týsdagur 27. mai 1986síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
a
Lysingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Karsten og Marie Louise Hoydal her saman við Steinbirni Jacobsen til feðingardagshaldið hjá Amnesty
International í Norðurlandahúsinum seinasta leygardag.
Torført at fáa føroyingar
at gera aktivt arbeiði
Hóast limatalið í foroysku deildini av Amnesty International er
sera høgt sammett við onnur lond, so eru tað tó alt ov fá fólk,
sum vilja vera við til at gera eitt aktivt arbeiði, sigur for-
maðurin Halgir Winther Poulsen i samrødu við Sosialin
— Tað er sera torført at
fåa føroyingar til at gera
eitt aktivt arbeiði til
frama fyri Amnesty Inter-
national felagsskapin. Tað
er so vónleyst at síggja,
hvussu lítil áhugi tað í
veruleikanum er fyri tí
annars so týdningarmikla
arbeiðinum hjá Amnesty
sigur formaðurin Halgir
Winther Poulsen.
Hann vísir á, at stersti
trupulleikin hjá feroysku
deildini av Amnesty In-
ternational er og hevur
verið tað tey seinastu 10
árini at fáa fólk at ganga
meira virkin upp í arbeiðið
hjá felagsskapinum.
— Vit eru sjálvsagt
fegin um, at fólk tekna seg
sum lim og gjalda lima-
gjald. Men okkum tervar
Óli Jacobsen, nevndarlimur í Amnesty International,
Heinesen, rithevundi vóru við til feðingardagshaldið
Feroya Deild og Jens Pauli
aktivar limir, ið kunnu
luttaka í arbeiðinum hjá
Amnesty, sum m.a. snýr
seg um at skriva brev til
myndugleikar í londum,
sum ikki virða manna-
rættindini.
Formaðurin í Anemsty
vildi fegin, at fleiri ung-
fólk i Føroyum komu upp í
arbeiðið, sum hann sjálv-
ur heldur vera av stórum
týdningi
— Eg haldi tað er stórt
spell, at vit feroyingar
ikki kunnu ganga meira
aktivt uppi eitt slíkt ar-
beiði, nú vit meta okkum
vera ein upplýst og
mentað tjóð.
— Tað er sjálvandi gott
at vita sær, at limatalid í
Feroyum sammett við
onnur lond er millum tað
hægsta, ieggur Halgir W
Poulsen aftrat, men hann
má kortini ásanna, at á-
hugin fyri at gera eitt
ítekiligt arbeiði er ov lítil.
Annars ivast hann ikki
í, at tað arbeiði, sum Am
nesty limir gera, er av
stórum týdningi fyri teir
mongu fangar, sum verð
órættvíst viðfarnir í fleiri
av heimsins londum
Eg eri sannferdur
at eitt
um, bræv úr Fer-
oyum til hesar myndug
leikar, hevur eins stóran
týdning sum kanska 100
brøv úr Týsklandi, Bret
landi ella onkrum eðrum
stórlandi
Av ti at vit úti í ti
stóra heimi eru rættiliga
ókend so skapar
áheitan úr júst Feroyur
størri ans teimum lond
T I tr g r 5 k
dag ga rða Ink k
haldi ið « 1
stórum týdning 1
m.a. skriva hesi brevini
og til tess er so aftur
neyðugt við aktivum
limum.
Til
Amnesty International
25. mai 1986
Tey tóku meg, royna at týna tað,
sum samvitskan beyð mær at fremja,
nú siti eg fangi í myrkastovu,
tey vilja til heljar meg lemja
Vilstu brødur og systrar, tit
id nú hava meg í hondum
Hvor kveikti í tykkum grimdarhug
at losta og ko rlum og brondum
saknur av blåum himr
og at
* Í fr r Få
g fuglalåti å morgr
her slóknaðu gleimur og barnaspa Í
og vindsuð í grasi og korni
Sak nur storri enn nakar eit um
í vónloysi viknar tolið,
drúgt er at doyggja hjá ellum teim,
sum meinslast í fangaholi
Karsten Hoydal
so eisini konsert.
Halgir Winther Poulsen
heldur eisini, at tað er bert Í samband við dagin
gott fyri umdemi okkar hevði Karsten Hoydal
sum tjóð, at vit gera eitt gjert eina yrking, sum
stórt sjálvboðið arbeiði til
frama fyri fangar kring
allan heim.
Í samband við 25 ára
stovningardagin hjá Am-
nesty International varð
skipað fyri fødingardags-
haldi í Norðurlandahús-
inum leygardagin.
Har var sangur og tón-
leikur, upplestur og films-
fyrivísan. Um kveldið var
hann eisini las upp.
Øll kunnu annars gerast
limir í Amnesty Inter-
national. Limagjaldið er
125 kr. fyri hjún, 76 fyri
einstaklingar og 50 kr
fyri lesandi og pensionist-
ar
Adressan hjá Amnesty
er box 58 í Havn
jan
Halgir Winther Poulsen formaður í Amnesty Internati-
onal, Feroya Deild og Anette Wang, nevndarlimur.
Hinir nevndarlimirnir eru Óli Jacobsen, Sheila Arnskov
og Sofus Johannesen.