mikudagur 13. november 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 218 - 13. november 2002
Nr. 218 - 13. november 2002
17
Tjóðartingið í Irak
sýtti í gjár fyri at
góðkenna krøvini frá
ST. Nú verður bíðað
eftir, hvat Saddam
Hussein sigur
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Tjóðartingið í Irak samtykti
í gjár einmælt at vísa aftur
krøvunum frá trygdarráðn-
um hjá ST um, at landið
skal lata seg avvápna, og at
vápnaeftirlitsmenninir hjá
ST skulu hava frítt at fara í
landinum. Ein talsmaður
hjá tinginum segði aftan á
atkvøðugreiðsluna, at av-
gerðin var í samsvari við
viljan hjá irskska fólkinum.
Tingið samtykti samstun-
dis, at Saddam Hussein,
forseti skal taka ta endaligu
avgerðina um ST-krøvini.
ST hevur kravt at fáa enda-
ligt svar úr Bagdad í sein-
asta lagi fríggjadagin.
Elsti
sonur
Saddams
Hussein, Uday, hevði ann-
ars mælt tjóðartinginum til
at góðkenna krøvini hjá ST.
Í einum brævi til tjóðar-
tingið skrivaði hann, at
tingið átti at góðkenna
kravið um, at landið verður
avvápnað, og at eftirlits-
menninir hjá ST fáa frítt at
fara.
ST er nú komið við
einum uppskoti, sum
skal loysa ta drúgvu
kreppuna á Kýpros.
Uppskotið mælir til
felags ríki við felags
stjórn, men við
tveimum landslutum,
sum skulu hava ávíst
sjálvsstýri
KÝPROS
Árni Joensen:
Eftir uppskotinum skulu
teir báðir landslutirnir skip-
ast eftir sama leisti sum
landslutirnir í Sveits. Tað
fer at bera í sær, at lands-
lutirnir fáa rættiliga víð-
fevnt sjálvsstýri.
At ST hevur lagt upp-
skotið fram júst nú kemst
av, at á toppfundinum í
Keypmannahavn í næsta
mánað fer ES væntandi at
bjóða miðjarðarhavsoynni
limaskap í samveldinum.
Eftir uppskotinum skulu
grikkarnir og turkarnir á
Kýpros velja eitt forsetaráð
við seks limum, sum skal
virka sum tað ovasta útinn-
andi valdið í felags ríkin-
um. Teir báðir fólkabólk-
arnir skulu skiftast um at
hava forsetan og varaforset-
an, og skift verður tíggj-
unda hvønn mánað. Sjálvt
býtið í forsetaráðnum verð-
ur eftir fólkatalinum í teim-
um báðum fólkabólkunum.
Uppskotið er latið stjórn-
unum í Grikkalandi og
Turkalandi, leiðarunum hjá
grikkum og turkum á oynni
umframt bretsku stjórnini,
tá Kýpros er fyrrverandi
bretskt hjáland. Trygdar-
ráðið hjá ST fekk uppskotið
fyrrakvøldið.
Kýpros hevur verið býtt
sundur millum grikkar og
turkar, síðani Turkaland
hersetti tann norðara partin
av oynni í 1974. Umleið ein
fimtingur av fólkinum á
oynni eru turkar, men teir
hava valdið í einum triðingi
av oynni. Turkaland hevur
lýst tann norðara partin
sum sjálvsstøðugt ríki, men
bara Turkaland sjálvt hevur
viðurkent tað.
Turkiska stjórnin hevur
hótt við at innlima norðara
partin av oynni í sjálvt
Turkaland, fær tann grikski
parturin limaskap í ES.
Hinvegin hevur Grikkaland
hótt við at nýta sýtingar-
rættin í ES, fær oyggin ikki
limaskap í samveldinum.
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, vónar, at teir báðir
gomlu politisku leiðararnir
á Kýpros, tann grikski
Glafkos Klerides og tann
turkiski Rauf Denktash,
kunnu fara til samráðingar-
borðið um at loysa ta skjótt
30 ára gomlu kreppuna.
Løgreglan í Indonesia
vil vera við, at tríggir
brøður skipaðu fyri
bumbuspreingingini
á Bali. Ein teirra er
tikin
YVIRGANGUR
Árni Joensen:
Í síðstu viku tók løgreglan í
Indonesia ein mann, sum
síðani er skuldsettur fyri at
hava verið høvuðsmaðurin
aftan fyri bumbuspreing-
ingina á Bali, har meiri enn
180 fólk lótu lív.
Í gjár kunngjørdi løgregl-
an, at hon er farin at leita
eftir tveimum brøðrum hjá
tí handtikna manninum.
