Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. mai 1986síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 vit hava ein Eitt gott tiltak á hesum eki eru dansifeløgini, sum hava tikið um endan, soleiðis at feroyski dans- urin ikki er dottin niður- fyri. Sama kann sigast um heimavirkini, sum royna at varðveita okkara ullar- mentan í eini tíð, har ullin ikki er verd at vaska. Hetta bert fyri at nevna okkurt demi. Men man ikki hver faðir hava fingið okkurt frá faðir sínum, sum er vert at leggja niður í sonin, og man ikki hver móðir hava okkurt frá móðir síni, sum er vert at leggja niður í dóttrina. Mentanarvirðini kunna verða frá eini uppskrift til at kunna barnið við nøvn- ini í haganum. Tað einfaldasta er at geva sær stundir at siga frá, siga frá, hvussu tað var og geva sínum egna lívi og segu skap fyri bern- unum, so tey læra at kenna samljóð og sam- leika við foreldrini í tíð og umhvervi. Heimstaðar- læra eigur at byrja í heim- num. Alskurin til land og fólk kemur ikki av sær sjálvum í tí samfelagi, vit hava í dag Nú heldur onkur sjálv- andi, at eg við feroyska mentan bert skilji húða- skógvar og hesputreð. So er als ikki. Vit skulu læra børnini retur sínar at kenna og samstundis stuðla teimum sjálvi at byggja á tað steði, sum nútíðin við sínum megu- leikum gevur. Vit mugu styrkja identitetin hjá ungdóminum og geva hon- um karmar um eitt egið skapandi felagslív. Tað vísir seg, sambært kann- ingum Danmark, at næstan ell brotsverk framd av ungdómi, eru gjørd av ungum, sum eru i einum mentanarligum tómrúmi, uttan samband við felagsskapir ella vaks- in. Ti eru ungdómshús og bygdahús avgerandi neyð- ug, sum karmar um eitt mentanarlív hjá feroysk- um ungdómi. Í hesum nýggja nútíðarsamfelag kemur feroyski identitet- urin ikki av sær sjálvum. Við teldum, video og eðrum góðum lutum flytir samfelagið seg longri og longri burtur frá tí sam- felag. har teir bert ótu tvest og spik og seið. Vit mugu áhaldandi vera á varðahldi og veita ta neyð- ugu rekt til okkara fer- oysku eyðkenni. Tí mugu vit hava ein mentanar- „— Vit mugu áhaldandi vera á varð- | haldi og veita ta neyðugu rgkt til okkara foroysku eyðkenni. Tí mugu mentanarpolitikk, soleiðis at all dygdargóð foroysk mentanartiltok verða stuðlað. —- politikk, soleiðis at øll dygdargóð føroysk ment- anartiltøk verða stuðlað. Sjónleikaralív og tónleik- aralív okkara er alt í vøkstri og blómar, men skulu fólk orka at halda fram, so mugu tey fáa tann neyðuga stuðulin. Tann stersti ágangurin móti okkara feroyska mentanarlívi kemur oivad at verað tað, sum um stutta tíð verður sent okkum frá fylgisveinum. Tann besti heilivágur móti hesum er einki annað, uttan at eitt gott føroyskt sjónvarp við so nógvum føroyskum tilfari sum gjørligt. Fording og bann nyttar einki. Tað var av besta veðri flaggdagin, og nógv fólk høvdu leitað sær oman á Vaglið. Nógv fólk var samankomið á Vaglinum í Havn flaggdagin, men tíverri hoyrdist einki av ti, sum reðarin hevði at siga. Hátalaraanleggið var sum ikki einaferð í ólagi. Stuðul er ikki bert peng- ar, men eisini umrøda og herðaklapp frá rettum stað. Vit mugu miðvíst virka sum arkitektar í byggingini av eini áhald andi feroyskari mentan og føra ein mentanarpolitikk til verju fyri føroysk eyð- kenni, uttan kortini at gera okkum til heim- fødingar, soleiðis at vit halda, at bert tað á ein ella annan hátt kann bera navnið feroyskt, so er tað gott. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um, at onkur hevur sagt, at øll tjóðskaparlig list er vána- lig, meðan ell góð list er tjóðskaparlig. Hetta er sjálvandi ikki heilt beint, men ein sannleiki er í tí kortini. Tað er av stersta týd ingi, at teir sum ráða fyri borgum skilja, at tað gamla hugnaliga bygda- samfelagið er farið í seguna og við tí nógv av teimum eyðkennum, sum vit meta sum feroysk. Tað land, sum einaferð var, livir í huganum á teimum eldru, og við hvert halda tey eisini at tað er til enn, men tað er farið og ósjón- ligt fyri tí yngra og upp- vaksandi ættarliðinum. Tí má nýggj mentan áhald- andi skapast í tí gamla, sum farið er, um ikki mentanarlívið skal stirna og at enda hverva heilt. Kortini, hesum beri eg á ongan hátt ótta fyri, tí tað er eitt sera virkið og skap- andi fólk, livir í hesum landi Takk fyri. sum Neyta- og rossasýning Neyta- og rossasýning verður í z Suðuroyar og Sandoyar sýslu umleið 20. mai. Tey sum skulu luttaka, bidast gera. so væl at boða frá innan 14. maí til Royndarstødina, fjørdur. tif. 21501, Kolla- SYNINGARNEVNDIN kr. Merki kr. 66M — 1.920,- 61M — 3.497,- 66MK — 2.325,- 67MS — 5530, 62M — > 2.341,- 67MV — 10.445,- 62MS — 2.870, NM — 2.300, 60M — 2.650, 71MS — 2.615 P/F TORSHAVNAR SKIPSHANDIL A BRYGGJUNI aftan fyri havnarpakkhúsini TLF. 12330