Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 12. november 2002 25 Triðju ferð gekk tað ikki hjá KÍF, men leingi høvdu teir sera fast tak á stranding- unum, sum ongan tíð veruliga fingu glið á kontraspælið MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast talan á pappírinum ikki var um tey bæði fremstu liðini í løtuni, so er einki at ivast í, at spenn- ingurin var sera stórur und- an dystinum millum KÍF, og StÍF í Hoyvíkarhøllini. KÍF hevur havt góðan byrð seinastu dystirnar, har talan hevur verið um sigrar á Tjaldur og VÍF, og tað var eisini sjónligt á áskoðara- fjøldini, at her var talan um tvey lið, sum í løtuni hava viðrák. Longu væl undan dystarbyrjan bar illa til at finna sær sitipláss í Hoy- víkarhøllini, so tey, sum komu rættstundis til dystin, máttu bara finna sær eitt standipláss. KÍF hevði takið Og heimaáskoðararnir tókt- ust als ikki hava nakra or- søk at vera ónøgdir um lið teirra fyrstu minuttirnar. Meðan StÍF tóktist hava sera tungt við at koma ígongd, byrjaðu kollfirð- ingarnir frá fyrsta bríksli at bomba bóltarnar móti StÍF málinum, og tó at Marian Cirloganescu ofta er maður fyri at taka tað ómøguliga, so var tað ikki bara at siga tað, tá hjálpin frá verjuni var millum lítil og eingin. Spakuliga komu strand- ingarnir tó á rætta lagið. Verjuparturin riggaði kanska ikki so væl, sum hann onkun tíð áður hevur gjørt, so skjótálopini vóru ikki so nógv í tali. Hinvegin hevur StÍF eisini aðrar streingir enn kviku kon- tra’ini at spæla uppá. Bólt- førleikin hjá einstøku leik- arunum er í nógvum førum somikið góður, at teir upp á fá sekund megna at spæla mótstøðuverjuna tunna, og tað var fyrst og fremst hesin eginleikin, sum fekk teir inn aftur í dystin seinasta partin av fyrra hálvleiki. Aftur hesum, so hevur StÍF eisini eitt ógvuliga breitt lið, har hóttaninar móti mótstøðuliðnum koma úr øllum ættum. Sveinur Just- inussen man vera ein hin bjartasta stjørnan á før- oyska hondbóltshimmalin- um, og tá Artur, Alexandur, Costin og allir hinir so verað lagdir afturat, so er tað greitt, at hetta er ikki eitt lið, sum tú steðgar við einføldum metodum. Tá var annars leingi líkt til, at KÍF – og serliga Damir Oros – høvdu takið á mótstøðuni. Eftir stóra rykkið fyrstu løtuna slapp StÍF nakað upp í part, men tað var næstan alla tíðina so, at eini tvey-trý mál vóru á muni. Heldur ikki tóktist tað hjálpa, at KÍF eina løtu varð rakt av eini dupultút- vísing, men beint fyri steðgin fingu teir kortini togað seg uppaftur, soleiðis at munurin bert var hitt eina málið í steðginum. Tann lítli munurin Mest sum alt fyri eitt eftir steðgin fingu áskoðararnir varhugan av, at her fór talan at gerast um 30 sera spen- nandi minuttir. Framvegis hevði Damir Oros sera gott sikti á kanónini, men hesa- ferð tóktust strandingar ikki ætla, at kollfirðingarnir skuldu sleppa undan teim- um. Eitt skifti var kanska líkt til, at strandingar veruliga skuldu missa takið. Leik- ferðin fór niður, og sam- stundis vóru nakrar tekn- iskar villu ar hóma, men kollfirðingarnir megnaðu tó ikki at gera sær dælt av hesum. Og so hendi tað móti endanum, sum tað so ofta ger, tá oddalið spæla móti lægri støddum liðum. Tann lítli munurin millum toppin og so hini kom til sjóndar, tá StÍF seinastu tíggju minuttirnar sveiggjaði seg upp, soleiðise