Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sína egnu brennistød Hóast tað tekniskt hevdi verið nóg mikið við einari ruskbrennistø3 í Fer- oyum, er líkt til, at vit fáa tvær. Eina í Havn og eina í Leirvík. Áralangar tingingar hava verið um hvussu ruskmálið skuldi loysast. Í langa tíð var arbeitt við meguleikanum um at gera eina ruskbrennisteð fyri alt landið, men av tí at eingin semja kundi fáast gjørdi Havnin fyri einum ári síðani av, at byggja sína egna brennisteð. Hendan verður liðug fyrst í komandi ári. IRF — Interkommunali Renovatiónsfelagsskapur- in — roknar nú við, at fáa tey endaligu loyvini at byggja sína brennisteð í Leirvik. Sum sagt, er einki til hindurs fyri, at alt ruskið kundi verið brent á t.d. steðini í Havn. Byråds- formaðurin í Havn segði í práti við Sosialin leyg- ardagin, at um fyrispurn- ingur um samstarv kom frá IRF. fóru teir at við- gera spurningin av nýggj- um, og vildi býráðið við- gera hann positivt. Til hetta sigur for- maðurin i IRF, Jógvan Is- aksen, at sjålvandi eiga vit at hava åvist sam- arbeiði. Tað kann jú henda, at onnur brenni- steðin má steðga av eini- hverjari orsek. Sjálvandi hava vit gjørt bingið so stórt, at ruskið kann goymast eina tíð, men ikki longri tidarskeid. Spurdur um IRF fer at taka spurningin uppaftur, soleiðis at tað bert verður hin eina brennistødin, sig- ur Jógvan Isaksen, at tað -oknar hann ikki við. — Vit hava fingið fyri- bils byggiloyvi frá bygd- arráðnum í Leirvík, og nú skal heilsunevndin í Leir- vík siga sína hugsan. Her verða so ávísar treytir settar, sum sjálvandi skulu lúkast, sigur Jógv- an Isaksen, sum vónar, at teir um stutta tíð kunnu bjóða arbeiðið út í sam- band við bygging. IRF hevur nevndarfund í dag og tá verður avgjørt, nær aðalfundurin helst um hálvan juni verður — Brennistødirnar eins stórar Brennistødin, sum ætlandi verdur bygd i Leirvik, verður á stedd við hana, sum verður bygd á Sand- víkarhjalla. Teknikararnir hjá IRF gera í letuni neyvar kostnaðarmeting- ar. Jógvan Isaksen veit ti ikki við vissu, hvat kostnaðurin verður, men einar 40 milliónir eru ikki heilt av leið. Spurningurin um hvussu verður við ti rusk- inum, sum ikki verður brent, er enn ikki endaliga greiddur. Nevndin í IRF hevur verið kring landið og kanna hvussu og hvar kann tyrvast, men hevur alt ruskbrennismálið verið so fløkt, at vit ikki hava kunnað tikið nakra enda- liga stødu tí viðvíkjandi, sigur Jógvan Isaksen. Hann sigur, at teir nú fyrst og fremst vilja hava ell neyðug loyvi til stød- ina. soleiðis at byggingin kann byrja. Um tað fer at ganga sum ætlað, verður byrjað eftir summarfritid- ina og steðin kann takast í nýtslu um hálvtannað ár. tór.- Fiskimenn og havnarfólk oftari magasår Føroyar likjast mest Dan- mark, tå tað snýr seg um, hvør fær magasår. Fleiri fólk i Havnini enn á bygd fáa sjukuna, og tað eru eisini fleiri yngri fólk Havn, sum fáa magasár Fiskimenn fáa eisini nógvir magasár Hetta visir ein kanning, sum er gjørd á Lands- sjúkrahúsinum av umleið fólkum, sum astu árini hava verið til kanningar á Landssjúkra- húsinum. Kanningin er ikki liðugt viðgjord. Jógvan Róin, yvirlækni, hevur staðið fyri kanningini, og í sam- starvi við Petur Zachar- iassen á Stødisutbugving- ini verða allar upplýsing- arnar koyrdar inn á edv fyri at greina kanningina meira gjella. Tá koma óivað fleiri upplýsingar fram, sigur Jógvan Róin. Hetta er ein táttur í læknarådstevnuni, ið byrjar í Feroyum hós- dagin. Ur Danmark, Svø- ríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi koma 415 læknar á stevnu saman við eini 50 føroyskum læknum. Tað er ein serlæknastevna um maga-, tarm-, bris- og livrasjúkur. 