Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 12. november 2002 27 Róðrarsambandið hevur sent fýra upp- skot til feløgini at taka støðu til, soleiðis at greiða kann fáast á, hvar sjeynda FM kappingin skal haldast KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er longu greitt, at tað í 2003 fara at verða sjey FM kappingar í kappróðri. Hetta hava feløgini samtykt á síðsta ársaðalfundinum. Enn er tað ikki greitt, hvar sjeynda kappingin skal verða hildin, men nú hevur RSF sett sjøtul á arbeiðið at finna fram til hetta. RSF hevur sent feløgun- um fýra uppskot til end- urskipan ella nýskipan av kappróðrarstevnunum. Feløgini skulu siga sína hugsan, og so verður av- gerðin tikin. Upprunaliga tóktist broytingin einføld, tí tað hevur í fleiri ár verið tosað um, at bæði Fuglafjørður og Skálafjørður eru so góð róðrarøkir, at tað átti at havt verið kappast á báðum firð- unum á hvørjum ári. Men nú eru uppskotini fýra í tali, og tað er bara eitt av teimum, sum leggur upp til, at tað á hvørjum ári skal kappast bæði á Skálafjørð- inum og á Fuglafirði. Tað er uppskot fýra, sum leggur upp til, at býtið av FM kappingunum verður, sum tað hevur verið higartil, men at Skálafjørðurin og Fuglafjørður verða stevnu- øki á hvørjum ári. Í fyrsta uppskotinum verður skotið upp, at Vest- manna og Fuglafjørður skulu skiftast um annað hvørt ár, at tað skal kappast í Runavík á hvørjum ári, og at Vestanstevnan skal skifta ímillum stóru bygdirnar í Vágum. Higartil hevur Vestmanna skift við bygd- irnar í Vágum. Í uppskoti tvey verður lagt upp til, at kappingin skal vera í Vestmanna annað hvørt ár, og at Skála og Strendur skulu vera vertir fjórða hvørt ár. Vest- anstevnan skal vera í Vág- um, og Runavík og Fugla- fjørður skulu skiftast um, soleiðis sum hesi plássini hava gjørt higartil. Í uppskoti trý verður skotið upp, at Vestmanna og Kollafjørður skulu skift- ast um eina kapping, at Hósvík og Hvalvík skulu vera vertir triðja hvørt ár, og at Skála og Strendur skulu skiftast um triðja árið. Fuglafjørður og Runa- vík skulu framvegis skiftast um, og Vestanstevnan skal ferðast millum tær tríggjar bygdirnar í Vágum. Skála og Strendur hava higartil ikki verið vertir fyri FM kappingum. Felags fyri bæði plássini er, at tey nógvu tey seinastu árini hava skipað fyri kappróðri á bygdastevnunum. Luttak- aratalið hevur ikki altíð verið so stórt, tí talan ikki hevur verið um FM kapp- ingar, men umstøðurnar hava víst seg at vera góðar. Tá ið tað í gomlum døg- um – tað vil siga frá 1964 og fram til 1972 – í einari kapping eftir ólavsøku varð funnið fram til FM vinn- ararnar, kom tað fleiri ferð- ir fyri, at tað varð kappast á Skála. Ymsar metingar Hannis Joensen, formaður í RSF, sigur, at tað hevur stóran týdning, at róðrar- feløgini siga sína hugsan. Tað eru jú feløgini, sum mynda Róðrarsambandið. Formaðurin í RSF leggur afturat, at tað tykjast vera ymisk viðurskifti, sum telja við, tá ið feløgini hugsa um sína støðu. Tað hevur nógv at siga, hvussu róðrarøkini eru. Bæði tá ið tað snýr seg um teinarnar – um tað er møgu- leiki fyri eisini at rógva á 1500 og 2000 metrum – og hvussu umstøðurnar eru við sjóvarfalli og veðri. Men tað spælir eisini inn, hvussu kappróðurin hevur tað í