Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 12. november 2002 15 UMMÆLI Kim Simonsen Sendingin um Jens Paula Heinesen í sjónvarpinum sunnukvøldið byrjar vakurt við eini dreymakendari intro, hetta boðar frá góðsku. So byrjar ein gra- fologur at tosa um Jens Paula Heinesen. Hesin meinar, at Jens Pauli sum persónur er skipaður, dugir at skoða heildir o.s.fv. Men hví hesi danin skal við, dugi eg ikki heilt at skilja? Síðani koma nógv ymisk fólk og siga okkurt um Jens Paula, men brotini har Jens Pauli Heinesen ger sum hann vil, og sigur okkurt óvantað, eru best. Jógvan Isaksen og ein annar hava eina samrøðu, ið hevur spennandi per- spektivir, teir tosa um at vera ein eygleiðari, um einsemi og um Jens Paula, at hesin ikki er nóg nógv virdur, ella lisin. Hetta var nú ikki mín mynd, eg havi altíð lisið Jens Paula, virt hann um so nú fjøldin dámdi hetta ella ikki. Tey brotini eru best, har høvundin sjálvur tosar um, at verðin er stór. At vit øll eru rekamenn. Hann tosar um einsemi, at neyðugt er at droyma stórar dreymar. Hann heldur fyri, at hann sjálvur ikki er eitt vón- svikið menniskja. Hetta er tað besta í sendingini, men eftir hetta endar alt i kaos. Í rúminum er ein sjónvarps- maður saman við Jens Paula. Men torført er at siga, um ikki Gunnar Hoy- dal og Martin Næs eisini eru til staðar. So siga teir "cut" men filma víðari í besta "dogme" stíli. Her skilti eg ongantíð, hvat Gunnar Hoydal vildi siga, eg bíðaði eftir honum, tí hann er ein gløggur maður, men einki kom aftur frá honum!? Jens Pauli mutar ímóti haldi eg, hann tímir ikki at tosa um pening og fisk. Hann tímir ikki at vera við, og eg skilji hann væl. Hyggjarin sendist aftur og fram, so eru vit reint topografiskt í Danmark! Og vitja eina danska kvinnu, men hví tað? Her fer sendingin yvir til stílin hjá "Forsvundne danskere", og hetta klæðir ikki send- ingina. Hvat ólukkan er meiningin Gulla Øregaard? Hon hevur nógv góð fólk, hon kundi brúkt betur, men hon veit ikki, hvat hon vil. Er hetta eitt "portræt", ella um skaldskapin? Hon roynir helst at gera bæði, t.v.s at gera eina lýsing av persóninum við støði í tí bókmentaliga, men hon dugir ikki, sum t.d. Hanus Kamban dugir tað, at halda reyða tráðinum allan vegin. Spurningarnir eru eisini vánaligir, tað er sum um hon ikki torir niður í skald- søgurar, men vil brestast aftur og fram í tí ævisøgu- liga. Her væntar ein nógv strammari stýring. Eingin nevnir Hugin ella Duritu við einum orði og tað er óluksáliga løgið. Í staðin skulu vit hoyra graml um pening, um tilvildarlig vinaløg. Samandrátturin og niður- støðan hjá mær er, at henni væntar mót til abstraktión, at fara á flog og at vera á flogi. Ikki minst væntar pathos, t.v.s. skil fyri at blanda tað vakra við tí áhugaverda og álvarsama, ið t.d. upplestur úr verkun- um kundi gjørt, við okkara dugnaligu ungu sjón- leikarum. Tónleikurin er ótrúliga vakur, men hesin stemn- ingur hvørvur, tá Gulla roynir at spyrja Jens Paula um okkurt hálvbýtt. Her vantar ein persónur, ið kann geva Jens Paula afturspæl í samrøðunum, so tær gerast viðkomandi, tí Jens Pauli er ein viðkomandi høvundi. Fyri at siga tað sum tað er, Gulla Øregaard er ein reinur amatørur, og sum ein "kúgv á ísi" í hesi send- ingini, og tað er óluksáliga synd fyri Jens Paula. Hon anar ikki, hvat hon vil. Ringast av øllum, hon er ikki á bylgjulongd við Jens Paula. Eg havi stóra virðing fyri bókmentaligum ella ævi- søguligum sendingum og filmum, havi sæð eina ør- grynnu. Serliga vakur er hann hjá Chr. Braad Thom- sen um Karen Blixen, hann um Søren Ulrik Thomsen, og ein DR gjørdi um skaldskapin hjá William Heinesen. Sendingarnar hjá Hanus Kamban um Janus Djurhuus, vóru á einum lágum tekniskum støði, men vóru tó ótrúliga vakrar og her var ein stram stýr- ing, ikki minst ein ótrúlig vitan aftan fyri. Vónandi kemur annar partur at vera eini 100% betri enn hin, so hetta kann viga hin vegin, men hesin parturin var eitt stórt vón- brot. Ein flott sending, brúktir er nógvur peningur, men úrslitið er nærum