Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 12. november 2002 23 Bárður og teir liggja væl fyri Holte IF, við Bárði B. Mikkelsen á liðnum, er millum fremstu liðini í bestu deildini, bara tvey stig aftan fyri oddaliðið ÚTISETAFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tað gongur sum eftir ánni hjá Bárði B. Mikkelsen og teimum í Holte IF, sum í løtuni er á triðfremsta plássinum og eitt av trimum liðum, ið bara eru tvey stig frá oddasessinum. Um vikuskiftið spældi Holte IF móti Middelfart VK, sum Bárður og teir eis- ini vunnu ímóti í fjórðings- finaluni í steypakappingini, og enn eina ferð gekk eftir vild. Holte IF vann dystin trygt 3-0, við settúrslitun- um 25-21, 25-18, 26-24. Frá byrjan var dysturin nak- að javnur, men skjótt hevði Holte IF fingið tamarhald á støðuni — serliga við góð- um álopsspæli. — Blokkurin og verju- spælið skulu kortini verða betri, tí Middelfart VK fekk ov nógv mál ov lættliga frá okkum, sigur Bárður B. Mikkelsen. Komandi vikuskiftið skal Holte IF til Århus at spæla móti uppflytarunum úr ASV Århus, og har ætla Bárður og teir sær enn ein sigur. Marienlyst Odense er á odda við tíggju stigum, og á trimum teimum næstu plássunum koma so DHG Odensen, Holte IF og Skovbakken Volley við átta stigum í part, nú summi lið hava spælt fimm og onnur seks dystir. Juanna og tær taptu Ikki gongst so væl hjá Juannu S. Joensen og henn- ara liði, Aabyhøj IF Volley, sum sunnudagin á útivølli tapti 3-0 móti kvinnunum hjá Holte IF, sum hevur 14 stig og er seks stig framm- an fyri næstu liðini. Holte IF hevur ongan dyst tapt higartil, so tí var tað kanska ikki so óvæntað, at Aabyhøj IF Volley tapti.. Kortini megnaðu Juanna og tær at leggja trýst á í øðrum setti, sum Holte IF tó vann 25-21. Trý umfør eru eftir til jóla, men Juanna og hinar í Aabyhøj IF Volley eru greiðar yvir, hvat kravið er: — Allir tríggir dystirnir skulu vinnast, um vit skulu vera púra vísar í at vera millum tey seks bestu lið- ini, sum koma í endaspæl- ið, sigur Juanna S. Joensen. — Tað verður ikki lætt, men avgjørt møguligt, um okkara spæl verður upp av tí besta. Sum er, er Aabyhøj IF Volley næstniðast av teim- um tíggju liðunum við tveimum stigum, og tað sama hava hini trý liðini, ið enn eru stødd fýra stig ov langt frá einum plássi í endaspælinum. Fram-ÍF 3-0 (22-25, 13-25, 23-25): ÍF beindi fyri øllum iva Fuglfirðingar eru lið- ið, øll hini royna at fylgja. Men tað er trupult, og hjá Fram bar slettis ikki til, tá liðini hittust leygar- dagin MANSFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Hóast bara ávikavist trý og fýra umfør eru spæld, er eingin ivi um, at ÍF er greiðasti favoritturin í kappingini í ár. Hetta stað- festu fuglfirðingar eisini leygardagin í útidystinum móti Fram. Í fyrsta settinum megnaði Fram at fylgja fuglfirðing- um og var enntá á odda, men í avgerandi løtuni hevði ÍF fleiri streingir at spæla uppá og vann 25-22. Tað var serliga móti endanum á fyrsta setti, at Fram byrjaði at fáa trupul- leikar og fór at gera feilir, og tann gongdin vildi als ikki venda í øðrum setti, tá Fram var púrasta fyri ong- um. ÍF spældi hinvegin trygt og væl, og í hesum setti- num kundu gestirnir úr Fuglafirði mestsum gera, sum teimum lysti. Samstundis sum Fram svam í feilum, bar so at siga alt til hjá ÍF, og 25-13 var júst í tráð við, hvussu hetta settið háttaði seg. Í triðja setti kom Fram meira við aftur, men kortini