plássunum, sum skulu verða vertir. Dømi eru um róðrarfeløg, sum støðugt taka lut í FM kappingunum við fleiri manningum, men sum ikki hava verið upp á tal sum vertir í FM kapp- ingum. Dømi eru eisini um feløg, sum aftur og aftur eru vertir fyri FM kapping- unum, men sum so at siga ikki taka lut í FM kapp- ingunum. Eitt dømi um felag, sum hevur verið trúfast at taka lut, men sum ongantíð er vertur, er Kvívík og eitt annað dømi er Argir. Dømi um feløg, sum eru vertir annað hvørt ár, og har tað í fleiri ár ikki hevur verið so nógv lív í kappróðrinum, eru Fuglafjørður og Tvør- oyri. Sandavágur fær ákoyringar Klaksvíkar Róðrarfelag hevur bestu heimasíðuna av øllum, tá ið tað snýr seg um kappróður. Síðani Róðrar- sambandið 31. oktober sendi feløgunum tey fýra uppskoftini við møguleik- um fyri sjeyndu FM stevn- uni, hava nógvar viðmerk- ingar frá róðrarfólki verið á heimasíðuni. Vandin er sjálvandi alla tíðina, at kjakið fer at sporinum og verður lítið virðiligt. Men higartil hevur tað við næstan ongum undantøkum verður siðiligt. Eitt sjónarmið, sum ofta er frammi, er, at Skála- fjørður og Fuglafjørður eru góð róðrarøkir, og at hetta eigur at telja við. Eitt annað sjónarmið, sum ofta hevur verið frammi, er, at Sandavágur ikki er væl egnaður sum róðrarøki. Summi halda, at tað als ikki skuldi verið loyvt at kappast í Sanda- vági, og onnur halda, at møguleikin fyri, nær tað verður avgjørt at flyta úr Sandavági og til Miðvágs, átti at verið oftari nýttur, enn hann hevur verið higar- til. Men tað eru feløgini, sum eiga Róðrarsamband- ið, og tað verða tey, sum nú eiga stóra orðið um, hvar FM kappingarnar fara at verða hildnar í framtíðini. Á heimasíðuni hjá Klaks- víkar Róðrarfelag er møgu- leiki fyri at atkvøða um, hvussu tað skal verða í framtíðini. Sovornar at- kvøðugreiðslur skulu sjálvandi takast við øllum møguligum fyrivarnum. Talan er meiri um eina kapping enn um eina kann- ing. Higartil hevur undir- tøkan fyri uppskoti eitt verið størr enn fyri hinum trimum uppskotunum til- saman. Tað vil siga, at tað annað hvørt ár skal kappast í Vestmanna og í Fugla- firði, at tað skal kappast í Runavík á hvørjum ári, og at tær tríggjar stóru bygd- irnar í Vágum skulu skiftast um at vera vertir fyri FM kapping. FM kappingarnar í kappróðri skulu nýskipast Formaðurin í RSF, Hannis Joensen, sigur, at tá feløgini í grundini eiga Róðrarsambandið, er tað av alstórum týdningi, at hesi siga sína hugsan Millum kappróðrarfólkið verður sagt, at Skálafjørðurin og Fuglafjørður eru sera góð kappróðrarøki, og at hetta skal havast í huga, tá sjeyndi FM-róðurin verður fastlagdur 27 26 Nr. 217 - 12. november 2002 Við einum sonnum liðavriki eydnaðist Kyndli at fáa fult í trupla útidystinum í Vestmanna, soleiðis at tær nú eisini eru í bólkinum av liðum, sum elta oddafisk- arnar úr Vági KVINNUHONDBÓLTUR Jákup Mørk Talan var um ein sera týdn- ingarmiklan dyst fyri báðar partar – og sum so eisini fyri kappingina – tá VÍF sunnudagin tók ímóti Kyndli. Bæði liðini hava í ár sýnt nakað óstøðugt spæl, har úrslitini hava gingið báðar vegir, men hinvegin hava tey í løtum víst, at tey hvør í sínum lagi ivaleyst eru sera góð boð til fastan sess í oddastríðnum. Í hesum hevur tað tó hig- artil bert verið