ein vanlukka. Vit eru øll rekamenn - Góður høvundi men vánalig sending OLJULEITING Jan Müller Tað er nú avgjørt, at nýggja og framkomna boriskipið Belford Dolphin hjá norska reiðaríinum Fred Olsen Energy skal bora 4. brunn-in á føroyska land- grunninum - fyri Agip og Føroya Kolvetni í juni næsta ár. Gjørt er sokallað "letter of intent". Bori- skipið borar í løtuni fyri Petrobras í Brasilia. Sam- bart fjølmiðlastovninum "Eye on Energy" er gjørd- ur fyribilssáttmáli fyri 60 daga boring fyri væl oman fyri 150 mill. kr. Norska felagið eigur 8 stórar boripallar og hetta eina boriskipið, sum kunnu bora á sera djúpum vatni. Í hesum mánaðinum verður annars farið undir kann- ingar á havbotninum sum seinasta fyrireiking til sjálva boringina. Belford Dolpfin skal bora næsta ár Jens Pauli á veg til hátíðarhaldið á Landsbókasavninum sunnudagin Mynd: Jens Kristian Vang Boriskipið Belford Dolphin, sum skal bora fyri Agip í juni. Mynd Fred. Olsen Energy 15 14 Nr. 217 - 12. november 2002 UTTAN ÚR HEIMI Landsfundurin hjá norska Arbeiðaraflokkin- um, sum var um viku- skiftið, var merktur av persónligum stríði, men endaði kortini í sátt og semju. Á fundinum varð Jens Stoltenberg valdur til formann eftir Thorbjørn Jagland, sum ikki stillaði uppaftur. Viðurskiftini millum teir báðar hava ikki verið tey bestu teir seinastu mánaðarnar, men á landsfundinum royndu teir at káva út yvir ósemjuna. -Samstarvið okkara millum hevur verið betri, enn fólk tykjast halda. Men okkurt hevur verið, sum hevur gjørt, at vit kundu havt fingið upp aftur meiri burturúr, segði Jens Stoltenberg, tá hann takkaði undan- manninum fyri tað ar- beiðið, sum hann hevur gjørt fyri flokkin. Í sátt og semju Amerikanska rúmdar- leiðslan NASA ætlaði at skjóta rúmdarferjuna Endeavour út í rúmdina gjáranáttina, men út- skjótingin mátti útsetast, tá menn varnaðust ein leka á ferjuni. Tað vísti seg, at leki var komin á eitt rør í skipanini, sum sprænir súrevni inn í rúmið, sum rúmdarmenninir vanliga halda til í. NASA gjørdi tí av at útseta útskjótingina mill- um eitt og trý samdøgur. Leki á ferjuni Ein almenn frágreiðing í Pólandi staðfestir, at nógvir pólendingar hjálptu týskarunum at beina fyri jødum har eysturi í landinum um summarið í 1941. Tað mest umrødda hópmorðið av hesum slagnum var í bygdini Jedwabne í juni í 1941, men tann nýggja frá- greiðingin avdúkar, at hesin tilburðurin var bert ein av fleiri. Alment hava pólendingar hildið uppá, at tað vóru menn úr SS, sum myrdu jødarnar í Jedwabne, men herfyri avdúkaði ein polskur rit- høvundur, at fleiri pólendingar hjálptu týskarunum. Nýggja almenna frá- greiðingin kemur til somu niðurstøðu. Sagt verður, at í fleiri bygdum játtaðu fólk at jagstra jødar, sjálvt um teir vóru teirra egnu grannar. Tann katólska kirkjan fær eisini ábreiðslur. Í frá- greiðingini stendur, at summir prestar royndu at hjálpa jødunum, meðan aðrir prestar sýttu fyri at veita jødunum hjálp. Polski forsetin, Alex- ander Kwasinewski, bað í fjør jødarnar um um- bering fyri teirra líðingar í Pólandi undir seinna heimsbardaga. Myrdu jødar Tann 34 ára gamli kong- urin í afrikanska landin- um Swazilandi hevur gjørt av at fáa sær eina konu afturat teimum níggju, sum hann hevur. Hann hevur valt sær eina 18 ára gamla gentu, samstundis sum hann hevur sagt, at ein eldri bróður hansara kann fáa nakrar av hinum níggju konunum. Faðir kongs hevði 70 konur, tá hann doyði í 1982. Tann 18 ára gamla gentan tykist hava hug á kongi, sum longu hevur givið henni ein Merced- es-bil, men tann komandi vermóðurin hjá kongi er alt annað enn fegin um sambandið. Hon hevur skuldsett kong fyri at hava burturflutt gentuna, og nú tekur tann politiska andstøðan í landinum undir við henni. Tað sama gera mannarætt- indafelagsskapir. Umleið ein fjórðingur av fólkinum í Swazilandi hevur ov lítið til matna, og lond, sum lata landin- um búskaparhjálp, hava mótmælt levnaðinum hjá kongi. M. a. mótmæltu londini, tá kongur herfyri bílegði sær eitt privat- flogfar, og tey hava eisini