Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 217 - 12. november 2002 29 Føroysku telvarnir eru toluliga væl nøgdir við avrikini á 35. talv olympiaduni í Bled. Føroyar endaðu nakað frammanfyri styrkismetingina, sum var nummar 86 TALV-OL Jákup Sørensen Bled: Samanumtikið kann sigast um kappingina at tey heilt framúr úrslitini ong- antíð komu, td. vann eingin føroyskur telvari móti nøkr- um stórmeistara á hesum sinnið, men fleiri leiktu remis. Men samstundis sum einki sjáldsama gott úrslit kom, var heldur einki skrædl í kappingini, men í 9. og 10. umfarið mundi tað komi. Tá fekk liðið bara 1/2 stig ávikavist móti Ko- lumbia og Kyrgisa, sum bæði vóru styrkismett langt frammanfyri. Men eftir tey bæði um- førini reistu telvarnir seg aftur og vunnu tríggjar dystir uppí slag. Gongdin við ongum rættuligum skrædli er góð, hon byrjaði á olympiaduni í Istanbul, sum var fyrsta talvolympi- adan tá ið eingin dystur var taptur 4-0. Ratingin Flestu føroysku telvarnir eru farnir nakað fram í rating. John Arni Nilssen og John Rødgaard, um eru sterkastu føroysku telvarnir fara góð 10 stig fram, men hjá teimum er trupult at gera stór lop. Heini Olsen og Eyðun Nolsøe fara næst- an 30 stig fram eftir kapp- ingina og tátta nú ógvuliga fæst í 2300 markið. Heini hevur verið omanfyri fyrr, men hetta er fyrstu ferð at Eyðun er so tætt við tað markið. Unglingarnir báðir Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen, sum ikki hava havt eina so væl- eydnaða kapping, fara um 5 ratingstig aftur. Fyri teir 14 dystirnar fekk føroyska liðið 26 stig, sum er beint undir málið, sum varð sett undan kapp- ingini. Samanlagt endaðu Føroyar á leið soleiðis, sum styrkismetingin svaraði til. John Arni ikki IM norm kortini Hetta er onnur olympiadan at John Arni Nilssen klárar krøvini til ein IM norm, men tíverri hevur hann fingið stigini í øvugtari røð. Kravið er at tey fyrstu níggju talvini telja við í norminum, men John Arni leyk aftur hesuferð krøvini við teimum seinastu 9 talv- unum. Hetta er týðuligt tek- in um at tað ikki var av tilvild at John Arni fekk fyrsta IM normin í Cop- enhagen Open kappingini í summar. John Arni verður helst næsti føroyski altjóða meistarin, spurningurin er bara nær hann fær normar- nar. Onkur helt skemtiliga fyri, at Talvsambandið kundi lagt uppskot fyri FIDE um at spæla olympi- aduna aftureftir. Málið undan kappingini var at fáa 50% í úrtøku. Tað hevur oftani eydnast og onkuntíð er liðið eisini sloppið uppum. Men tá hava liðini í teimum báðum seinastu umførunum verið millum tey veikaru. Gongdin á olympiadunum í seinastuni hevur verið frameftir, Føroyar klára støðugt at halda um tey 50%. Serliga hugaligt er at einki 4-0 tap er komi tvær tær seinastu olympiadurnar. Føroyar vinna móti teimum londunum sum eru styrkis- mett undir okkum og eisini á teimum londunum, sum eru um 10 pláss framman- fyri, men vera londini sterkari gongst verri at vinna dystirnar ella fáa javnleik. Formaðurin í talv- sambandinum Rani Nolsøe heldur at nú skal næsta málið vera at telva betri móti hesum sterkaru lond- unum og fara eftir at fáa javnt. Eydnast tað vera føroyskir telvarar eisini betri fyri, tí so verður mót- støðan alla tíðina hørð og telvarnir brýnast. 