Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 218 - 13. november 2002 Nr. 218 - 13. november 2002 11 Kári Thomsen Í farnu viku varð óhugna- liga heimsmet okkara í dálking av lufthavinum av- dúkað í útvarpi og sjón- varpi. Oljumálaráðið hevur fingið kanningina lidna av nøgdini av vakstrarhús- gassunum koltvíilta (CO2), metan (CH4), køvievni (Nox) og ørum fluorbundn- um gassum m.a. HFC, PFC og CFC. Gassini stava fyrst og fremst frá nýtsluni av olju og úrdrátti haðani, men eisini frá landbúnaði, brennistøðum og ídnaði. Undirritaði legði fyri ári síðan fram frágreiðingina »Vindmylluatlas fyri Før- oyar«, har m.a. varð víst á hóskandi støð til uppsetan av vindmyllum, og at vit allarhelst vóru millum mest dálkandi lond í heiminum júst innan útlát av vakstrar- húsgassum. Bert Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya hava opinbart fingið hend- ur á kanningini, og vil eg tí halda mær frá at gera neyv- ar viðmerkingar til úrslitið, tó eg hefti meg við stabba- og strikumyndir, ið sjón- varpið vísti, at meðan lond kring okkum hava lækkandi útlát, so økjast hesi hjá okkum. Kanningin er upp- gjørd fyri 1995 og er øking- in síðan uml. 10% um árið. Útlát frá royndarboringum eru eisini tikin við í kann- ingina og gera eisini sítt til at tølini blíva høg. Í samrøðu við tíðinda- mannin Leif Lágadal metti eg løgmaður átti at lagt frá sær og útskriva nýval. Hes- um vil eg standa við, tá støðan í landinum neyvan hevur verið meira fløkjaslig og vanstýrd seinru 50 árini. Málið snýr seg ikki um teir persónar, sum í løtuni manna landsins stýrið, men um eina tjóð og eitt fólk, ið hevur krav uppá at skil og skynsemið er í staklutum og heidarætlanum landsins. Eitt er at vit fullkomuliga eru heft at dagsins orku- veiting, ið er treytin fyri øllum hjólum samfelagsins á landi og sjógvi – og ver- andi livifóti, men trupult verður, fyri ikki at siga ógjørligt, at grundgeva fyri umheiminum, hví vit skulu hava sersømdir innan hesa vandamiklu dálking. Heimsráðstevnan um burðadygga menning og veðurlagsbroytingar er hildin fyri aðru ferð, fyrst í Rio De Janeiro i 1992 og í ár í Johannesburg. Við Koyoto protokollini frá 1997 um avmarkingar í út- látum av vakstrarhúsgass- um fyri at tálma óheppnu hitaøkingina av Jørðini, átti ávaringarlúrarnir fyri langt síðan at verðir hoyrdir úti í Nesinum. Hin 9. november 1998 hevur løgmaður á fundi í Oslo, saman við leiðarun- um fyri norðanlondini, Áland og Grønland, váttað, at føroyingar vilja vera við í menning og umlegging til burðardygg norðanlond. Ein av høvuðslinjunum í hesi menning er, at atlit til umhvørvið verður integrer- að í 6 samfelagsøki ella sektorar. Hesir eru orka, landbúnaður, ídnaður, fiskivinna og jarðar- og skógarbrúk. Onnur tvør- sektoriel mál eru m.a. veð- urlag, lívfrøðiligt marg- faldni, havið, evnafrøði og matvørutrygd. Løgmaður hevur ábyrgd- ina av at landsstýrismenn útinna sítt arbeiði til lýtar, og roknað verður við, at hann hevur givið teimum frágreiðing frá fundinum í Oslo. Landsstýrismaðurin í umhvørvismálum Eyðun Eltør hevur eftir mínari meting sæð skriftina á vegginum, og hevur gjørt ávís tiltøk rætta vegin m.a. við aðalorðaskifti 22.januar um umhvørvismál. Eitt orðaskifti har allir (møttir) løgtings- og landsstýris- menn vóru á einum máli, at nú skuldi gongd setast á dagføringar og nýgerð av náttúru- og umhvørvislóg- um og kunngerðum og har- afturat skuldi orðast ein umhvørvis- og orkupoli- tikkur, og óheft nevnd skuldi setast at kanna alter- nativar orkukeldur. Eyðun Eltør hevur fingið til vega eitt fyrsta »Uppkast til føroyska ætlan um burð- ardygga mennning« dag- fest 4. januar í ár, og hevur skipað fleiri fundir í sam- band við Agenda 21 fyri kommunuumboð og áhug- að annars. Afturat hesum játtaði Eyðun Eltør stuðul til ger av áður nevnda »Vindmylluatlas fyri Før- oyar« fyriuttan at »Orku- og Umhvørvisráðstevnan«, ið Føroya Náttúruverndar- felag skipaði 2.