Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 218 - 13. november 2002 Nr. 218 - 13. november 2002 13 Føroyingar hava altíð borið orð fyri at vera eitt siðiligt, fólkaligt, róligt og trúgvandi fólk. Vit hava borið orð fyri at vera gestablíð móti fremmandafólki, og vit hava dugað at víst tolsemi mótvegis hvørjum øðrum og øðrum. Síðani víðgongdar og ekstremar rørslur av ymsum slag, tað verið seg átrúnaðarligar ella politiskar, hava tikið seg upp her á landi, er gingið niður á bakka í so máta. Intoleransa og trongskygni hava fingið fastatøkur í pørtum av samfelagnum. Hetta merkir samfelagskjakið, og hetta merkir eisini í ávísum førum politikkin her á landi. Tá sagt verður, at vit hava brúk fyri persónum, rørslum ol., ið kunnu flyta mørk, so er tað langt frá altíð rætt. Sjálvandi hevur eitt sam- felag tørv á fólkum og rørslum, ið kunnu vera við til at menna og skunda undir eina sunna tilgongd, men tað má tó ikki byggja á, at samfelagsmenningin kann verða stýrd av víðgongdum - fundamentalistiskum/ fanatiskum kreftum. Demokratiið, sum er grundarsteinurin vit byggja á, loyvir okkum øllum, so ymisk vit enn eru, at búleikast og mennast á hesum klettum. Men tað er eisini eitt demokrati við ábyrgd fyri sær og sínum næstu. Nettupp tí vit hava eitt demokrati sleppur tú ikki undan hesum víðgongdu kreftunum. Tær finnast í øllum demo- krastiskum samfeløgum, men flest alla staðni eru tær í minniluta og hava ikki stóra ávirkan. Alt Frakland var um at fella í fátt, tá høgraekstremi politikarin Le Pen, bráddliga fekk vind í seglini. Í Føroyum eiga vit eisini at vera á varðhaldi fyri hesum kreftum. At víðgongdar átrúnaðarligar kreftir eisini hava fingið eitt bein inn um tinggáttina er nakað, sum okkara demokrati loyvir. Soleiðis skal tað eisini vera. Tó kann spurnartekin setast við sperrimarkið. Men rópast má varskó, tá slíkir ekstremir religiøsir minni- lutar gjøgnum politisku skipanina vilja taka sær meira vald enn undirtøka er fyri í fólkinum. Men slíkt vald fáa teir bert, um aðrir flokkar geva teimum tað. Og í Føroyum ár 2003 er støðan tann, at Tjóðveldisflokk- urin - fyri at kunna varðveita mest møguligt vald sjálvur og fyri at halda øðrum stórum meiriluta- flokkum uttan fyri alt vald - hevur givið tí ekstrema Miðflokkinum óhugnaliga stórt vald. Tað er í veru- leikanum hesin flokkurin, sum setir debatdagskránna í Føroyum í dag. Hann hevur fingið eina lyklastøðu við at vera 17. liðið í samgonguni. Tað liðið, sum annars tann hóvligi Sjálvstýrisflokkurin hevur átt og sum hann í mongum førum hevur dugað at livað upp til. Tað er ófatiligt, at stuðlar Tjóðveldisfloksins ikki tala at leiðslu floksins fyri at hava givið hesum eina ekstrema minnilutaflokkinum so stórt vald í tí føroyska sam- felagnum. Vit eiga tó ikki at útihýsa slíkum flokkum, og tí mugu vit eisini venda okkum harðliga ímóti dreingjalótum sum at senda hóttandi sms ella spreingja postkassar. Hinvegin eigur móttakarin eisini at kenna sína ábyrgd fyri demokratiinum, og tað er at vísa tolsemi í orð og tal og ikki bara gera øll onnur til gudloysingar og syndarar, tá hesi velja at tulka sannleikan og moralin øðrvísi. DAGSINS MEINING Sosialurin Ekstremar og vald VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sambandsflokkurin lýgur fyri tær Aki Andreasen Tað er í lagi at vera polit- iskt ósamdur og at vísa á sínar politisku ætlanir. Men tað er beinleiðis ússaligt at byggja ein flokk og ein politikk á at lúgva upp á tíni mótstøðufólk. Í eini ótespiligari roynd at søkja sær egnan politisk- an vinning burturúr lagnuni hjá óskyldugum fólki, hev- ur Sambandsflokkurin sent út eitt tíðindaskriv. Tað varð lisið upp í Útvarpi Føroya, sunnudagin 10. november 2002, og partar av tí endur- tiknir í tíðindasending í ÚF mánamorgunin 11. novem- ber 2002. Tíðindaskrivið setur beinleiðis lygnir á prent, sum bert kunnu hava til endamáls at skapa ótta millum fólk. Sambandsflokkurin skriv- ar, “at í 2001 vóru játtaðar 80 mió. krónur til sjúkra- viðgerð uttanlands, meðan einans 60 mió. eru játtaðar á verandi fíggjarlóg.” Hetta er beinleiðis lygn. Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 vórðu játtaðar 53 mió. krónur. Síðani varð brúkt meira enn játtað og eykajáttan givin. Á fíggjar- lógaruppskotinum fyri 2002 vórðu játtaðar 60 mió. kr. - og nú verður við eykajáttan biðið um 20 mió. afturat. Her er sannleikin - hvørki meir ella minni! Síðani 1997, tá sambands- flokkurin sat í landsstýrin- um - og tá allur blokkstuð- ulin varð brúktur - eru játt- anirnar til serviðgerð uttan- lands hækkaðar úr 33 mió. krónum upp í 80 mió. kr. Sostatt er tað eisini bein- leiðis lygn, tá sambands- flokkurin skrivar, “at tey sjúku og veiku verða noydd at bera byrðarnar av polit- ikki samgongunnar”. Síðani vit byrjaðu at seta blokkstuðulin til viks, og eftir at vit hava minkað hann beinleiðis, eru játtan- irnar til eldrarøkt, serfor- sorg, almannamál, sjúkra- hús og heilsumál, undirvís- ing og gransking øktar. Tá sambandsflokkurin brúkti allan blokkstuðulin í 1997 vórðu játtanirnar til almanna- og heilsumál ikki raðfestar høgt. Á uppskot- inum til fíggjarlóg fyri 2003 - har blokkstuðulin er minkaður - hevur ongantíð verið játtað so nógv til tey sjúku og veiku: 1997 2003 Almannamál: 888 mió. 1.254 mió. Heilsumál: 370 mió. 546 mió. Sostatt eru almannamálini hækkað við 366 mió. og heilsumálini við 176 mió. hesi árini, tá blokkstuðulin er settur til viks og minkað- ur. Nógv er enn at fremja Nógv er eftir at gera, áðr- enn vit hava ruddað upp eftir ábyrgdarloysið í ríkis- felagsskapinum, tá landið fór á heysin við fullum blokkstuðli og milliarda- lánum afturat. Men raðfest- ingarnar hava ongantíð verið greiðari. Undirritaði heitir á allar fjølmiðlar um at kanna so- nevnt tíðindatilfar, ið kem- ur frá politiskum flokkum fyri beinleiðis ósannar upp- lýsingar- áðrenn nakað verður borið víðari. Harundir eru upplýsing- arnir í hesum skrivi sjálv- andi íroknaðir. Einum og hvørjum stendur frítt at kanna, hvat er rætt og hvat er skeivt. Verður tað ikki gjørt, eru fjølmiðlarnir við til at byggja almenna orðaskiftið á lygnir og útspilling. Skjótt er at gloyma egin mistøk Annita á Fríðriksmørk Tað er ikki smávegis sum Hans Pauli Strøm fer eftir landsstýrismanninum í um- hvørvismálum í grein í farnu viku. So útspillandi og hatursfull, at slíkt orða- lag neyvan hevði fingið innivist í nøkrum blaðið úti í heimi. Men hvat hevur Eyðun Eltør so gjørt? Jú, hann hevur fingið ræðandi tøl um umhvørvi á borðið. At tølini mugu fáa onkr- an at rakna við eri eg samd í. Men hví júst HPS lýpur soleiðis á EE er illa skilj- andi. Úrslitið av tølinum er ikki nakað, sum er skapt meðan EE hevur umsitið økið. Tað er hinvegin eitt úrslit, sum so líðandi er skapt tey seinastu 30 árini, tá eisini Javnaðarflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu, og millum annað umsitið orkumál. At so EE endiliga hevur fingið tøl á borðið, átti ikki at øst ein hagfrøðing á slíkan hátt, sum tað eftir øllum at døma ger. Nýggj hagfrøði gevur hinvegin høvi til at arbeiða víðari við málinum á einum gagnligum og gevandi grundarlagi. Hvussu roynist hann so í