mótmælt, at hann keypir konunum dýrar bilar. Higartil hevur hann kortini hildið seg til Mercedes og BMW. Vermóðurin hóttir kong Yvirgangsfelagsskapu rin al-Qaeda legði í 1999 eina ætlan um at myrða Jóhannes Páll páva, tá hann vitjaði Filipsoyggjarnar, men ætlanin varð slept í síðstu løtu YVIRGANGUR Árni Joensen Bretska blaðið The Times skrivaði í gjár, at al-Qaeda ætlaði at beina fyri Jó- hannesi Páll páva, tá hann fyri trimum árum síðani var í Filipsoyggjunum og vitj- aði. Upplýsingarnar hevur blaðið fingið frá filipinsku fregnartænastuni. Maðurin, sum legði drápsætlanina til rættis, var Khaled Sheikh Moham- mad, og amerikanarar vilja vera við, at tað var eisini hann, sum legði atsóknirnar 11. september í fjør til rættis. Sambært The Times ætlaði hann eisini at myrða pávan í 1995, men ætlanin miseydnaðist, tí bumban brast ov tíðliga. Skjøl, sum eru funnin í einum húsum í Pakistan, har Mohammad plagdi at halda til, hava avdúkað, at hann var fleiri ferðir í Filipsoyggjunum beint upp undir pávavitjanina har í 1999. The Times skrivar, at pávin ætlar sær aftur til Filipsoyggjarnar at vitja í januar næsta ár, men Vati- kanið í Rom vil ikki vátta upplýsingarnar. Fyri trimum mánaðum síðani ætlaði pakistanska løgreglan at taka Khaled Sheikh Mohammad, men tað eydnaðist honum at sleppa til rýmingar. Ætlaðu at myrða pávan Tann 15 ára gamli Niklas Eivik í Harstad í Noregi hevði tikið fartelefonina við sær í skúla, sum hann plagar, men brádliga sprongdist telefonin FARTELEFON Árni Joensen - Brásiga skalv telefonin, og tað kendist, sum hon gjørdist størri. Eg kvikaði mær at tveita hann frá mær, men áðrenn hon kom í gólvið, sprongdist hon. Tann 13 ára gamla Maria Lindkjør hevði lænt fartele- fonina frá vinmanninum, tí 15 ára gamla Niklasi Eivik. Bresturin var so harður, at petti av fartelefonini fóru um alt flokshølið í skúlan- um. Skúlastjórin, sum júst var farin úr flokshølinum, hoyrdi brestin og kvikaði sær innaftur at vita, hvat var áfatt. Eins og hini var hann fegin um, at eingin av næmingunum hevði fingið nakran skaða. Fartelefonin hjá Niklasi Eivik var ein Nokia 3310, og hjá Nokia siga tey seg ongantíð hava hoyrt um ein slíkan tilburð fyrr. Battaríið í telefonini var haraftur- ímóti ikki frá Nokia, men eitt, sum drongurin hevði keypt umvegis alnnetið, tí tað var 100 krónur bíligari enn eitt frá Nokia. Tey, sum selja hesi battaríini, siga seg heldur ongantíð hava hoyrt, at ein telefon er farin í luftin, og tey eru tí farin at kanna, hvat tað var, sum hendi. Niklas Eivik er fegin um, at telefonin ikki sprongdist um náttina. Tá plagdi hon at liggja á koddanum, tí hann nýtti hana eisini sum vekjara. Bretska stjórnin ávar- ar nú fólk og biður tey vera serliga ansin upp undir jól YVIRGANGSHÓTTAN Árni Joensen Bretsku m yndugleikarnir ávara nú bretska fólkið. Sagt verður, at vandin fyri yvirgangs- atsóknum er líka stórur nú, sum hann var í døgunum aftan á tann 11. september í fjør. David Blunkett, innan- ríkisráðharri sigur, at bretski stuðulin til USA í bardaganum ímóti yvir- gangi og stuðulin til ameri- kansku ætlanina at leypa á Irak gera, at vandin fyri yvirgangi er serliga stórur í Bretlandi tær næstu vik- urnar. - Vit kunnu ikki veita trygd fyri, at øll kunnu kenna seg trygg, segði David Blunkett við sjón- varpsstøðina Sky News sunnukvøldið. Ráðharrin vildi ikki svara, tá hann varð spurdur, hví stjórnin hevur valt at ávara fólkið júst nú. Hann vildi heldur ikki siga, hvar vandin fyri atsóknum er størstur, men hann bað kortini fólk vera serliga varin í floghavnum og aðra- staðni, har nógv fólk koma saman. Fronsku myndugleikarnir hava eisini ávarað um vandan fyri yvirgangi. Nicolas Sarkozy, innan- ríkisráðharri segði um vikuskiftið, at Frakland er eitt av høvuðsmálunum hjá víðgongslum islamskum yvirgangsfelagsskapum, sum framvegis eru í Evropa. Yvirgangur hóttir jólafriðin í Bretlandi Fartelefonin sprongdist Fyri trimum árum síðani ætlaði al-Qaeda at myrða Jóhannes Páll páva, men ætlanin varð slept í síðstu løtu. C M Y K 14