Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 218 - 13. november 2002 Nr. 218 - 13. november 2002 9 Runavíkar Kommuna eigur nú Kongshavn- ar Barnagarð og Vøggustovu, sum fyrst í komandi ári flytir í nýggj høli við Toftavatn ANSING Edvard Joensen Saltangará: Nýggi barna- garðurin við Toftavatn varð reistur fríggjadagin. Ætl- andi verður flutt inn um mánaðarskiftið apríl-mei næsta ár. Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, sigur, at komm- unan nú eigur barnagarðin. Kommunan hevur yvirtikið sjálvsognarstovnin Kongs- havnar Barnagarð, sum byrjaði barnagarðin fyri umleið 20 árum síðan. Við nýggja barnagarðin- um við Toftavatn verður ansingartørvurin hjá kommununi nøktaður eina tíð fram, sigur borgarstjór- in. Tey 54 børnini, sum í dag eru í barnagarðinum, flyta út hagar, og til ber so eisini at økja talið við umleið 40 børnum, um tað skuldi gjørst neyðugt, sigur hann. Umframt hevur Runa- víkar Kommuna kommu- nala dagrøkt við 90 børn- um, og ein útibarnagarð, sum i løtuni heldur til í Æðuvík, men sum skal flyta í gamla skúlan í Lamba, tá hann er útbýgdur til endamálið. Alt í alt eru umleið 170 børn í ansingar- skipanini hjá kommununi. Nýggi barnagarðurin, sum fer at hýsa bæði vøggustovu- og barna- garðsbørnum, fer at kosta 14 milliónir, tá hann er liðugur, sigur Rodmundur Nielsen. Tá er íroknað tað, sum kommunan hevur fingið fyri sølu av hølun- um, barnagarðurin heldur til í í dag. Tað er selt Post- verkinum, sum framman- undan húsast í ovaru hædd- ini í bygninginum. Post- verkið kann so flyta ymiskt virksemi, sum er í leig- aðum hølum aðrastaðni í býnum, inn har. Nýggi barnagarðurin liggur í sera vinarligum umhvørvi við Toftavatn. Frítt er oman til vatnið, og lítil ferðsla er framvið í mun til tað, sum í dag er har, barnagarðurin nú er við Heiðavegin, sum er høvuðsferðsluæðrin fram við Skálafjørðinum. – Ikki tí, sigur leiðarin á stovninum, Fríða Lómstein, tá vit byrjaðu her inni fyri 20 árum síðan, var opin fjøra niðan fyri okkum, sum í dag øll er løgd undir havnarlagið. Har vóru vit nógv, men tað ber so ikki til nú. Hinvegin óttast hon ikki fyri, at økið við Toftavatn fær somu lagnu, sum fjøran Inni í Heiðum fekk, tí Toftavatn er friðað. Hvussu nýggi stovnurin við Toftavatn skal nevnast, hevur borgarstjórin ikki hugsað nakað um soleiðis, sigur hann. Verandi stovnur eitur Kongshavnar Barna- garður og Vøggustova, og Rodmundur Nielsen heldur ikki nakra eyðsýnda grund vera til at skifta navn so- leiðis bara fyri at skifta. Kommunan yvirtikið barnagarðin Tað er trongligt og innibyrgt hjá barnagarðsbørnunum við Heiðavegin....... Mynd: Edvard Joensen ..........men tey kunnu vænta sær mundandi betri umstøður, tá tey næsta vár flyta út móti Toftavatni Mynd: Edvard Joensen Lív kemur væntandi aftur í bygningin hjá Eysturoyar Heilsølu um ársskiftið ella so. FJM hevur keypt bygningin og fer at flyta smiðjuna inn hagar VINNA Edvard Joensen Saltangará: Partafelagið FJM í Runavík hevur keypt stóra bygningin hjá Eystur- oyar Heilsølu. Ætlanin er at flyta alt smiðjuvirksemið hjá felagnum undir eitt tak. FJM húsast í løtuni í tveimum bygningum í kommununi, og tað er ikki serliga arbeiðsligt, sigur Fritleif Olsen, stjóri. Við síðuna av nýggja bygning- inum hjá fyritøkuni á Ritu- víkarhálsi, eigur FJM eitt grundstykki, har ætlanin va at byggja á, soleiðis at alt virksemið kundi savnast har. – Men nú hendan loysnin er fingin, verður væntandi