at teir fingu marginalararnar yvir á sína síðu. Eina lítla løtu høvdu teir hug at leggja mansverju yvir á Damir Oros, og eftir øllum at døma var hetta nóg mikið til í øllum førum at órógva spælið hjá KÍF. Marian tók sær nú av tí mesta, sum kollfirðingarnir tveittu eftir honum, og so kundi vandamikla kontra- spælið koyra sína vanligu gongd. Tað gjørdi tað eisini somikið effektivt, at mun- urin seinastu fimm minutt- irnar gjørdist fýra mál, sum soleiðis tryggjaðu StÍF sigurin í einum sera spenn- andi dysti. Árið er langt Sigurin ber við sær, at strandingar framvegis eru við í avgjørda oddinum. VÍF hevur eins nógv stig sum strandingar, men vest- menningarnir hava leikt ein dyst fleiri, og tí gevur hetta í øllum førum á pappírinum eina betri støðu hjá strand- ingunum. Hartil skal sigast,a tað higartil hevur sýnst, sum um strandingarnir veruliga meina tað í álvara í ár. Avrikini higartil hava verið nógv meira støðug, enn tey vanliga eru hjá liðnum, og tó at VÍF nú tykist koma í snúningar, so skal helst rættiliga nógv til, áðrenn strandingar fara niður at liggja. Kollfirðingar megnaðu ikki hesa ferð at lyfta seg heilt nær oddinum, men teir fingu enn einaferð sýnt, at har eru veruliga knotur í liðnum. Tað kann væl vera, at teir longu nú hava mist ov nógv til at gera seg galdandi í grundspælinum, men fáa teir fínpussað spælið eitt sindur meira til endaspælið, so er ikki óhugsandi, at teir fara at gera enn meira um seg til ta tíð, enn teir longu hava gjørt. Dysturin í tølum KÍF-StÍF 26-30 (15-14( Málskjúttar: KÍF: Damir Oros 13(2), Vagnur Johannesen 3(1), Mirko Milinkvic 2, Eddie H. Joensen 2, Rógvi Weihe 2, Petur Martin Poulsen 2, Hallur Hansen 1, Kristjan Madsen 1 StÍF: Sveinur Justinussen 8, Alexandur Johansen 6, Kristjan Petursson 5, Artur Johansen 5(2), Bent Djur- huus 3, Costin Dumitrescu 3(1) Brotskøst: KÍF 3, StÍF 5 Útvísingar: KÍF 6, StÍF 4 Diskvalifikatión: StÍF 1(3X2 minuttir) Dómarar úr Kyndli: Eyðun Samuelsen & Hannis Wardum. Hóast talan til tíðir var um ein ferðmiklan dyst, so høvdu dómararnir alla tíðina gott tak á, eins og teir ómakaðu sær nógv at hava samband við leik- ararnar. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 VB 6 6-0 - 0 147 120 27 12 2 VÍF 6 3-0 - 3 135 123 12 6 3 Kyndil 6 3-0 - 3 151 141 10 6 4 StÍF 6 3-0 - 3 147 152 -5 6 5 Neistin 6 2-1 - 3 116 122 -6 5 6 Stjørnan5 1-1 - 3 96 105 -9 3 7 Tjaldur 5 1-0 - 4 102 131 -29 2 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v- j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 5-0 - 2 223 175 48 10 2 StÍF 6 5-0 - 1 178 157 21 10 3 Neistin 6 4-0 - 2 168 150 18 8 4 Kyndil 6 4-0 - 2 177 165 12 8 5 KÍF 7 2-0 - 5 177 183 -6 4 6 H71 6 2-0 - 4 138 169 -31 4 7 Tjaldur 6 0-0 - 6 140 202 -62 0 KÍF-StÍF 26-30 (15-14): StÍF var stinnari Sveinur Justinussen, sum her verður tikin í gjøgnumbrotsroynd, var ein av heilt stóru profilunum sunnudagin, og yvirhøvur tykist unga stjørnuskotið í ár stevna móti sínum heilt stóra gjøgnumbroti í føroyskum manshondbólti Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 217 - 12. november 2002 Tó at úrslitini lagaðu seg so, sum tey flestu høvdu væntað, so var um reppið, at Dráttur skapti eina sensatión, tá tær á Kambsdali noyddu ÍF út í fimm sett KVINNUFLOGBÓLTUR Jákup Mørk Íroknað dystin millum Fleyr