leygardagur 3. mai 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 28, 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Térshavn
Åhugavert
tiltak
í Norðstreymi
SUM tað fyrsta virkið av sínum
slag í Europa er Blue North í
Kollafirði nú farið at gera lidna
veru burtur úr surimi. Við hesi
royndini er nýtt blað skrivað í
okkara fiskiidnadarsøgu. Onkur
hevur tikið til, at henda nýggja
framleiðslan er stórri kollvelting
enn byggingin av flakavirkjunum
á sinni.
TAÐ er neyvan nakar ivi um, at
føroyingar við slíkari framleiðslu
eru á rættari leið. Spurningurin
um at góðska okkara fisk meira
hevur verið nógv frammi í orða-
skiftinum seinastu árini. Her er so
eitt itøkiligt úrslit, sum um somu
tíð gongur heilt nýggjar leiðir, og
har vit so einaferð kunnu siga, at
vit íkki her eftirapa okkara
grannalondum, men har-
afturímóti eru teir fyrstu her um
okkara leiðir, sum byrja við hesi
nýggju framleiðslu.
TAÐ eru skjótt 10 ár síðani, at
menn fóru at kanna meguleikan
fyri slíkari framleiðslu í Føroyum.
Táverandi ídnaðarráðgevin, sum
ongantíð hevur verið bangin fyri
at vísa á nýggjari leiðir, var so
nasadjarvur at skjóta upp, at
føroyingar fingu í lag samstarv
við japanarar við tí fyri eyga at fáa
atgongd til teirra know how eitt
nú innan surimi og crab-
stickframleiðslu.
HÓAST nógv ár eru gingin og
hóast mótstøðu og likasælu frá
fleiri síðum, hevur tað nú eydnast
at fara undir hesa framleiðslu í
Føroyum. Saman við góðum
kreftum hava íbúgvarnir í Kolla-
firði, Kvívík og Hósvík og komm-
unurnar har megnað at byggja
Plåsstrot!
Vegna plåsstrot sleppa fleiri lesarabrøv ikki vid i dag. Tey
verða prentað i komandi viku.
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyritaksstjóri: Krisjan Daht
Blaðfóik: Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Térfinn Smith
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Sosialurin
Prent? P/f Pressan 1981
eitt nútímans virki, sum nú leggur
til brots. Við hesum virkinum eru
ikki bert skapt nýggj arbeiðspláss
í Norðstreymoy, men eisini er
skapt grundarlag fyri eini kanska
sera týdningarmiklari inntøku-
keldu hjá føroyska samfelagnum.
HELST er Blue North bert byrj-
anin til eina heilt nýggja tíð innan
føroyska fiskiídnaðin. Tað vilja
koma fleiri virki av slíkum slag í
framtidini. Men vit eiga ikki nú
beinanvegin at taka munnin ov
fullan, soleiðis at hvør Per og Pól
fer at framleiða surimi og crab-
stick. Lat hetta fyrsta virkið vera
grundarlagið fyri nýhugsan, tí ein
sannroynd er tað, at eftirspurn-
ingurin eftir hesum verum fer at
vaksa og vaksa, sum árini ganga.
Tá er spurningurin, um vit duga at
finna fram til nýggj sløg av
verum, og soleiðis ikki bert fram-
leiða ta einu veruna crab-stick.
Hon er tó góð byrjan. Eingin ivi er
um, at við at brúka surimi sum
råvøru eru óteljandi møguleikar
at skapa matvørur, sum fara at
verða nógv eftirspurdar.
Í DAG verður høvi hjá 150 inn-
bodnum at síggja virkið og fram-
leiðsluna. Fjølmidlarnir eru ikki
bodnir við og tað meta vit vera
bæði spell og skeivt. Kortini hava
vit fingið at vita, at vit verða ikki
tveitt á dyr, um vit vilja síggja
hetta nýggja virkið.
