týsdagur 12. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 217 - 12. november 2002
Nr. 217 - 12. november 2002
19
Til Jens Paula Heine-
sen frá Rithøvunda-
felag Føroya, á Lands-
bókasavninum 10.
nov. 2002
Heðin M. Klein
Sum dropar av blóð eru
orð.
Soleiðis eitur ein av
bókunum eftir Jens Paula
Heinesen, rithøvund og
heiðurslim í Rithøvunda-
felag Føroya - eitt úrvals-
savn við tekstum hansara,
sum forlagið Sprotin gav
út.
"Sum dropar av blóð eru
orð" lýsir tað álvarsemi og
ta - latið okkum bara siga -
nøtrandi virðing, sum Jens
Pauli heilt frá dreingja-
árunum hevur havt fyri
skaldskapinum, fyri orðun-
um. Og fyri skaldinum.
Orðini eru ikki løtt og
meinaleys, heldur ikki tey,
sum tykjast so, tí at øll eru
tey lív og seta við sínum
hvítu og reyðu blóðkropp-
um blóðblettir eftir seg,
kanska eitt opið sár -
kanska skorpnaða skruvu.
Orðini, sum skrivað verða
við blóði og ikki við blekki,
orðini sum pína og gleða,
sum særa og ugga, sum
streyma í øllum kroppinum
og sum dáttliga standa
skorað so rimmarføst í
hálsinum. Blóðorðini ella
orðablóðið kunnu - ikki
bara hjá rithøvundinum,
uttan hjá øðrum við - vera
ein spurningur um lív ella
deyð.
Nógv orð hevur hann
skrivað, Jens Pauli - men
hann hevur eisini skrivað
nógv um orðini. Hann, sum
á ungum árum setti sær fyri
at "standa offrinum við lið
ímóti bøðlinum" - og einki
minni enn tað - hevur altíð
havt eitt kolandi stikni til
orðavargin við svævingar-
knívinum, tað politiska
maktmenniskjað við sínum
"orðablomstrum",
sum
sniðgongur og misbrúkar
orðini fyrst til at tøla og
lokka, og so til at kúga og
knúska við tí einvísa enda-
máli, at tú skalt annaðhvørt
klappa og rópa hurrá, ella
eisini geva teg undir og
falla í fátt og stinga í sekkin
- og Jens Pauli Heinesen
hevur
ongantíð
viljað
hvørki. -
Hansara orð tøla eisini á
sín vís, men tey spretta og
blomstra tess betur, jú
meira tey loysa seg frá
høvundsins meginstjórn-
andi vilja og vilja sín egna
vilja, sítt egna lív, sítt egna
skilvísi og sín egna alheim.
Rithøvundafelag Føroya
heilsar heiðurslimi sínum á
sjúti ára degnum. Felag
okkara hevur nógv at takka
tær fyri, Jens Pauli. Tú vart
formaður í Rithøvunda-
felagnum í 7 ár, frá 1968 til
1975, ein tíggjundapart av
lívi tínum higartil. Og tú
vart góður formaður, íðin
og samvitskusamur, tað
veit eg av egnum royndum,
av tí at eg blaðungur sat í
nevndini saman við tær.
Tað var í tínari formanstíð,
at regluligt samstarv við
hini norðurlendsku rit-
høvundafeløgini kom í lag.
Og nú aftur eitt álitið í
mentamálum kom undan
kavi, havi eg hug at nevna,
at tað var Jens Pauli
Heinesen saman við øðrum
góðum fólkum, sum tók
undangonguna í tí arbeið-
inum, ið gjørdist Álit í
mentunarspur ningum
1973, tí fyrsta av sínum
slag í Føroyum. Hetta
yrkisliga avrikið hevur havt
stóran týdning fyri tað, ið
seinni varð gjørt, og hevur
tað framvegis. - Tí var ikki
meira enn rímiligt, at Jens
Pauli Heinesen helt veitslu-
røðuna á 40 ára degnum hjá
Rithøvundafelag Føroya,
og at hann sama kvøldið
varð kosin heiðurslimur fe-
lagsins, fyrst og fremst fyri
síni bókmentaligu avrik
sjálvandi, men eisini sum
felagsmaður.