13. umfar Tíðindini um at Libanon var mótstøðuliðið í næsta seinasta umfarinum var tikið sum gott tekin millum føroysku telvarnir. Besta úrslitið tá ið talan er um stig kom júst eftir at Før- oyar telvaðu móti Libanon í 13. umfari, tað var í Mosk- va í 1994. Men libanesar eru nógv framfarnir síðani 3,5 ósigurin móti Føroyum fyri 8 árum síðani og hava nú ein sterkan altjóða meistara á fyrsta borði. John Arni Nilssen hevði helst greiðan fyrimun í talvinum, men eftir trettan umfør er møðin farin at gera um seg. John Arni mistið støðuna, men helt kortini javnleikin. 13. um- fari var merkt av srea nógv- um skjótum javnleikum. Næstan øll tey fremstu borðini har lond sum Russ- land og Ungarn telvað end- aðu við javnleiki. Tað sama gjørdu John Rødgaard og Heini Olsen sum gjørdu skjótt av og tóku við remis. Eyðun Nolsøe var annan dagi á rað hetjan sum tryggjaði Føroyum sigurin. Hann vann toluliga lætt móti sínum manni. Eina løtu var kanska javnt við lítlari yvirvág til Eyðun, hin bjóðaði javnt, men Eyðun havnaði. Tað mann hava verið dygdt í næstu leikunum hjá Eyðuni, tí hin bleiv rættuliga bangin, telvaði óneyvt og kom sær út í óføri og Eyðun vann ógvuliga sannførandi. 14. umfar Iran var ikki rættuliga liðið, sum telvarnir høvdu ætlað sær, tá var betri við Nigeria ella Irak, sum eisini vóru møguliga mótstøðulið, tey eru bæði aftanfyri Føroyar. Betri var tað ikki at talvini í seinasta umfarinum skuldu telva klokkan 10 um morg- unin. Telvarar eru ikki morgunmenn, men tað var kortini gott lag um morgun- matarborði og vónirnar vóru góðar. Tíðanverri gekk við hesum dystinum sum við teimum báðum undanfarnu móti teimum sterku liðunum. Føroyar taptu dystin 3?-?. Einasti sum helt móti stóru mót- støðuni var John Arni Nilssen. Talvið var javnt meginpartin av tíðini, John Arni hevði helst yvirvág, men slapp ongantíð í avgerandi álopi. Iranin hevði hug at ótolnast um at John Arni leitaðu eftir avgerðandi leikinum. Há- brøgdini og keipurnar vóru øgiligar at royna at vísa John Arna at talvið var javnt og tá ið hesin leikurin hevði vart eina løtu gav John Arni seg og tók av til- boðnum um javnleik. Allir hinir telvarnir taptu greitt síni talv um enn teir royndu at fáa sum mest burturúr vónleysu støðun- um. Talvúrslit: 13. umfar, Føroyar Libanon John Arni Nilssen – IM Fadi Eid 2392 0,5-0,5 John Rødgaard – FM Ahmad Najjar 2318 0,5-0,5 Heini Olsen – Faisal Khairallah 0,5-0,5 Eyðun Nolsøe – Antoine Kassis 1-0 14. umfar Føroyar-Iran John Arni Nilssen – GM Maghami Ehsan Ghaem 2511 0,5-0,5 John Rødgaard – Zardast Mortezn Mahjoob 2393 0-1 Heini Olsen – Gardeh Shojaat Ghane 2406 0-1 Eyðun Nolsøe – Mohsen Ghorbani 2315 0-1 Olympiadan liðug Føroyska liðið megnaði ikki at liva upp til málið um 50% úrtøku, men kortini munnu telvararnir vera so hampuliga væl nøgdir. Bæði um samlaðu úrtøkuna og um persónligu avrikini Formaðurin í Talvsambandinum, Rani Nolsøe, var so toluliga væl nøgdur um føroyska avrikið, men hann ásannaði, at enn restar nakað í, áðrenn vit veruliga kunnu takast við stóru londini 29 28 Nr. 217 - 12. november 2002 FM kappingarnar komandi ár verða frá 31. mai og fram til ólavsøkuaftan. Tað