- og 3. mai, fekk sera positiva viðger og fíggjarligan stuðul soleiðis at ráðstevnan kundi hald- ast. Rætt skal eisini verða rætt, at Anfinn Kalsberg løgmaður í hesum sam- bandi var positivur í allar mátar og gav góð ráð og sítt besta viðmæli. Kanska er ov lítil futtur í Eyðun Eltør at orða og skipa umhvørvispolitikkin til eina ítøkiliga verkætlan at leggja fyri Løgtingið. Óheppi varð eisini at biði varð um fyrivarni fyri føroyingum í møguligu oljuvinnuni líkasum vant- andi undirtøkan við Kyoto- protokollini í Johannes- burg, grundað á tørvandi hagtøl, ikki bleiv staðfest. Mál kundu verið sett fyri avmarking í útlátum, men bleiv hetta ikki gjørt. Minnist meg rætt er eingin landsstýrismaður við ábyrgd fyri umhvørvis- málum, ið áður hevur útint tað, ið Eyðun Eltør hevur gjørt hesum viðvíkjandi. Oljumálið kann tykjast meira áhugavert og tíðar- krevjandi, og kann ein ivast um landsstýrismaðurin hevur stundir at seta seg væl og viriliga inn í alstóru og krevjandi uppgávuna innan náttúru- og umhvørv- isvernd. Eg haldi ikki orsøk er at seta fram misálit á Eyðun Eltør, og harmist um tað sera persónliga og ódámligu skriving, ið nýggi skrivarin hjá javnaðarflokk- inum, Hans Pauli Strøm, leggur til brots við í Sosial- inum 9. November. Náttúru- og umhvørvis- mál hevur aldrin verið í høgum metum hjá føroysk- um politikarum, mest ein viðfáningur, ið ikki skuldi takast í serligum álvara. Við vóru ávarað ikki at leggja umhvørvismál í sama stýri ella ráð sum oljumál, tá hetta kundi geva óheppnar ábendingar til umheimin, at umhvørvis- reglur okkara kundu tillag- ast oljuvinnuna so henda ikki fekk ov nógvar forð- ingar. Trupulleikar eru tó ikki íkomnir, men loysnin er ikki heppin. Til ber at minka um útlát- ini av vækstrarhúsgassum við forboðum um innflutn- ing og nýtslu av t.d. bjálv- ing, kølievnum og spray- dunkum, ið m.a. innihalda HFC, PFC, og CFC-evni, ið hava ovurhonds stórt árin í samband við vakstrarhús- fyribrygdið. Forboð, avgjøld og mið- vísar reglur og kunngerðir kunnu setast í verk innan øll øki har vakstrarhúsgass- ini koma fyri. Avgjøld á t.d. handilstøð og oljunýtslu hjá stórbrúkarum, lúkan av krøvunum til roykreinsing á brennistøðunum og mið- vísa endurnýtslu, CO2 og SO2 avgjøld, ið kunnu fara í grunn til menning av var- andi orkuútbygging. Herd krøv til roykreinsing hjá fiskiflotanum og øllum ak- førum, ið nýta dieselolju. Kunngerðir um orkuspar- andi el-perur og rútar í øllum almennum bygning- um, gerð av landsbyggi- reglugerð, avsláttur til fólk, ið vilja seta upp netbundnar sólkyknur til elframleiðslu og sólpanelir til upphiting, - fyri bert at nevna nøkur fá dømi. Slík tiltøk minka nakað um vakstrarhúsgass- ini, tó at hetta kann taka fleiri ár innan broyting hómast. Oljunýtslan er í nøgd nógv stórsti syndarin, men kunnu vit – um politikarnir hava vilja og rygg til at gera nakað við tað, minka um útlatið við upp móti 20% uppá 2 til 3 ár. Hesum skal eg grund- geva gjølliga fyri komandi viku, og í tí viðfangið siga nakað um burðardygga menning, náttúruvernd og hví ein broyting í skipan og umsiting av ávísum máls- økjum innan landsstýrið og samband tess við kommun- urnar verður