mikudagur 13. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 218 - 13. november 2002
Nr. 218 - 13. november 2002
7
Bíbliufelagið hevði
fund mánadagin og
ovast á breddanum
var ætlanin um at seta
eitt sjálvstøðugt
føroyskt bíbliufelag á
stovn. Sum er arbeiða
tey undir tí danska
bíbliufelagnum, sum
er felags fyri alt
kongaríkið
BÍBLIUFELAG
Solby A. Eliasen
Enn er ikki nakar dagur
ásettur at stovna sjálvstøð-
ugt føroyskt bíbliufelag,
men breið semja var á
fundinum um, at størri
ábyrgd skal verða løgd á
føroyingar. Talan er serliga
um fíggjarliga partin, at
hava egnan búskap at um-
sita. Her verður hugsað um
innsavningarsíðuna og inn-
tøkusíðuna til tess at kunna
arbeiða
við
føroyskum
bíbliutilfari, sum samsvarar
við endamálið hjá bíbliufel-
agnum.
Bergur Debes Joensen,
prestur og formaður í før-
oysku
bíbliunevndini
(nevnd fyri Føroya stift),
sigur, at orsøkin, til at eitt
sjálvstøðugt
føroyskt
bíbliufelag nú fer at verða
stovnað, er, at skulu vit
gagna føroyingum mest
møguligt, so er tað av al-
stórum týdningi at føroy-
ingar verða sum mest við.
– Vit skilja sjálvi best
okkara hugburð, og vit eru
tey einastu, sum skilja tað
føroyska málið, sigur hann.
– Tað er so nógv tilfar í
útlondunum, men hvat skal
flytast til føroyskt mál,
duga vit best sjálvi at av-
gera, heldur Bergur Debes
Joensen og undirstrikar
samstundis, at prátið hjá
bíbliunevndini um sjálv-
støðuggerðing av bíbliufel-
agnum ikki upp á nakran
hátt hevur við tað politiska
kjakið um samband ella
loysing at gera.
– Koma vit einaferð at
hava eitt føroyskt bíbliu-
felag, har allar kirkjur og
samkomur eru við, verður
tað sjálvandi í samstarvi
við onnur bíbliufeløg úti í
heimi – og helst ikki minst
við tað danska, sigur hann.
Bíbliufelagsarbeiði
Danska bíbliufelagið, sum
er felags fyri alt kongarík-
ið, varð sett á stovn í 1814.
Tað arbeiðir við at umseta
og geva út Bíbliur. Í 1998
varð stovnað ein bíbliu-
nevnd fyri Føroyar. Í henni
sita Bergur Debes Joensen,
formaður, Marjun Bæk,
skrivari, Rasmus Patursson,
Bergur Jacobsen og Dánial
á Dul Jacobsen fyri Hvítu-
sunnusamkomurnar.
Síðani
bíbliunevndin
varð stovnað, hava tey ar-
beitt málrættað við at fáa so
nógv bíbliutilfar og annað
út á føroyskum.
Bergur Debes Joensen
vísir á, at tað í 2000 komu
fleiri nýggjar útgávur, men
allar við somu umseting,
henni hjá Viderø-Dahl.
Tá kom á fyrsta sinni
hendan Bíblia við stórari
skrift, við elektroniskari út-
gávu og við eini serligari
barna Bíbliu og eini serlig-
ari ungdóms Bíbliu. Somu-
leiðis kom Bíblian á inter-
netið fyrr í vár. Hon kann
finnast við at fara inn á
www.biblia.fo
ella
www.bibliufelagid.fo.
Beint fyri framman ligg-
ur nú ein ætlan um at fáa
Nýggja Testamentið út á
ljóðbandi. Og Bergur vænt-
ar, at tað møguliga verður
veruleiki longu í ár ella
fyrst í komandi ári.
Hann greiðir frá, at ein
týðandi partur av arbeiðin-
um hjá bíbliufelagnum,
umframt at geva Bíbliur út,
er at stuðla bíbliulesnaði.
Millum annað verður ein
bíbliulesiætlan givin út,
sum komandi ár verður
send samkomum og kirkj-
um um landið. Bergur er
ikki heilt nøgdur við lesi-
ætlanina og sigur, at tað er
ynskiligt at betra um hetta
tilfarið.
Eitt triðja, sum tey eisini
arbeiða við, er innsavnan
av peningi til bíbliuarbeiði í
øðrum londum. Seinni í
hesum mánaðinum verður
ein stór landsinnsavnan,
sum fer til bíbliuarbeiðið
hjá teimum kristnu í Pakis-
tan.
