mikudagur 13. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • mikudagur • 13. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Nú er tað ordiligt
Eftir at hann í hálvt
annað ár hevur havt
lærlingasáttmála vi
ensku meistararnar,
gerst Ingi Højsted ein
verulig kanón, tá
hann leygardagin
skrivar undir nýggjan
yrkissáttmála við the
Gunners
YRKISFÓOTBÓLTUR
Jákup Mørk
Sum nevnt í Degi og Viku
mánakvøldið, so stendur
Inga Højsted nú í boði at
fáa veruligan leikarasátt-
mála við enska stórfelagið,
Arsenal. Leygardagurin er
ásettur sum dagurin, tá
undirskriftirnar koma upp á
pláss, og tá hetta er gjørt,
kann nú 17 ára gamli leik-
arin rópa seg fyri fyrsta før-
oyska leikaran í einum
premier-league felagi.
Ikki lærlingur
Hóast Ingi nú í hálvt annað
ár hevur havt sáttmála við
enska felagið, so er tað ikki
fyrr enn nú, at hann hevur
loyvi at gera veruligan
yrkissáttmála við felagið.
Hetta tí ensku lógirnar
áseta, at leikari skal vera
fyltur 17 ár, áðrenn verulig-
ur sáttmáli kann skrivast.
Og tað má metast sum
einki minni enn eitt bragd,
at Ingi nú hevur fingið sátt-
málan. Hetta farna árið
hevur í stóran mun verið
merkt av skaðum fyri hans-
ara viðkomandi, og tí var
vandi sjálvandi fyri, at hetta
kundi ávirka møguleikar
hansara at vinna seg víðari.
Í Arsenal hava teir tó eftir
øllum at døma mett, at fót-
bóltsevnini eru somikið
stór, at nakað munagott
kann spyrjast burturúr.
Júst hvat sáttmálin gevur
Inga Højsted í løn komandi
árini, er ilt at siga, men tað
er lítið at ivast í, at talan eft-
ir føroyskum viðurskiftum
er um eina hampuliga góða
mánaðarløn.
B36 fær sín part
Og umframt sáttmálaásettu
lønina
hjá
leikarunum
sjálvum, so rennur eisini
nakað av peningi inn í kass-
an
hjá
barndómsfelagi
hansara, B36.
Kristian á Neystabø, for-
maður í B36, sigur í við-
merking til hetta, at tann
spurningurin
fyrst
og
fremst er eitt mál millum
B36 og Arsenal.
- Tá upprunaligi sáttmál-
in varð gjørdur, varð ein
langtíðar ætlan fyri allar
spurningar eisini teir fíggj-
arligu – løgd, og tað er so
hana, sum vit fyrihalda
okkum til, sigur hann.
Sjálvandi er tað munur á,
um vit selja ein leikara til
eitt felag til Arsenal ella til
eitt nú Leiftur, men akkurát
hvør munurin er, havi eg
ikki loyvi at upplýsa. Eg
kann bert siga, at talan alla
tíðina hevur verið um ein
sáttmála, sum vit eru nøgd-
ur við.
Formaðurin vil ikki siga,
hvørt nýggja undirskriving-
in er eitt lið í hesum sátt-
málanum, men tað er helst
einki at ivast í, at so er. Tá
slíkir sáttmálar verða skriv-
aðir, er ofta vanligt, at avís-
ar upphæddir verða ásettar,
alt eftir hvussu leikarin
stendur seg, og tó at talan
helst ikki er um nakra mun-
andi upphædd fyri eitt
enskt stórfelag, so er lítið at
ivast í, at talan er um eitt
gott ískoyti til kassan hjá
B36.
Kristian á Neystabø legg-
ur tó afturat, at hann er feg-
in um, at tað gonst somikið
væl hjá Inga, at hann nú
hevur fingið nýggjan sátt-
mála.
