leygardagur 31. mai 1986síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 60 — 31. maí 1986
=
. På
tHiAndahla AA
… og gott og væl tað
1 miljón fyri kost og uppihald
— bert fyri eitt arbeiðspláss
— Tað, at seta so nógv
arbeiði í verk, at neyðugt
er við nógvari útlendskari
arbeiðsmegi, hevur nógv-
ar vansar við sær.
Bert fyri eitt av arbeiðs-
plássunum í Havn letur
arbeiðsánarin — Tórs-
havnar Kommuna — og
tað vil aftur siga skatt-
gjaldarin í Havn, eina
millión krónur í kost og
uppihald fyri.
Sambært byggivirkið
E. Pihl & Søn er tað
heldur ikki nøkur serliga
góð forrætning, at hava
útlendingar í arbeiði. Tað
kostar bæði stríð og peng-
ar.
” Tå tilboð verða givin
uppá byggi- og anleggs-
arbeiðir er vanligt við á-
vísum fyrivarnum. Eitt
tað týðandi fyri-
varnið er tað hjá Feroya
Handverksmeistarafelag
mest
Í 4. grein í hesum fyri-
varni stendur:
Arbeiðstakarin kann
krevja leingjan av tíðar-
freistini, um útbúgvin ar-
beiðsmegi ikki kann út-
vegast. Somu rættindi
hevur arbeiðstakarin við-
víkjandi tilfarsveitingum,
ið eru rættstundis bílagd-
ar, men sum ikki koma
fram til tíðina.
Um arbeiðsmegi, sum
vanliga fæst á staðnum,
eftir avtalu við arbeiðsán-
aran verður tikin av bygd,
rindan arbeiðsánarin út-
reiðslurnar ið standast av
hesum, til ferðing, vistar-
hald v.m.; afturat hesum
verða lagdar umsitingar-
útreiðslur.
Sum tað sæst, verður her
sagt, at arbeiðsmegi kann
takast av bygd, um íkki
nóg mikið er á staðnum. Í
dag er hesin meguleiki
neyvan til, og má tí leitast
út um landoddarnar.
Húsaviðurskifti
Ein annar vansi av so
nógvari útlendskari ar-
beiðsmegi er, at onku-
staðni skulu hesi fólk
búgva. Bert eitt av byggi-
feløgunum i Havn, E. Pihl
& Søn hevur leigað 20 — 25
Hús ella íbúðir. Hetta
hevur sjálvandi aftur við
sær, at trongligari er hjá
havnarfólki at fáa okkurt
at búgva í, og haraftrat
verður prísurin hægri,
tess sterri eftirspurning-
urin er
tor.-
Stor havnautbygging fer fram vid eystara keiøki i Havn
Steen Balle, stjóri i E. Pihl & Søn i Føroyum:
Sum heild skeivt at
hava sett å so
nógv arbeiði í senn
E. Pihl & Søn er í løtuni
landsins størsta privata
arbeidsplåss. Har arbeida
130 fólk. Av hesum 130
fólkunum eru 50 útlend-
ingar.
Steen Balle er stjóri í E.
Pihl á Søn í Føroyum.
Spurdur um, hvat tað
kostar eyka, at hava út-
lendska arbeiðsmegi í
staðin fyri foroyska, sigur
hann, at í flestu førum
hava teir sjálvir verið
noyddir at gjalda nógvar
eyka útreiðslur í samband
við útlendska arbeiðs-
megi, men í samband við
okkurt av hesum seinastu
arbeiðunum er avtala
gjørd við arbeidsånaran
um at bera hesar útreiðsl-
ur. Steen Balle sigur, at í
hesum ferinum er arbeiðið
dýrkað av hesi orsøk við
umleið 5 0/0-um.
Ikki møguleika at
bjóða uppá fleiri
arbeiðir
Spurdur um teir bjóða
uppá enn fleiri arbeiðir,
hóast vónleyst er at fáa
foroyska arbeiðsmegi, sig-
ur Steen Balle, at teir als
ongan meguleika hava
havt at bjóða uppá fleiri
av teimum arbeiðum, sum
eru útboðin í seinastuni.
Hann sigur, Pihl á Sen
ongan meguleika hava at
fara undir nakað nýtt ar-
beiði komandi 3—4 mán-
aðarnar
Metir tú tað er beint
seta fleiri arbeiði í
gongd, tá ein framman-
undan veit, at ógjerligt er
at fáa feroyska arbeiðs-
megi?