verki? Harafturat er at siga, at fleiri løgtingslógaruppskot vóru av andstøðutinglimum løgd fram á ting í seinasta valskeiðið. Løgtingslógar- uppskot, sum høvdu til endamáls at lækka avgjald- ið á brenniolju. Uppskotini vóru feld, takkað verið samgonguni. Ongin í Javn- aðarflokkinum atkvøddi ímóti hesum uppskotum, - heldur ikki HPS! Hinvegin varð uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at lækka avgjaldið á bensini samtykt, hóast Tjóðveldis- flokkurin atkvøddi ímóti. Við at vísa umhvørvisfyrilit og við at vísa á búskapin, sum var í hæddini so mælti Tjóðveldisflokkurin til at fella uppskotið hjá Javnað- arflokkinum. Við øðrum orðum var Javnaðarflokkurin hvørja ferð hesi uppskot vóru fyri á tingi gjørdur varðugur við vandan við umhvørvisdálking. Men hetta rein ikki við Javnað- arflokkin, har var ongantíð ein atkvøða fyri umhvørv- inum, - heldur ikki frá Hans Pauli Strøm! So skjótt er at gloyma egin mistøk. VIÐMERKINGAR Skal pappírið vera blankt, so lat tað vera blankt á báðum síðum Jóannes Eidesgaard Løgmaður bjóðaði í gjár pørtunum á arbeiðsmarkn- aðinum, formonnunum fyri flokkarnar á tingi, landsstýr- ismonnum og aðalstjórum til fundar fyri at seta skjøtil á arbeiðið at samskipa og seta í verk skipanir og loysnir, ið viðkoma pørtun- um á arbeiðsmarknaðinum. Løgmaður undirstrikaði, at byrjast skuldi á einum blonkum pappíri, og at neyðugt var at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum við og ikki minst, at allir flokk- ar á tingi skuldu kunna taka undir við tí, sum fór at spyrjast burturúr. Løgmaður undirstrikaði í hesum sambandi, at tað var hann, sum nú átók sær hetta arbeiðið, hóast aðrir lands- stýrismenn varða av ymsu málunum, ið talan er um. Málini eru: o Skattapolitikkur o Eftirlønarskipan o Pensjónsskipan o Barnsburðarfarloyvi o Als o Lív o Atgongd til arbeiðs marknaðarútbúgvingar o Karensdagar o Arbeiðsmarknaðartrætur Løgmaður hevur sostatt átikið sær ein leiklut, sum man kennast honum rætti- liga fremmandur, nevniliga at samskipa viðurskifti, sum hoyra til aðrar lands- stýrismenn. Hin vegin er tað gleðiligt, at løgmaður nú ásannar, at eingin av hansara tegnum er mentur at lyfta og tíansheldur at loysa m.a. trupla pensjóns- málið fyri allan arbeiðs- marknaðin. Gott og væl eitt valskeið er farið og einki úrslit. Hugskotið hjá løgmanni er gott, og vit í Javnaðar- flokkinum kunnu ikki annað enn fegnast um hetta stig. Á innleiðandi fundinum vóru trý innlegg: o skattur og ávirkanina á samfelagið o framtíðar aldursbýtið og pensjónir o ymiskar eftirlønarskipan- ir. Trý áhugaverd innlegg. Men als ikki nøktandi, tí týðandi partar av arbeiðs- marknaðarpolitikkinum vóru als ikki tiknir við. Hví bert taka trý innlegg, um innlegg skuldu vera til slík- an fund? Høvdu hesi trý størri týdning enn tey, sum ikki vóru? Tað tykir mær løgið, nú løgmaður leggur so stóran dent á at byrjast skal við blonkum pappíri, at so nógv tos kann vera um framtíðar pensjónsskipanir, uttan at samhaldsfasti verð- ur tikin uppá tungu. Tað er í lagi, at løgmaður ynskir eina fólkatrygging, har hvør sætar sær, og tað er eisini í lagi, at ein trygging- armaður greiðir frá um tær loysnir, sum liggja í trygg- ingarskipanini, men heilt at tiga samhaldsfasta burtur, nú byrjast skuldi, tað var ikki serliga kvalifiserað. Samhaldsfasti er ein veruleiki, og tað veit løg- maður væl, og hann veit eisini, at stórur partur av løntakarasíðuni á arbeiðs- marknaðinum og í hvørfall Javnaðarflokkurin síggja henda sum einasta skila- góða møguleika fyri einari skjótari og góðari loysn á