Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 219 - 14. november 2002 Nr. 219 - 14. november 2002 3 Í dag letur upp lista- framsýning á Torg- inum í Snarskivuni, móttøkuni hjá Tórs- havnar Býráð á gamla posthúsinum í Havn LISTAFRAMSÝNING Tíðindaskriv Í dag, hósdagin, 14. novem- ber kl. 16.00, letur lista- maðurin Marius Olsen upp listaframsýning á Torginum í Snarskivuni. Snarskivan, ið er av- greiðslan hjá Tórshavnar kommunu, húsast saman við postavgreiðsluni í gamla posthúsbygninginum í miðbýnum. Hugnaliga forhøllin, nevnd Torgið, verður eisini brúkt til lista- framsýningar, sum menta- máladeildin skipar fyri. Síðani Snarskivan læt upp, hava skiftandi fram- sýningar verið á Torginum, har føroysk listafólk hava sýnt fram, og nú er Torgið karmur um eina áhuga- verda grafiska framsýning hjá Mariusi Olsen. Hetta er ein sera fjøl- broytt framsýning av etjingum og linoleums-, stein- og koparprentum. Framsýningin verður hangandi uppi árið út. Høvi er at síggja fram- sýningina, tá ið opið er í snarskivuni, mánadag- fríggjadag kl. 9-16, tó hósdag kl. 9-18. Leygarkvøldið fara Klaus Telling og Edvard Nyholm Debess at framføra í Vági TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen Leygarkvøldið fara klaver- leikarin Klaus Telling og bassleikarin Edvard Nyholm Debess at fram- føra í Stóra Pakkhúsi í Vági. Hetta er nýggj saman- seting í føroyskum tón- leikalívi og spennandi er at vita, hvussu hepnast. Tað er jazzur, sum er á skránni, tá teir fara at framføra á jazz- café í Pakkhúsinum leygar- kvøldið. Stóra Pakkhús, sum fyri stuttum varð sett í uppruna – og sera hugnaligan – stand, er mentanar- og sam- komuhús, har fleiri feløg eisini húsast. Húsið verður nýtt til ymisk endamál og fleiri til- tøk eru í húsinum regluliga. Farið er undir at hava tónleikaframførslur og eisini jazzkvøldini verða ætlandi regliligur partur av skránni. Áður hava Klaus Telling og Guðrun Jacobsen framført og Klaus Telling hevur eisini havt Chopin konsert í húsinum. Og eisini onnur hava staðið fyri tónleiki í húsinum. Leygarkvøldið eru tað so Klaus telling og Edvard Nyholm Debess, ið standa fyri tónleikinum, meðan lurtarar kunnu njóta tónleikin í hugnaligum umhvørvi. SJÓNLEIKUR Tíðindaskriv frá Grímu Gríma lýsir nú við seinastu sýningunum av sera vælumtókta skemtileikin- um, List. Leikurin, sum síðani 1994 er farin sum róta- súpan um allan vestur- lendska sjónleikaheimin, er eitt av stuttligastu og forvitnisligastu leik-ritum í nýggjari tíð. Leikurin speglar á sera gløggan og skemtingarsaman hátt list, lívsstíl og vinskap ímillum nútíðar menniskju. Hetta verður lýst av franska rithøvundanum, Yasmine Reza, við humor og stórum tokka til teir tríggjar vinmenninar, Serge, Marc og Yvan, har Serge hevur keypt ein mod- ernaðan málning – kritt- hvítur – fyri 200.000 frankar. Hetta sleppur ikki at fara stillisliga framvið. Í heilar 105 minuttir brestur eitt satt fýrverkarí av tilburðum og menn- iskjansligum reaktiónum á leikpallinum, sum vit øll kenna aftur, men kanska sjálvdan gera nakað við. Vilja fólk sleppa at mýkja láturvøddarnar og okkurt at hava heim við sær her í myrku tíðini, so er tað nú í Leikhúsinum GRÌMU á gamla meiarínum. Spælt verður soleiðis: hós- og fríggjadag kl. 20.00 og leygar- og sunnudag kl. 18.00, og fáast atgongu- merkir á Kunningarstovuni, sigur Gríma í tíðindaskrivi. Jazz-café í Stóra Pakkhúsi Seinastu sýningar av »List« Tórbjørn Olsen sýnir fram í Snarskivuni Tøkk Hjartaliga takka vit øllum teimum, sum við gávum, telegramm og blómum og teimum, sum stukku inn á gólvið, sum gleddu meg á 70 ára føðingardegnum. Ein serlig tøkk til øll børnini fyri hjálpina. Signi og Milson Selja bilar á www.olivant.fo Bilatorgið í Sosiali- num nú eisini á olivant.fo BILASØLA Sosialurin er nú farin undir eina nýggja tænastu á al- netinum, har tú hevur møg- uleikan at finna tær tann brúkta bilin, ið tær hóvar best – ella at selja tín brúkta bil. Bilatorgið hevur verið í Sosialinum hvønn hósdag seinastu tvey árini. Har eru tað fyrst og fremst bilasøl- urnar, sum lýsa við brúkt- um bilum, men tað ber eis- ini til hjá privatfólki at lýsa har. Hesa tænastuna hevur Sosialinum nú útbygt til eisini at fevna um inter- netið, og ber tað nú til at keypa og selja brúktu bilarnar á www.olivant.fo, har tað eisini eru leinkjur til bilasølurnar, sum lýsa har – og sum hava egna heima- síðu. Ynskja fólk at fáa bilar til sølu í Sosialinum, so er bert at seta seg í samband við Sosialin á telefon 311820 ella við telduposti, post@sosialurin.fo Her síggja vit fimm ættarlið… Pápin er Tommy M, Jacobsen, sum sæst uttast vinstrumegin. Oldurabbin, Arne O. R. Johansen situr við lítlu Leu Arnfríð Jacobsen. Langomman, Arngerð Joensen og abbin, Mark Joensen standa høgru mein Fimm ættarlið Fert tú inn á www.olivant.fo, so finnir tú siðuna við Bilamarknaðinum. Har verða allir brúktir bilarnir at síggja, sum hvønn hósdag standa til sølu í Bilatorginum í Sosialinum – bæði teir bilarnir, sum bilasølurnar hava á sølulistanum og bilar, sum privat fólk hava til sølu C M Y K 3 2