Sum heild haldi eg
ikki tað er beint, at so
nógv arbeiðir eru sett í
verk. Fyri okkara viðkom-
andi kann eg siga, at tað
eru ikki bert arbeiðsmenn
og handverkarar vit ikki
hava nóg mikið av. Tað er
eisini verkfreðingar og
haraftrat maskinamboð.
Steen Balle sigur, at
teir hevdu stórar trupul-
leikar uppi í Villingardali.
Eitt heilt sjakk rýmdi, og
at teir nú við neyð og deyð
hava fingið nakað av fólki
aftur, men hetta hevur
kostað teimum nógv og
haraftrat = er arbeiðið
vorðið seinkað í 3 til 4 vik-
Formaðurin í Hand
verkarafelagnum bar ótta
fyri, at útlendingarnir
koma at taka arbeiðið frá
feroyskum handverkarum
tá minni arbeiði verður
aftur. Hvat sigur Steen
Balle til tað?
Tað er eingin vandi
við ti. So skjótt arbeiðið
minkar, fara útlendingar-
nir heimaftur. Hetta kost-
ar okkum eisini alt ov
nógv. Í flestu forum mugu
vit sjálvir gjalda hesar
eykaútreiðslur, og ofta er
ógvuliga trupult at fáa
pengarnar aftur. Vanliga
tingast vit við arbeiðs-
ánaran um eitt krónutal
fyri útlendska arbeiðs-
megi. tór.-
Hvat sigur formaðurin í
Havnar Handverkarafel-
ag, Høgni Højgaard?
— Er talan um almenn
arbeiðir, sum kunnu bíða,
áttu vit ikki at sett tey í
verk enn, tí almikið er av
arbeiði frammanundan.
Vit kunnu lættliga koma í
somu stæðu sum i 1981-82,
tá handverkarar gingu ar-
beiðsleysir tveir og triggj-
ar mánaðar um veturin.
Tað er ikki óhugsandi at
hetta verður stødan aftur
um eini tvey til trý ár.
Um hverja ávirkan út-
lenskir handverkarar
kunnu hava her sigur
Hegni Hejgaard, at tað
kann henda, at teir búseta
seg her og harvið taka ar-
beiði frá føroyskum hand-
verkarum, so skjótt ar-
beiðið minkar aftur.
Tað er arbeiðsgevarin,
sum ger av, hvenn hann
vil hava í arbeiði, og
henda kann, at føroysku
handverkararnir verða teir
fyrstu, sum verða upp-
sagdir. Hetta vildi verið
katastrofa fyri feroying-
ar, men leggur Hegni aft-
rat, at tá má man bert
vóna, at samvitskan hev-
ur nakað at siga.
— Vit uppliva eisini alt
ov ofta at tá sokallaðir
ídnaðarbygningar verða
settir upp, koma útlend-
ingar at seta upp, og tá
húsið stendur liðugt,
skapar hetta hús einki ar-
beiðspláss meira. Um tað
ikki veruliga eru arbeiðs-
skapandi virkir, sum
skulu byggjast á nýggja
idnadarøkinum á Sand-
víkarhjalla, kundi hendan
bygginúning einsvæl bíð-
að nakað, heldur Hegni
Hejgaard.
Mæla til at
taka lærlingar
Havnar Handverkarafelag
hevur mangan heitt á ar-
beiðstakarar um at taka
lærlingar i enn sterri mun
enn teir hava gjørt. Høgni
Hejgaard sigur, at tað eru
arbeiðstakarar, sum hava
nógvar lærlingar, men so
aftur aðrir, sum treyðugt
vilja.
— Tað eru í letuni ikki
so nógv ungfólk, sum bíða
eftir einum læruplássi,
sigur Hegni. Ein av or-
sekunum til hetta kann
vera, at binda seg fýra ár
er kanska long tíð, og len-
in hevur sjálvandi eisini
nógv at siga.
— Skulu vit sammeta
okkum við aðrar lenar-
bólkar, hava vit 33 ár at
vinna lærutíðina inn-
aftur.Um lærlingurin er
útlærdur, tá hann er 22
ára gamal, nærkast hann
pensiónsaldri, tá hann
hevur vunnið lærutíðina
innaftur.
Um vit skulu sammeta
okkum við t.d. starvsfólk
og vinna lærutíðina inn-
aftur eftir 10 árum, átti
tímalenin at verið 9 krón-
ur hægri.
Vikulenin fyri 40 tíma
viku hjá handverkara er í
dag 2.743,60. Lærlinga-
lenin er fyrsta árið 25% og
tey fylgjandi 35%, 45% og
55% seinasta árið.
tór.-