mikudagur 13. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 218 - 13. november 2002
Nr. 218 - 13. november 2002
3
Filmurin hjá
Teiti Árnason
fekk virðislønina
»Videosektion-
ens pris«
VIRÐISLØN
Tíðindaskriv
Heimildarfilmurin
hjá Teiti Árnason,
»Burturhugur - faro-
ese
observations«,
sum lýsir lív og
umstøður hjá nøkrum
fólkum í Hattarvík,
varð frumsýndur á
listastevnuni í Norð-
u r l a n d a h ú s i n u m
2001.
Síðani hevur hann
verið sýndur á fleiri
listastevnum, nú um
mánaðarskiftið ok-
tober-november
á
»Nordische
Film-
tage« í Lübeck og á
»Uppsala Internatio-
nella Kortfilmfesti-
val«. Á hesi seinnu
stevnuni fekk film-
urin
virðislønina
»Videosektionens
pris«.
Fyrispurningar um
Hattarvíkar-filmin
eru komnir úr Torino
í Italia og úr París. Í
vetur verður hann
sýndur í íslendska
ríkissjónvarpinum.
Slaktarin á Jydeholmen í
Vanløse, Bent Lilhom Niel-
sen, varð í fjør av »Kjøben-
havns Slagterlaug« kosin
ársins »Laugmester for
særlig indsats«.
Heimildarmaður okkara
fekk eygað á diplomið, sum
hongur í handlinum – og
sum óivað er dýrur lutur hjá
ognarmanninum. Tað er
sum viðurkenning fyri sera
framkomna kjøt- og við-
skerabúð, at hann hevur
vunnið heiðurin.
Bent var í læru hjá páp-
anum, Henning Lilholm
Nielsen, slaktarameistara,
sum hevði slaktarahandilin,
til Bent tók yvir. Pápin
doyði í 1993. Henning var
fyristøðumaður í kendu
kjøt- og viðskerabúðini,
Smæruni, á Abbatrøð í
Havn í mong ár eftir
krígslok, til hann og konan,
Judith, í 1953 búsettust í
Keypmannahavn.
Myndin sýnir Bent í kjøt-
og viðskerabúðin í Jyde-
holmen. Mamma Bent er úr
Leynum úr fittliga stórum
barnaflokki, hon vaks upp í
Havn. Hittir tú Bent, tosa
bara føroyskt, tí tað skilir
hann.
Á myndini er skyldkon-
an, Birita, hon hevur bílagt
tað, sum grýtuklárt skal á
jólaborðið í vøggustovuni á
Vester Fælledvej á Vestur-
brúgv, har hon er deildar-
leiðari.
»Burtur-
hugur«
fekk
virðisløn
í Uppsala
Bent var Laugmester 2001
Hósdagin í farnu viku var
hátíðarhald á Flyvestation
Værløse, har starvsfólk hjá
flogvápninum fingu For-
svarets Medalje frá verju-
ovastanum, Hans Jesper
Helsø, generali.
Millum hesi fólk var
eisini Ove Ritter, sum er
dani, men sum býr í Havn
saman við føroysku konu
síni við familju.
Ove Ritter, sum er seni-
orsersjantur, fekk »For-
svarets Medalje« fyri inn-
sats sín í Kirgisia, har hann
hevur starvast sum vaktar-
liðsleiðari á øðrum av vakt-
arliðunum,
nevnt
Air
Movement Control Ele-
ment (AMCE). Har gingu
teir støðugt í 12 tíma vakt í
samstarvi við amerikanska
flogvápnið
og
fronsku
AMCE-deildina.
Danska flogvápnið setti í
januar í ár til taks eitt C-
130 flogfar og eina AMCE-
støð. Uppgávan var at
AMCE-støðin skuldi taka í
móti og viðgera øll sløg av
luftforsýningum til og frá
støðunum í Kirgisia. Síðani
skuldu flogfør hjá teimum
níggu londunum, sum eru í
hesum samstarvi, flúgva
forsýningarnar til støðir í
Afghanistan.
Heiðurin at fáa »For-
svarets Medalje« var stovn-
aður tann 27. november í
1991 og verður givin mili-
terum og sivilum persón-
um, sum hava gjørt ein
serligan innsats fyri verjuna
uttan
fyri
Kongaríkið
Danmark.
Ove Ritter fingið
»Forsvarets Medalje«
Ove Ritter í Havn fekk hósdagin »Forsvarets Medalje« frá
verjuovastanum, fyri arbeiðið sítt fyri donsku verjuna Kirgisia
KONSERT
Norðurlandahúsið
Annað tiltakið í skránni hjá
Orfeusi í vetur verður við
klaverleikarunum báðum
Stamen Stantchev og Yurij
Penev. Teir fara at spæla
ferhentan klavertónleik í
Norðurlandahúsinum og í
Vestmanna.
