mikudagur 13. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 218 - 13. november 2002
Nr. 218 - 13. november 2002
5
Hóast hann fekk
gegnistrupulleikar í
sambandi við Vága-
tunnilin, fer SEV
stýrið ikki at krevja,
at Klæmint Weihe
tekur seg úr evndini
fyri Norðoyatunnilin
GEGNIS-
TRUPULLEIKAR
Áki Bertholdsen
Tað verður ikki neyðugt hjá
Klæmint Weihe, stjóra í
SEV, at taka seg úr nevndini
fyri Norðoyatunlinum.
Poul Arni Jacobsen, for-
maður í SEV stýrinum, sig-
ur, at hóast Klæmint Weihe
fekk gegnistrupulleikar í
sambandi við Vágatunnilin,
fer SEV stýrið ikki at
krevja av honum, at hann
skal siga seg úr nevndini
fyri Norðoyatunlinum.
Annars gjørdi formaður-
in í Umboðsráðnum hjá
SEv, Hans Tausen Olsen,
greitt í Degi og Viku mána-
kvøldið, at hann vildi hava
SEV stjóran úr nevndini
fyri Norðoyatunnilin.
Men formaðurin í SEV
stýrinum sigur, at setanar-
treytirnar hjá stjóranum eru
eitt stýrismál og stýrið
krevur ikki, at hann skal
taka seg úr nevndini.
– Stjórin hevur fingið
eina átalu frá SEV stýrinum
og har liggur málið.
Annars er tað ikki SEV
stýrið sum ger av, hvørji
hjástørv Klæmint Weihe
hevur. Í hesum føri er tað
politiski
myndugleikin,
sum hevur valt hann í stýrið
og Klæmint Weihe sjálvur,
sum hevur tikið av.
Men hereftir verður tað
so, at limir í leiðsluni í SEV
skulu hava loyvi frá stýrin-
um fyri at kunna átaka sær
hjástørv og teir, sum eru í
nevndum, skulu hava loyvi
frá stýrinum undan hvørj-
um aðalfundi.
Poul Arni Jacobsen hel-
dur, at nú er tað gjørt stjór-
anum greitt, at øll mál hjá
SEV, sum hava við undir-
sjóvartunnilin at gera, eiga
at verða løgd fyri SEV stýr-
ið til støðutakan og tað
verður tað sama í sambandi
við Norðoyatunnilin.
– So fáa vit trupulleikar
av hesum slagi aftur, skal
tað undra meg nógv.
Annars heldur stýrisfor-
maðurin, at Sev stýrið má
nú eisini viðgerða málið
um at gera greiðar manna-
gongdir, tá ið starvsfólk hjá
SEV kunnu koma í gegnis-
trupulleikar
av
ymsum
slagi.
– Men eitt er at taka seg
úr einum máli vegna gegn-
istrupulleikar. Men gegnis-
trupulleikar skulu heldur
ikki kunna brúkast sum
umbering fyri at sleppa
undan at taka eina ódám-
liga avgerð, so málið vendir
báðar vegir.
– Tað er eisini ein fyri-
munir hjá starvsfólkinum
sjálvum at vita, hvat tey
hava at halda seg til.
SEV stjórin sigur eisini,
at ein grundleggjandi spur-
ningur, sum má viðgerast,
er, í hvønn mun SEV skal
samstarva við onnur.
Samstarv við Føroya
Tele,
Landsverkfrøðing,
kommunur, og onnur, hava
verið gagnlig. Eitt nú er
eitt slíkt samstarv við til at
forða fyri, at vegir verða
grivnir upp óneyðuga ofta,
sum var ein stórur trupul-
leiki fyrr. Og eitt slíkt sam-
starv tryggjar eisini, at
rættar tekniskar loysnir
verða valdar í nógvum før-
um, har SEV hevur sak-
kunnleikan. Og spurning-
urin er eisini nær málini
verða so stór, at tey skulu
leggjast fyri stýrið.
–
Spurningurin
um,
hvussu langt SEV skal fara
er ein viðgerð, sum SEV
má takast upp, sigur Poul
Arni Jacobsen.
Sí eisini greinina »Stjórin
í SEV fingið átalu«.
Klæmint Weihe var
ógegnigur, tá ið hann
var við til at viðgera
málið um at keypa
neyðaggregat til
Vágatunnilin. Men
hóast hann ikki var
við, hevði úrslitið
neyvan verið øðrvísi
GEGNIS-
TRUPULLEIKAR
Áki Bertholdsen
Klæmint Weihe, stjóri í
SEV, hevur nú fingið átalu
frá stýrinum fyri SEV.
Átaluna fær hann, tí
mannagongdin var ikki
nøktandi, tá ið SEV keypti
eitt neyðaggregat til Vága-
tunnilin.