verður bara í Sanda- vági og á ólavsøku, at tað bara fer at verða kappast á stutta teininum KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Bátarnir standa turrir og ivaleyst alla staðni hampu- liga heitir í róðrarneyst- unum kring landið. Tað verður tosað um, hvørji fara at manna bátarnar komandi kappingarár. Summi eru givin, meðan onnur, sum á ólavsøku vóru púra sannførd um, at tey høvdu tikið seinasta takið í FM kapping, eru farin at draga eitt sindur á. Hvíldin frá venjingum og kapping- um í meiri enn eitt fjórð- ingsár hevur havt við sær, at góðu løturnar eru farnar at skugga fyri teimum minni hugaligu, og tá jólini og nýggjárið vera farin afturum, so munnu fleiri, sum higartil hava ætlað sær at takka fyri seg, fara at taka enn eitt kappingarár upp á seg. Í vikuskiftinum boðaði Róðrarsamband Føroya frá, nær FM kappingarnar verða komandi ár. Tað er greitt, at í fýra teimum fyrstu kappingunum fer at verða róð á fleiri teinum, meðan tvær tær síðstu kappingarnar bara fara at vera á eitt túsund metrum ella uppaftur styttri teinum enn so. Enn er ikki greitt, hvar sjeynda FM kappingin fer at verða hildin. Tí ber enn ikki til at siga nakað um, um hon verður á fleiri teinum, men tað er stórur møguleiki fyri tí. Fleiri av plássunum, sum eru í upp- skoti, hava rúm og góð róð- rarøkir. Fyrsta kappingin verður norðoyastevnuaftan,sum er settur at vera leygardagin 31. mai. Sundalagsstevnan verður leygardagin 21. juni, Jóansøkan verður leygar- dagin 28. juni, Varma- keldustevnan verður leyg- ardagin 5. juli, Vestanstevn- an verður í Sandavági leyg- ardagin 12. juli, og ólav- søkuaftan verður mána- dagin 28. juli. Sjeyndi kappingardag- urin verður leygardagin 124. juni, men enn er ikki greitt, hvar tann kappingin verður. Brøndby og Esbjerg tóku ikki av, tá ið tey fingu møguleikan at koma eitt vet nærri oddaliðnum SUPERLIGAN Jóannes Hansen Hóast FCK ikki megnaði at vinna, tá ið teir sunnudagin vitjaðu botnliðið AB, so er munurin niður til næst- fremsta plássið framvegis seks stig. Brøndby og Esbjerg høvdu møguleikan at toga seg nærri toppinum, tá ið hesi bæði liðini seint seinnapartin sunnudagin stríddust í Brøndby, men dysturin endaði 1–1. Brøndby var ágangangdi fyrsta hálva tíman. Teir fingu eitt fínt mál við lang- skoti, og teir høvdu fleiri góðar málmøguleikar, men so dovnaðu teir eitt sindur. Í 2. hálvleiki trýsti Esbjerg fyri at fáa mál. Teir fluttu fólkið langt fram, og Brøndby hevði møguleikar í snarálopum. Men tað eydnaðist Esbjerg at javna. Todi Jónsson var ímillum teir fyrstu ellivu, tá ið FCK var í Gladsaxe. Hann var í álopinum saman við Peter Møller. Jörgen Pettersson var enn eina ferð heilt uttan fyri liðið, tí hann var ikki komin fyri seg eftir lær- skaða. Talan var fyri tað mesta um tómgongd. Ferðin var einki at reypa av, og upp- løgdu málmøguleikarnir vóru ikki so nógvir. Kanska hevði Todi Jónsson tveir teir størstu hjá FCK. Í fyrra førinum varð hann spældur blankur mitt fyri. Stephen Andersen, málverjin hjá AB, kom út ímóti, og hann hálva vegna setti seg á bólt- in, tá ið Todi royndi at stinga bóltin ímillum bein- ini á honum. Seinni møguleikin stóðst, tá ið Zuma breyt ígjøgnum í høgru