týsdagur 12. november 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 217 - 12. november 2002
Nr. 217 - 12. november 2002
17
Malan Marnersdóttir
Jens Pauli Heinesen hevur
lýst nýtíðar og nútímans
Føroyar. Við umfatandi
prosaritverki sínum hevur
hann skrivað ta stóru før-
oysku samfelagsskaldsøg-
una eftir at eitt tíðarskeið í
hjálandalíku støðu Føroya
endaði við seinna heims-
bardaga og varð avloyst av
okkara tíðar-skeiði, Heim-
astýris-Føroyum.
Skaldsøgurnar hjá Jens
Paula Heinesen lýsa hugs-
anir og hugsanarligar skip-
anir, sum hava gjørt seg
galdandi í Evropa. Hann
lýsir ikki arbeiðslívið, sjó-
manslívið ella fiskivinnu-
samfelagið eins og Martin
Joensen og Heðin Brú
gjørdu. Heimurin hevur í
skaldsøgunum hjá Jens
Paula Heinesen fylgt broyt-
ingini inn í tað vinnu- og
tænastusamfelag, sum vit
nú hava, og sum nú sigst
vera á veg at gerast eitt
vitanarsamfelag. Tað, sum
søgupersónarnir hjá Jens
Paula Heinesen hugsa og
kjakast um, eru idéer, hugs-
anir og tankar um lívið, um
nøkur ætlan er við tí, um
náttúruna, djórini og ikki at
gloyma politikkin. Arbeiðið
er eitt miðal til at sleppa at
liva og hugsa - lønararbeið-
ið er ikki lívið í skaldsøg-
um hansara. Orðaskiftini
hesa seinastu tíðina um
sjónleik og samlív benda á
tað sama.
Í øllum skaldsøgunum
hjá Jens Paula Heinesen
snýr tað seg um listamann-
in og samfelag hansara.
Listafólkini gera myndir av
heiminum: samfelagnum
og politikkinum, lívinum
og náttúruni. Tískil kunnu
verkini síggjast sum tekin
um heimin og kanska tekin
upp á heimin.
Leikluturin hjá
listafólkinum
Rithøvundurin er í ritverk-
inum hjá Jens Paula Heine-
sen altíð til viks ella stadd-
ur í útjaðaranum á samfe-
lagnum. Viðhvørt letur
hann seg brúka av politisk-
um áhugamálum, viðhvørt
er hann sjálvur flokspolit-
iskt virkin. Viðhvørt nær
rithøvundurin ikki at koma
fram sum í Yrkjaranum í
Selvík, ella hann letur seg
við ringum tannabiti brúka
av fasistiskum kreftum í
bygdini sum í Tú upphav-
sins heimi. Hon kom út í
60’unum og umfatar eisini
eina uppgerð við ta støðu,
sum grindadráp hevði og
hevur sum symbol fyri ‘tað
føroyska’ og ‘føroyingin’.
Nú aftaná sær uppgerðin
við hugburðin um grinda-
drápið út sum eitt seismo-
grafisk tekin um djúp løg í
mentanini, sum seinni eru
komin upp á yvirflatan.
Kanska frá eini aðrari síðu
enn væntað, men kortini.
Myndin í Tú upphavsins
heimi verður útgreinað á
annan hátt og víðkað í
Frænir eitur ormurin. Hon
er ein mynd av einum Før-
oyum, har alt demokrati
verður sett úr gildi, har
summi verða fyribeind av
politiskum
ávum,
og
summi gifta seg strategiskt.
Skaldsøgan hevur tveir
høvuðspersónar. Ein po-
litikara við eini fortíð at
hevna eins og Sjúrður í
Sjúrðarkvæðunum. Og ein
rithøvund, sum lýsir alla
leiðina hjá honum gjøgnum
politisku "skúlingina" og
kærleikan fyrst til dóttur
politiska mótstøðumannin,
síðani til dóttur ideologisku
forkonuna í flokkinum, og
til hann at enda doyr. Fræn-
ir eitur ormurin er eisini
ein serstøk skaldsøga í før-
oyskum bókmentum, av tí
at hon fer fram á væl
kendum plássum, sum eru
nevnd við røttum navni.
Leikpallur
hennara
er
Havnin, har søgupersónar-
nir hittast á Tinghúsveg-
num, ganga í skúla í Hoy-
dølum, búgva í Munka-
stovuni, úti í Grønlandi og á
Velbastaðvegnum,
koyra
eftir Marknagilsvegnum og
brenna bøkur á Vaglinum.