Klæmint Weyhe er nevni-
liga ógegnigur í hesum
málinum, tí umframt at
vera stjóri í SEV, er hann
eisini nevndarlimur í Vága-
tunlinum.
Og tí átti hann als ikki at
tikið lut í innanhýsis við-
gerðini í SEV, tá ið elfelag-
ið keypti neyðaggregatið til
Vágatunnilin.
Eftir at fjølmiðlar høvdu
reist iva um mannagongd-
ina, tá ið neyðaggregatið
varð keypt, tók SEV stýrið
málið til viðgerðar.
SEV stýrið er komið til
tað niðurstøðu, at av tí at
SEV stjórin hevði gegnis-
trupulleikar í hesum máli,
átti tað at verðið lagt fyri
stýrið.
Men tað hendi ikki og tí
fær SEV stjórin átalu frá
stýrinum.
Neyvan verið øðrvísi
Annars vísir skrivstovu-
stjórin í SEV, J. P. Daniel-
sen, í einum innanhýsis
notati á, at hóast SEV stjór-
in ikki hevði tikið lut í við-
gerðini, hevði niðurstøðan
neyvan verið øðrvísi.
– Allar avgerðir í hesum
máli hjá SEV eru tiknar í
samráð við stjóran. Han-
sara ógegni átti at viðført,
at hann ikki luttók í máls-
viðgerðini, sigur J. P. Dani-
elsen.
Hinvegin er saksviðgerð-
in framd av sakkønum fólki
á Maskindeildini, og skriv-
stovustjórin metir ikki, at
úrslitið av málinum hevði
øðrvísi, um stjórin ikki
hevði verið við í málsvið-
gerðini, leggur hann aftur-
at.
Hann vísir á, at bæði
kommunur, almennir stov-
nar og privatar fyritøkur
hava mangan brúkt ser-
kunnleikan hjá SEV tá ið
ymisk útgerð skal útvegast
og tað hava tey betalt fyri,
eins og SEV hevur havt ein
lítlan vinning av tí.
Í notatinum nevnir hann
fimm dømi um, at SEV
hevur keypt útgerð til yms-
ar stovnar og feløg. Tað
hendi í sambandi við Vága-
tunnilin í 1989, í sambandi
við
Sumbiarbergholið,
Kaldbaksbergholið, Flog-
vøllin og Føroya Tele, men
men hetta eru bara fimm
dømi burturúr úr eini
rúgvu.
Hann sigur, at hesi mál
eru ikki løgd fyri SEV
stýrið til góðkenningar og
tey eru heldur ikki løgd inn
í fíggjarætlanina, tí tey
stinga seg ofta upp við
stuttari freist so tað ber ikki
til at rokna við teimum í
fíggjarætlanini.
Í øðrum tænastufyritøk-
um er helst ikki vanligt, at
slík mál verða løgd fyri
nevndina, hvørja ferð við-
skiftafólk skulu avgreiðast
og tilfar keypast við víðari
sølu fyri eyga.
Óvanlig ætlan gjørdist
ein vanlig veiting
Tað er tí siðvenja, at SEV
keypir útgerð við víðarisølu
til ymisk viðskiftafólk fyri
eyga og tað er tí ikki eitt
serstakt frávik, at SEV ger
tað í sambandi við Vága-
tunnilin.
Men síðani SEV seinast
keypti útgerð til Vágatunni-
lin er stjórin í SEV blivin
ógegnigur í málinum við
tað, at hann er blivin nevnd-
arlimur í Vágatunlinum. Og
hansara ógegni átti at ført
við sær, at hann ikki tók lut
í málsviðgerðini.
Hinvegin leggur J. P.
Danielsen afturat, at hann
hevur skilt, at tað hevur
verið upp á tal ímillum
stjóran hjá SEV og nevnd-
ina í Vágatunlinum, at SEV
møguliga skuldi eiga og
reka neyðaggregatið móti
rokning til Vágatunnilin.
– Um SEV skuldi átt og
rikið aggregatið, hevði
SEV harvið átikið sær
nýggjar veitingarskyldur,
sum SEV ikki higartil hev-
ur havt, sigur J. P. Daniel-
sen.
Og eftir at málið hevur
verið frammi og umboðs-
nevnd og stýrið hava sett
sevstjóranum fyrispurning
um viðurskiftini, verður av-
tala gjørd tann 7. novembur
um at Vágatunlinum skal
keypa aggregatið frá SEV.
Men spurningurin um,
hvør skal reka tað, er enn
ikki avgreiddur.
Skrivstovustjórin í SEV
er tískil komin til ta niður-
støðu, at tað var rætt av
stýrinum fyri SEV at átala
mannagongdina í málinum
um
neyðaggregatið
til
Vágatunnilin, tí stjórin átti
ikki at havt luttikið í saks-
viðgerðini hjá SEV av mál-
inum.