VIT vilja ynskja kollfirðingum,
kvívíkingum og hósvíkingum og
annars gllum teimum, sum hava
lagt orku í, til at hetta tiltak kundi
gerast veruleiki, tillukku og
góðan byrð.
jamii
Bladstj.
SU i Eysturoy:
Nr. 49 — 3. mai 1986
Storan tydning
fyri flokkin
Eini 20 ungfólk teknaðu
seg sum lim á stovnandi
aðalfundinum hjá Sosial
istiskum Ungmannafelagi
í Eysturoy hóskveldið.
har eisini nevnd varð vald
Í fyrstu nevnd felagsins
komu: Petur Páll Mikkel-
sen úr Getu, formaður, Pál
Joensen, Leirvík, næst-
form. og Regin Joensen av
Toftum varð valdur til
skrivara og kassameist-
ara. Haraftrat vóru vald í
nevndina Suni í Kolls-
byrgi, umboðandi Eiði,
Gjógv, Funning og Ljósá,
Petur Einar Jacobsen fyri
Skála og Skálabotn, Alex-
andur Abrahamsen fyri
Fuglafjorð og Jón Ingi
Eidesgaard umboðandi
Oyndarfjorð, Hellurnar,
Elduvík og Funningsbotn
Sum grannskoðarar
vóru valdir Fróði Hansen
og Egil Olsen.
Aðalfundurin samtykti
at limagjaldið skuldi vera
100 kr. árliga, tó so, at tey,
sum ikki eru fylt 17 ár
gjalda hálvt limagjald.
Fylkjast um
javnaðar-
hugsjónina
Í endamålsgreinini í lóg-
um felagsins, sum sam-
tyktar vóru á aðalfund-
inum verður m.a. sagt, at
endamál felagsins er at
fylkja ungdómin um javn-
aðarhugsjónina. Lima-
skap í felagnum kann ein
og hver fáa, sum er fyltur
14 ár og góðtekur grund-
sjónarmið Javnaðarfloks-
ins og stevnu ungmanna-
felagsins. Tá limur fer upp
um 30 ár missir hann
atkveðurættin, men kann
halda fram sum stuðlandi
limur.
Stóran
politiskan týdning
Umframt tey mongu, sum
vóru við á stovnandi aðal-
fundinum hjá SU í
Eysturoy vóru eisini m.a.
nevndarlimir í Eysturoyar
Javnaðarfelag, legtings-
menninir Jørgen Thomsen
og Jóannes Dalsgaard,
Tórfinn Smith, sum var
við til at stovna SU i
Havn fyri 20 árum síðani
eins og nevndarlimir í SU.
Jørgen Thomsen, løg-
tingsmaður Javnaðar-
floksins í Eysturoynni
fegnaðist um, at Javn-
aðarflokkurin nú hevði
eitt ungmannafelag í
oynni.
Hann greiddi frá hvussu
var, tá hann sum ungur
kom upp í politikk.
— Eg havi ikki annað
enn gott at bera teimum
sum vóru virkin politiskt
lítlan áhuga
felagsarbeiði
ta men
evdu fyri
Eitt felag var í
eitt í Fuglafirði, men bæði
hesi duttu niðurfyri, segði
Thomsen. Seinri
tóku menn seg saman at
stovna Eysturoyar Javn-
aðarfelag. Viðhvert hevur
felagið verið rættiliga
virkið, men til aðrar tíðir
meira deydligt. Legtings-
maðurin fyri Eysturoynna
fegnaðist um, at tey ungu
nú høvdu tikið seg saman
um stovnan av einum tí-
líkum ungmannafelag,
sum vil fáa stóran týdning
fyri flokkin í oynni — og
ikki minst fyri ungdómin.
Jergen Thomsen helt fyri,
at eitt miðvíst politiskt
arbeiði — ikki minst mill-
um ung er treytin fyri, at
vit fáa eitt gott politiskt
úrslit til eitt komandi val.