Bergur Debes Joensen
greiðir frá, at bíbliufelagið
er limur í Sameindu Bíbliu-
feløgunum,
sum
hevur
fleiri limir enn ST. Hetta al-
tjóða felagið er ein stuðuls-
felagsskapur fyri bíbliu-
arbeiði um allan heimin.
Bíblian er í dag umsett til
2.260 ymisk mál og yvir
670 aðrar umsetingar eru í
gongd.
Øll bíbliufeløg eru fel-
agskristilig. Tað vil siga, at
ynski er, at allar kristnar
kirkjur og samkomur sam-
starva.
Í Føroyum er tí innarligt
ynski um, at Brøðrasam-
koman, sum ger eitt stórt
bíbliuarbeiði
í
Føroym
verður við í bíbliufelagsar-
beiðinum ein dag.
– Eg síggi fyri mær, at vit
ein dag hava eina felags
bíbliuumseting, so Føroya
fólk kann nýta sama mál í
boðan og undirvísing, sigur
Bergur Debes Joensen og
leggur afturat, at tá so
nógvar tjóðir hava megnað
tað, so kunnu vit, sum eru
ein lítil tjóð, sjálvsagt eis-
ini.
Men hann viðgongur at
enda, at tað ikki fer at verða
lætt, og tí sigur hann eisini,
at báðir partar tá mugu
geva seg.
Sjálvstøðugt føroyskt bíbliufelag í umbúnað
Mánadagin hevði aðalskrivarin í Danska bíbliufelagnum, Morten Aagaard fund við føroysku bíbliunevndina, bisp og próst
Mynd: Jens K. Vang
At gera kommunalar havnir til partafeløg
- Tá ið tað er loyvt at
gera almenn partafel-
øg í landshøpi, kann
tað tykjast løgið, um
lóggávan ikki eisini
eisini letur upp fyri
hesum møguleika hjá
kommununum, held-
ur Kári P. Højgaard,
løgtingsmaður
HAVNAVIÐURSKIFTI
Vilmund Jacobsen
Løgtingsmaðurin, Kári P.
Højgaard, hevur sett lands-
stýrismanninum,
Høgna
Hoydal, ein fyrispurning
um kommunal partafeløg.
Kári spyr, um ein kommuna
kann gera eina kommunala
havn til partafelag, har
kommunan eigur 100% av
partapeninginum.
Er svarið játtandi, spyr
Kári í øðrum lagi, um
henda sama kommuna kann
loyva øðrum, t.d. øðrum
kommunum, stovnum, fel-
øgum og einstaklingum, at
seta partapening í felagið.
Landsmyndugleikinve
lir partafeløg
Í viðmerkingum sínum til
fyrispurningin, vísir løg-
tingsmaðurin á, at lands-
myndugleikarnir hava valt
partafelagsloysnir í sam-
band við stórar almennar
verkætlanir, sum t.d. undir-
sjóvartunnilin undir Vest-
mannasundi og undirsjóv-
artunnilin undir Lerirvíks-
firði.
– Føroya Tele er umskip-
að til partafelag, og lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um hevur boðað frá, at ætl-
anin er, at Postverk Føroya
eisini skal gerast til alment
partafelag, sigur Kári P.
Højgaard.
Tað hevur mangan verið
ført fram, sigur løgtings-
maðurin, at hesin háttur er
neyðugur fyri at kunna
kappast á jøvnum føti við
privata arbeiðsmarknaðin.
– Um møguleiki er fyri at
selja ella nýtekna parta-
brøv, kann kommunan fáa
kapital uttanífrá til víðkan
og nýíløgu, og hetta kundi
ført til stóra menning fyri
økini, oyggjarnar og landið,
heldur løgtingsmaðurin.
Kunnu ikki flytast
Kári stúrir fyri, at við ver-
andi gongd, verður tað helst
bara tann eina havnin, sum
fær møguleikar fyri út-
bygging í framtíðini, tí
størsti parturin av inn-og
útflutninginum fer fram
yvir eina havn í landinum.
– Eg dugi ikki at síggja
nakran vanda í, at aðrir enn
kommunan kunnu eiga upp
til 49% av eini havn, tí
havnaløgini kunnu ikki
flytast kortini, men vera
liggjandi sum eitt aktiv.
Við atliti til eina komandi
oljuvinnu, vísir løgtings-
maðurin á, at eingin komm-
una í landinum einsamøll
verður før fyri at gera tær
íløgur, sum eru neyðugar
fyri, at útgerðarhavnin kann
nøkta komandi tørvin.
Løgtingið samtykti, 8.
november, at skrivligi fyri-
spurningurin hjá Kára P.
Højgaard til Høgna Hoydal,
landsstýrismann, skal svar-
ast.