At enda fari eg at vera so
framførur at lesa nøkur orð,
eg royndi at seta saman fyri
mongum árum síðani, og
sum eg í hesum sam-
bandinum havi hug at
kanna honum, sum í ovur-
morgin - líkasum øll onnur,
ið hava lív og heilsuna -
verður tveir dagar eldri enn
í dag:
Putlari mikli
tú orða slúkur!
Orða havnari
leitar tú kræsin
depla søkjari snávandi
orðini upp, klíggjandi.
Orðini hál sum flundra
hvørt komma sliput
sum fiskur og tari
veksur sum sápa
í munninum.
So
býðst tú, láturliga klombur,
óboðin til
sum luft-akrobatur.
Aldrin tókst tú við læru
men breytst teg
staðar ókunnur
veg inn í sirkus.
Fólkini ilskast
øtlandi
eingin gitir hyggja
og færri hirða um.
Áðrenn tú undir dundrandi
látri
søkir tær legu
á skýggjum, í kyksendi
undir havsins botni
við blóðutum blómum
í munni.
Góði Jens Pauli. Rithøv-
undafelag Føroya sendir
tær kvøðu á degnum kom-
andi, felagsnevndin takkar
tær fyri tøk í farnum
døgum og ber tær og tínum
bestu góðynski allar kom-
andi stundir.
Kvøða til ein orðasmið
Heðin Klein
Mynd: Jens Kristian Vang
Abbasonurin var við til hátíðarhaldið
Mynd: Jens Kristian Vang
Jens Pauli saman við familju og áhugaðum á Landsbókasavninum
Mynd: Jens Kristian Vang
Axel minnist
Axel Mortensen hev-
ur givið út bókina
»Úr farnum tíðum.«
Bókin er, sum heitið
sigur, minnisrit. Talan
er um blaðgreinar,
høvundurin hevur
savnað í bók
ÚTGÁVA
Edvard Joensen
Tvøramaður er hann, so
rímiligt er, at tað, Axel
Mortensen minnist úr farn-
um tíðum, er av Tvøroyri.
Tað er eisini haðani, frá-
sagnirnar eru.
Axel Mortensen er ætt-
kærur maður, og tað kemur
eisini til sjóndar í bókum
hansara. Tí hendan, sum nú
kemur, er ikki tann fyrsta.
Nevnast kunnu »Bretsku
konslarnir«, »Mortensen
menninir«, og »Gloymdu
ikki ættarbandið«.
Øll evni, ið viðkoma
manninum sjálvum. Axel
Mortensen var sjálvur í
mong ár bretskur konsul í
Føroyum.
Ættarnavnið
Mortensen dylur hann ikki,
og ættarbandið, skrivað er
um, er um Mortenseættina
úr Øravík.
Í fororðinum sigur høv-
undin, at talan er um 18
greinar, hann hevur skrivað
síðan 1986. Greinarnar eru
um barna- og ungdómsárini
á Tvøroyri, endan á slupp-
tíðini, kirkjuna, herseting-
ina undir seinna heimsbar-
daga, náttúrulýsingar og
mangt annað. Fleiri av frá-
sagnunum eru í tveimum.
Hava verið so mikið langar,
at ikki hevur verið pláss í
einari blaðgrein, skilst.
Í bókini eru nógvar
myndir, sum sjálvandi, vil
ein siga, ikki eru nýggjar.
Tær lýsa í stóran umhvør-
við á Tvøroyri í eini farnari
tíð, eins og nógvar persóns-
myndir eisini eru við.
Hjá tí, sum fylgt hevur
við skrivin Axel´s í bløðun-
um, er ikki nakað nýtt í
bókini sum so. Tað vil so
vera, tá talan er um savn av
blaðgreinum. Og viðmerkt
er eisini fyri hvørja grein
sær, nær og hvar tær hava
verið
prentaðar.
