mikudagur 13. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 13. november 2002
15
14
Nr. 218 - 13. november 2002
Samrøða við háskúla-
stjóran, filosoffin og
skaldið Róa Paturs-
son um ein aktuellan
spurning, sum er
frammi í almenna
kjakinum í Føroyum -
humanismu
SAMRØÐA
Kim Simonsen
"Skalt tú skilja økonomisku
politisku gongdina í sam-
felagnum mást tú seta teg
inn í tað, sum hevur við
pengar, vinnu, arbeiði og
politikk at gera. Tann, ið
hevur
lisið
Bíbliuna,
Illiónskvæðið ella Bhaga-
vadgita,
hevur
óivað
onkrar andligar fyrimunir
fram um tann, sum einki
kennir til hesar klassikarar,
men kann ikki brúka hesar
tekstir sum síðsta orðið í
eini diskussión um dagsins
vandamál. Tað er hetta,
sum humanisma leggur
dent á: øll menniskju eru
líka - ikki eins - og eingin
kann tiltuska sær moralsk-
an framíhjárætt."
Rói Patursson
Kim: - Hvat er humanisma?
Rói: - Tað er allarhelst
ómøguligt at geva eina de-
finisjón, sum allir human-
istar taka undir við. Part-
víst tí talan er um eitt
kensuborið "ja-orð", sum
nógv
onkusvegna
vilja
brúka um sína egnu
lívsáskoðan. Og partvíst tí
tað í roynd og veru finnast
ymisk sløg av humanist-
iskum felagsskapum, rørsl-
um ella "skúlum". Tað eru
kristnir, marxistiskir, eksi-
stentialistiskir,
jødiskir,
ateistiskir,
vísindaligir,
etiskir og næstan-hvat-
sum-helst humanistar. Í
eini orðing hjá Internatio-
nal Humanist and Ethical
Union eitur tað m.a.: "Hu-
manisma er ein demokrat-
isk, ikki-teistisk og etisk
lívsáskoðan, sum leggur
dent á ábyrgd og rætt
menniskjans til at forma
sítt egna lív og at geva tí
meining."
Tann
sekulera,
ikki-
religiøsa,
humansiman,
kann kanska best lýsast
sum ein hugburður, ið er
sprottin úr eini ásannan av,
at mannaættin sjálv uttan
yvirnatúrliga
hjálp
er
noydd at vinna á vanda-
málum tilverunnar. Eingin
uttan vit sjálvi - um nakar
yvirhøvur - kann svara
teimum spurningum vit
seta, og tað eru ikki gudar,
men vit sjálvi, sum mugu
gera heimin til eitt gott stað
at vera í.
Humanisma og
humanitetur
Kim: - Er humanisma og
humanitetur, tað at vera
humanur, tað sama?
Rói: - Tað átti tað helst,
men er tað ikki altíð.
Humanitet, menniskjalig-
heit, er nakað vit vísa í
verki og ikki nakað vit
kunnu nevna ella definera
okkum til. Nógv av teim-
um, sum útinna munandi
humaniter avrik, virka útfrá
ikki-humanistiskum sann-
føringum og millum teirra,
sum ikki luttaka í humani-
terum virksemi finnast
eisini humanistar. Nú veit
eg ikki, um eg havi skilt
spurningin rætt, men um
tað humana kunnu vit eisini
spyrja: hvussu langt røkkur
ella eigur okkara humani-
tetur at røkka: djóraheimin,
planturíkið? Kunnu vit
meiningsfult
siga
ella
krevja, at humanitetur eigur
at liva upp til tað vald, sum
okkara vitan og teknologi
hava givið okkum?
Kim: - Er ein hugsan aft-
an fyri humanismuna sum
tilgongd, tvs. er ein hug-
myndafrøði ella ein heim-
speki aftanfyri hetta navn?
Rói: - Nútíðarhumanism-
an hevur støði í Upplýsing-
arfilosofiini, sum í sínum
lagi bygdi á klassiska filo-
sofi. Men samtíðis hevur
humanisman røtur bæði í
hebraiskum, indiskum og
kinesiskum tradisjónum.
