Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 219 - 14. november 2002 Nr. 219 - 14. november 2002 5 60 km/t á Ringvegnum Stendur tað til tekn- iskunevnd hjá Tórs- havnar býráð kann skjótt koyrast 60 km/t á ringvegnum í Havn. Leiðarin fyri Ráðið fyri ferðslutrygd ávarar ímóti ætlanunum FERÐSLA Heri á Rógvi Á ringvegnum í Havn er ferðhámarkið 50 km. um tíman. Hetta er sama há- markið, sum er galdandiá á fjølbygdum øki allastaðni í Føroyum. Uttanfyri fjøl- bygt øki er hámarkið 80 km/t. Ymisk støð er sjálv- andi aðrar serásetingar galdandi, men talan er ong- antíð um, at markið í fjøl- bygdum øki fer upp um 50 km/t og uttanfyri fjølbygt øki omanfyri 80 km/t. Stendur tað til Tórshavnar býráð, so verður hetta ikki soleiðis leingi afturat. Á fundi týskvøldið samtykti nevndin nevnliga einmælt at áseta hámarksferðina á ringvegnum í Havn til 60 km. fyri hvønn koyrdan tíma. Limirnir í nevndini eru hesir: Sjúrður Olsen, form., Schumann Hjaltalin, Høgni Mikkelsen, Jákup Suni Joensen og Leivur Hansen. Tekniskanevnd hjá Tórs- havnar býráð kann tó ikki soleiðis uttanvíðari seta hetta í gildi, og nevndin hevur tí sent eina áheitan til fyrst Ferðslunevndina hjá Tórshavnar kommunu Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu er limirnir í Ferðslunevndini: Boði Haraldson, býarverk- frøðingur, og Jón Klein Ol- sen, varaleiðari hjá løgregl- uni. Síðani verður tað lands- stýrið, ið fær áheitanina. Tað er Landsstýrið, sum tekur endaliga støðu í málinum. Sambært ásetingunum í galdandi ferðslulóg, so ber til hjá landsstýrinum við einari kunngerð at loyva hægri hámarksferð á ávís- um vegastrekkkjum. —Vit hava fingið nógvar áheitanir um at loyva hægri ferð á ringvegnum. Sam- stundis mugu vit eisini ásanna, at fólk koyra skjót- ari enn 50 km/t sum er, sig- ur Sjúrður Olsen, foirmaður fyri Tekniskunevnd hjá Tórshavnar býráð. Hann vísir eisini á, at endamálið við ringvegnum er leiða ferðsluna út um býin, og hetta hevur eisini eydnast. Somuleiðis vísir hann á, at talan er um góðar vegir, sum kunnu klára eina hægri hámarksferð. Nevnast skal, at verður hámarksferðin økt til 60 km/t, so fer hetta ikki at fevna um lastbilar, bussar og onnur størri akfør. Sjúrður Olsen sigur, at ætlanin er, at hámarksferðin skal ásetast til 60 km/t eftir øllum ringvegnum. Vegurin gongur allavegin frá Velba- staðvegnum til Úti við Strond. Endaliga ásetingar- nar – um loyvið verður givið - eru tó ikki ásettar enn. Ber ikki til –Í prinsippinum haldi eg, at hetta er eitt fínt hugskot, men so mugu vegirnir eis- ini vera til endamálið, og tað eru teir bert í ein ávísan mun sum er, sigur Jón Kragesteen, leiðari fyri Ráð- ið fyri ferðslutrygd. Jón Kragesteen hevur sum so ikki hoyrt nakað um ætlanirnar hjá býráðnum í Havn. Hann vísur á, at sjálvt Ráðið fyri ferðslu- trygd ikki hevur viðgjørt málið, og útsagnirnar hjá honum eru hansara egnu. –Endamálið við einum ringvegi er at fáa ferðsluna út úr býnum, og tað skulu eisini vera fyrimunir við at koyra eftir ringvegnum, sigur Jón Kragesteen. Trupulleikin í hesum førinum er bert tann, at tað eru nøkur kriterii, sum eiga at