- Eitt er tann fíggjarligi
parturin, men tað er av
minst líka stórum týdngini
fyri okkum, at tað hepnast
væl ítróttarliga. Nú hevur
Ingi verið nógv skaddur,
men at hann kortini hevur
fingið nýggjan sáttmála
vísur, at Arsenal sær ein
møguleika í honum, og tað
er so avgjørt nakað, sum vit
frøast um, sigur Kristian á
Neystabø at enda.
Ein spentur Ingi Højsted, tá
sáttmálain varð undirskriv-
aður. Nú er ungi føroyingur-
in komin eitt stig longur
dreyminum
Men føroyski lands-
liðsspælarin fær leyg-
ardagin nýggjan
møguleika at vísa síni
kynstur í Silkeborg
ROYNDARVENJING
Jóannes Hansen
Í hesi vikuni er Fróði
Benjaminsen á flatlondum
og royndarvenur. Lands-
liðsmiðvallarin er saman
við dananum Anders Ny-
gaard,
sum
í
summar
spældi við B68, í Silke-
borg, har Viggo Jensen og
hansara menn leita eftir
styrki til superliguliðið,
sum ikki hevur verið ser-
liga sannførandi í heyst.
Mánakvøldið vóru Fróði
og Anders á næstbesta lið-
num hjá Silkeborg, sum
spældi ímóti næstbesta lið-
num hjá Horsens. Horsens
var á heimavølli, og teir
vunnu
4–1.
Sambært
heimasíðuni hjá Silkeborg
var heimasigurin rudduliga
uppiborin.
Umframt Fróða Benja-
minsen og Anders Nygaard
var ein annar gestaspælari á
Silkeborg liðnum. Talan var
um spælara úr Silkeborg
KFUM, sum er áhugaður í
at vita, um tað er møguleiki
hjá honum at røkka longri
sum fótbóltsspælari.
Nýggjan møguleika
Sambært Silkeborg heima-
síðuni so fáa Fróði Benja-
minsen og Anders Nygaard
aftur leygardagin møgu-
leika at vísa, hvør dugur er
í teimum. Tá skal eykaliðið
hjá Silkeborg spæla ímóti
Køge ella Farum.
Á heimasíðuni varð eftir
dystin mánakvøldið skriv-
að, at tað ímóti Horsens
ikki var møguleiki fyri at
síggja, hvør dugur er í
teimum báðum spælarun-
um, sum vóru komnir úr
Føroyum at royndarvenja.
Fróði Benjaminsen segði
við Dimmalætting í gjár, at
tað er Frank Skytte, sum
mesta partin av farna kapp-
ingarárinum var venjari hjá
B68, sum hevur skipað fyri,
at Fróði Benjaminsen og
Anders Nygaard í hesi vik-
uni royndarvenja í Silke-
borg.
Fróði Benjaminsen segði
eisini við Dimmalætting, at
hóast hann royndarvenur í
hesi vikuni, so er hann ikki
vísur í, um hann er áhugað-
ur í at spæla fótbólt í Dan-
mark. Men tað valdast
sjálvandi um, um hann fer
at fáa nakað tilboð frá
Silkeborg, og hvussu tað
fer at síggja út, um tað
kemur á borðið.
Fróði Benjaminsen, sum
higartil bara hevur spælt í
B68, var kosin ársins spæl-
ari í 2001. Í ár stóð hann
sterkur í myndini á lands-
liðnum.
Fróði tapti í fyrstu royndini
19
18
Nr. 218 - 13. november 2002
Mugu fáa at vita, hvat vit hava ráð til ?
Jákup Petersen
yvirlækni
Viðgerð uttanlands er ikki
øðrvísi enn viðgerð innan-
lands. Yvirlæknar hava ein
búskaparligan karm fyri
viðgerð innanlands og hann
halda vit okkum til. Vit
hava eisini karmar at arb-
eiða innanfyri og politikar-
nir leggja seg ikki í smálut-
ir. Sama eigur at verða
galdandi fyri viðgerð uttan-
lands.
Leiðandi yvirlæknin á
Landssjúkrahúsinum
Í sosialinum leygardagin 9.