Fyri Upplýsingarhuman-
ismuna var tað tó serliga
umskiftið frá mytologi-
serandi til grundgevandi
og kritiska hugsan, sum fór
fram í tí fornu griksku
mentanini, ið hevði týdn-
ing. Tað vóru hugsarar sum
Locke, Hume, teir fronsku
upplýsingarfilosoffarnir og
Kant, sum innførdu, kanska
uppfunnu, ta humanistisku
optimismuna: Tað vitborn-
skilið er evsti myndugleiki í
øllum andligum ella in-
tellektuellum spurningum
og merkir hetta, at menn-
iskjað er sjálvstøðugt mo-
ralskt sæð. Við skilagóðari
útbúgving og vísindaligiari
vitan fer mannaættin sum
frálíður at frígera seg frá
allari yvirtrúgv og byggja
ein skilagóðan heim. Tað
góða og meiningsfulla lív-
ið er ein ítøkiligur møgu-
leiki, og heldur enn til
fánýtis at royna at fáa skil á
Guds ætlan eiga vit sam-
bært upplýsingarhugsjónini
at granska náttúruna, sam-
felagið og menniskjað fyri
at skapa eina betri verð.
Demokrati, talifrælsi og
tolsemi skulu tryggja, at
allar menniskjaligar resurs-
ir, øll politisk og átrún-
aðarlig sjónarmið, skuldu
sleppa framat í tí stóru
samrøðuni, hvørs einastu
autoritetar eru skilið og
tann góði viljin - tí grund-
leggjandi er menniskjað
gott. Í dag kann tann upp-
runaliga humanisman tykj-
ast í so góðvarin. Tann
postmodernistiska kritikkin
haldi eg vera sjálvmót-
sigandi, tá tað snýr seg um
spurningar um sannleika og
veruleika, men tann filo-
sofiska
avdúkingin
av
naivitetinum í tí human-
istisku trúnni á tað óhefta
subjektið, objektiva skilið
og sjálvsagda framburðin
má takast í álvara, um hu-
manisman framvegis skal
vera eitt sannførandi al-
ternativ til totaliterar ideo-
logiir og trúarlærur.
Øll trúgva - tíbetur
Kim: - Sum heimspekingur
- kanst tú siga - um vit í
Vesturheiminum eru um at
gerast ein sekulerur heims-
partur, gudleys menniskju
ella er hetta ein vanlig mis-
skiling?
Rói: - Sekulariseringin er
ein stútt og støðug tilgongd.
Men eg haldi ikki, at hetta
er tað sama sum, at øll sum
frálíður gerast "gudleys
menniskju". Tað hava altíð
verið relativt fá, sum vóru
treytaleyst trúgvandi, eins
og tað altíð hava verið fá,
sum vóru ateistar. Hava tey
flestu ikki okkurt slag av
tillagaðari trúgv, kanska
vantrúgv? - mann trýr eitt
sindur henda veg og eitt
sindur handa veg, sum tað
nú einaferð hóskar seg -
tíbetur, annars hevði einki
grannalag verið tolandi.
Annars er sekularisering
sum so ikki nakar sjálv-
støðugur máttur, men eitt
úrslit av ómetaliga nógvum
hendingum, hugsanum og
gerðum í gerandislívi,
politikki
og
mentan.
Kanska er tað møguligt at
samanfata
hetta
í
tí
sannroynd, at vit í minni og
minni mun góðtaka grund-
gevingar, ið vísa til tradi-
sjón og autoritet. Skalt tú
grundgeva moralskt nyttar
ikki at sitera hvørki Ari-
stoteles ella Bíbliuna, tú
mást fara inn í spurningin
sjálvan og argumentera, ja -
moralskt! Vilt tú skilja
náttúruna, mást tú granska
náttúruna. Skalt tú skilja
økonomisku
politisku
gongdina í samfelagnum
mást tú seta teg inn í tað,
sum hevur við pengar,
vinnu, arbeiði og politik at
gera. Tann, ið hevur lisið
Bíbliuna,
Illiónskvæðið
ella Bhagavadgita hevur
óivað onkrar andligar fyri-
munir fram um tann, sum
einki
kennir
til
hesar
klassikarar, men kann ikki
brúka hesar tekstir sum
síðsta orðið í eini diskussi-
ón um dagsins vandamál.