Somuleiðis
ógvuslig,
men á heilt annan hátt, er
Tey telgja sær gudar. Tað er
ein skaldsøga um fólk, ið
hvør á sín hátt ímynda sær
eitt lívsinnihald, sum vísir
seg at vera meira ella minni
falskt. Pápin at teimum
trimum Leonardo, Rubens
og Pikasso vildi fegin verið
listamálari, men í staðin
fyri sjálvur at gerast lista-
maður, gevur hann synun-
um glæsilig listamanna-
nøvn. Heldur ikki teir koma
undan
sum
listamenn.
Skaldsøgan
lýsir
hesar
miseydnaðu listamenninar
gjøgnum eina sálarfrøði-
liga teori - hjá Alfred Adler
- um, at tað eru minni- og
undirlutakenslur hjá fólki,
sum fáa tey at útinna vald
og harðskap.
Skapandi tilgongdin
Í høvuðsverkinum, teimum
7 bindum Á ferð inn í eina
óendaliga søgu, er tað sjálv
menningarleiðin hjá høv-
undinum, sum er høvuðs-
evnið: Barnaár, skúlatíð,
ungdómsár og lestrarár,
sum er full av upplivingum
og hugsanum um lívið,
náttúruna
og
deyðan,
menniskjuna, samveruna
og einsemið. Í miðdepli er
skapandi tilgongdin: Fyrst
skal alt upplivast og hugs-
ast, tað skal staðfestast, og
síðani kann tað verða skriv-
að, tá ið búningin er rokkin.
Upplivingarnar hjá Hugini
eru ikki stórt øðrvísi enn
tær, tey flestu onnur hava
gjøgnum lívið. Men í Á ferð
inn í eina óendaliga søgu
verða tær gjørdar til tað
mest ótrúliga og merkiliga
gjøgnum tað frásagnar-
kynstur,
ið
eyðkennir
skaldsøguna. Hon leggur
fyri við, at Hugin verður
burturfluttur av eini ungari
konu í hvítum turriklæð og
gummiskóm, sum eingin í
bygdini kennir. Tríggjar
dagar seinni verður hann
funnin langt burturi í hag-
anum. Tilburðurin eltir
hann í ymsum líki gjøgnum
barna- og unglingaárini. Tá
ið dóttir ta konuna, sum
fann hann aftur, mong ár
seinni kemur til bygdar og
fortelur Hugini, at tilburð-
urin er til, og hann forelskar
seg í henni, er Hugin búgv-
in at fara at skriva hesa
stóru skaldsøgu. Tískil end-
ar skaldsøgan, sum hon
byrjaði, við lýsingini av
konuni, sum kemur og bið-
ur tann 3 ára gamla dreing-
in koma við.
Tað ljóðar kanska sum Á
ferð inn í eina óendaliga
søgu viðger eitt trongt
bygdasamfelag. So er ikki,
ikki bara. Eitt nú er tað
mesta av gongdini tíðarfest
við tilburðum úti í heimi,
serliga tilburðir í heims-
bardaganum og í kalda
krígnum verða brúktir til at
festa søguna í tíðini. Hesir
tilburðir hava týdning fyri
tey mongu orðaskiftini í
skaldsøguni um list og bók-
mentir, samfelagslig sjón-
armið og politiskar hug-
sjónir, sum á henda hátt
verða sett í ein alheims
samanhang, sum er ser-
stakur í føroyskum bók-
mentum. Skaldsøgan er eitt
dømi um at "hugsa globalt
og virka lokalt".
"Føroyska muran"
Ritverkið hjá Jens Paula
Heinsen umfatar harafturat
eina ørgrynnu av stuttsøg-
um. Summar koma fyri
aftur í Á ferð inn í eina
óendaliga søgu í "rættari"
raðfylgju og "røttum" sam-
bandi, men har eru aðrar,
sum eru sannar perlur. Eitt
nú tann stutta "Rógv, son-
urin, rógv!" um faðir og
son á floti, tá eldur kemur í
bátin. Jens Pauli Heinesen
hevur roynt seg sum erot-
iskan høvund og sum
humorist ella satirikara við
søgunum
um
Sámal
Mattias, hann sum eisini er
høvuðspersónur í Reka-
manninum. Við honum
setur Jens Pauli Heinesen
ljóskastaran á aðrar partar
av "føroysku muruni", sum
tey flestu ivaleyst ikki so
fegin vilja vera við. Og við
Brúsajøkli hevur hann sett
fortíð og nútíð, søgn og
hørð facts saman í eina
skemtiliga og atfinningar-
sama mynd av nýtíðar Før-
oyum, so hvørt mansbarn
skilur boðskapin.