Nov. verður leiðandi yvir-
lækni á Landssjúkrahúsi-
num Anne Grethe Mikkel-
sen endurgivin fyri at hava
sagt, at politikarnir mugu
melda út, hvørji tilboð før-
oyska heilsuverkið (sjúkra-
húsverkið)
skal
kunna
bjóða uttanlands, og hvørj-
ar karmar vit hava at virka
undir og at hon sjálv kund-
i hugsað sær eina tvørfak-
liga nevnd við læknum,
løgfrøðingum og fíggjarlig-
um kønum fólki, at meta
um instillingarnar hjá yvir-
læknunum.
Harafturat
verður rættur teirra avvar-
andi til at fylgja við aftur
havdur á lofti.
Arbeiðsreglur
Í okkara arbeiði sum yvir-
læknar hava vit fingið
greiðar karmar frá politik-
arum at arbeiða innanfyri.
Tað snýr seg fyrst og fremst
um búskaparligar karmar,
men eisini um løgtingslóg
nr. 89 frá 4. Juni 1996 har
arbeiðskarmarnir
hjá
sjúkrahúsunum í Føroyum
verða lýstir. Í somu lóg
verða reglurnar fyri viðgerð
uttanlands og rættur yvir-
lækna, at senda sjúklingar
av landinum nevndur. Har-
afturat koma so ymiskar
reglur við heimild í lógini.
Vit hava ikki havt stór-
vegis trupuleikar, at arbeiða
undir hesi lóg. Innanfyri
búskaparliga karmin hava
vit byggt eina kanningar-
viðgerðar- og røktarketu
sum stendur nøkurlunda
mát við okkara grannalond.
Trupuleikin er meira, at vit
ikki hava fingið nakra
ábyrgd fyri tí búskaparliga
karmi sum er lagdur um
viðgerð uttanlands.
Uttanlandskonto
Tá tað kemur til viðgerð
uttanlands so er tann fak-
liga og tann búskaparliga
ábyrgdin fallin í tveir part-
ar, sum sjálvdan tosa við
hvønn annan. Hetta hevur
verið ein stórur meinboði
fyri menningina av tí før-
oyska sjúkrahúsverkinum.
Sum yvaleyst kunnugt,
so er tað Trivnaðarmálaráð-
ið sum hevur tikið fulla
ábyrgd av búskapinum í
hesum máli og hevur saman
við Landsstýrinum sum
frægast sett reglur og sið-
venju á økinum. Yvirlækn-
arnir hava so ongan møgu-
leika, at arbeiða við hesi
konto. Kunnu ikki taka við-
gerðir (og pening) heim, og
hava av somu grund torført
við, at leggja til rættis fram-
tíðar sjúkrahúsverkið til
stóran ampa fyri menning-
ina.
Tvørturímóti er møgu-
leiki fyri at henda konto
verður misnýtt. Um bíðitíð-
irnar eru ov langar í Føroy-
um ber jú til, at senda sjúk-
lingar av landinum. Í staðin
fyri, at seta kostnaðarmikl-
ar viðgerðir ígongd í Før-
oyum er tað búskaparliga
lættari fyri sjúkrahúsið, at
lata tær verða liggjandi
uttanlands. Um ein deild í
Føroyum legst í serlækna-
loysi seta vit telemedisin í
staðin og spara pening her
heima. Hetta og mangt ann-
að gerð at tað er trupult at
mennna
sjúkrahúsverkið
undir verðandi skipan.
Stýra sjúklingaviðgerð
omanífrá
Tað ber ikki til at stýra ein-
ari framkomnari sjúklinga-
viðgerð í smálutum omaní-
frá. Tað sum í dag er ein
miðsavnað viðgerð á einum
sentralsjúkrahúsi er í morg-
in ein viðgerð sum kann
fara fram á einum minni
sjúkrahúsi ella í heiminum.