rakk tað ikki til meira enn mest spennandi settið í dystinum. ÍF vann tað 25- 23, og tað var kanska ein avspegling av, at ÍF hevur breiddina til at avgera í røttu løtuni. Liðið hevur øgiliga styrki í álopsspælinum, sum er mest avgerandi dygdin hjá liðnum. Og tá eingir eyð- sýndir veikleikar tykjast vera, er ið hvussu er enn ringt at ímynda sær, hvør skal koppa fuglfirðingum, sum enn hvørki hava tapt sett ella dyst. Dysturin var kanska ikki tann allarbesti, og bæði lið hava víst betri spæl, enn tey gjørdu leygardagin. Men rætta vinnaran var ongantíð nakar ivi um. Hóast munurin ikki var tann stóri, mátti Fleyr taka til takkar við leiklutinum sum skuggi, tá Mjølnir var á vitjan í Havn sunnudagin MANSFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Dysturin sunnudagin var millum tey bæði feløgini, ið mest av øllum hava verið við til at mynda toppin í føroyskum mansflogbólti. Fleyr og Mjølnir hava vunnið hvør síni seks meistaraheiti av teimum til- samans 17, ið spælt hevur verið um, síðani meistara- deildin kom. Og tað eru tøl, ið tala. Verður hugt at turru tøl- unum frá dystinum hesa ferð, kundi tað gott sæð út sum ein av teimum góðu, gomlu klassikarunum við topptýdningi, men aftan fyri tølini býr tó ein annar veruleiki. Fleyr, sum bara hevur ein spælara frá í fjør eftir á lið- num, og annars hevur menn heilt niður í 15 ára aldur, megnaði ongantíð av álvara at gera seg galdandi í dysti- num móti Mjølnir. Víst kláraðu teir hjá Fleyr at fylgja væl við í hvørjum setti, men tá tað ráddi um at halda høvdið kalt móti endanum, rakk ikki longur hjá teimum. Í staðin hevði tað heldur royndari Mjølnir-liðið júst tað, sum skuldi til í avger- andi løtunum, og tí gjørdist leikluturin hjá Fleyr tann hjá skugganum, ið er beint aftanfyri alla tíðina. Spælið hjá Mjølnir koyrdi væl, og tað vísti seg eisini, at liðið hevur fólk at seta inn á stórt sæð øll plássini, uttan at tað kostar nakað fyri rútmuna. Men fyrst og fremst mundu tað kortini vera royndirnar, ið gjørdu munin í dystinum, og á tí kontuni hevði Mjølnir størra yvir- skotið og kundi vinna trygt øll trý settini, hóast Fleyr hekk uppií líka til endans og kom nærri í hvørjum setti. Eftir stóra yvirvág í fyrsta settið, dovnaði Fram í øðrum setti og mátti stríðast fyri ikki at lova Fleyr framat. Kortini gjørdist sig- urin tryggur MANSFLOGBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Enn eigur unga liðið hjá Fleyr sín fyrsta sigur til góðar, men hósdagin var tað um reppið, at — um ikki annað — fyrsta settið varð fingið til høldar. Fram legði bragdliga fyri í fyrsta setti og sópaði alla mótstøðu av vøllinum. Settúrslitið 10-25 talar fyri seg, og tað sigur eisini alt um, hvussu vorðið var. Fellan, tá so væl gongst í hond, er ofta tann, at tingini ikki verða tikin í nóg stór- um álvara, og ta felluna datt Fram í í øðrum setti. Men fyri tað skal einki takast frá spælinum hjá Fleyr hesa løtuna, ið var sera gott. Tað eydnaðist ungu spælarunum hjá Fleyr at trýsta Fram í botn, og tað var akkurát so, at Fram fekk vunnið settið, ið end- aði 25-27. Hetta var ein hvøkkur fyri liðið hjá Fram, ið bert við neyð og deyð fekk vunnið settið, men síðani í triðja settinum aftur fekk fótin fyri seg og vann trygt, 16-25. Tá tað ráddi um at vinna avgerandi støðurnar, var Fram klárt betra liðið og greiddi setningin. Serliga vóru tað servurnar hjá Fram, ið høvdu munin gjøgnum meginpartin av dystinum. Fleyr spældi væl til tíðir, og serliga gekst væl við móttøkunum, meðan álops- spælið kanska enn ikki er nóg gott. Mynd: Fram-ÍF Hóast Fram sum verandi meistari er ein av FM- kandidatunum, so var eingin ivi, tá ÍF vitjaði meistararnar um vikuskiftið Mynd: Álvur Haraldsen Fleyr-Mjølnir 0-3 (18-25, 20-25, 21-25): Fleyr í skuggaleikluti Fleyr-Fram 3-0 (10-25, 25-27, 16-25): Bara ein lítil hvøkkur 23 Nr. 217 • týsdagur • 12. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Seks sigrar í seks teimum fyrstu dystunum er meira, enn kvinnuliðið hjá VB nakrantíð hevur megnað fyrr. Við fullum stigatali eru tær trygt oddalið í bestu kvinnudeildini KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen Tey, ið hava sæð fyri sær, at ótrúliga viðgongdin hjá VB-kvinnunum higartil í landskappingini var tann bera tilvild, mugu so spaku- liga eta orðini í seg aftur. Nú seks umfør eru farin, er VB oddalið í 1. deild hjá kvinnum. Og tað er eisini við manér, tí VB hevur fult stigatal og hartil tvær ferðir so nógv stig sum næstu liðini. Sunnudagin var talan um toppdyst á Vágseiði, tí tað vóru kvinnurnar úr StÍF, ið vitjaðu. Undan dystinum var StÍF á triðja plássi, fýra stig aftan fyri VB, eins og VÍF á øðrum plássi eisini var tað. Men nú VB vann sættu ferð á rað og sendi StÍF norður um Suðuroyarfjørð við ongum, samstundis sum VÍF á heimavølli tapti ikki sørt óvæntað fyri Kyndli, gjørdist oddastøðan hjá VB uppaftur greiðari. Nú hava bæði VÍF, Kyndil og StÍF seks stig, men VB hevur altso tvær ferðir so nógv: Heili tólv stig! Gekst sum ætlað VB byrjaði dystin móti StÍF sum ætlað, og sigurin var í veruleikanum grund- aður longu ta fyrstu løtuna. Tá eitt korter var farið, var støðan 9-4 til VB, sum bara økti um munin og var á odda 16-10 í hálv-leiks- steðginum. Mestsum allan dystin royndu tær hjá StÍF at mansverja Daiva Toumaite, ið kortini megnaði at skjóta ikki færri enn tíggju mál — harav tey trý við brotskasti. Hóast henda mansverjan sostatt ikki sást aftur í hagtølunum, vóru tað eisini aðrar á liðnum, ið sýndu ábyrgd, tá stórskjúttin ikki altíð slapp upp í part. Eitt nú Laila Jespersen, sum í fyrra hálvleiki skoraði trý av sínum fýra málum. Og í seinna hálvleiki stóð so Mary Krosslá fyri tørni og var í grundini saman við Daivu mest ítøkiliga hótt- anin móti StÍF. Sum dystinum leið, líkt- ist alt einum greiðum VB- sigri, ið enntá bara vaks eftir steðgin, tá vágskvinn- urnar øktu upp í átta mál, 20-12. Kristina tók alt Men so var tað, at StÍF raknaði við, og tað var fyrst og fremst framúrskarandi málverjanum Kristinu Griksaite fyri at takka. VB-kvinnurnar høvdu skotið nógv ígjøgnum hjá henni fyrstu 40 minuttirnar av dystinum, men hóast hetta, tóktist tað ikki at nerva hana, og miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað hon, ið steðgaði VB. Stórspæl er neyvan orðið, tá lýsast skal, hvussu væl Kristina stóð í StÍF- málinum í meira enn eitt korter, tá alt var lukkað og afturlatið fyri øllum skot- royndum frá VB. Hon syrgdi við einari bjarging fyri og aðrari eftir fyri, at StÍF kom í gongd, tí so hvørt sum hon tók sær av øllum, ið kom móti málinum, fóru hinar eisini at trúgva upp á tað. Hesa longu løtuna fekk VB bara tað eina málið, meðan alt gekk sum smurt hjá StÍF, ið fekk bart málmunin niður í næstan einki. Ta einu løtuna vóru bara trý mál á muni! Men trøini vaksa ikki inn í himmalin, og síðstu seks minuttirnar