Samfelagslýsarin
Tað er eitt fjølbroytt ritverk,
Jens Pauli Heinesen hevur
skrivað. Hann hevur gjørt
skaldsøguna til ein mo-
dernaðan føroyskan miðil.
Stóra føroyska samfelags-
lýsandi skaldsøgan um
miðjuna av 20. øld er skriv-
að, og tað er Jens Pauli
Heinesen, sum hevur skriv-
að hana, tí í skaldsøgum
hansara umskarast tjóð-
skaparligur hugsanarháttur
og onnur meira nútímans
hugarák.
Hjartaliga tillukku við deg-
num og takk fyri verkið!
SAMTÍÐARLÝSARIN
Jens Pauli Heinsen 70
Kom við!
Jens Paula Heinesen
til heiðurs á sjeyti
ára degi
Tó eg veit, at dýrgripir
finnast
og fjalast við gráan eim.
(…)
Eisini, eisini tá
veit eg, at lívið er gáva,
eitt dýpi av dýrari tíð,
sum øll skulu valla
ígjøgnum
rekast og villast inní.
Eitt dýpi av dýrari tíð -
Jens Pauli Heinesen.
Kim Simonsen
Kimsimonsen@hotmail.com
Heðin M. Klein flytir fram
røðu á Landsbókasavnin-
um, her er rokað av fólki.
Hesin tosar fyri Rithøv-
undafelag Føroya og heilsar
Jens Paula. Skamt eftir
hetta var vakra yrkingin:
"Eitt dýpi av dýrari tíð"
borin fram. Unn Patursson
syngur ótrúliga vakurt, ein
flott rødd. Mikael Blak
spælir kontrabass.
Har var upplestur, Eyðun
Johannessen læs brot úr:
"Frænir eitur ormurin".
Landsbókasavnið opnaði
eina áhugaverda framsýn-
ing í hesum høpi. Har vóru
røður fluttar fram, men
hugur mín og allir tankar
fóru á flog og í allar ættir
………………………
……………………..
Eg hoyrdi Hugin og Duritu
fyri mær. Tey hjá inni Pól
Martini í grannahúsinum
skeldast. Og so hetta Kom
við! Kom við! Hetta er
huldugentan,
ið
tekur
Hugin við sær.
Við hesi hending er lívsleið
Hugins løgd, hann sær alt
uttaní frá, hetta er gandurin,
ið fær hann at gerast øðr-
vísi enn onnur, vanlukkan,
ið kanska gerst hansara
størsta eydna. Hetta er ikki
sum við Kay í Snjódrotn-
ingini hjá H.C.Andersen, ið
fær trøllasplintur í eyga, so
at alt gerst kalt, ljótt og
ræðuligt. Hugin fær eitt
slíkt huldusplintur í eyga
og sál, ið fær bygdina,
sandin og brimið at gerast
ein opinbering av vakur-
leika og skaldskapi.
Fyri meg var hetta ein
vøkur løta, at sita her, tí
hetta skald opnaði míni
eygu fyri bókmentum, tá eg
sjálvur var eitt barn, sum
Hugin. Jens Pauli og so
Heðin Brú, men her var
eingin rómastampur, drýl-
eting, og hasin gamli heim-
urin var hjá Jens Paula
broyttur til ein nýggjan og
modernaðan. Frá øllum
trongum bygdagøtum full-
um av slatri, jantelóg og
teim smáu og trongu Føroy-
um, ið eg kendi alt ov væl,
trein ein miðeuropeiskur
intellektuellur
høvundur
fram, og eins og William
Heinesen kláraði hann at
siga frá, og endurskapa stór
temu, ið æviga liva innan
alla list. Allastaðni í skald-
skapinum hjá Jens Paula er
bardagin hjá tí intellektu-
ella lýstur, sum bardagin
móti bøðilinum, ella móti
tølandi lívsumstøðum. Jens
Pauli hevur altíð verið eitt
modernað menniskja, ið
skrivar um tað nívandi, tað
vandamikla, lítlu bygdina
sum bøðil, um trá, um agg,
kynsdráttin og um gandin í
lívinum. Hjá honum fann
eg onkran at "tosa við" um
Gud og um Illamann, um
list og vakurleika. Sum
Jógvan Isaksen tekur til, so
var bæði hjá Williami og
Jens
Paula
menniskjað
kjarnin, meðan himmalin
ikki er ein viðkomandi
veruleiki. Hetta er heilt
ótrúligt hjá teim flestu enn í
dag, men veruleikin hjá
intellektuellum og lista-
fólkum í 20. øld. Her er
eisini møguligani svarið,
hví Jens Pauli ikki (undan-
tikið er søgan um Reka-
mannin) er ein meiri fólks-
ligur føroyskur høvundur.