selt á Rituvíkarhálsi. Eing- in avtala er gjørd enn, sigur Fritleif Olsen, men onkrar samrøður hava verið. – Heilsølubygningurin er sum eitt dreymahús fyri okkum, sigur ein væl-nøgd- ur smiðjustjóri. Bygning- urin er meira enn 1.000 fermetrar størri enn teir báðir bygningarnir, ið vit í dag hava, eru tilsamans. So er hann eisini býttur upp í so nógv rúm, at vit kunnu hava alt okkara ymiska virksemið sundurskilt. Montering, el-arbeiði, maskinhøll og alt, sum nú er. Tað fer eisini at gera arbeiðið nógv lættari, tá alt er undir einum taki. At bygningurin liggur á havnarlagnum er upp aftur ein fyrimunur, sigur Fritleif Olsen. Tað er har, hann helst vil vera, tí mesta virk- semið er í samband við sjó- vinnuna, sigur hann. Hann er sera glaður fyri hesa loysnina, tí tað á hendan hátt varð nógv skjótari at fáa alt virksemið savnað. – Sjálvandi er okkurt smávegis, sum skal broyt- ast, men tað tekur onga tíð soleiðis, sigur hann. Yvir- tøkudagurin er 1. de- cember, og so verður farið í gongd beinanveg. Serliga leggur hann dent á, at starvsfólkaviðurskift- ini skulu vera góð. Tað arbeiða í løtuni umleið 35 mans hjá FJM, og teir krevja meira, enn tey gjørdu í Heilsøluni, tí har var nógv minni fólk. Fritleif Olsen sigur seg hava góðar vónir, nú flutt verður. Tað kostar sjálvandi nakað, viðgongur hann, men vil kortini ikki siga, hvør prísurin fyri bygning- in er. Strandingar kunnu eitt sindur av hvørj- um. Nú bjóða teir seg eisini fram at læra fólk gand GANDUR Edvard Joensen Livdu vit í miðøldini, vórðu teir helst brendir á báli, hesir strandingarnir, sum leygardagin 23. november ætla at læra fólk gandakynstur. Men í dag halda vit tað vera stuttligt og vita, at einki petti farligt er í hesum. Tað er undirhald. Strandingar hava fingið egnan gandaskúla, sum teir nevna Hogwarts eftir gandaskúlanum, sum Harry Potter gongur á. Leygardagin i næstu viku bjóða tey børnum og ungum úr sætta flokki og eldri á skeið í ganda- kynstri. Rættiligir ganda- kallar fara at standa fyri, siga tey í tíðindaskrivi. Skeiðið verður hildið í Stranda Skúla, og tað kostar 250,- krónur at luttaka. Aftur fyri lova tey so, at luttakararnir fáa eina rímiliga hylling á ganda- kynstrinum og kunnu vísa tað fram, tá hugur er til tess. Tey, sum ætla sær at luttaka á skeiðnum, mugu skunda sær at siga frá, tí luttakaratalið er av- markað. Til ber at melda til á teldupostadressuni: stuttligt@hotmail.com siga fyrireikararnir. Tey, sum tekna seg, frætta aftur um teldupost, verð- ur sagt í tíðindaskriv- inum. Lær til gandakall á Strondum Heilsølan livnar aftur Heilsølubygningurin liggur á sjálvum havnarlagnum, og stjóriní FJM er sera fegin um at hava fingið júst hendan bygningin Mynd: Edvard Joensen – Vit fara undir ong- um umstøðum at gjalda fyri eina at- løgubryggju til nýggja suðuroyarskipið, sigur Jan Christian- sen, borgarstjóri í Havn TÓRSHAVNAR HAVN Heri á Rógvi Hin 12. oktober 2004 verður nýggja suður- oyarskipið latið eigar- unum, Strandfaraskip landsins. Enn er ikki av- gjørt, um nýggja skipið eisini fær navnið Smyril, men líka mikið hvat navnið verður, so bíðar ikki nakar stórfingin fagnaður eftir skipinum í Havn. Tórshavnar havn fær í vár ein nýggjan stór- kunda í nýggju Norrønu, og hetta merkir stórar broytingar á Eystary bryggju. Ein ætlan er eisini gjørd fyri, hvussu nýggja suðuroyarskipið best kann húsast hjá Tórs- havnar havn, nú ein nýggj Norrøna gerst fastur fúsur á Eystaru bryggju (sì tekning). Jónsvein Lamhauge, havnarfúti hjá Tórshavn- ar havn, sigur, at verk- ætlanin at gera nýggja atløgubryggjuna til nýggja suðuroyarskipið væntandi fer at kosta einar tjúgu milliónir. Trupulleikin er bert tann, at eingin vil gjalda hendan prísin. — Vit fara undir ong- um umstøðum at gjalda fyri eina atløgubryggju til nýggja suðuroyarskip- ið, sigur Jan Christian- sen, borgarstjóri í Havn. Hann sigur, at teir greitt hava boðað lands- stýrismanninum, Bjarna Djurholm, frá, hvør teirra støða er. – Talan er um eina far- leið, sum siglir millum Havnina og Suðuroynna, og tá landið kann gjalda fyri broytingar á ferju- legur aðrastaðni, so kann landið eisini gera tað í Havn, sigur Jan Christ- iansen. Hann ger púra greitt, at Tórshavnar kommuna ikki metir tað sum eina kommunala uppgávu hjá teimum at gera hetta arbeiðið. Sambært Jan Christ- iansen hevur kommunan fingið at vita frá Bjarna Djurholm, at ongir peng- ar eru tøkir til nýggja atløgubryggju sum er. Tekur landsstýrið ikki í egnan barm og ger av, at tað er landsuuppgáva at gjalda fyri atløgubryggj- una til nýggja suðuroyar- skipið, so verður skipið at rokna sum eitthvørt annað skip, ið leggur at í Havn. Hetta sigur Jan Christiansen. — Skipið vil so fáa tað pláss, sum eftir umstøð- unum er tøkt, tá tað skal leggja at. Skipið fær somu treytir sum onnur skip, og kostnaðurin verður tann sami. Hetta vil so eisini gerast mun- andi dýrari fyri Strand- ferðsluna, sigur Jan Christiansen. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa hendur á Bjarna Djurholm til eina viðmerking. Hvør endaliga lagnan hjá Farmaleiðum verður er framvegis ógreitt. Eingi rættiliga høli eru funnin, og nú er ætlanin at leggja Farmaleiðir saman við Postverkinum. Hinvegin gongur alt eftir ætlan til heim- komuna hjá nýggju Norrønu TÓRSHAVNAR HAVN Heri á Rógvi Tað er ikki heilt lætt hjá Farmaleiðum í hesum døg- um. Frá Tórshavnar havn hevur sjálvstøðuga flutn- ingsdeildin hjá Strand- ferðsluni fingið at vita, at teir skulu vera úti úr ver- andi bygningi á Eystaru bryggju hálvan desember. Talan er um ein part av tí bygningi, ið eisini verður nýttur til Farstøðina. Tann parturin av bygninginum, sum Farmaleiðir nýta, verð- ur rivin niður. Orsøkin er, at nýggja Norrøna krevur nógv størri pláss til bilar- nar, ið skulu við skipinum. Tískil má ferðslan umskip- ast, og við at ríva niður skapast størri pláss til ferðandi og bussar eystan fyri verandi bygning, held- ur enn vestanfyri, har øll ferðslan til og frá savnast sum er. Farstøðin heldur fram at virka sum nú. Farmaleiðir hava í verandi hølum 1.300 m2 at nýta. Heini á Borg, farma- flutningsleiðari hjá Strand- ferðsluni, sigur, at Farma- leiðir kunnu klára seg við eini 700 m2. Tað næsta árið eru Farmaleiðir vístir til ein annan bygning á Eystaru bryggju, har Eimskip hús- ast sum er. Har fáa Farma- leiðir 460 m2, og hetta sigur Heini á Borg vera alt ov lítið. Afturat skal Farma- leiðir gera íløgur í hølini fyri at gera tey klár, og hetta hevur stovnurin ikki sett pengar av til. Jónsvein Lamhauge, havnarfúti hjá Tórshavnar havn, sigur, at Tórshavnar havn metir tað vera rími- ligt, at tað eru Farmaleiðir sjálvir, sum gjalda fyri at gera hølini klár. Hann upplýsir, at tey hølini væntandi verða klár um mánaðarskiftið. Somuleiðis sigur Jónsvein, at skjótt tað ber til, verður farið at undir arbeiðið at ríva áðurnevnda bygning niður. Heini á Borg hevur áður víst á, at teir