógv økt hesi seinastu árini, og kann hetta stava frá, at tað eru fleiri lastbilar í drift enn áður. Og mær kunnugt, so fáast stórir lastbilar bara sum diesel- bilar. Ein háttur at minka um dálkingina frá lastbilum kundi verið at kravt, at teir sløktu motorin, tá ið bilurin stendur stillur í longri tíð, at teir hava roykfiltur, at teir gjalda oljuavgjald o.s.fr. Minsta kravið til tíðinda- flutning um dálking og um kanningar av dálking er, at hesin tíðindaflutningur er eftirfarandi! Er hetta ikki so, kunnu vit so yvirhøvur trúgva tíðindunum um, at Føroyar er eitt av mest dálkandi londum í heim- inum? Tíðindaflutningur, sum bara hevur sensatiónina sum endamál, tænir so ong- um endamáli. Rættleiðing til tíðindaflutning Í grein hjá Kristinu Há- foss í leygardagsblaðnum var ein óheppin villa. Skeivt árstal kom at standa við aðra lagkøku- myndina í greinini. Mynd- irnar sýna útreiðslubýtið í 1990 mótvegis 2001. Vit biða høvunda um- bera okkum mistakið Blaðst. Rætting C M Y K 13 12