Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 49 — 3. maí 1986 Betri byrjunarfrálæra og taparar — Vanalig Síða 7 Bæði Tekniski skúli og Sjómansskúlin kunnu geva mær rætt i, at tað er alt ov vánaligt statt við einum stórum parti av næm- ingunum. Og nógvir teirra høvdu als ikki fingið progv, um vit ikki á Skúlanum á Treðni høvdu so góð tilboð, at vit geva studuls- læru til nógvar av næmingunum í vinnuskúlunum, sigur Hanna Lisberg. Næmingar fingið serundirvísing í sjey ár — duga kortini ikki at Til alla lukku steðgar skriva sítt egna navn — enn minni at lesa og rokna — Tað verða brúktir alt, alt ov nógvir tímar í serundirvísing, sum eru nyttuleys- ir. Eg havi kannað næmingar, sum hava fingið serundirvísing í upp til 6-7 ár, t.v.s. alla skúlatíðina, og kortini ikki dugdu at skriva sítt egna navn, enn minni lesa ella rokna. Soleiðis sigur Hanna Lisberg, lærari á Skúlanum á Treðni í einum ummæli av nýggjasta nummarinum av Skúlablaðn- um. Hon heldur hetta nýggjasta Skúlablað- ið vera eitt tað besta hon hevur sæð í longri tíð. Har er nógv og viðkomandi tilfar. Hon vísir á, hvussu stóran týdniong Skúlin á Treðni hevur fyri næmingar, sum ikki hava fingið nóg góða og dygga byrjunnarfrálæru. Hanna Lisberg skrivar: Nýggjasta nummarið av Skúlablaðnum Skúlablaðið, eg fekk í dag, var eitt av teim bestu, eg havi lisið í langa tíð. Her er so avgjert nógv við- komandi og aktuelt tilfar. Fyrsta yvirskriftin: Ein umbering. Maður verður stórur í mínum eygum, tá hann vil rætta onkran skeivleika ella misskiljing og haraftrat kemur við eini umbering. Tað síggja vit ógvuliga lítið til í blað- skriving í dag. Á næstu síðu kemur ein sera áhugaverd samreða við landsskúlastjóran Hensar Ellingsgárd. Hetta er nakað, sum er blaðnum til stóran heiður. Tí hvat er meira náttúr- ligt, enn at Skúlablaðið viðger so ovurhonds týdn- ingarmikið evni ? Lesarin kann vera samdur í nógvum av ti, sum kemur fram ella ósamdur. Foreldur hava sína met- an um ymisk viðurskifti. Lærarin hevur sína, og so eru tað hini, sum ikki bein- leiðis hava samband við skúlan í letuni. Men ikki er tað altíð við tí góða orð- inum, tá fólk skriva um skúla, og tá helst um lær- aralønir og alla ta fritid, tey siga lærarar hava. Spurdur, hvussu lands- skulastjørin heldur stød- una vera i fólkaskúlanum, svarar hann, at hann heldur ikki, at tad stendur so illa til, sum summi vilja vera vid. Men næsta reglu- brot sigur, at tå tað eru so nógvar atfinningar, má hetta fáa teg at hugsa teg um. Hvat er tað, ið fólk siga ikki riggar? Hetta er vitramanna tala. Tí alt ov ofta hava vit hoyrt, at tað er mesn, tí tað stendur bara væl til í fólkaskúlanum. Punktum. hesin sami landsskúla- stjórin á og sigur: Hvat er um hetta prátið manna millum? Tá so hugt verður eftir og kannað, so er okkurt, sum má broyt- ast og tað straks. Sjálv undirvísi eg ikki í fólkaskúlanum, og skuldi sostatt ikki verið tann rætta at viðgera henda spurning. Og tó! Tey eru ikki so fá ígjegnum árini, sum eg á ymsan hátt bein- leiðis komi í samband við. Eitt nú sum barnavernd- arlimur, sum omma at skúlabernum, og síðst men ikki minst — havi eg kannað óteljandi næming- ar, sum gingið hava í fólkaskúla. Eitt aftrat — tá tú situr í ymsum nevndum, sært tú ofta skriv frá stovnum og per- sónum — skriv, sum vísa, at tað stendur illa til við stavseting t.d. Við tað, at samreðan í Skúlablaðnum er ógvuliga áhugaverd og positiv, so fari eg at gera onkrar við- merkingar. Fyrst vil eg siga, at tað