neyðug. Í middagstíðindunum i útvarpinum mánadagin 11. november nevndi Finnbogi Joensen, Vestmanna, at um- hvørviskanningin var verunleikafjarð. Oljumála- styrið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan standa inni fyri kanningini, ið er gjørd av serkønum fólki, og eiga vit ikki at sáa iva um úrslit- ið. Kanninggin verður tøk innan stutta tíð, og eru villur í, kunnu hesar avdúk- ast tá. Harafturmóti er lítið positivt at siga um lands- stýrismannin í orkumálum, Bjarna Djurholm, ið ikki kundi stuðla við eini einasti krónu. Peningur var ikki tøkur til slík endamál kanska tí einstakur vinmað- ur, folkafloksmaður og fyrrverandi stýrislimur í SEV hevði fingið hálvtann- að ára heimaarbeiði til at orða ein orkupolitikk fyri landsstýrismannin – ein uppgáva, ið gerast kann ein leygardag fyrrapart. Umhvørviskanningin Skrivligar keldur siga, at gráspurvurin kom fyrst til Suðuroyar. Hetta var stutt fyri ella undir seinna heimsbardaga. Nøkur ár seinni var fuglurin eisini at finna á øðr- um støðum í Føroy- um, eitt nú í Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Svínoy og í Norðra- gøtu FUGLAR Vilmund Jacobsen Tveir næmingar á Náttúru- vísindadeildini, sum stremba eftir eini lívfrøðis- útbúgving á Fróðskapar- setrinum, royna sum lið í eini bachelor-uppgávu at kanna ymiska vitan um før- oyska gráspurvin. Tey heita tí á fólk, sum vita okkurt um gráspurvin at siga, um at venda sær til Náttúruvís- indadeildina á Fróðskapar- setrinum, tlf. 352550 ella við at senda ein e-post til EydfinnM@Setur.fo Uppgávan hjá næm- ingunum ber heitið »Út- breiðsla og tal av gráspurv- um í Føroyum sæð frá ein- um metapopulatións sjón- armiði«. – Ein partur av hesi upp- gávu er at gera eitt kort sum lýsir, nær gráspurvurin er komin til tær ymisku bygd- irnar í Føroyum. Fyrst til Suðuroyar Út frá skrivligum keldum, vita næmingarnir at siga, at gráspurvurin kom fyrst til Suðuroyar. Hetta var stutt fyri ella undir seinna heimsbardaga. Nøkur ár seinni var fuglurin eisini at finna á øðrum støðum í Føroyum, eitt nú í Havn, Klaksvík, Fuglafirði, Svínoy og í Norðragøtu. – Við at leita í ymiskum skrivligum keldum og við at tosa við fólk, vita vit eis- ini, hvat ár – ella nær á leið – gráspurvurin er komin til aðrar bygdir í Føroyum. Kortið, sum næmingarnir hava teknað, vísir, at tað eisini eru bygdir í Føroy- um, sum teir lítið ella einki vita um, og serliga eru fáar upplýsingar um bygdirnar í Eysturoynni. Men allar oyggjarnar hava sjálvsagt stóran áhuga. – So, veitst tú, nær grá- spurvurin er komin til onkra av bygdunum, vilja vit fegin frætta, siga næm- ingarnir og leggja aftrat, at ikki er neyðugt, at tú ná- greiniliga veitst, hvat ár spurvurin er komin til bygdina. Upplýsingar um, at hann er komin fyri ella eftir eitt ávíst tíðarskeið, eru eisini virðismiklir. Merktir spurvar Næmingarnir vilja hava at vita, um tað eru ár, har eingir gráspurvar hava ver- ið – og eisini, um tað eru ár, har serliga nógvur grá- spurvur var. – Vit hava merkt grá- spurvar í Havn við litring- um um beinini. Sært tú onkran av hesum, høvdu vit verið fegin, um tit skrivaðu litirnar á eitt pappír og søgdu okkum frá. Næmingarnir, sum ar- beiða við og skriva uppgáv- una um gráspurvin í Føroy- um, eru Laura Mary Joen- sen og Kirstin Eliasen. Lærarafólkini eru Eyðfinn Magnussen og Sven A. Bengtson. Næmingar kanna føroyska gráspurvin Talið av gráspurvum í teimum einstøku bygdunum í Føroyum. Nullið vísir til bygdir við ongum gráspurvum. Føroyski gráspurvastovnurin er umleið 2.500 pør Barsilsskipanin broytast