og KÍF týskvøldið, vórðu fimm dystir í meistaradeildini hjá kvinn- um leiktir farnu vikuna. Einasta liðið, sum fekk fýra stig burturúr hesum, var ÍF, men tað skal so leggjast afturat, at tær høvdu tveir dystir hetta vikuskiftið. Leygardagin leiktu tær í Hoyvíkarhøllini móti upp- flytarunum úr KÍF. Dystin vunnu tær hampuliga trygt, men tað var tó eitt sindur óvæntað, at KÍF skuldi taka sær av triðja settinum, soleiðis at talan skuldi gerast um dyst á fýra sett. Tað eydnaðist tó ÍF at vinna dystin, og tað gjørdi tað so eisini sunnudagin, men tað var kortini ikki meira enn akkurát. Alt tóktist annars ganga eftir vild, tá ÍF hevði tikið sær av fyrsta settinum, men brád- liga mutaði Dráttur ímóti. Bæðí næsta og fjórða settið fór til vitjandi liðið, og so stóð á gomlum nøglum hjá ÍF. Í seinasta og avgerandi settinum megnaðu tær tó at reisa seg somikið, at sigurin ikki kom í veruligan vanda, og soleiðis halda tær framviegs fast um støðuna í oddinum, har tær nú eru tvey stig undan Mjølni og TB, sum tó hava leikt ein dyst færri. Fer at líkjast tvídysti Umframt dystin á Kambs- dali, so var Dráttur eisini í Trongisvági um vikuskift- ið, men har var spenning- urin so langt ífrá hin sami. TB var so ruddiliga við yvirlutan í dystinum, sum endaði við 3-0 sigri til heimaliðið. Av Tvøroyri verður ann- ars sagt, at tað var eingin ivi um, at TB var hitt betra liðið í dystinum. Nógvir óneyðugir vórðu gjørdir frá báðum pørtum, men hóast tað, so hevði TB tamarhald á, og tó at munurin í tølum ikki var so stórur í teimum báðum seinastu settunum, so var Dráttur ikki nær námind nøkrum, sum líktist spenningi. Soleiðis er líkt til,at TB framvegis heldur kósina, sum tær settu í fjør, tá liðið fyri fyrstu ferð gjørdist meistari. Heldur ÍF á fram at sýna somikið óstøðug avrik, sum tær hava gjørt hesa vikuna, so er líkt til, at einasti veruligi avbjóðarin skal finnast í Klaksvík, og tær vóru í øllum førum ivaleys- ar, tá tær vitjaðu í Havnini. Ein tryggur 3-0 sigur uttan nakran sum helst slingur í valsinum varð úrslitið, og nú eru leikararnir helst av álvara farnar at hugsa um, hvussu tað man fara at ganga, tá liðið um tvær vikur skal royna seg á úti- vølli móti TB. Fleyr vann botnslagið Umframt dystirnar um vikuskiftið, so varð eisini ein annars dystur leiktur í vikuni. Hesin varð týs- kvøldið millum botnliðini bæði, Fleyr og KÍF, og her eydnaðist Fleyr at fáa fyrstu stigini á árinum. Talan var um tryggan sigur, sum greitt staðfesti, at hóast Fleyr ikki longur er tað, sum tær hava verið, so er framvegis munur til vinnaran av næst bestu deildini. Hinvegin hevur KÍF fleiri ferðir í ár havt hug at glepsa at mótstøð- uni, og tó at tað ikki gekk hesaferð, so er einki at ivast í, at við royndunum fara úr- slitini at betrast, og so er tað kanska als ikki so víst, at uppflytarin aftur í ár skal enda niðast. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 5 4 - 1 14 8 6 8 2 TB 4 3 - 1 11 4 7 6 3 Mjølnir 4 3 - 1 10 5 5 6 4 Dráttur 4 2 - 2 8 9 -1 4 5 Fleyr 5 1 - 4 4 12 -8 2 6 KÍF 4 0 - 4 3 12 -9 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 4 4 - 0 12 0 12 8 2 Mjølnir 3 2 - 1 6 4 2 4 3 Fram 4 2 - 2 7 6 1 4 4 SÍ 3 1 - 2 3 6 -3 2 5 Fleyr 4 0 - 4 0 12 -12 0 Úrslit, meistaradeild kvinnur Fleyr-KÍF 3-0 (25-22, 25-15, 28-26) TB-Dráttur 3-0 (25-11, 25-20, 25-21) KÍF-ÍF 1-3 (11-25, 15-25, 25-21, 5-25) Fleyr-Mjølnir 0-3 (11-25, 11-25, 11-25 ÍF-Dráttur 3-2 (25-11, 20-25, 25-18, 24-26, 15-6) Eftir sigurin á VÍF skulu Kyndils- kvinnurnar longu aftur í eldin týs- kvøldið, tá Stjørnan kemur á vitjan KVINNU- HONDBÓLTUR Jákup Mørk Kyndil sýndi sunnudag- in, at liðið hevur ítøki- ligar ætlanir um at nærk- ast oddinum hetta kapp- ingarárið, men hóast hetta úrslitið, er samlaða støðan higartil tann, at Kyndilsliðið hevur verið alt ov óstøðugt til veru- liga at kunna hótta VB. Hvørt hetta er ein sjúka, sum liðið er slopp- ið av við, fæst kanska at vita týskvøldið. Tá skal liðið nevnliga spæla ímóti Stjørnuni, sum somuleiðis hevur havt misjøvn úrslit. Einki er at ivast í, at á pappírinum er tað Kyndil, sum er favo- rittur, men spurningurin er so, hvørt hetta er nóg mikið, ella um liðið enn einaferð skal leggja rygg til eitt óvæntað tap. Eitt er so púra vist, og tað er, at tær á Stjørnuni standa til reiðar at taka av møguleikanum, um hesin brádliga hómast. Komandi dystur 12.11 18.30 Kyndil-Stjørnan Átti fyri tveimum mánaðum síðani, men var longu at síggja á vøllinum aftur sunnudagin, tá VB vann á StÍF KVINNUHONDBÓLTUR Hilmar Jan Hansen At hondbóltsfepurin veru- liga herjar í Vági, fekst besta prógvið um sunnu- dagin, tá VB vann sætta sigurin á rað og staðfesti sína støðu sum oddalið — enntá við tvær ferðir so nógvum stigum sum næstu liðini. Tá fimm minuttir vóru eftir av dystinum, hoyrdist stórur fagnaður í høllini í Vági, tá 20 ára gamla Gurið Mortensen kom á vøllin. At hon gjørdi tað, er í sær sjálvum kanska ikki so nógv at tosa um, tí tað hev- ur hon gjørt so mangan fyrr. Heldur eru tað um- støðurnar, ið gera hetta til eitt dømi um, at hond- bóltsfepur herjar í Vági. Tað eru ikki meira enn tveir mánaðir farnir, síðani Gurið átti ein lítlan beiggja tann 3. september. Hesin lítli hevur óivað eisini gott at bregða til í báðar ættir, tí pápin er fótbóltsspælarin Palli Augustinussen. — Eg hevði vant tríggjar ferðir í vikuni, so eg fekk sjálvandi bara ta allarsíðstu løtuna í dystinum, sigur Gurið. — Men tað var heilt ótrúligt at koma á vøllin og fáa so góða móttøku frá áskoðarunum. Og nú tað gongur so væl, er tað ordiliga stuttligt at vera við. En gleði at venja Tvær vikur eru nú, til VB aftur skal spæla dyst, og Gurið sigur, at hon gleðir seg til at halda fram við venjingini. — Tað er ikki gott at siga, nær eg klári ein heilan dyst aftur, men nú ætli eg mær at dríva á við venj- ingini, so tað kann verða skjótt, sigur hon. — Eg gleði meg ordiliga at fara til venjing, og nú tað gongur so væl, er hvør einasta venjing sum eitt spæl. Sum so mangan fyrr, eru venjingarnar hjá VB- kvinnunum næstan blivnar ein familjuhending, tí aftrat sær til venjingarnar hevur Gurið mammuna Eyðbritt Krosslá og mostrarnar Mary Krosslá og Arnleyð Hjelm. Og tá vit spyrja, hvussu tað er at fáa barnagentu, meðan venjingarnar eru, sigur Gurið, at tað stendur ikki á við tí. Tað skuldi bara mangla! Gurið longu við aftur Tað stóð nógv á hjá ÍF Kyndil móti silvur- plássinum Sum væntað vann ÍF báðar dystirnar um vikuskiftið, men tað var óvæntað at tær mistu sett móti KÍF, og móti Drátti vóru tær kroystar út í fimm sett, áðrenn sigurin var vísur Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24