VB, sum hevur sýnt neyðuga støðu- festi, og tí var tað kanska eyka týdningarmikið hjá pørtunum, at stig fingust burtur úr dystinum sunnu- dagin. Sum skilst á lagnum, so merkti týdningurin av dyst- inum eisini avrikini hjá lið- unum. Sagt verður, at leik- ferðin frá fyrsta bríksli varð sett heilt langt upp. So- mikið langt, at liðini í løt- um als ikki fingu fylgt við spælinum, og at teknisku mistøkni tí vóru rættiliga nógv í tali. Hetta viðførdi eisini hópin av møguleik- um fyri skjótálopunum, men í nógvum førum vóru sendingarnar til framstorm- andi útleikararnar ikki nóg neyvar, soleiðis at tað spurdist ikki meira enn tað sama burturúr. Serliga gekst illa í hond hjá VÍF at fáa nakað burtur- úr, og tað man vera langt síðani, at tær ikki hava skorað fleiri enn fimm mál í ein heilan hálvleik, og ikki minni langt síðani, at tær hava verið málleysar í 13 minuttir, soleiðis sum talan var um seinastu løtuna und- an steðgin. Hjá Kyndli gekst nakað frægari, tó at tað heldur ikki var talan um ta heilt stóru málveitsluna fyri teirra viðkomandi. Tað mundi tó vera ein góð ábending um, at hetta kanska var teirra dagur, tá tær fleiri ferðir megnaðu at skora av veinginum, har Manuela Stan annars plagar at vera ímyndin av trygg- leikanum, men tað tykist eins og eisini hon er merkt av truplu gongdini, sum VÍF nú er komin í. Hildu allan vegin Seinna hálvleik byrjaði VÍF við einum stórum taki. Sóley Mikkelsen, sum var sjúk seinast, og sum hesa ferð byrjaði á beinkinum, royndi at seta ferð á, og meira enn ta einu ferðina høvdu tær grønu sera ilt við at halda skálakvinnuni. Men Kyndil slepti tó ikki takinum. Heldur royndu tær at svara aftur, soleiðis at munurin kundi haldast, og hetta seinasta eydnaðist teimum eisini, tó at tað stóð heilt nógv á seinastu løt- una. Við tveimum minuttum eftir eydnaðist nevnliga VÍF at koma heilt upp á javnt, og so vóru brádliga útlit fyri, at okkurt kundi spyrjast burturúr hjá heima- liðnum kortini. Men Kyndil hevði enn ein trumf í ermini. Tó at tey VÍF vóru hørm um, at ein skiftisleik- ari hjá Kyndli ikki var komin heilt av vøllinum við tríggjar metrar, so tók Sonja Smiljic sær ikki nær av hesum, og avgjørd knall- aði hon seinasta málið í kassan, soleiðis at sigurin kundi tryggjast. Umskipan neyðug Við sigrinum syrgdi Kyndil soleiðis fyri, at hóast óstøð- ugu avrikini, so er liði framvegis við, har sum tað hendir, og tó at VB í løtuni tykist vera væl betri fyri enn hini liðini, so er mun- urin enn ikki so stórur, at tað ikki ber til at taka tær aftur. Serliga ikki, tá stigini verða koyrd í tvey eftir jólasteðgin. Hjá VÍF var úrslitið hin- vegin enn ein staðfesting av, at talan helst verður um eitt nakað truplari ár í ár. Hóast liðið telur fleiri av bestu leikarunum í landin- um, so tykist saknurin í Ioanu Rápa at vera sera stórur, og fyrst og fremst ræður um at umskipa spæl- ið, soleiðis at sleppast kann undan hesum sakninum. Enn hava tær tíð og ráð at royna seg eitt sindur fram, men tað skulu ikki missast alt ov nógv stig afturat, áðrenn tað av álvara fer at sansa at hjá liðnum, sum hevur verið somikið eina- ráðandi seinnu árini. Dysturin í tølum VÍF-Kyndil 18-19 (5-9) Málskjúttar: VÍF: Sóley Mikkelsen 8(3), Jacklin Durhuus 