Tíðin, ið fólk kunnu vera í barsil, verður longd upp í 52 vikur, tó í fyrstu atløgu utt- an løn. Samtíðis verð- ur útgjaldið broytt, so tað verður roknað eft- ir miðalinntøkuni seinastu 12 mánaðir- nar. Hetta eru broyt- ingarnar í lógarupp- skotinum, sum Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnu- málum, fer at leggja fyri løgtingið seinni í vikuni. Landsstýris- maðurin væntar at spara umleið 10 milli- ónir krónur við at broyta útrokningar- háttin BARSILSSKIPANIN Jón Brian Hvidtfeldt Barsilsskipanin, ið skjótt hevur hálvt annað ár á baki, skal nú broytast. Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í vinnumálum, sum eis- ini varir av Barsilsskipan- ini, er liðugur við eitt upp- skot um at broyta skipan- ina. Uppskotið verður lagt fyri løgtingið ein at kom- andi døgunum. Í høvuðsheitum er talan um tvær broytingar, verður uppskotið frá landsstýris- manninum samtykt. Í dag hava foreldur rætt til 26 vikur í barnsburðarfarloyvi við fullari løn, tó í mesta lagi 35.000 krónur um mánaðin. Mamman eigur 14 vikur einsamøll, pápin hevur rætt til tvær vikur í barnsburðarfarloyvi, og foreldrini avgera sjálvi, hvussu tey býta tær sein- astu 10 vikurnar í farloyvi ímillum sín. Sambært upp- skotinum skulu foreldur í framtíðini hava rætt til til- samans 52 vikur í barns- burðarfarloyvi. Tó hava tey framvegis bara rætt til løn í 26 vikur. Hin broytingin snýr seg um, hvussu útgjaldið úr Barsilsskipanini skal rokn- ast. Foreldur hava sum nevnt rætt til fulla løn, meðan tey eru í barsil. Hig- artil hevur útgjaldið verið roknað eftir meðalinntøk- uni seks teir bestu mánaðir- nar seinasta árið. Men sam- bært uppskotinum hjá landsstýrismanninum verð- ur útrokningargrundarlagið í framtíðini roknað sum mánaðarliga miðalinntøkan seinastu 12 mánaðirnar. Hetta er eisini í tráð við upprunaliga uppskotið frá Bjarna Djurholm fyri Bar- silsskipanina, sum løgting- ið tó síðan broytti. - Endamálið er ikki at taka nakað frá nøkrum. Av tí at vit framvegis nýta mið- al mánaðarligu inntøkuna seinasta árið sum útrokn- ingargrundarlag, fáa øll tað, tey hava rætt til, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at tað ber altíð til at kjakast um, hvørt broytingin er rættvís ella kanska órímilig. Sjálvur heldur hann, at rættast er at rokna útgjaldið eftir miðal- inntøkuni seinasta árið, eins og upprunaliga var ætlanin við Barsilsskipan- ini. Av tí at útgjaldið higartil hevur verið roknað út eftir miðalinntøkuni, seks teir bestu mánaðirnar seinasta árið, hevur tað í ávísum føri borið til hjá fólki at »savna« sær løn saman, m.a. við at fáa arbeiðsgev- ara at bíða við at flyta løn, fyri á tann hátt at hækka út- rokningargrundarlagið. Útgjaldsloftið óbroytt Við verandi skipan hava foreldur rætt til fulla løn í barnsburðarfarloyvinum, tó í mesta lagi 35.000 krónur um mánaðin. At loftið er sett so høgt hevur fingið ilt í fleiri fak- feløg, ið ikki meta tað vera rætt og rímiligt, at útgjaldið úr Barsilsskipanini skal kunna vera meiri enn dup- ult so høgt sum lønin hjá verkafólki. Bjarni Djur- holm, landsstýrismaður, hevur tó ongar ætlanir um at broyta útgjaldsloftið. Hann vísir á, at tað bara eru heilt fá, ið fáa hægsta út- gjald úr Barsilsskipanini, ið annars ikki hava rætt til fulla løn í barnsburðarfar- loyvi. - Øll alment lønt, um- framt øll tey í privatu vinn- uni, sum hava sáttmálar, ið líkjast teimum hjá tí al- menna, hava í sínum sátt- málum rætt til fult lønar- endurgjald í samband við barsil. Hesin rættur liggur omanfyri ásetingarnar fyri Barsilsskipanina, og