Løgreglan heldur, at teir
báðir vóru eisini uppi í
spreingingini, men fyribils
verða teir skuldsettir fyri at
hava brotið vápnalógina.
Talsmaðurin hjá løg-
regluni segði í gjár, at teir
báðir brøðurnir verða vænt-
andi tiknir um stutta tíð.
Hann vildi tó ikki siga, um
løgreglan veit, hvat teir
fjala seg.
Microsoft-stovnarin Bill
Gates hevur gjørt av at
lata góðar 700 milliónir
krónur til stríðið ímóti
HIV og eyðkvæmi í
India.
Bill Gates kunngjørdi
sjálvur avgerðina mána-
dagin, tá hann var í
India. Stuðulin er tann
størsti, sum eitt einstakt
land hevur fingið úr
grunninum, sum Bill
Gates og kona hansara
Melinda hava stovnað.
Umleið 20 prosent av
verkfrøðingunum, sum
arbeiða hjá Microsoft,
eru indarar, og Bill
Gates hevur sagt, at fyri-
tøkan
hevur
stóran
áhuga í landinum. Hild-
ið verður, at umleið fýra
milliónir indarar hava
HIV-smittuna, og met-
ingar siga, at talið kann
koma upp í 20 milliónir
í 2010.
Russland og ES samdust
á fundi í Bruxelles
mánadagin um, hvussu
fólk í geiranum Kalinin-
grad skulu ferðast til
Russlands,
eftir
at
Póland og Litava eru
vorðin limir í ES. Kali-
ningrad liggur millum
tey bæði londini og
kemur tí at liggja inni í
ES-øki.
ES hevði kravt, at fólk
í Kaliningrad, sum ætl-
aðu sær til Russlands,
skulu hava eitt serligt
ferðaloyvi, men tí krav-
inum hevur samveldið
slept. Ístaðin skulu fólk
hava eitt ferðaskjal, sum
gevur teimum heimild at
ferðast ígjøgnum Litava
og Póland uttan eftirlit.
Á fundinum í Bruxell-
es tosaðu partarnir eisini
um at gera eina jarn-
breyt úr Kaliningrad
ígjøgnum
Litava
til
Russlands. Semja var
um, at verður ein tílík
jarnbreyt gjørd, verður
tað ikki neyðugt hjá
fólki í Kaliningrad at
hava ferðaskjal, skulu
tey til Russlands at ferð-
ast.
Svenski innflytararáð-
harrin, Jan O. Karlsson,
hevur nú gjørt av at lata
sína ráðharraløn fara í
Grunnin til minnis um
Olof Palme.
Ráðharrin hevur verið
fyri nógvum ágangi í
seinastuni, tí tað kom
fram, at hann fær tvær
mánaðarlønir.
Onnur
lønin er ráðharralønin,
sum er 43.000 svenskar
krónur um mánaðin, og
hin er ein løn frá ES,
sum er 80.000 krónur
um mánaðin. Hesa løn-
ina fær Jan O. Karlsson,
tí hann undan sínari
ráðharratíð var ein av
teimum ovastu embætis-
monnunum hjá ES.
Jan O. Karlsson hevði
ætlað at lata ráðharra-
lønina fara í minnis-
grunnin, men tað kann
hann ikki gera, sigur
grannskoðararætturin í
Luxenbourg. Rætturin
sigur, at Jan O. Karlsson
kann ikki siga ES-lønina
frá sær, og hann kann
heldur ikki geva hana
burtur. Tí valdi ráðharrin
at lata sína ráðharraløn
fara í Grunnin til minnis
um Olof Palme.
Kubanski flogskiparin
Nemecio Alonso setti
mánadagin alla sína
familju upp í eitt lítið
flogfar og setti síðani
kós ímóti USA. Ameri-
kanska
radarskipanin
varnaðist tað lítla flog-
farið og sendi jagara-
flogfør at fylgja tí, til tað
setti seg í Florida.
Flogfarið er av russ-
iska slagnum Antonov-2
og er meiri enn 60 ára
gamalt. Tað hevur bert
sæti til flogskiparan og
trý ferðafólk, men kor-
tini eydnaðist tað Neme-
cio Alonso at hava sjey
fólk við sær á ferðini til
USA.
Kubansku
myndug-
leikarnir hava biðið um
at fáa bæði flogfarið og
tey átta fólkini aftur.
Hildið verður, at teir fáa
tað gamla flogfarið, men
tey átta fólkini fáa uppi-
haldsloyvi í USA.