Nýggjir
viðgerðarháttir
gerða, at viðgerðir heima
knappliga broytast til við-
gerðir á stórum sjúkrahús-
um. Ambulantar viðgerðir
koma og fara. Tað at senda
ein blindan sjúkling við
sukursjúku og einum beini
av landinum til skurðvið-
gerðar fyri ein hondskaða
er ikki tað sama sum, at
senda ein aktivan ítróttar-
mann avstað við sama
skaða. Og so tað sosiala,
avvarandi, heimliga um-
støður, trygdarnet o.m.a.
Tað er ikki lætt, at gerða
reglur um tílíkt.
Trivnaðarmálaráðið hev-
ur gjørt eftir besta føri-
muni,
men
ársaka
av
manglandi førleika í einum
dynamiskum kanningar og
viðgerðar høpi, og í eini
ørðgrynni av sjúklingalag-
num, hevur verið trupult at
noktað, tá yvirlækni ynskir
sjúkling av landinum. Upp-
skotið um, at hava tvørfak-
liga nevnd í staðin kemur
ikki at broyta nakað. Henda
nevnd kemur heldur ikki at
hava førleika og kemur
helst, at virka sum ein
grátimúrur sum yvirlæknar
og sjúklingar venda sína
ónøgd ímóti. Sigur noktar
nevndin er vandi fyri, at tað
stendur at lesa um tað í
bløðunum morgunin eftir.
Annars er viðgerð uttan-
lands ikki nakað serfør-
oyskt fyribrygdi. Granna-
londini hjá okkum eru nú í
ferð við at bjóða sínum
sjúklingum viðgerð innan
alt EF. Hetta sum ein fylgja
av felagsskapinum, men
ikki minst fyri at fáa egna
verkið at spenna seg út í
kappingini, og soleiðis
mennast. Tey gerða skipan-
ir sum eru við til at stimbra
og menna viðgerð í egnum
landi, samstundis sum sjúk-
lingum stendur frítt at fara í
onnur EF lond at verða við-
gørd. Á henda hátt velja
sjúklingarnir
heldur
at
verða viðgjørdir í einum
vælvirkandi heimlandi og
helst nærhendis bústaði
sínum.
Sum eg skilji tað er hjá
okkum eisini uppskot um,
at politikarnir mugu melda
út, hvørji tilboð føroyska
heilsuverkið skal kunna
bjóða uttanlands. Hetta
kann eg ikki taka fyri fullt.
Kenni eg politikarar rætt
hoppa teir ikki uppá henda
límpinnin. So skjótt teir
fara at leggja seg í smálutir
viðvíkjandi viðgerð uttan-
lands verða kanónirnar
vendar frá verkinum og
beinleiðis móti teimum, og
tað er tað ongin ársøk til.
Gamal arbeiðsháttur:
Ætlaninar viðvíkjandi við-
gerð
uttanlands,
sum
nevndar eru í greinini í
Sosialinum
leygardagin,
minna ikki sørt um tað arb-
eiðslag sum seinastu árini
hevur verið at merkt á
Landssjúkrahúsinum. Her
meti eg ikki, at leiðslan
seinastu árini í nóg stóran
mun hevur havt álit á tí væl
útbúna
starvsfólkinum.
Heldur ikki havi eg havt
varhugan av, at starvsfólkið
formelt og reelt verður tikið
uppá ráð sum tað eigur,
áðrenn tíðandi avgerðir
verða tiknar. Kenslan er
meira, at ymiskar loysnir
verða smoygdar niðuryvir
høvdið á starvsfólkinum,
sum síðani vónbrotið arb-
eiðir víðari so gott tey
kunnu, uttan tað arbeiðs-
gleði og initiativ, sum er so
neyðugur lutur í einum so
fjølbroyttum virki. Hetta er
jú ein arbeiðsháttur sum
hini norðanlondini løgdu til
síðis fyri einum 20 árum
síðani. Men uppskotið við-
víkjandi viðgerð uttanlands
ber jú á hetta borðið. Stýr-
ing í smálutir omanífrá,
nevndir, reglur o.s.fr.