og legði innfyri til handara stólpan. Todi var í góðari støðu. Hann royndi við høvdinum, men hann rakti ikki bóltin, sum sigldi framvið fleiri verjuspælarum. Í síðstu løtu hevði AB risa møguleika. Fyrrver- andi FCK spælarin, Heine Fernandez, spældi ein liðfelaga púra blankan mitt fyri málinum, men royndin við innaru síðuni brast í tvørtræið, áðrenn bólturin fór út til málspark. Fleiri ferðir javnt Umframt teir báðar oman fyri nevndu dystirnar, so endaðu fleiri aðrir eisini við javnleiki. Silkebog kom á odda í grannauppgerðini ímóti FCM, men tað endaði 1–1. OB tóktist hava tak á tí ímóti AGF. Men í Odense endaði tað kortini við 2–2 javnleiki. Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið, men tað var bara AGF, sum skoraði mál í snarálopi. Flestu málini komu sunnudagin í Køge, har heimaliðið vann fyri fyrstu ferð á heimavølli í tveir mánaðir. Uppflytararnir høvdu vitjan av hinum uppflytaraliðnum, Farum, sum higartil hevur staðið seg betri enn Køge. Heimaliðið var á odda 3–0 í 1. hálvleiki. Spenn- ingurin kom í aftur, tá ið toppskjúttin í superliguni, Nichlas Hindsberg, skoraði tvær ferðir. So trýsti Farum fyri at javna, men tað var heimaliðið, sum skoraði til 4–2. Leygardagin var granna- uppgerð í Jyllandi, tá ið AaB vitjaði Viborg, sum er í rættuliga trongum skóm. AaB vann 3–1, og stóri maðurin hjá teimum stríp- utu var estlendski lands- liðsspælarin Andres Oper, sum gjørdi øll trý málini. Eftir sigur í torførum útidysti í Jyllandi er vónin um uppflyting vorðin uppaftur nærri veruleikanum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen og Vejle vóru ikki í dysti í vikuskiftinum. Uppgerðin hjá teimum á heimavølli ímóti Randers Freja var á skránni í gjárkvøldið. Herfølge styrkti í viku- skiftinum uppaftur meiri um vónina aftur at gerast partur av superliguni. Oddaliðið var á útivølli ímóti HFK Sønderjylland, sum fegið vil sleppa upp í part aftur í bestu deildini, og sum hevur havt blíðan byr tær seinastu vikurnar. Felagið hevur júst skrivað sáttmála við Jacob Laursen, sum áður hevur spælt í FCK, og sum síðstu tíðina hevur verið í Leicester í Onglandi. Hann var kortini ikki við leygardagin, tá ið Herfølge vann 3–2 í Had- erslev. Eitt annað av fremstu liðunum, Frem, hevði vitj- an av grannunum úr Hvid- ovre. Hóast stórur munur er á liðunum á støðutalvuni, so var tað akkurát so, at Frem vann. Úrslitið var 3–2. Ølstykke fótaði sær aftur, eftir at tað leingi hevur gingið illa. Teir høvdu vitjan av B1909, sum varð sent aftur til Odense við 6–1 tapi. FC Aarhus hevur havt stórar ætlanir um at flyta upp í superliguna, men tað hilnast ikki so væl á vøllin- um, sum teir høvdu vónað. Hesa ferð høvdu teir vitjan av lítla Fredericia, sum fór til hús við 3–0 sigri! Á Eysturbrúgv í Keyp- mannahavn spældu grann- arnir B93 og Skjold 1–1. Johan B. Hansen og Hor- sens vóru í Odense og spældu ímóti B 1913. Úr- slitið var 0–0. HIK hevði í Hellerup vitjan av Brønshøj, sum noyddist til hús við 2–1 tapi. Fleiri ferðir á longu teinunum Umframt ólavsøkuróðurin verður tað bert í Sandavági, at rógvast skulu 1000 metrar hjá 10-mannaførum hetta kappingarárið FCK í tómgongd ímóti botnliði Herfølge heldur kósina C M Y K 28