Tað er hetta, sum human-
isma leggur dent á: øll
menniskju eru líka - ikki
eins - og eingin kann til-
tuska sær moralskan fram-
íhjárætt.
Kim: - Kann humanism-
an gerast ein trúgv - ein
nýggjur guddómur, sum t.d.
Luc Ferry meinar um
mannarættindini?
Rói: - Tað er altíð ein
vandi - menniskjað er tað,
sum vit øll vita, segði
Demokritos - og vit vita frá
okkum sjálvum, hvussu
skjót vit eru at gera okkara
egnu sannføringar til nakað
absolutt.
Kim: - Hava dannilsi,
humaniora og humanisma
nakað við hvørt annað at
gera?
Rói: - Eftir túsund ára
gloymsku, meðan kristin-
dómurin var einaráðandi í
Europa, verður tann forn-
grikska humanisman end-
uruppdagað
júst
sum
"Studia humanitatis". "Hu-
manisma" verður uppruna-
liga brúkt sum eitt frá-
merki í mun til ta vísinda-
ligu
og
matematisku
granskanina: "humanistar"
vóru lærarar og studentar,
sum fingust við retorik,
grikskt og latínskt mál,
søgu, estetik og etik. Upp-
runaliga
var
dannilsi
kanska mest ein spurningur
um at hava elegansu og stíl
í skrift og talu - í grundini
ein hugsjón um ta góðu
útbúgvingina. Ikki fyrr enn
í 19. øld, sum eg havi skilt
tað, vann tankin fram, at
menniskjað skuldi "dann-
ast" í týdninginum "menn-
ast og kultiverast" so tann
sanna menniskjaliga veran,
sum í grundini var skila-
góð, kundi realiserast.
Fremmandagerð
Kim: - Sartre, Adorno og
Frankfurtaraskúlamenninir
tosaðu nógv um fremm-
andagerð. Sosiologar sum
Weber, eins og yrkjarin
Brecht royndu at vísa
okkum tað í verki innan
leiklistina, ið var henda
"verfremdungseffekt". Í
eksistentialistiskari heim-
speki hava bæði Heidegger
og Sartre hildið á at spyrja.
Nakað tað sama sum
Kierkegaard setur spurn-
ingar um menniskjans
frælsi og val. Hvussu fatar
humanisman hesa fremm-
andagerð, og hvussu eru
viðurskiftini millum hu-
manismu og eksistential-
ismu?
Rói: - Hugtakið og hugs-
anin um fremmandagerð og
fremmandastøðu menniskj-
ans gongur aftur til kristna
filosofi. Tey, sum ikki trúu
á og kendu Gud, vóru
fremmand á jørðini. Seinni
verður hetta viðvent – eitt
nú í verkunum hjá Feuer-
bach: Trúgvin á at Gud er
alt og menniskjað lítið og
einki, ber í sær, at tann
trúgvandi verður "fremm-
andur" mótvegis sær sjálv-
um. Menniskjað hevur so
at siga flutt sína andligu
natúru, kenslur, eginleikar,
evni og møguleikar yvir á
eina veru handan tíð og
rúm, sum afturfyri einráðin
avger alla meining við
tilveruni hjá sama menn-
iskja. Tað er í ávísan mun
henda
hugsanin
um
"fremmandagerð", sum
humanisman
hevur
yvirtikið haldi eg; men
hetta er ikki nakar einfaldur
spurningur at svara. Og so
er tað hesin vansin við hug-
takinum um fremmanda-
gerð, at tað kann heftast á
so at siga allar nýggjar og
ókendar tilgongdir.