Nevnt verður eisini, at
eru trupuleikar við at fáa
serlæknar
til
Føroya.
Landssjúkrahúsið
hevur
eisini mist tveir yvirlæknar
seinasta árið. Ein patolog
og ein húðlækna og vit fáa
helst telemedisin í staðin,
sum onga menning gevur
til verkið og gerð tað trup-
ult í akuttum støðum. Har-
afturat er so tryggdin at
hugsa um, nú alt skal yvir
internetið. Landssjúkrahús-
ið hevur betri uppiborið.
Her vil eg meina, at arb-
eiðið við at finna nýggjar
læknar hevur verið merkt
av trongskygni og mangl-
andi initiativi. Í eini støðu
har tørvur er á serlæknum
skal annað til enn bert at
seta eina lýsing í bløðini.
Vit yvirlæknar kenna ein
hóp av starvsfeløgum í ym-
iskum norðanlondum, sum
síðani kenna nógvar aðrar.
Harafturat eru tað markn-
aðarkreftirnar, sum eru
galdandi við prísi og eftir-
spurningi. Men vit verða
sjálvdan spurdir.
Undir hesum umstøðum
tykist tað mær meira sum
eina roynd at blása sand í
eyguni á fólki, tá nevnt
verður at tað skal kannast
hvørjar viðgerðir kunnu
flytast heim. Har er onki at
kanna. Yvirlæknarnir vita
fyri langari tíð síðani hvat
kann og eigur at takast
heim. Men leiðslan kann
ikki so mikið sum halda
uppá teir yvirlæknar vit
hava og enn minni koma
við játtanum og útgerð til
tað virksemi vit nú hava.
Og harafturat er so uttan-
lands kontoin skipað á ein
sovornan hátt, at hon bein-
leiðis mótarbeiðir heim-
tøku av viðgerðum. Tær
viðgerðir, sum vit hóast all-
ar meinboðar við stríð og
strev hava tikið heim, hevur
sjálvdan verið stuðlað fyri-
sitingarliga.
At enda verður mett, at
tað er trupult hjá yvir-
læknanum at gerða av, um
og hvør fylgjari skal verða
við sjúklinginum. Nei, tað
er ikki trupult hjá yvirlækn-
unum at vita hvør skal við
sjúklinginum. Tað eru yvir-
læknarnir sum hava kannað
og tosað við sjúklingin og
kenna vandan hjá hesum
sjúklingi og tað serstaku
støðu hesin sjúklingurin er
komin í. Tað eru teir, sum
hava tosað við avvarandi.
Tað eru teir sum kenna tað
deild sjúklingurin skal á.
Men tað eru onnur sum,
eftir framleiddum reglum,
skulu taka støðu til, um
neyðugt er við fylgjara.
Nógvir trupuleikar kundu
verið loystir við, at fólkið á
gólvinum tekur sær av met-
ingini um fylgjara.
Vit hava sostatt eina
trivaliga fyrisiting, sum utt-
an førleika tekur sær av
spurningum sum lættliga
og uttan kostnað kundið
verið loystir nærri sjúk-
linginum. Í uppskotinum
liggur at vaksa um hesa
fyrisiting. Nær fara vit at
læra.
Uppskot
Eg skjóti upp at leggja
stórsta partin av búskapar-
ligu ábyrgdini viðvíkjandi
kontoini til viðgerð uttan-
lands heilt út til sjukrahús-
ini - deildirnar. Her kann so
sjukrahusið - deildin um-
sita peningin og leggja
langtíðarætlanir fyri við-
gerð bæði innanlands og
uttanlands. Taka avgerðir
um at taka serútgerð og ser-
læknar til deildina ella taka
serviðgerðir heim, fyri at
peningurin
kann
verða
brúktur á besta hátt og, at
faklig
og
búskaparlig
ábyrgd aftur finnur saman
til frama fyri tryggleika og
menning í sjúkrahúsverki-
num.
VIÐMERKINGAR
C
M
Y
K
18