Getu og
Jergen
Hóttan frá høgru
Eisini Jóannes Dalsgaard,
legtingsmaður fegnadist
um nýggja felagið. Hann
minti á týdningin at forða
fyri hegraáganginum.
Hesum ágangi, sum hóttir
okkara vælferðarsam-
felag.
Hegrafólkini vilja
ikki gjalda fyri vælferð-
ina. Hegra umboðar júst
tey, sum ikki nýtast soli-
daritet, segði Jóannes og
lýsti hetta við tí Gro Har-
lem Brundtland, formaður
norska arbeiðarafloksins
segði í síni 1. mai-rødu:
>Nú hava teir borgarligu
sitið við borðið og skrætt í
seg. og rýma nú undan
uppvaskinum. Tá vit so
hava ruddað húsið og
aftur borðreitt, vilja teir
fegnir koma aftur.«
Jóannes Dalsgaard nam
eisini við nekur av teimum
aktuellu politisku mål-
unum, sum serliga snúgva
seg um ungdómin. Um út
búgving íbúðarviðurskifti
og frítíðina. Hann nevndi
m.a. frítíðarlógina, sum
eftir hansara tykki als ikki
virkar sum hon eigur.
— Sanniliga er nógv at
taka upp og ikki minst hjá
einum sosialistiskum ung-
mannafelag, segði Jó-
annes, sum ynskti nýggja
felagnum góðan arbeiðs-
hug.
Ungdómurin —
framtíðin
— Hóast vit hava nógv
virkin javnadarfeløg í
landinum, er altíð tørvur á
politiskum ungmanna-
feløgum. Ikki ti at ungfólk
ikki eru vælkomin í val-
feløg Javnaðarfloksins,
men ofta er tað so, at
áhugamálini hjá teimum
ungu eru onnur enn hjá
teimum, sum tilkomin eru
segði Tórfinn Smith. Ung
dómurin hevur einki ímóti
at viðurkenna politiskan
lit, men ynskir ikki at læsa
seg fastan í gamlar vana-
tankar.
- Hin tilkomni politik-
arin veit eina rúgvu. Um
hýsu og tosk, friðing av
lomviga, ella um tað skal
vera loyvt at selja brenni-
vín í Vágum ella ikki, og
ikki at tala um at greiða
frá alt tað góða, sum
flokkur hansara hevur
gjert nógvu seinastu árini,
segði Tórfinn og helt, at
ungdómurin veit kanska
ikki fult so nógv um hesar
spurningar, men hevur
hinvegin gjert sær tankar
um framtíðarsamfelagið
Tað samfelag, sum vit nú
skulu tilevna og hin ungi
virkar í í framtíðini, segði
Tórfinn Smith.
SU fegnast
um nýggja deild
- Tað hevur altíð verið
eitt stórt ynski hjá SU i
Havn at fleiri tilik feløg
vórðu stovnsett kring
landi, segði Eyðolv
Dimon, sum ynskti
Eysturoyar ungdómi til-
lukku við tiltakinum við
ellum góðum ynskjum fyri
framtíðina
Eyðolv greiddi frá
fyrsta sosialistiska ung
mannafelagnum i
Føroyum, sum varå
stovnað i 1912. Teir, sum
stovnaðu hetta felag, vóru
teir somu, sum nekur ár
seinri stovnaðu Havnar
Arbeiðsmannafelag og
seinri aftur Javnaðar-
flokkin, segði Eyðolv.
Hann greiddi eisini frá
stovnanini av SU i 1965
og tíðini frameftir. Um
hvussu felagið virkar í
letuni, um sambandið við
hini norðurlendsku javn-
aðarungmannafelegini og
um sambandið við Javn-
aðarfløkkin.
Samanumtikið ein
áhugaverdur fundur og
eftir tí sum kom fram á
fundinum, og tí, nevndin í
nýstovnaða felagnum
kundi boða frá av ætlan-
um, er einki at ivast í, at
vit nú hava fingið enn eitt
virkið felag innan hin fer-
oyska javnaðarflokkin.
tór.-