týsdagur 12. november 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 217 - 12. november 2002
Nr. 217 - 12. november 2002
21
Barnaprix-finala á Kambsdali:
Regnaði við stjørnum
11 ára gamla Sólfríð
Bech av Tvøroyri
gjørdist vinnarin av
Nósa Barnaprix 2002.
Hervið kom hon eitt
stig víðari á leiðini
móti dreyminum um
at gerast ein altjóða
kend songkvinna
NÓSA BARNAPRIX
2002
Orð: Ragnhild Ellingsgaard
Myndir: Finnur Justinussen
Lagt varð upp til eitt stór-
sligið kvøld, tá finalan á
Nósa Barnaprix 2002 fór av
bakkastokki leygarkvøldið
á Kambsdali.
Mitt í høllini stóð ein
stórur pallur, sum var
skrýddur
vid
ymsum
silvurlittum litum, og á
pallinum sjálvum vóru ljós-
kastarar settir á hyllar. Hes-
ir ljóskastarar skuldu kasta
ljós yvir teir sjey finalistar-
nar, sum gjøgnum undan-
umfør kring landið høvdu
ognað sær pláss í finaluni
um
at
gerast
nýggja
stjørnuskotið her á landi.
Vertir vóru Angela úr
Fres og kúllaligi Baby Jam-
es, og saman við Nósa
leiddu tey mongu áhoyrar-
nar gjøgnum eitt hugnaligt
kvøld, har børnini rættiliga
sloppu framat.
Nógvar stjørnur
Angela byrjaði kvøldið við
at siga, at sjálvdan høvdu
so nógvar stjørnur verid
savnaðar undir einum taki.
Og hóast eingin av teim lut-
takandi finalistunum enn
var fyltur 14 ár, so stóðu tey
einki aftan fyri tær heims-
kendu stjørnurnar, sum vit
dagliga síggja á sjónvarp-
skíggjum í heimum okkara.
Teir sjey finalistarnir
høvdu valt sær hvør sítt før-
oyskt lag, sum tey skuldu
framføra á pallinum.
Hetta varð gjørt saman
við tónleiki, sum longu var
lagdur inn á fløgu, og síðan
var bert eftir hjá børnunum
at leggja rødd til.
Nógv tey flestu løgini
vóru løg, sum vit kenna aft-
ur frá Brandi Enni, men
eisini Kular Røtur og Eg
Eri Ein K vóru millum tey,
sum børnini høvdu valt at
framføra.
Nógv varð gjørt burtur úr
hvørji framførslu, og skill-
iga sást, at børnini høvdu
vant í langa tíd. Dansistev,
klæðir og hár gekk alt upp í
eina hægri eind, og saman
við teim framúr røddunum
gjørdi hetta sítt til, at undir-
haldið á pallinum var av
besta slag.
Endamálið við tiltakinum
var at geva børnum og ung-
um í Føroyum ein møgu-
leika at vísa, hvat tey duga
til, og tað sluppu tey so
sanniliga hetta kvøldið.
Ein fyri og annar eftir
trinu tey inn á pallin saman
við dansarunum, og eftir
framførsluna vard hvør ein-
asti luttakari fagnaður vid
lógvabrestum av allar besta
slagnum.
Og eingin ivi var um, at
hetta vóru børn, sum bæði
dugdu og tordu at vísa fram
síni evni.
Brandur vitjaði
Tá allir luttakararnir høvdu
verið á pallinum, var ein lít-
il steðgur á skránni, meðan
dómararnir skuldu finna
fram til, hvør av teimum
sjey finalistunum skuldi
sleppa at kalla seg vinnara
av fyrsta føroyska barna-
prixnum nakrantíð.
Hetta kann ikki hava
verið nøkur løtt uppgáva,
og av tí sama gekk eisini
ein løta, áðrenn úrslitið
varð kunngjørt.
Hetta bilti kanska einki,
tí í steðginum fingu áhoyr-
ararnir vitjan av sjálvum
Brandi Enni, sum saman
við framúr dugnaliga gittar-
Hóast 11 ára gamla
Sólfríð Bech av
Tvøroyri einans er
von við at syngja
undir brúsuni
heima vid hús, so
forðaði hetta tó ikki
henni í at renna av-
stað við sigrinum
leygarkvøldið
BARNAPRIX
Ragnhild Ellingsgaard
- Eg gjørdist ordiliga
kløkk, tá James segði, at
eg hevði vunnið. Tað
kendist heilt undarligt, og
eg var bæði glað og kedd
í senn!
Soleiðis greiddi Sólfríð
Bech av Tvøroyri frá
kenslunum, ið komu yvir
hana, eftir at tað gjørdist
greitt, at hon hevdi vunn-
ið finaluna á Kambsdali.
Umframt stóra heiðurin
fekk hon eisini handað
eitt gávukort á 10.000
krónur, men enn hevur
hon ikki gjørt av, hvat
nógvi peningurin skal
nýtast til.
- Kanska fari eg at
keypa mær eina nýggja
fartelefon, og so skulu
mamma og babba fáa
tvær ordiliga stórar jóla-
gávur. Restina av peng-
unum fari eg at goyma,
sigur hon.