pensjónsmálinum. Tí skuldi sjálvandi eitt innlegg snúð seg um henda møguleika, um møguleikar nú skuldu nevnast á fundinum. Hví var samhaldsfasti frá fyrsta fundi útistongdur? Eisini mælti løgmaður til eina verkætlanarnevnd, har arbeiðsgevararnir fáa trý umboð og løntakarafeløgini fáa trý. Hetta ljóðar jú rími- ligt. Men síðan skulu fleiri aðalráð umframt løgmans- skrivstovuna umboðast. Hetta kan ikki annað enn geva eina slagsíðu, har løn- takararnir verða undirum- boðaðir. Eg taki tað fyri givið, at umboðini fyri ráð- ini heldur halla til arbeiðs- gevarasíðuna enn løntak- arasíðuna, serliga soleiðis sum politiska vektin liggur í sitandi samgongu. Neyvan fer eitt nú fíggjarmálaráðið at tala søk løntakaranna. Men alt í alt eitt gott til- tak og eitt gott hugskot frá løgmanni, um tað tók hon- um hálvfimta ár at koma so langt. Men eg haldi tíverri ikki, at byrjanin boðar frá einum heilt blonkum papp- íri. Pappírið er bert blankt, um báðar síðurnar eru blankar. Men tað fara løn- takaraumboðini uttan iva at gera vart við. Annars góðan arbeiðshug. Raðfestingin Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin Mikudagin verður á fólka- tingi 1. viðgerð av L. 49 : Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-06. Málið snýr seg um stað- festing av avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri um heildarveit- ingina, so leingi hetta landsstýri í mesta lagi situr. Málið skal samb. reglun- um lógarfestast bæði á fólkatingi og á Føroya løg- tingi. Og so eru tjóðveldis- fólkafloks-, sjálvsstýris- og miðflokspolitikarar helst nøgdir, so hava teir tryggj- að sær nakað av donskum peningi at føra sín fullveld- ispolitikk við! Men áttu tjóðveldispolit- ikarar ikki at kent seg eitt sindur illa, hóast alt ? Heild- arveitingin skuldi jú burtur við størri ferð enn so! Landsstýrið hevur fingið avtaluna við skerdari heild- arveiting eftir sínum vilja, danir eru lagaligir, og so skuldu øll verið glað ! Ella hvussu? Ágangurin á samgonguna Eg kann vissa løgtingslim- in Kristinu Háfoss, ið ikki skilir ágangin á samgong- una í hesum døgum, eins og Karstin Hansen, landsstýr- ismaður, at nógvir føroy- ingar eru alt annað enn glaðir, nú fyrst og fremst føroyskir sjúklingar gjalda prísin. Vit í Sambandsflokkin- um hava onki ímóti, at Før- oyar fáa ein sjálvberandi búskap, men reseptin skal ikki vera tann, sum nú verður brúkt. Okkara boð er ein tilgongd, sum landið orkar at bera, har aðrir møguleikar fyrst finnast fyri at halda búskapinum uppi fyri ikki at skapa ruðuleika, og har vælferðin ikki verður spæld okkum av hondum. Tað verður hon nú, tað hava vit sæð seinastu dag- arnar, har fylgjurnar av fullveldisraðfestingini av álvara eru farnar at merkj- ast, og sláast skal fast, at ynskið er komið úr Føroy- um, ikki úr Danmark! Reseptin hjá lands- stýrinum Hjá landsstýrinum er res- eptin: Fyrst skal avgerðin takast og setast í verk, so skal kannast, um tað nú ber til. At úrslitið fór at verða sum seinastu dagarnir hava prógvað, ávaraðu vit um, men vit vóru skírd ábyrgd- arleys og svartskygd. Slíkar ákærur eru vit tó so von við, so tær nerva okkum ikki, tí vit halda fast við okkara høvuðssjónar- mið, og teim sleppa vit ikki. Tað sum er hent er ófor- svarligt, tað hava vit fingið prógv fyri seinastu dagar- nar. Føroyingar, sum hava hjálp fyri neyðuni og sum hildu seg hava nøkur rættindi, kenna seg nú sum eina fíggjarliga byrðu. Tað er óvirðiligt ! Og her hugsi eg ikki bert um tey dømi, vit hava sæð í fjølmiðlunum, tí tað finnast onnur dømi, sum ikki eru komin fram í fjølmiðlunum, men sum