Men
áhugavert er at hava tær
savnaðar á einum stað og
gott at taka aftur í hjá tí
søguáhugaða. Tí partur av
okkara søgu er tað. Tað
skerst ikki burtur.
Tilfarið er fjølbroytt so-
leiðis at skilja, at har eru
bæði stuttligar og álvar-
samar hendingar at lesa
um. Ella sum tað stendr í
lýsing, útgevarin hevur sett
upp: »Her er tilfar til bros,
eyðmýkt og stundum eisini
blonk eygu.«
Bókin, sum fæst inn-
bundin fyri 268,- krónur, er
umbrotin og prentað á
Dimmalætting.
Leygardagin skipar
Bátafelagið á Bakka á
Glyvrum fyri fiski-
kapping. Byrjað verð-
ur við brúnna Inni á
Bakka, og eftir at allir
eru afturkomnir,
verður veiðan seld á
uppboðssølu torgi-
num við býráðshúsini
FISKIKAPPING
Edvard Joensen
Bátafelagið á Bakka á
Glyvrum boðar til útróðrar
leygardagin tann 16. no-
vember. Lagt verður frá
landi
klokkan
átta
á
morgni, og allir skulu vera
aftur komnir í seinasta lagi
klokkan fýra seinnapartin.
Veiðan verður seld, og inn-
komin peningur fer til
raksturin av Bátafelagnum.
Bátafelagið sigur í tíð-
indaskrivi, at tað skulu í
minsta lagi vera tveir mans
við hvørjum báti. Tilmeld-
ingarskjal, sum samstundis
vísir til reglur fyri kapping-
ini, fæst við brúnna Inni á
Bakka frá klokkan hálv-
gum átta leygarmorgunin.
Einki verður í tíðinda-
skrivinum sagt um, hvønn
reiðskap loyvt er at brúka,
men væntandi verður tað
leysur reiðskapur, og iva-
leyst fer tað eisini at standa
í reglugerðini, sum út-
flyggjað verður leygar-
morgunin.
Tá komið er aftur leygar-
dagin seinnapart, fáa allir
luttakararnir ein kaffimunn
við onkrum afturvið. Iva-
leyst skal eisini leggjast at
aftur við brunna Inni á
Bakka.
Tá avreitt er, verður gjørt
upp, hvussu veiðan hilnast
fyri hvønn mannin. Tríggir
teir bestu bátarnir fáa steyp,
sigur Bátafelagið í tíðinda-
skrivinum.
Klokkan 16.45 verður øll
veiðan seld á almennari
uppboðssølu á torginum
við býráðshúsini, og vóna
fyrireikararnir, at prísurin
helst fer at liggja oman fyri
tað, sum hann er á Toftum.
Nóg mikið kann ong-
antíð tosast og lærast
um trygd á sjónum.
Og á Føroya Sjómans-
skúla verður eisini
gjørt nakað við tað.
Temadagur um hetta
stóra evni verður á
skúlanum fríggjadag-
in 15. november
TRYGD
Edvard Joensen
Føroya Sjómansskúli skip-
ar saman við Skipaeftirliti-
num fyri skeiði um trygd á
sjónum. Skeiðið verður
hildið á Sjómansskúlanum
fríggjadagin 15 november.
Í tíðindskrivi siga fyri-
reikararnir, at trygd á sjón-
um er ógvuliga stórt evni
og fevnir víða. Stórur part-
ur av undirvísingni á Sjó-
mansskúlanum snýr seg um
trygd á sjónum, verður
sagt. Nevndar verða læru-
greinar sum siglingarfrøði,
skipstøkni, skipsfyrisiting,
sjórættur,
sjóreglur,
GMDSS umframt fleiri
aðrar. So eyðsæð er, at
nógv er at taka í, tá talan er
um trygdina.