– Í eini komandi oljuvinnu, verður eingin kommuna í landinum einsamøll før fyri at gera tær
íløgur, sum eru neyðugar fyri, at ein útgerðarhavn kann nøkta komandi tørvin, sigur
løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, sum hevur spurt Høgna Hoydal, landsstýrismann, um
kommunalar havnir kunnu gerast til partafeløg.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Long bíðitíð eftir
hjálpartólum
- Er tað hugsandi, at
Hjálpitólamiðstøðini
verður álagt at sam-
starva við privatar
útbjóðarar í Føroyum,
um hesir skjótari og
kanska bíligari kunnu
veita ta tænastu, sum
brúk er fyri?
Løgtingsmaðurin, Kári
P. Højgaard, heldur, at
tað, sum ræður um, er,
at brúkarin fær eina
góða tænastu og at
almenni peningurin,
sum verður játtaður til
hjálpitól, í mest møgu-
ligan mun at kemur
brúkarunum til gagns
HJÁLPITÓL
Vilmund Jacobsen
Løgtingsmaðurin, Kári P.
Højgaard, hevur sett lands-
stýrismanninum, Páll á
Reynatúgvu, ein skrivligan
fyrispurning um Hjálpitóla-
miðstøðina og ta tænastu,
sum stovnurin veitir brúk-
arunum.
Í fyrsta lagi spyr løg-
tingsmaðurin, hvussu langa
bíðitíð, ein brúkari skal
rokna við at hava, um hann
hevur tørv á einum hjálpi-
tóli, t.d. eini el-song.
– Er tað rætt, at bíðitín í
summum førum kann vera
meira enn eitt ár, spyr Kári.
Í øðrum lagi vísir hann á, at
á fíggjarlógini 2001-2002
var játtanin til at økja
starvsfólkatalið á Hjálpi-
tólamiðstøðini hækkað eina
góða miljón.
– Men er bíðitíðin eftir
hjálpitólum stytt munandi í
ár av hesi orsøk, spyr hann.
Løgtingsmaðurin vísir í
triðja lagi á, at á fíggjarlóg-
aruppskotinum fyri 2003,
upplýsir landsstýrismaður-
in, at Almannaráðið fer í
holt við at kanna bygnaðin
á Hjálpitólamiðstøðini fyri
at staðfesta, um broytingar
kunnu gerast, soleiðis at
viðskiftafólk fáa eina betri
tænastu.
– Kann út frá hesum stað-
festast, at verandi tænasta
ikki er nøktandi og kann
hugsast, at ein slík broyting
eisini kann fevna um ein-
skiljing av virkseminum?
Í fjórða lagi vil løgtings-
maðurin hava at vita, um
tað kann hugsast, at stovn-
inum verður álagt at sam-
starva við privatar útbjóðar-
ar í Føroyum, um hesir
skjótari
ella
betur
og
kanska eisini bíligari kunnu
veita ta tænastu, sum brúk
er fyri?
Skjótari avgreiðsla
Í viðmerkingunum til fyri-
spurningin, vísir Kári P.
Højgaard á, at Hjálpitóla-
miðstøðin er ein stovnur,
sum veitir persónlig hjálp-
artól til einstaklingar - alt
frá avlamisbili, koyristóli,
ymiskum sløgum av smærri
hjálpartólum til bústaðar-
broytingar.
Hann vísir eisini á, at tað
finst ein privatfyritøka í
Føroyum, ið kann veita
somu tænastur sum Hjálpi-
tólamiðstøðin; tað er fyri-
tøkan, Ergo og Hjálpartól.
– Brúkarar hava ført fram,
at privati útbjóðarin kann
veita eina nógv skjótari
avgreiðslu enn tann almenni
útbjóðarin, og at hesin
somuleiðis kann veita tæn-
astu og upplæring í nýtsluni
av hesum amboðum.
Løgtingsmaðurin heldur,
at tað, sum ræður um, er, at
brúkarin fær eina góða
tænastu, og at almenni pen-
ingurin, sum verður játtað-
ur til økið, verður nýttur
skynsamiliga,
so
mest
møguligt fæst fyri hann.
– Peningurin eigur í mest
møguligan mun at koma
brúkarunum til gagns,
sigur Kári P. Højgaard.
Løgtingið samtykti, 8.
november, at landsstýris-
maðurin, Páll á Reyna-
túgvu, skal svara fyrispurn-
inginum hjá Kára P. Høj-
gaard, løgtingsmanni.
- Er tað rætt, at bíðitíðin eftir hjálpitólum í summum førum kann vera meira enn eitt ár, spyr
løgtingsmaðurin, Kári P. Højgaard, landsstýrismannin, Páll á Reynatúgvu.
C
M
Y
K
7
6