Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mai 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 58 — 27. maí 1986 Løgreglan: Ólógligt men vit leggja ikki uppi — Far Con fekk ikki loyvi at halda konsert hvitusunnuaft- an i fjør. Men samstundis segði løgreglan, hon fór ikki at steðga konsertini. Hetta eigur at koma ákærda stjóranum í Far Con til góðar, heldur verji hansara. Løgreglan átti at ávarað meg um avleiðingarnar, segði stjórin í rættinum fríggjadagin. Martin K. Mouritsen, stjóri i Far Con, fekk at vita frå løgregluni, at hon fór ikki at leggja uppí, bleiv Herreyskonsertin hildin hvítusunnuaftan uttan loyvi. Og tað gjørdi løgreglan heldur ikki — tá. Men seinni bleiv Martin K. Mouritsen ákærdur fyri at hava brotið halgidags- lógina. Føroya rættur skal nú avgera, um hann skal gjalda 100.000 kr. í bót, soleiðis sum ákæru- valdið krevur. Verjin hjá Martini, Jógvan P. Lassen, segði í rættinum fríggjadagin, at konsertin á Hálsi var ikki »offentlig forlystelse« sambært halgidagslógini frå 1923. Hon umfatar ikki konsertir, segði Jógv- an P. Lassen. Hinvegin eru konsertir nevndar í politiviðtekuni fyri Tórs- havnar kommunu. Men henni er Martin íkki ákærdur eftir, segði hann. Jógvan HP. Lassen segði, at legreglan hevði kunnað steðgað konsert- ini, um áivara var aftan- fyri noktanina um loyvi. Hann segði, at sær vit- andi er hetta fyrsta sakar- mál um brot á halgidags- lógina. — Hendan lógin er so ofta brotin og verður Martin demdur, so er rætt og slætt talan um at gera mun á fólki, segði Jógvan P. Lassen. Hann visti eisini á, at konsertin á Hálsi gav stórt hall, stívliga 100.000 kr., so tað er heilt burtur- við at krevja so stóra bót. Almennur dansur Martin K. Mouritsen er eisini ákærdur fyri brot á halgidagslógina og politi- viðtekuna í sambandi við dansin í Dallas, sum hev- ur varað longur enn loyvt. Til hetta hevði verjin ikki so nógvar viðmerkingar. Hann gjerdi tó vart við, at atgongumerkjaselan hverja ferð er endað ásetta ti. Talan er tí ikki um nakran eykavinning burt- ur úr hesum dansikveld- um. Fútin hevur eisini ákært Páll Poulsen, nevndarlim í Havnar Jazzfelag, fyri brot á halgidagslógina hvitusunnuaftan í fjer. Felagið hevði dans í Dansihellini í Havnar Klubba. Ein og hver slapp inn og er til- takið tí at rokna sum al- ment og sostatt brot á halgidagslógina, segði Finn Ougaard, varafúti, í rættinum friggjadagin. Hann samabar Jazz- felagið við diskotekklubb- an Gaman, sum fútin fekk Feroya rætt og Lands- rættin at steðga fyri nekr- um árum síðani. Verjin hjá Pálli Poul- sen, Trygvi Jacobsen, vísti aftur ákæruni og kravdi frideming. Hann segði, at ongin ivi er um, at Havnar Jazz- felag er eitt felag og vísti til lóg tess. Viðvíkjandi bótini, sum ákæruvaldið krevur, segði verjin, at fútin veit onki um, hvussu nógv fólk vóru í Jazzfelagnum hetta Síða 5 kveldið. Kravda bótin, 10.000 kr., er funnin á tann hátt, at fútin hevur roknað við fullum húsi, 340 fólkum, og margfaldað tað við at- gongumerkjaprísinum 30 kr. Bæði Jógvan P. Lassen og Trygvi Jacobsen vístu á, at eftir halgidagslógini kunnu bara demast betur millum 10 og 500 kr. Hes- um vísti Finn Ougaard aftur við at vísa til eina nýggjari lógarreglu. Steðga spekulatión. Finn Ougaard segði, at fútin vil við hesum sakar- málum steðga eina ferð med alla allari spekulatión í halgidagslógini, sum hann málbar seg. Tað eigur ikki at kunna bera til at taka eina lítla bót við sum eykaút- reiðslu, tá tiltek, sum eru í stríð við halgidagslógina, verða fyrireikað. Martin K. Mouritsen er professionellur handils- maður á show business økinum og hann eigur at vita, hverjar reglur eru galdandi og fylgja teim- um, segði ákærin. hd Nógvir vegir fora til skaðastovuna Seks ungfólk endaðu á skaðastovuni á Lands- sjúkrahúsinum um viku- skiftið eftir ferðsluóhapp. Seinnapartin leygar- dagin, beint eftir klokkan hálvgumtrý, fór ein per- sónbilur út av vegnum norðan fyri Kollafjerð. Triggir ungir menn úr Runavík vóru í bilinum og blivu teir allir fluttir á skaðastovuna til viðgerð- ar Bilurin gjørdist vrak Løgreglan i Havn visti ikki i gjår, hvør orsøkin var til óhappið, men hetta verður kannað. Leygardagin seinna - partin kom ein 12 ára gomul genta fyri ein bil á Norðara Ringvegi, við Villingardalsvegin. Gentan var komin úr bussinum og gjerdi tað, ein ikki eigur at gera: fór út á vegin áðrenn bussurin var farin. Gentan fór á Lands- sjúkrahúsið, har hon bleiv innlegd. A midnått leygarkvøld var samanstoytur millum eitt prut] og ein hyruvogn við Kekubúðina. Drong- urin á prutlinum varð fluttur á skaðastovuna. Og klokkan stívliga trý mánanáttina fór ein bilur út av vegnum norðan fyri Kjalnestanga. 19 ára gamli bilførarin, sum var emsamallur, bleiv fluttur á skaðastovuna. Bilurin fekk stóran skaða. Fleiri herverk, innbrot og stuldur hava verið í Havn um vikuskiftid Millum annað eru nakrir stórir handilsrútar brotn- ir Um hálvgumtrý tíðina leygarnåttina fekk log- reglan fráboðan um, at ein bilur hevði rent í ein garð á vegamótinum Undir Pisuvarða/Tinghúsvegur Bilforarin var rýmdur, men hann bleiv tikin hálv- anannan tima seinni og er skuldsettur fyri at hava yrt við kenning Bilurin, sum seinnapartin leygardagin fór út av veg- num norðan fyri Kolla- fjørd, gjørdist vrak. Sum tað skilst, fór bil- urin út av vegnum á leið har, sum ein bilur hómast í mjerkanum, og fór síðani bóltandi fram við vegnum til hann steðgaði við víki- plássið. Triggir ungir mans end- aðu á skaðastovuni. Tóku ein kassa Um vikuskiftið hevur aftur verið innbrot á post- húsinum í Saltangará. Ein brennivinskassi er horvin Stevna var á Skála, men har var friðarligt allar mátar sigur løg reglan í inavik. Nógvir teðgaðir, men 4 IS bilar blivu s 1 er SKI r IVr + r