3, Nico- leta Radu 3, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 2, Fríða Marj- unardóttir 1, Eyðritt An- dreasen Kyndil: Sonja Smiljic 6(1), Ann Mari Vang 4, Marjun Johansen 3, Lotte Sørensen 3(1), Annika Ljósstein 3(3) Brotskøst: VÍF 5, Kyndil 6 Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen Vestmenningar hava veruliga funnið stór- spælið fram, og hesa- ferð var tað H71, sum mátti legja rygg til satt stórtap MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk VÍF hevur tvey tey seinastu árini verið føroyameistari í manshondbólti, og í løtuni tykjast teir ætla sær at prógva, at hetta so avgjørt ikki hevur verið av tilvild. Eftir eina heldur trilvandi byrjan, har avrikini vóru sera óstøðug, tykjast menn- inir úr Vestmenna í øllum førum at hava funnið rætta stevið fram, og eftir at ávíkavist Tjaldur og Kyndil hava verið send heim við sonnum sekki, var tað hesaferð H71, sum varð sent so logandi ongul í reyv úr aftur Vestmanna. Lítið gestablídni Hesa ferð skuldu tó ganga nakrir minuttir, áðrenn vestmennigarnir fóru at spíla seg út. Hoyvíkingar sluppu nevnliga at skjóta tey trý fyrstu málini í dyst- inum, en so var eisini liðugt við gestablídninum. Áðrenn hoyvíkingar høvdu skotið trý mál afturat, hevði VÍF sent í meskarnar eillivu ferðirnar, og so var tað eina mest ein spurning- ur um, hvussu nógv VÍF vildi vinna dystin. Ikki minst tá eisini tóktist gera tað sama, hvussu nógv brotskøst hoyvíkingarnir fingu. Eina løtu í seinna hálv- leiki hóttu teir við at gera stórsigurin til ein veruligan avsmurning, men so við og við sissaðust teir aftur, og tó at H71 ongan tíð var í nær námind av at skapa spenning íaftur, so fingu teir tó hampað somikið um úrslitið, sum tað nú eina- ferð var gjørligt. Ferð komin á Við seinastu sigrinum tyk- ist VÍF hava sent strand- ingum tekin um, at hóast liðið hevði sínar trupul- leikar fyrstu dystirnar, so skulu strandingarnir ikki rokna við nøkrum sum helst. Hinvegin verður spenn- andi at síggja, hvussu hondbóltslagið á vestmenn- ingunum fer at vera, tá talan aftur verður um dyst móti onkrum av teimum liðum, sum kunnu roknast við at gera seg galdandi í oddinum. Fyrsta tekini um hetta sæst kanska, tá VÍF vitjar Neistan um eina viku, áðrenn teir vikuna eftir skulu taka ímóti StÍF, og júst tann dysturin tykist í løtuni vera hann, har enda- støðan í grundspælinum kann avgerast. Dysturin í tølum VÍF-H71 37-23 (19-9) Málskjúttar: VÍF: Áki G. Olsen 10, Agn- ar Joensen 9, Piti Negru 5, Ingi Olsen 4(4), Áki Olsen 3(1), John Zachariasen 3, Petur Frank Joensen 1, Ólavur Brimnes 1, Fríð- bjørn Seloy 1 H71: Halgir Dahl Olesen 7(1), Bárður Brimvík 5, Jákup á Borg 3, Niels Viggo Niclasen 2, Annfinnur Debes 2(1), Esbern Patursson 1, Johnny Djurhuus 1, Høgni M. Joensen 1(1), Kreistian E. Zachariasen 1 Brotskøst: VÍF 5, H71 11 VÍF-Kyndil 18-19 (5-9): Kyndil er aftur við VÍF-H71 37-23 (19-9): Maskinan er komin ígongd Kyndil fekk fult í týðandi útidystinum í Vestmanna, og eru sostatt framvegis við í kappingini um ovastu sessirnar. Tað er VÍF eisini, men nú eru ikki ráð til nógv tap afturat, um meistararnir aftur skulu gerast meistarar Agnar Joensen og VÍF vundu burtur úr hoyvíkingum, tá hesir vóru á vitjan í Vestmanna C M Y K 26