Hinvegin heldur hann
ikki, at átalan eigur at fevna
um tað, at SEV keypti
aggregatið fyri Vágatunni-
lin, tí slík mannagongd
hevur verið siðvenja á hes-
um øki.
Átalan kann heldur ikki
fevna um ætlanina um, at
SEV skuldi eiga og reka
aggregatið, tí endaliga av-
talan gjørdist ein vanlig
veiting eins og aðrar líkn-
andi veitingar hjá SEV.
Í fjølmiðlum hevur Klæ-
mint Weihe ásannað, at
hann hevði gegnistrupul-
leikar í hesum máli.
Skulu søkja um
hjástørv
Samstundis, sum SEV stýr-
ið hevur viðgjørt gegnis-
trupulleikarnar, hevur tað
eisini umrøtt møguleikarn-
ar hjá leiðslufólkum í SEV
at átaka sær álitisstørv onn-
ur álitisstørv afturat SEV.
Samtykt varð, at stjóri og
deildarleiðararnir
skulu
hava loyvi frá stýrinum til
at átaka sær hjástørv av
ymsum slagi og søkjast
skal av nýggjum til SEV
stýrið fyri hvørt nýval.
Sí eisini greinina »Klæ-
mint Weihe heldur fram í
Norðoyatunlinum«.
Klæmint Weihe heldur
fram í Norðoyatunlinum
Stjórin í SEV fingið átalu
Tvístøðan hjá Klæmint Weihe sum stjóri í SEV og nevndarlimur í Vágatunlinum, hevur nú
kostað honum eina átalu
Tað verður ikki neyðugt hjá
SEV stjóranum at taka seg
úr nevndini fyri
Norðoyatunlinum
Nýggja umhvørvis-
kanningin gevur út-
lendingum ta fatan, at
føroyingar fara illa
um náttúruna, sum
vit liva av. Tað heldur
føroyski umboðsmað-
urin í Keypmanna-
havn. Stjórin í fiska-
søluni Farex ber
hinvegin ongan ótta
fyri føroyska um-
døminum og væntar
sær ongar trupul-
leikar at selja fisk
UMHVØRVI
Umdømið føroyinga uttan-
lands er skatt av nýggju
umhvørivskanningini, sum
Heilsufrøðiliga starvsstova
hevur gjørt fyri olju- og
umhvørvismálaráðið.
Tað heldur í øllum førum
føroyski umboðsmaðurin í
Keypmannahavn.
Kanningin vísir, at Før-
oyar hava triðstørsta útlátið
av vakstrarhúsgassum fyri
hvønn íbúgva í heiminum.
Hon vísir eisini, at tað eru
føroysku fiskiskipini, sum
dálka mest.
Úrstlit frá kanningini eru
umrødd av tíðindastovuni
Ritzau og eru sostatt borin
víðari út í heim.
Følsk reklama
Hetta kann vera rættiliga
óheppið fyri marknaðar-
føringina
av
Føroyum,
heldur Trygvi Johansen,
leiðari fyri føroysku um-
boðsstovuna í Keypmanna-
havn.
– Eg gjørdist bilsin, tá eg
hoyrdi úrslitini av hasi
kanningini. Vit ímynda
okkum vanliga, at um-
hvørvið í Norðuratlants-
høvum er reint, og tí kemur
hetta óvart á, sigur hann.
Trygvi Johansen heldur,
at úrslitið kann sáa ivi um,
hvørt føroyingar hava brúkt
falska reklamu, tá vit hava
víst okkara andlit úteftir.
– Tann kunning, sum vit
geva frá okkum, byggir
altíð á, at vit hava eitt reint
umhvørvi í Føroyum. Og
við hesum boðskapi selja
vit bæði fiskavørur og
ferðavinnu úti í heimi. Tí
virkar hetta rættiliga nega-
tivt fyri okkum. Tað er
ongin ivi um, at hetta er við
til at skaða føroyska um-
dømið uttanlands og gevur
ta fatan, at føroyingar ongi
fyrilit hava fyri tí náttúru,
sum vit liva av, og bara
svína hana til. Tað situr
eftir, og tað vóru vit betri
fyriuttan, sigur Trygvi Jo-
hansen.
Onki at óttast
Tað eru kortini ikki øll,
sum eru so bangin um
tølini í umhvørviskanning-
ini.
Rói Egholm, stjóri í
fiskasøluni Farex, óttast
ikki ta sannroynd, at kann-
ingin verður varpað uttan-
lands.
– Eg trúgvi ikki, at hetta
gevur okkum trupulleikar.