tóku Daiva Toumaite og Mary Krosslá um endan við hvør sínum tveimum málum, og so- leiðis eydnaðist VB at sleppa við skrekkinum. Hinvegin man einki vera at taka seg aftur í, at júst sigur í slíkum dystum er dømi um, at VB eigur annað enn tilvild á sínari síðu, og fagnaðurin millum teir næstan 300 áskoðar- arnar í høllini í Vági var óførur, tá enn ein sigur at enda var komin til høldar. Dysturin í tølum VB-StÍF 25-21 (16-10) Málskjúttar: VB: Daiva Toumaite 14 (3), Mary Krosslá 5, Laila Jespersen 4, Eyðritt Kross- lá 1, Anja Magnussen 1 StÍF: Alina Olaru 6 (1), Asta Petraukieke 6 (1), Poula D. Olsen 4, Anna M. Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Ata Gregersen 1 Brotskøst: VB 5, StÍF 4 Útvísingar: VB 2, StÍF 5 Dómarar: Birgir Dimon og Kári Niclasen Umframt pólverska venjaran fara tveir aðrir pólverjar og ein rumenari at hjálpa teimum í EB/Streymi, sum vóna, at ungu menninir framvegis fara at mennast eins skjótt, sum teir hava gjørt higartil EB/STREYMUR VENJARI Jóannes Hansen Piotr Krakowski verður venjari hjá EB/Streymi komandi ár. Olaf Fríð- heim, formaður í EB/ Streymi, sigur, at felagið í síðstu viku skrivaði sáttmála við pólverjan. Piotr Krakowski, sum hevur verið í Føroyum síðani 1989, og sum tvey tey seinastu árini hevur verið í B36, fór til hús í vetrarfrí í síðstu viku. Hann kemur aftur til Eiðis síðst í januar. Tað er eisini greitt, at tveir pólverjar fara at hjálpa EB/Streymi á vøllinum. Talan er um Andrzej Pazek, sum hevur verið á Eiði tey seinastu árini, og um Marek Wierzbicki, sum hevur verið í Vági tvey tey seinastu árini. Teir báðir fara at koma aftur til Føroya eitt sindur seinni, enn at Piotr Kra- kowski kemur henda vegin. Ein eystureuropeari afturat verður á liðnum. Tað er Sorin Anghel úr Rumenia, sum er sera væl dámdur á Eiði. Í fjør var kappingarárið hjá honum framúr gott. Í ár var tað ikki heilt so gott. Sorin Anghel var nógv darvaður av skaðum. Men eingin ivi er um, at hann framvegis eigur at vera fongur hjá EB/ Streymi, um hann ikki verður so skaðaplágaður. Rokna við ungu monnunum Olaf Fríðheim sigur, at tað ikki enn er heilt greitt, hvussu tað verður við heimligu spælarun- um komandi ár. Men teir flestu, sum vóru á EB/ Streyma liðnum í ár, fara at spæla við EB/Streymi aftur komandi ár: – Vit eiga fleiri ungar spælarar. At teir eru evnaríkir er einki at ivast í. Trupulleikin hevur verið, at tá ið nógvir ungir menn eru á liðnum, so sæst tað aftur, tí teir kropsliga ikki eru heilt styrknaðir enn. Men komandi ár verða teir eitt ár eldri, enn teir vóru í undanfarnu kapping. Teir hava fingið fleiri royndir, og tí fara fyritreytirnar hjá teimum at standa seg, at verða uppaftur betri, enn tær vóru í fjør. Miðja tit hægri, enn tit gjørdu í fjør? – Eingin er áhugaður í at eiga lut í endaspæli um pláss í bestu deildini. Málið hjá okkum verður at sleppa undan tí. At rokna við at vit skulu vera við í kappingini um fremstu plássini hevði ikki verið veruleikanært. Men vit fara framvegis at hava møguleikan í einstøkum dystum at greiða javnleik og onkra ferðina at vinna ímóti teimum stóru. Piotr verður venjari á Eiði Eftir tvey ár í B36 fer Piotr Krakowski komandi árið at venja felagsliðið, EB/Streym VB-StÍF 25-21 (16-10): VB trygt á toppinum VB vann eisini heimadystin á StÍF, og nú tær hava leikt eina ferð móti øllum liðunum, er VB greitt á odda við fullum stigatali Mynd: Áki Bertholdsen C M Y K 22