3600 sein Fyrsta stevna i Føroyum Tað verður fyrsta ferðin, at slík ráðstevna, ið er ár- lig. verður hildin í Før- oyum. Tað eru tveir fel- agsskapir, ið hava ráð- stevnuna saman. Annar felagsskapurin viðger sjálvar sjúkurnar, og í honum eru feroyingar partur av ti danska. Hin felagsskapurin hevur sum mál kanningar av sjúk- unum og viðgerðartól. Í hesum felagsskapinum eru føroyingar sjålvstød- ugur limur 10 evni eru tikin fram at vidgera å rådstevnuni. Til hvørt evni eru bodnir tveir teir kønastu i Nordurland- inum at leggja til rættis. Evnini eru øll, sum nevnt, um maga-, tarma-, bris- og livrasjúkur av ymsum slagi. Tad eru mest hini londini, ið hava ser- frødingar, ið kunnu leggja fram nýggja granskingar- vitan. Men feroyingar hava eisini gjert kanning- ar. Ein teirra er kann- ingin, ið umrødd er fyrst í greinini. Fleiri orsøkir Fleiri orsekir eru til, at fleiri fólk í býum enn á bygd fáa magasår. Soleid- is er eisini i eðrum lond- um. Arbeiðið í Havn er eðrvísi enn á bygd. Í Havn eru bæði tær hægru útbúgvingarnar tann mesta umsitingin alt hevur meira skund Ein onnur skjúka, ið er kannað í Feroyum, er blødandi tarmasjuka. Ti kanningini verður eisini greitt frá á rådstevnuni, sigur Jógvan Róin. Eins og við magasárum er henda sjúkan ymisk frá landi til land. Kanning- artilfarið er ikki tað stóra, men líkt er til, at sjúkan er títtari enn í teimum flestu av hinum norðurlond- unum. Hver orsekin er til sjúkuna, er ikki greitt. Hildið verður, at tað er ein ovurviðkvæmissjúka. Aðrar sjúkur Nógvar aðrar sjúkur verða tiknar fram á ráðstevnuni, eitt nú bris- og livra- sjúkur. Tað er nýtt at ráð- stevnan fer at viðgera bris- og livratransplanta- sjónir, t.v.s. at geva fólki nýtt bris ella nýggja livur. Í Noråurlondum verða slíkar skurðviðgerðir ein- ans gjørdar i Stockholm og i Oslo, og leidararnir å báðum deildunum verða við á ráðstevnuni. Ein føroyingur er sendur av landinum at fáa slíka við- gerð. Nógv fólk fáa livra- sjúku av rúsdrekkaovur- nýtslu, men tað eru ikki teir sjúklingarnir, sum fáa nýggja livur. Oftast eru tað kvinnur, hvers livur av onkrari orsek ikki virkar. Tað hevur hvorki nakað við rúsdrekka ella nýtslu av heilivági at gera, sigur Jógvan Róin. Fólk við ill- kynjaðari sjúku í livrini, hava eisini terv á nýggjari livur Fáa nýggja vitan Vit fáa nógv at vita á eini slíkari ráðstevnu. Vit- an okkara verður ferd fram til dagin í dag. Lut- takararnir eru allir fólk, sum dagliga arbeiða við hesum spurningum, og sum kunnu leggja fram ta nýggjastu vitanina, og hvat gerast kann, sigur Jógvan Róin — Fyri okkum í Før- oyum hevur tað ógvuliga stóran týdning at kunna vera við. Vit eru so av- byrgd, og langt er at fara á slíkar fundir. Ikki minst hevur tað týdning, at vit fáa samband við teir bestu serfreðingarnar í Norður- londum, sigur Jógvan Róin Ráðstevnan byrjar mánadagin, men longu í dag koma teir fyrstu lut- takararnir. Hinir koma í morgin. Mikukveldið er Tórshavnar býráð vertur fyri nátturða fyri gest- unum á Hotel Borg. Ráð- stevnan endar leygardag- in. Ráðstevnuluttakarar- nir skulu annars á útferð ein seinnapart, og hós- kveldið verður kveldseta, sum Pauli í Sandagerði og Sanna Dahl hava lagt til rættis, í Norðurlanda Húsinum. Gjalda sjálv Helvtin av gestunum skal búgva á hini heima hjá fólki, sum hava boðið sær til at hýsa gestum. Fólk hava verið gistingarhúsi einastandandi beinasom. sigur Jógvan Róin. Luttakararnir = gjalda sjálvir fyri ferð og tilhald Útreiðslur eru keortini nógvar, eitt nú eru 27 ser- frødingar bodnir við. Tað verður alt figgjad við stór- ari hjálp ymsastaðni frá Allir peningastovnarnir uttan Feroya Banki hava stuðlað, sigur Jógvan Ró- in. randi Nýggjasta útspæl í rentukrignum Rentukriggid heldur fram. Nyggjasta utspælid kom i gjår ur Føroya Banka, tå P/f Husalån, dótturfelagið hjá Føroya Banka, boðaði frá, at frá 1. juni bjóðar tað teimum, sum eru í ferð við at byggja og hava byggilán í Feroya Banka, upp til 150.000 kr. í láni. Afturgjaldingartidin Frimerkja- savnarar 50 år Í morgin, 28. mai, verður Feroya Filatel- istfelag 50 ár og í hes- um sambandi verður mótteka á Hotel Haf- nia frá kl. 16.00 til 18.00 Har verður greitt frá um felagið og um framsýningina Nordat- lantex 86. fyri hesi lán verður 20 ár og fimm tey fyrstu er av- dráttarfri. Rentan verður 12% um árið og stovningarprov isionin, 2%, verður drigin frå, tá lánið verður ut goldið. Samstundis, tað er | juni, lækkar Húsalán rentuna á ellum verandi lánum niður í 11% Føroya Filatelistfelag Stovnað 28. mei 1936