eru minst líka skelkandi. Vælferðin Kristina Háfoss skrivar í bløðunum, at samgongan hevur øll árini raðfest væl- ferð føroyinga hægst og eru øktu útreiðslurnar nýttar til at bøta um vælferðina. At nakrar ábøtur eru gjørdar, nú so ríkiligt hevur verið til av peningi (við hægsta ríkisstuðuli nakran- tíð!) er onki at reypa av, tí tað vildu allir flokkar gjørt fyri at rætta uppaftur tað, sum varð niðurpínt undir kreppuni, og tað hevur ikki skortað við stuðuli frá and- støðuni, tá slík uppskot eru komin frá samgonguni. Men samstundis hevur samgongan felt andstøðu- uppskot, ið bendu á sama bógv! So kunnu Karsten Han- sen og Kristina Háfoss tosa so nógv tey vilja um at væl- ferðin er raðfest fremst. Pengar og játtan Vit hava ikki pengar til at hjálpa teim, sum hava hjálp fyri neyðuni, tí vit hava raðfest fullveldið hægst, og teir pengar, sum Kr. Háfoss skrivar um skuldu tryggja vælferðina, gera ikki mun- in, tí alt hendir við so lítlari ferð, og har er út- og um- byggingin av landssjúkra- húsinum eitt talandi dømi. Har verður ikki liðugt at byggja út fyrr enn um eini 12 ár. Og so skal ikki gloymast, at avgerðin at byrja varð tikin av eini heilt aðrari samgongu enn hesari og undanfarnu samgongu. Tá var lítið til av peningi at gera gott við, men tað er tað nú samb. landsstýrismann- inum við fíggjarmálum, men ferðin er ikki sett upp fyri tað og hon sær heldur ikki til at blíva tað. Tá bygningurin ætlandi verður liðugur næsta summar, verður hann ikki tikin í nýtslu, tí tá verður ikki peningur tøkur til tól, so tað má bíða til árið eftir. Neyðugt hevur verið við eykajáttanum til nýggja bygningin (12 mill. kr. fyri fáum døgum síðan) og tað verður tað eisini komandi ár, hava vit fingið at vita. Til raksturin í ár er eyka- tørvurin einar 20 mill.kr. Tá eru lógarbundnu avgerðir- nar til Norðuroyartunnilin og Vág ikki tiknar við, ið eru umleið 40 mill. kr. Og so tosa samgongulim- ir samstundis um at finna 200 mill. kr. at spara á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 ! Tá avtalan um heildar- veitingina, sum er eftir leisti samgongunnar, skal samtykkjast á Føroya løg- tingi um stutta tíð, átti onk- ur í samgonguni at kent seg illa, tí hetta er ábyrgdar- loysi burturav, og tey veik- astu gjalda prísin, tað síggja vit nú. Og tá er vælferðin ikki raðfest hægst, tvørturímóti! Eli Elttør Fyrst vil eg takka tær fyri at tú vísir umhvørvinum slík- an ans. Tað trúgvi eg at pápabeiggi er sera fegin um. Men at tú dittar tær at kalla Eyðun Elttør, sum helst man teljast millum siðiligastu persónar Føroy- ar hava fostrað: klovn, inn- antóman, tápuligan, á- byrgdarleysan og ikki minst lygnara, er mær, og helst nógvum øðrum føroyingum við, ov mikið. Eg skal ikki koma inn á, hvussu tú sært út. Tað veldst sjálvsagt um eygað, sum sær. Góði Hans Pauli, eg vóni, at Eyðun fer at taka teg í fullum álvara og taka neyð- ug stig til frama fyri um- hvørvið. Eg skjóti upp, at hann útnevnir tey øki, sum standa tær nærmast, til pilotprojekt. Hetta tekur tú sjálvsagt eisini fult undir við. Uppskot: 1. Smyril siglir bert 2 túrar til Suðuroynna um vik- una 2. Tað er ikki loyvt at koyra til og frá Vest- manna við privatbili í vikuskiftinum 3. Tað er ikki loyvt at koyra við privatbili úr Vestmanna eftir kl. 18.00 allar dagar í vik- uni 4. Vinnulívið í Vestmanna verður lagt stilt í viku- skiftinum. Tó er SEV undantikið. Vælgagnist. Eg haldi ikki, at Føroyar eru eitt Lortaland, men at her búgva ørvitisknokkar, tað kann eg taka undir við. Viðmerking til Hans Paula Strøm fyrrverandi løgtingsmann C M Y K 13 12