Semja um Kaliningrad
Letur grunni lønina
Flýddu í flogfari
Gates ímóti AIDS
Irakska tingið segði nei
Brøður skipaðu fyri bumbuspreinging
Mæla til felags ríki á Kýpros
Limir í irakska tjóðartinginum við samtyktini hjá ST-trygdarráðnum. Aftan á orðaskiftið
samtykti tingið einmælt at hava krøvunum hjá ST og at lata Saddam Hussein, forseta taka ta
endaligu avgerðina
C
M
Y
K
17
16
Stór hárfríðkanarmessa í London
Seinast í oktobur fóru
22 hárfríðkanar-
kvinnur úr Føroyum
til London á Salong
International mess-
una, sum er um
heystið á hvørjum ári.
Flest øll kend merki
innan hárrøkt eru at
finna á framsýning-
ini, har nærum alt,
ein frisørur kann
hugsa sær, er at fáa -
líka frá hárnálum til
hárvaskimaskinur
HÁR OG MÓTI
Rúna Sivertsen
Salong International varð í
ár hildin í nýggja hand-
ilssentrinum, Exel, sum
liggur miðskeiðis í London.
Umframt básar við øllum
tí, ein hárfríðkanarstova
hevur brúk fyri, vóru eisini
sýningar hildnar á ymisku
básunum. Fleiri kendar sal-
ongir vóru millum fram-
sýnararnar, so sum Tony
and Guy og Vidal Sasson,
ið flestu frisørar kenna,
Sosialurin hevur tosað
við eina av teimum 22 hár-
fríðkanarkvinnunum, Veru
Larsen úr Klaksvík, sum
var við á framsýningini.
- Har fæst alt, tú kanst
hugsa tær, m.a. ein vaski-
maskina til hár. Kundin
leggur høvdið inn í vaski-
maskinuna, og hárið verður
vaskað, uttan at frisørurin
hevur fyri neyðini at røra
hárið, sigur hon.
Vera sigur, at eftir ein
slíkan túr, kemur tú aftur til
arbeiðis við nýggjari in-
spiratión.
– Eg keypti ein video-
film, har vístur verður lit-
og klippiteknikkur. Hann
ætli eg at nýta til eitt
hugna- og skeiðkvøld sam-
an við frisørunum á mínari
salong, sigur Vera.
– Sunnukvøldið fóru vit á
eina sýning í kenda bygn-
inginum, Albert Hall, har
18 teir kendastu hársker-
ararnir í heiminum sýndu
síni kynstur, m.o. Patrick
Cameron, greiðir Vera frá.
Á sýningini í Albert Hall,
var peningur savnaður til
sjúk børn. Innsavningin gav
7,1 milj. pund. Tey 4 milj.
Hvørt ár verður savnað inn
til vælgerandi endamál á
hesi sýning til frama fyri
sjúk og børn í trongum kor-
um.
Skriktar upp á nátt
Vera sigur, at tær sjálvsagt
nýttu høvi at síggja nakað
av London, fyri ikki at
gloyma
“shoppingtúrin”
eftir Oxford Street.
Tær 22 hárfríðkannar-
kvinnurnar vóru í London
júst tað vikuskiftið, tá
klokkan varð flutt til vetr-
artíð. Men eyka tíman, tær
ætlaðu at sova í, mistu tær,
tí mitt á náttini fór eldávar-
ingin í gongd, og tær máttu
allar út á gøtuna at standa.
Tíbetur vísti tað seg at
vera “falskur alarmur” og
eftir eina løtu í náttar-
kuldanum, kundu tær allar
fara undir fjararnar aftur.
Longu nú ber til at
bíleggja atgonguseðil til
Salong International kom-
andi ár. Atgonguseðilin er
bíligari at keypa nú, enn
beint uppundir framsýn-
ingina.
Kostnaðurin liggur um
300 kr. fyri ein dag á
messuni.
Tær 22 hárfríðkanarkvinnurnar, sum seinasta vikuskiftið í oktobur fóru á stóru Salong
International framsýningina í London. Myndin er tikin á flogvøllinum áðrenn fráferðina.
(Mynd: Sørin Pram Sørensen)
Í langa tíð hava langir ella
heilt stuttir fruntar verið
móti. Men nú sær út til, at
tungu fruntarnir, ið ganga
langt aftur móti oyrunum,
aftur gerast móti
(Mynd: Vera Larsen)
Ein sjeikur úr London. Nú eru tað ikki longur bara
kvinnur, ið kunnu royna ymisk hársnið. Nei, nú tora
mannfólkini eisini at lita sær, um tað skal vera.
Henda spennandi harrafrisuran var millum tær
mongu, ið vóru at síggja á framsýningini
(Mynd: Vera Larsen)