11 ára gamla Sólfríð
hevur altíd fingið at vita
frá familjuni, at hon dugir
væl at syngja, og tað var
eisini mamma hennara,
sum meldaði hana til
Nósa Barnaprix 2002.
Stutt eftir fekk hon
gjøgnum alnótina at vita,
at hon var sloppin við í
kappingina, og so vard
farið í holt við venjingar.
Sólfríð
hevur
altíð
dámt sangin ”Kalla Meg
Babe” væl, og tí skuldi
tad eisini verda hesin
sangur, ið hon skuldi
framføra.
Hóast vanligt er við
nógvum nervum áðrenn
slíkar stórar framførslur,
so tyktist hetta tó ikki at
tyngja 11 ára gomlu gent-
una av Tvøroyri stórliga.
- Nei, eg hevði næstan
ongar nervar, smílist hon
og leggur síðani afturat,
at hon als ikki er von at
syngja tað stóra heima
við hús.
- Eg plagi bara at
syngja undir brúsuni, sig-
ur hon. Men hvør veit,
hetta kanska fer at broyt-
ast nú, hon kann kalla seg
vinnara av fyrsta Barna-
prixnum
í
føroyskari
søgu.
11 ára gamla Sólfríð Bech:
Vil gerast kend
songkvinna
Leygarkvølðið kom
eisini ein nýggj fløga
út á føroyska tón-
leikamarknadinum.
Hetta er ein fløga,
sum teir sjey final-
istarnir í Nósa
Barnaprix 2002
hava spælt inn sam-
an við James Olsen
BARNAPRIX
Ragnhild Ellingsgaard
Við á fløguni eru tey sjey
løgini, sum finalistarnir
framførdu á sjálvari fin-
aluni, og er tað James Ol-
sen, sum hevur lagt børn-
unum lag á.
Saman við honum hava
finalistarnir nýtt nakrar
dagar í studio, og úrslitið
av hesum kann nú fáast til
keyps kring landid. Á
henda hátt hava eisini tey,
sum ikki fingu vóru við
til sjálva finaluna, møgu-
leika at hoyra tær framúr
góðu røddirnar hjá teim-
um sjey, sum sloppu víð-
ari í Nósa Barnaprixnum.
Umframt løgini hjá fin-
alistunum
inniheldur
fløgan
eisini
nýggja
Nósasangin.
Við á fløguni eru: Sól-
fríð Bech, Bjarki Hansen,
Durita Djurhuus, Óluva
Dam, Sharon Zacharias-
sen, Ninna Johansen,
Olvheðin Jacobsen og
James Olsen.
Spælt fløgu inn
leikarinum
Benjamin
skuldi undirhalda fjøldini.
Hetta
dámdi
serliga
yngra lurtaraskaranum ser-
stakliga væl. Teir báðir
leiktu eini trý løg, og aftan
á framførsluna høvdu teir
eisini tíð til at skriva nakrar
autografar til teirra, sum
ynsktu at fáa eitt minni um
hetta hugnaliga kvøld heim
vid í taskuni.
Sólfríð vann 10.000 kr
Eftir hetta kom so løtan,
sum øll høvdu bíðað so
spent eftir.
Saman vid Angelu og
James Olsen komu allir
finalistarnir inn á pallin
enn einaferð. Spenningurin
stóð máladur í andlitum
teirra, tí tey vistu fullvæl, at
einans ein kundi gerast
nummar eitt.
Frá dómarunum hevði
James fingið tríggjar seðlar
vid á pallin, og á somu
seðlum stóð skrivað, hvør
skuldi
gerast
ávíkavist
nummar eitt, tvey og trý.
Men áðrenn nakar varð
lisið upp, skuldi Angela
heilsa frá dómarunum, at
avgerðin hevði veriðstak
torfør. Tætt var millum lut-
takararnar, men stigatalið
vísti tó, hvør skuldi sleppa
avstað við stóra vinningi-
num, sum var eitt gávukort
áljóðandi 10.000 krónur.
Áhoyrararnir vildu tó
heldur at vita, hvør tann
heldigi var, og endiliga
opnaði James seðlarnar.
Meðan øll høllin kókaði
av spenningi vard so enda-
liga greitt, at Durtia Djur-
huus gjørdist nummar trý,
meðan Bjarki Hansen end-
aði á einum flottum øðrum
plássi.
Nummar eitt og vinnarin
av gávukortinum gjørdist
11 ára gamla Sólfríð Bech
av Tvøroyri.
Hetta dámdu áhoyrarun-
um væl, og undir miklum
lógvabrestum slapp Sólfríð
fram at mikrofonini, har
hon enn einaferð framførdi
lagið »Kalla Meg Babe«
hjá Kulum Rótum.
Eftir hetta tømdist høllin
spakuliga aftur, og Nósa
Barnaprix 2002 varð komið
at enda. Hetta hevur verið
eitt stak væl eyndað tiltak,
sum børn kring alt Føroyar
hava verið glað fyri.
C
M
Y
K
21
20