vænta sær eitt endurgjald frá Tórshavnar havn. Hetta tí at leigu- sáttmálan røkkur fleiri ár fram í tíðina, men hann verður uppsagdur nú. Eisini vísir hann á, at teir hava gjørt stóra íløgur í bygningin. — Enn er eingin støða tikið til, hvat vit gera við einum møguligum endur- gjaldi, sigur Jónsvein Lam- hauge. Hann vísir á, at sáttmálin við Farmaleiðir sigur, at Farmaleiðir kunnu sigast skjótari enn sátt- málin sigur. Treytin er tann, at umstøðurnar fyri Tórs- havnar havn skulu broytast munandi. — Vit kunnu øll verða samd um, at umstøðurnar eru broyttar munandi, sigur Jónsvein Lamhauge. Saman við Postverkinum Tá vit seinast skrivaðu um málið varð tosað um, at Farmaleiðir skuldu flyta niðan á Sandvíkarhjalla, men hendan ætlanin er fyribils slept. Heini á Borg sigur seg vera harman um støðuna, og hann dugir at síggja, at teir næstu tíðina vilja hava tað trupult við at veita teirra kundum sama tæn- astustøði. Orsøkin til at Farmaleiðir ikki flyta niðan á Sand- víkahjalla er ein politisk avgerð. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, sigur, at teir hava avgjørt, at Farmaleiðir ikki skulu flyta niðan á Hjalla. Ein av høvuðsorsøkunum er tann, at samgongan hevur sett sær sum mál, at Farmaleiðir og Postverkið skulu samskipa teirra virks- emi. — Ætlanin var at fara ígongd við hetta arbeiðið í heyst, men so segði stjórin á Strandferðsluni seg úr starvi. Tískil verður hetta eitt mál, sum vit fara at taka upp við tann nýggja stjór- an, sigur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin heldur, at rationaliseringar saktans kunnu gerast á økinum. Heini á Borg sigur seg eisini at síggja møguleikar í einari samkipan. Bæði Heini á Borg og Bjarni Djurholm eru samdur um, at ein samskipan vil kunnu gera tað soleiðis, at slepp- ast kann undan dupult- funktiónum. Klárt til Norrønu Tað gleðiliga fyri Tórs- havnar havn í hesum døg- um er, at arbeiðið at gera klárt til nýggju Norrønu gongur eftir ætlan. Jón- svein Lamhauge upplýsir, at hóast trupulleikar við óveðrið, so gongur arbeiðið eftir ætlan, og roknað verð- ur við, at alt verður liðugt til tíðina. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, staðfestir, at hjá Tórshavnar havn er Norrøna fyrsta raðfesting. — Norrøna er og verður ein góður kundi hjá okkum, og vit vilja fegnir skapa góðar umstøður, sigur Jan Christiansen. Nýggja Norrøna tekur fleiri enn áttahundrað bilar, men á Eystaru bryggju verður bert pláss fyri 250 á bíðirøðunum á sjálvari bryggjuni. Hetta krevur eina góða samskipan, um alt skal ganga eftir vild. Rampan til nýggju Norrønu kostar einar 30 milliónir, og tornið til ferðafólki kostar 17 milli- ónir. Jónsvein Lamhauge vísir aftur, at hetta kundi verið gjørt bíligari. — Vit hava fingið at vita frá Smyril Line, at land- gongin má liggja so høgt uppi, og tí verða vit noydd at rætta okkum eftir, sigur Jónsvein Lamhauge. Eisini aðrar havnir, m.a. tann í Hanstholm, hava gjørt íløgur fyri omanfyri 20 milliónir fyri at hýsa Norrønu og øðrum tílíkum skipum. Eingin vil gjalda Soleiðis er ætlanin at stásiligu nýggju skipini skulu húsast á Eystaru bryggju í Havn. Tekning: Tórshavnar havn Tórshavnar havn: Farmaleiðir liva í óvissu Bygningurin, har Farstøðin húsast verður munandi minni í næstum, tá ein partur av bygninginum verður rivin niður. Eftir ætlan verður alt arbeiðið liðugt til nýggju heimkomuna hjá nýggju Norrønu Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8