Nevnt verður, at altjóða
stovnar, sum eitt nú IMO,
skriva eina rúgvu av reglu-
gerðum og viðtøkum, sum
fylgjast skulu, og tað krev-
ur sín mann at seta seg inn
í alt hetta.
Nevndir verða eisini í
tíðindaskrivinum føroyskir
og norðurlendskir stovnar,
sum arbeiða við trygd á
sjónum meira ella minni
burturav. Eitt nú okkara
egna
sjóvinnufyrisiting,
fiskiveiðieftirlitið, MRCC
og Skipaeftirlitið.
Sum skilst er evnið ógvu-
liga rúgvusmikið, og tí er
gjørt av at hava ein tema-
dag um trygd á sjónum
burturav. Ætlanin er so
framhaldandi at gera hend-
an dag til fastan tátt, siga
fyrireikararnir í tíðinda-
skrivinum.
Temadagurin í ár er líka-
sum á byrjunarstigi, og tí
eru tíð og evni eitt sindur
avmarkað.
Evnini verða hesi: Trygd
á sjónum í politiskum høpi,
medesinkistukunngerðin,
a r b e i ð s u m h v ø r v i ,
GMDSS-skipanin umframt
okkurt aktuelt evni.
Fiskikapping og uppboðssøla
Trygd á sjónum
Seinnapartin í vikuni,
hósdagin og fríggja-
dagin, skipar Trivnað-
ar- og heilsuráðið fyri
almennari ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
RÁÐSTEVNA
Edvard Joensen
Ráðstevna undir hetinum
»Trivnaðar- og helsumál nú
og í framtíðini« verður
hildin í Norðurlandahúsi-
num hósdagin 14. og
fríggjadagin 15. november.
Ráðstevnan er almenn.
Trivnaðar- og heilsuráðið
sigur í tíðindaskrivi, at ráð-
stevnan fer at snúgva seg
um viðurskiftini, sum í dag
eru galdandi á trivnaðar- og
heilsuøkinum í Føroyum.
Mett verður um støðuna í
løtuni, eins og viðgjørt fer
at verða, hvussu vælferðar-
tænasturnar fara at síggja út
í framtíðini.
Fyrilestrar fara at verða
hildnir, eins og eisini pall-
borð verða sett at viðgera
tey ymsu temaini, sum tikin
veðra upp á ráðstevnuni. Í
hesum pallborðum fara
sita umboð fyri heilsu- og
almannaøkið eins og brúk-
arar og politikarar, siga
fyrireikararnir í tíðinda-
skrivinum.
Pallborðsluttakararnir
fara at leggja fram síni
sjónarmið, og síðan verður
kjak um evnini, sum við-
gjørd verða. Fundarluttak-
ararnir fáa høvi at gera við-
merkingar og seta spurn-
ingar.
Sum vera man verður eis-
ini hugt at líknandi skipan-
um, sum galdandi eru í
okkara grannalondum. Eitt
nú fer Doris Hansen, fyrr-
verandi formaður í MBF, at
greiða frá royndum og fyri-
myndum í øðrum Norðan-
londum.
Eisini útlenskir luttakarar
verða á ráðstevnuni. Stjórin
fyri Statens institut for
Folkesundhed i Danmark
fer at halda fyrilestur. Ís-
lendski landslæknin fer at
halda ein fyrilestur, og
heilsu- og sjúkrahússtjórin
á Bornholm fer at siga frá
viðurskiftunum á tí økinum
á Bornholm.
Ráðstevnan verður sett
hósmorgunin
klokkan
hálvgum níggju av Bill
Justinussen,
landsstýris-
manni við heilsumálum.
Nú eru føroyingar so
mikið væl fyri, at vit hava
tveir landsstýrismenn á øki-
num, so Páll á Reynatúgvu,
landsstyrismaður við al-
mannamálum, fer at enda
ráðstevnuna seinnapartin
fríggjadagin.
Ráðstevna um trivnað og heilsu
C
M
Y
K
19
18