Eg vaks til í eini tíð, har
vandin fyri atomkríggi var
alnærverandi, eg kendi
geislavirkið
í
hvørjari
kyknu sum barn, har eg
mangan sat og sá út í regn-
fullar dagar, gjógnum vind-
eyga og hugsaði, um bakk-
arnir, fjørðurin og um øll
húsini nú fara at standa
tóm? Um ikki so frægt sum
eitt heimalamb fór at liva
eftir, tá nú atombumban fór
at bresta? Eg vónaði at
doyggja av bjarta ljósinum,
so eg ikki skuldi finna øll
hini deyð. Men fór enda-
tíðin at koma fyrst. Jo-
hannesa opinbering ræddi
meg, eins og henda ræðu-
liga bók ræddi Hugin. Eg
fann tó ugga í listini.
Hjá Jens Paula var eingin
hálovan av bygdini, heim-
landinum men ein djúp
samkensla við ofrum sum
við bøðili. Ikki nakað agg
mótvegis
bygdini
ella
lívinum. Hjá honum møta
vit eini endurvinning av
einum mistum heimstað,
æviga eiga vit kanska bert
tað farna.
Í skaldaheimi
Minnir duttu á meg tá eg
fann bókina: "Yrkjarin í
Selvík" á framsýningini hjá
Landsbókasavninum,
ið
minti meg um tíðina, tá eg
fann røðina av bókum
kallað: "Á ferð inn í eina
óendaliga søgu". Ongantíð
gloymdi eg hasa bókina
um: "Yrkjarin í Selvík",
hann tekur t.d. til um
listina, at: "Sanni veru-
leikin liggur oman fyri alt,
liggur her uppi og varir um
aldur og alla ævi". Hann
sær onnur virði enn hini,
hevur ein sjónarring, ið
skoðar tað æviga og vakra,
meðan tey í bygdini spotta
hann. Her er stóra temaði;
listin mótvegis tí tímiliga
samfelagnum; listamaðurin
mótvegis borgarliga lívin-
um. Hetta er eisini stóra
temaði í skaldskapinum hjá
Jens Paula.
Í skúlaárunum á Strond-
um royndi okkara høgt-
metti lærari í føroyskum at
leggja nakað av mentan í
beinini á okkum óargadýr-
um við bókini: "Nú ert tú
mansbarn á foldum". Hetta
var í sjeynda flokki haldi
eg, so bókin hevði bert
nøkur fá ár á baki tá. Eingi
lurtaði eftir hesum manni,
ið til fánýtis kastaði perlur
eftir eini andligari deyðari
fjøld. Men eg var langt frá
deyður, kanska eg tá læt
sum um eg ikki fylgdi við,
kanska fylgdi eg ikki við,
men eg hevði fyri langari
tíð síðani lisið bókina í
loyndum og nógvar av
hinum eisini. Eg føldi, at eg
var Hugin sjálvur, og at
Jens Pauli skrivaði um mitt
lív. Sitandi á Landsbóka-
savninum kom eg at minn-
ast, hvussu eg byrjaði at
síggja alt við eygunum hjá
høvuðspersóninum í bók-
ini: "Yrkjarin í Selvík",
hvussu skúlin, bygdin og
alt hvarv so líðandi, sum eg
sjálvur byrjaði at hvørva
inn í ein heim av list, søgu
og skaldskapi. Ein bleikur,
følin og kanska merkeligur
drongur, sum tó helt seg
eiga nakað meiri enn tey,
sum ráddu, kúgaðu og
ræddu ein, eitt atgongu-
merki til eina skaldaverð.
Hátíðarhaldið var væl-
eydnað, sjálvt um eg hevði
torført við at lurta eftir,
men eg haldi longu eg
skilti hatta varliga og lokk-
andi: Kom við!
Kom við!
Jens Pauli bjóðar tær
atgongumerkið til
stað har:
…dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim. (…)
Eisini, eisini tá
veit eg, at lívið er gáva,
eitt dýpi av dðrari tíð,
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní.
Hugleiðingar
á hátíðarløtuni og til framsýningina á Landsbókasavninum í samband
við 70-ára dag høvundans 10. november 2002
C
M
Y
K
17
16