Stamen Stantchev varð
føddur í Assenovgrad í
Bulgaria og tók útbúgving
sína av tónlistarskúlanum í
Plovdiv. Seinni hevur hann
tikið LRSM-prógv úr Ong-
landi. Stamen er fjølbroytt-
ur tónlistarmaður, hevur
spælt rokk, klassiskt, jazz
og hevur m.a. skrivað tón-
leik til nakrar av leikunum
hjá Grímu. Í 2002 kom út
"Klaverbókin hjá Stamen".
Hetta er savn við før-
oyskum løgum, hann hevur
útsett fyri klaver.
Yurij Penev er somuleiðis
ættaður úr Bulgaria - fødd-
ur í Shumen. Hann tók út-
búgving í tónlistar-náms-
frøði á lærda háskúlanum í
heimbýnum. Hann starv-
aðist í fleiri ár í Noregi,
bæði sum tón-leikari og
klaverlærari. Síðan á heysti
2001 hevur hann undirvíst í
klaverspæli í Føroyum.
Eisini í Vestmanna
Ferhenta skráin hjá Sta-
meni og Yurij fevnir m.a.
um verk eftir Diabelli og
Fauré, umframt Ragtimes
eftir Scott Joplin. Konsert-
irnar verða í Norðurlanda-
húsinum mikukvøldið 13.
november kl. 19.30 og í
Vestmanna skúla sunnu-
dagin 17. november kl.
17.00
Næsta konsertin í Dali
Næsta Orfeus konsertin
verður eftir ársskiftið, tá
limir úr Aldubárini fara at
spæla í Eiriksgarði í Dali
hin 9. februar og í Norð-
urlandahúsinum hin 12.
februar.
Stamen og Yurij – ferhent klaver
Slaktarahandilin hjá Bent
Lilholm Nielsen í Vanløse
vann heiðurin sum besta
kjøt- og viðskerabúð í
Keypmannahavn í 2001.
Bent er hálvur føroyingur
Bókadeild Føroya
Lærarafelags gevur
nú út kókibók hjá
okkara kokki, Guð-
mund Guðmundssyni
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Okkara kokkar hava verið á
skránni hjá Sjónvarpi Før-
oya í fimm vetrar nú. Og er
tað frá hesi matsendingini,
at vit kenna okkara kokk,
Guðmund Guðmundsson.
– Ígjøgnum hesi fimm
árini eru nógvar ymiskar
uppskriftir komnar undir
land, og fleiri hava eisini
spurt meg, hví eg ikki havi
gjørt eina kókibók burturúr
tí, sigur Guðmundur Guð-
mundsson.
Og nú er ein kókibók so
komin burturúr. Ein kóki-
bók við 61 uppskriftum.
Døgurðarættir,
dessertir,
salat, forrættir og annað er
innihaldið í bókini. Eisini
eru uppskriftir til mat við
lágum fiti.
Sjónvarpskokkurin legg-
ur dent á, at allar uppskrift-
irnar eru bara uppskot til,
hvussu tað kann gerast.
Ongin sigur, at tí kókibókin
sigur, at tað skal vera so-
leiðis, at tað eigur at verða
soleiðis.
Bókin er bygd upp á tann
hátt, at á hvørjari opnu eru
litmyndir. Ein mynd av lið-
ugt gjørda rættinum, um-
framt myndir, ið vísa ein
part av mannagongdini.
Har afturat eru ymsar aðrar
uppskriftir til salat og breyð
og annað, tó uttan myndir.
Strævið
Per á Hædd hevur tikið all-
ar myndirnar til bókina, og
sigur Guðmundur, at uttan
Per hevði bókin ikki verið
til.
– Eg havi eisini fingið
ótrúliga hjálp frá Bóka-
deildini, og har hava tey
verið ótrúliga hjálpsom,
sigur Guðmundur.
Myndirnar og rættirnir
vórðu gjørdir í summar á
Gamla Apoteki. Ein heil
vika, har átta tímar um
dagin vórðu brúktir til at
gera mat og taka myndir.
Nú er bókin so komin til
landið og í gjár á døgurða
borðreiddi kokkurin við
fimm ymsum rættum úr
bókini í Hornahúsunum í
Havn.
– Eg eri ógvuliga glaður
fyri úrslitið. Hetta er ein
bók, sum alt Føroya fólk
kann fáa gleði av, og eg
kann róliga siga, at tað er
alt stríðið vert, sigur okkara
kokkur.
– Tað er ein ótrúlig
kensla, at endiliga hava
bókina í hondini. Eg havi
glett meg fantastiska nógv
til bókin kom – nógv meira
enn eg helt, at man kundi
gleða seg til eina bók.
Okkara kokkur sigur
eisini, at vónandi er hetta
bara fyrsta bókin í eini røð.
Hann hevur longu ætlanir
um, at møguliga fara at
geva fleiri kókibøkur út,
men tað er jú ikki bara sum
at siga tað.
Men í fyrsta umfarið
fegnast Guðmundur um
góða úrslitið hann og
Bókadeildin til felags eru
komin við.
Bókin er nú til keyps í
bókhandlunum kring land-
ið.
Ein kókibók til Føroya fólk
Okkara kokkur, Guðmundur Guðmundsson hevur gjørt eina kókibók, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
3
2