Okkara keyparar lesa ikki
hagtøl á handan hátt. Teir
lesa seg fram til, hvussu vit
dálka í mun til fram-
leiðsluna, og ikki í mun til
hvussu nógv fólk búgva í
Føroyum, sigur Rói Eg-
holm.
Hann tekur undir við
Olaf Olsen, reiðara, sum í
blaðnum í gjár gjørdi vart
við, at føroyingar hava
stóra orku á sjónum og
helst hava flest skip fyri
hvønn íbúgva í heiminum.
Júst skipini telja mest í
kanningini og standa fyri
32 prosentum av útlátinum
av koltvíiltu. Sostatt verður
dálkingin
fyri
hvønn
íbúgva ovurstór.
– Nógvir av okkara
kundum hava eisini verið í
Føroyum, so teir vita, at vit
hava reinari luft enn stór-
býirnir. Okkara keyparar
fara óivað at spyrja eitt
sindur nærri, men so kunnu
vit upplýsa teimum, hvussu
støðan er, og tað skilja teir,
sigur Rói Egholm.
Landsstýrismaður-
in í umhvørvismál-
um sett nevnd at
kanna burturkast
viðurskifti
BURTURKAST
Heri á Rógvi
Eyðun Elttør, landsstýr-
ismaður í umhvørvis-
málum, hevur sett nevnd
at gera tilmæli um,
hvussu trupulleikin við
vaksandi nøgdum av
burturkasti frá húsar-
haldum og virkjum kann
verða loystur.
– Stóru nøgdirnar av
burturkasti hava um-
hvørvisligar og fíggjar-
ligar avleiðingar fyri land
og kommunur. Til tess at
bøta um trupulleikarnar
er neyðugt við sam-
skipaðum tiltøkum, har
bæði borgarar, komm-
unur og land taka lut,
skrivarð landsstýrismað-
urin í tíðindaskrivi.
Arbeiðssetningurin hjá
nevndini er m.a.:
• at greina ábyrgdar-
býtið millum land og
kommunur á burturkast-
økinum
• at meta um víðkaðar
samstarvsmøguleikar
millum verandi brenni-
støðir
• at kanna ymiskar
møguleikar fyri at nýta
umhvørvisgjøld
Limirnir í nevndini eru:
Herálvur Joensen,
formaður
Oljumálaráðið
Atli Leo
Fíggjarmálaráðið
Hilmar Høgenni
Løgmálaráðið
Jógvan Krosslá
Føroya
Kommunusamskipan
Jan Christiansen
Føroya
Kommunusamskipan
Finngerð Vang
Føroya Kommunufelag
Jóanis Nielsen
Føroya
Kommunufelag
Ætlandi
verður
nevndin
liðug
við
arbeiðið á vári 2003.
Elttør sett um-
hvørvisnevnd
Føroyska umdømið dálkað
Trygvi Johansen, føroyskur
umboðsmaður, óttast, at
føroyingar hava brúkt falska
reklamu í útlendskum í
eygum
Stór bilastevna verður
í Klaksvíkar Ítróttar-
høll 23. og 24.
november
BILASTEVNA
Tíðindaskriv
Leygardagin 23. og sunnu-
dagin 24. november skipar
Klaksvíkar
Ítróttarfelag
fyri stórari bilstevnu í
Klaksvíkar Ítróttarhøll.
Seks bilasølur verða sum
vant við, og verður Ítróttar-
høllin á tremur við nýggj-
um bilum. Bilasølurnar
sum við verða hesaferð eru:
Norðbil, Bilasølan v/ Øssur
Johannesen, Esmar Simon-
sen, Eyðbjørn Hansen,
Johs. Berg og VR-Bilar.
Norðoyingar taka altíð
væl ímóti slíkum stevnum,
og hvørt ár eru tað hópin av
fólki, sum leitar sær í
høllina.
Tey
vitjandi
kunnu
stemma uppá, hvøn bil tey
høvdu ynkst sær, og harvið
luttaka í einum lutakasti, tá
ið stevnan endar. Tann bil-
urin sum fær mest stemmir,
vinnir steyp til ognar.
Fyreikararnir siga í tíð-
indaskrivi, at stevnan verð-
ur opin báðar dagarnar frá
kl. 15.00 til 21.00.
Leygardagin kl. 17.00
verður undirhald fyri børn-
unum í Lognbrá.
Bilastevna í Klaksvík
Seks bilasølur verða sum vant við, og verður Ítróttarhøllin á tremur við nýggjum bilum. Bilasølurnar sum við verða hesaferð eru:
Norðbil, Bilasølan v/ Øssur Johannesen, Esmar Simonsen, Eyðbjørn Hansen, Johs. Berg og VR-Bilar
C
M
Y
K
5
4