Viðurskiftini
millum
eksistentialismu og human-
ismu eru áhugaverd, men so
fløkt at eg dugi ikki at geva
eitt stutt og greitt svar. Men
eg ímyndi mær, at ein
lýsing av hesum spurningi
má byrja við at staðfesta, at
humanisturin sær ta menn-
iskjaligu natúruna sum eitt
grundstøði, meðan eksi-
stentialisturin sær ta menn-
iskjaligu natúruna sum eitt
úrslit av livaðum lívi. Sam-
anbera vit ta pragmatisku
humanismuna við eksi-
stentialismuna hjá Sartre,
so er munurin eyðsæddur -
tann fyrra setur tað objek-
tiva skilið hægst og leggur
alstóran dent á, at vit fáa
vísindaliga vitan um okkara
samfelagsliga og natúrliga
umhvørvið - tann seinna
setir tað frælsa og sjálv-
skapandi individið hægst
og hevur lyndi til at skúgva
teoretiska vitan til viks. Frá
einum
humanistiskum
sjónarhorni er eksistential-
isman irrationell og tilvild-
arlig við sínum tosi um, at
einstaklingurin frítt skapar
seg sjálvan sum menniskja
og hevur ábyrgd av síni
egnu lagnu. Frá einum eksi-
stenialistiskum sjónarhorni
er humanisman ein falskur
tryggleiki, ella ein ideologi,
við sínum tosi um at tað
skilagóða menniskja við
upplýsing og vísindum
kann vinna á øllum myrk-
ursins kreftum.
Hesar hugsanir umskar-
ast sjálvandi á nógvum
økjum, men um tað finst
ein veruligur felagsnevnari
av etiskum ella human-
istiskum virðum, tað eru
tað ymiskar meiningar um.
Heidegger, sum tú eisini
nevnir, vendir bakið til
modernitet og humanismu.
Ístaðin roynir hann at orða
eina hugsan, sum fer aftur-
um ta vesturlendsku filoso-
fiina, tí henda - sambært
Heidegger - neyðturviliga
endar
í
oyðileggjandi
teknologi og nihilismu. Eg
haldi hugsanina hjá Heid-
egger vera líka so avbjóð-
andi sum ivasama - her er
ein samanrenning av my-
stikki, morali, vísindateori
og politikki, sum kann fáa
tankan á flog, men alt ov
ofta er tað meir tulkan og
giting enn greining og
grundgeving. Um tað kann
sigast,
at
religión
og
humanisma bjóða hvørjum
av í stríðnum um, hvørji
virði eiga at mynda okkara
tilveru, so er tað ikki heilt
burtur við at siga, at anti-
humanisman hjá Heidegger
er triðja avbjóðingin, sum
bæði humanisma og trúgv,
hvør í sínum lagi, mugu
mæla ímóti.
Hetta eru sera áhuga-
verdir og krevjandi spurn-
ingar tú hevur sett, ikki
minst hetta um viðurskift-
ini millum humanismu og
eksistentialismu,
men
Heidegger hætti eg mær
ikki at fara í holt við her og
nú, tí so verði eg ikki
liðugur hesumegin jól. Men
kanska kunnu vit venda
aftur til hetta eina aðru
ferð?
Nútíðarhumanisman hevur støði í upplýsingartankanum
Rói Patursson: - Skalt tú grundgeva moralskt nyttar ikki at sitera hvørki Aristoteles ella Bíbliuna, tú mást fara inn í spurningin sjálvan og argumentera, ja - moralskt! Vilt tú skilja náttúruna, mást tú granska
náttúruna. Skalt tú skilja økonomisku politisku gongdina í samfelagnum mást tú seta teg inn í tað, sum hevur við pengar, vinnu, arbeiði og politik at gera
Rói Patursson,
heimspekingur og skald: -
Humanisma leggur dent á, at
øll menniskju eru líka - ikki
eins - og eingin kann tiltuska
sær moralskan framíhjárætt.
C
M
Y
K
14