verða brúktir alt, alt ov nógvir tímar í serundirvís- ing, sum eru nyttuleysir. Eg havi kannað næming- ar, sum hava fingið ser- undirvísing í upp til 6-7 ár, t.v.s. alla skúlatíðina, og kortini ikki dugdu at skriva sítt egna navn, enn minni lesa ella rokna. Grovastu tilfelli eru, at næmingar hava fylgt øll- um flokkunum upp í 9. fl. hava fingið serundirvís- ing, men lærarin brúkti t.d. roknibók til 8. flokk (Sigma), og næmingurin dugdi als ikki teir fýra roknihættirnar. Fullkomi- liga misskild serundirvís- ing. Talan er ikki bert um einkult tilfelli, men tíverri alt ov ofta og úr ymsum stødum í landinum. Ég skilji væl, at politikarar siga, at okkurt er galið, tá so nógvir tímar skulu brúkast til serundirvísing við so lítlari effekt. Her má heilt annað til. Ein kanning fyri hálvum ári síðani av næmingi, sum var í handverkaralæru og sum skuldi á tekniska skúla, vísti, at næmingur við fráfaringarskjali úr 10 fl. vísti, at hann ikki dugdi at dividera — ikki dugdi prosentrokning — íikki dugdi brekrokning — als ikki matematikk. Næm- ingurin dugdi ikki at lesa — hann stavaði, men fekk ikki samanhang í tekstin, tí tað gekk so seint, um- framt mangt annað Var hetta eindemi, so tók eg tað ikki uppá tung- una. Men bæði Tekniski skúli og Sjómansskúlin kunnu geva mær rætt í, at tað er alt ov vánaligt statt við einum stórum parti av næmingunum. Og nógvir teirra hevdu als ikki fingið prógv, um vit ikki á Skúl- anum á Treðni høvdu so góð tilboð, at vit geva stuðulslæru til nógvar av næmingunum í vinnuskúl- unum. Tá eg nevni tað her, so er tað í samband við, at í samreðuni verður dentur lagdur á, at tað ikki kann bera til, at Skúlin á Treðni verður verandi ein sjálv- eigandi stovnur, men heldur kemur at verða ein partur av fólkaskúlanum. Hetta sigur mær, at teir báðir, ið práta saman, helst ikki hava givið sær far um, hverja uppgávu Skúlin á Treðni hevur. At Skúlin á Treðni kemur undir skúlafyrisitingina er ein sjálvfylgja — ongantíð ov skjótt, men sum sjálv- eigandi stovnur sjálvandi. Tit báðir vita — kanska av góðum grundum — ikki, hvussu fáir næm- ingar í skúlaaldri ganga í Skúlanum á Treðni. Tey flestu eru undir og yvir skúlaaldur. Dentur verður í dag lagdur á, at brekað skjót- ast gjørligt koma til við- gerðar (og upplæring). Fyrr var tað so, at for- eldur gingu í óvissu, tí tey einki fingu at vita. Í dag hava vit fastan barnayvir- lækna, eitt stórt framstig, sum hevur ómetaliga stór- an týdning. Foreldur fáa longu meðan barnið er heilt lítið at vita, um okkurt er áfatt. Og jú skjótari tú fært diagnosu, skjótari fært tú sett eina viðgerð (og upplæring) í gongd. Skúlin á Treðni hevur saman við Landssjúkra- húsinum eina ekspertisu, sum hevur fleiri ára royndir aftan fyri seg. Ein stórur partur av næmingunum eru næm- ingar, sum hava gingið í 7- 8 ár í fólkaskúla, men sum ofta eru so ringir at fáa í gongd, tí tey eru skúla- troytt — duga ikki at skriva navn sítt — hava einki álit á sær sjálvum. Tað eru nakrir næmingar í skúlaaldri, sum hava stór- ar atferðartrupulleikar, og tí eru komnir. Men hesir verða í flestu ferum bestu næmingar. Teir síggja nógvar likamsbrekaðar næmingar, ofta gloyma teir seg sjálvan og fara at taka sær av bernum, sum sita í koyristóli ella ganga í stativi. Mangir næm- ingar, sum hava havt stórar atferdartrupulleik- ar verða so skjótt broyttir, tí í flestu førum eru tað kringumsteðurnar, sum eru soleiðis, at einki annað er at gera uttan at flyta teir. Av hesum sæst, at for- —>