tí eru tað bara heilt fá, ið fáa ágóðan av at útgjaldsloftið er so høgt, sigur Bjarni Djurholm. Og av tí at talan er um heilt fá fólk, er hetta ikki nøkur stór fíggjarlig útreiðsla fyri Barsilsskip- anina. Bjarni Djurholm sig- ur seg tó duga at skilja, at høga útgjaldsloftið kann fella í eyguni hjá summum. Spara 10 milliónir Í ár fer Barsilsskipanin at kosta 71 milliónir krónur, og í fíggjarlógaruppskoti- num fyri næsta ár verður skipanin mett at kosta 66,3 milliónir. Av teimum 66,3 milliónunum, ið skipanin er mett at kosta næsta ár, gjalda løntakarar og arb- eiðsgevarar tilsamans 29 milliónir í Barsilsgjaldi, ið er 0,25 prosent fyri hvønn partin á arbeiðsmarknaði- num. Bjarni Djurholm sigur, at broytingarnar í útrokning- argrundarlagnum fara at merkja, at skipanin gerst umleið 10 milliónir krónur bíligari næsta ár. Talan verður tó ikki um at skipan- in sjálv skal sleppa at varð- veita henda pening, t.d. til at nýta til at leingja tíðar- skeiðið, ið fólk hava rætt til farloyvi við løn. Broyting- arnar eru liður í fleiri spari- tiltøkum hjá Vinnumálaráð- num, og pengarnir enda tí- skil aftur í landskassanum. Longt barsil uttan løn Í fyrstu atløgu verða tær 26 vikurnar, ið barnsburðar- farloyvi verður longt, uttan løn. Bjarni Djurholm sigur, at hann seinni í ár fer at taka henda spurning upp- aftur. Hetta skal gerast saman við arbeiðsmarkn- aðinum. - Skal tíðarskeiðið, har fólk hava rætt til barns- burðarfarloyvi við løn, leingjast, so skal tað gerast í samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Bjarni Djurholm. Tá ALS herfyri gjørdi av, at inngjaldið til arbeiðs- loysisskipanina skal lækka á nýggjárinum, kom fram, at lækkingin møguliga kann nýtast til at bøta um Barsilsskipanina. Bjarni Djurholm metir framvegis, at hetta er ein spurningur, ið eigur at takast við í við- gerðina, saman við pørtun- um á arbeiðsmarknaðinum. - Eg meti, at lækkingin í inngjaldinum til ALS fram- vegis eigur at takast við í viðgerðina og metingina av, um vit ikki kunnu bøta um Barsilsskipanina, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, ið tó ikki frammanundan vil binda seg til hesa loysn. Eftir ætlan skal broyting- in í Barsilsskipanini koma í gildi 1.januar næsta ár. FAKTABOKS Foreldur hava rætt til barnsburðarfarloyvi við løn í 26 vikur. Mamman eigur einsamøll 14 vikur, og í hesum tíðarskeiði hevur pápin eisini rætt til tvær vikur í far- loyvi. Foreldrini kunnu síðan sjálvi avgera, hvør teirra skal nýta tær írestandi 10 vikurnar. Broytingin, ið eftir ætlan skal koma í gildi á nýggjári- num, fevnir bara um tíðarskeiðið eftir at tey hava nýtt nevndu 26 vikur við løn. Broytingin gevur foreldrun- um rætt til at vera í barnsburðarfarloyvi í tilsamans eitt ár, og tey skulu sjálvi sleppa at gera av, hvussu leingi hvør teirra er í farloyvi. Tíðarskeiðið, ið tey eru í far- loyvi afturat verandi 26 vikum, er tó uttan løn. Útgjaldið úr Barsilsskipanini verður í dag roknað eftir meðal mánaðarligu inntøkuni, seks teir bestu saman- hangandi mánaðirnar, síðsta árið. Verður uppskotið hjá Bjarna Djurholm samtykt, verður útgjaldið roknað eft- ir miðal mánaðarligu inntøkuni, javnt býtt yvir sein- asta árið. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, fer ein av komandi døgunum at leggja uppskot fyri løgtingið um at broyta Barsilsskipanina. Tvær høvuðsbroytingar eru: rætturin at vera í barnsburðarfarloyvi verður øktur upp í 52 vikur, og útgjaldingargrundar- lagið verður broytt, so tað verður roknað eftir miðalinntøkuni seinastu 12 mánaðirnar. C M Y K 11 10