verða uppfylgd, áðrenn loyvast kann ein hægri há- marksferð. Hesi heldur leið- arin fyri Ferðslutrygd ikki verða uppfylgd til fulnar í hesum førinum. —Hyggja vit eftir ring- vegnum í Havn, so er tað bert í einum avmarkaðum vegastrekki, at ongar út- koyringar eru. Hetta er ein fortreyt fyri einum rættilig- um ringvegi, har loyvt skal vera at koyra skjótari. Har- umframt ganga fólk yvirum vegin á fleiri støðum, og har ber ikki til at seta ferðina upp – heldur tvørturímóti, sigur Jón Kragesteen. Hann nevnir harmum- framt, at fleiri staðni koma vegir saman, og ein ferðøk- in økir bara um vandan tá. —Eg veit væl, at fólk longu nú koyra 60 km/t. Vit kunnu eisini ímynda okk- um, hvussu nógv skjótari fólk fara at koyra, um mið- alferðin kann vera 60 km/t, sigur Jón Kragesteen. —Við verandi vegum dugi eg ikki at síggja, hvussu tað skal kunnu bera til forsvarligt at økja um hámarksferðina, sigur Jón Kragesteen. Mong ilskast kanska longu nú um, at tað ikki ber til at koyra skjótari enn 50 km/t á góða og breiða ringvegnum. Stendur tað til býráðið verður hámarksferðin hækkað til 60 km/t á øllum ringvegnum. Mynd: Jens Kristian Vang. Rundkoyring á Argjum Í næstum verður farið undir at gera eina rundkoyring við Argjavegnum og Hospitalsvegin FERÐSLA Heri á Rógvi Argjafólk skulu vænta sær munandi betraðar ferðslu- umstøður í næstum. Ikki bara kemur ein nýggjur innari ringvegur í 2004. Verandi inngongd til fyrrverandi bygdina verður eisini betra um við einari rundkoyring. Oftani er trupult at sleppa av Argjum við nógvu ferðsluni av Velbastaðvegnum og J.C. Svabos gøtu. Sjúrður Olsen, formaður í Tekniskunevnd hjá Tórs- havnar býráð, upplýsir, at avgjørt er at gera eina rund- koyring við inngongdina til Argir. —Arbeiðið er boðið út, og farið verður ígongd vænt- andi í januar at gera rundkoyringina, sigur Sjúrður Ol- sen. Aðrastaðni í blaðnum kann eisini lesast um aðrar vega- og ferðslubroytingar, ætlanin er at gera í høvuðs- staðnum. Við einastu inngongdina til Argir verður tað fyrst í komandi ári gjørd ein rundkoyring fyri at betri at skipa ferðsluna. Mynd: Jens Kristian Vang Nú skal ein óheft nevnd kanna embætisførsluna hjá stjóranum í SEV. Minsta kravið er, at stjórin fer úr nevnd- ini fyri Norðoya- tunlinum, men hann kann eisini verða koyrdur úr starvi GEGNIS- TRUPULLEIKAR Áki Bertholdsen Stólurin undir stjóranum í SEV verður alsamt heitari og heitari. Hans Tausen Olsen, for- maður í umboðsráðnum hjá SEV heldur fast við, at gegnistrupulleikarnar hjá SEV stjóranum í sambandi við Vágatunnilin, skulu fáa avleiðingar fyri hann. Umboðsráðið er hægsti myndugleikin í SEV og Hans Tausen Olsen fer nú at seta eina óhefta nevnd at kanna embætisførsluna hjá SEV stjóranum í sambandi við vágatunnilin. Tað, sum ráðsformaðurin ikki vil góðtaka, er tvístøð- an, sum Klæmint Weihe hevur havt í sambandi við Vágatunnilin. Umframt at vera stjóri í SEV, hevur Klæmint Weihe eisini verið formaður i nevndini fyri Vágatunlin- um. Hans Tausen Olsen hel- dur, at hetta hevur givið stjóranum álvarsligar gegn- istrupulleikar – Sum formaður í Um- boðsráðnum og sostatt eftirlitsmyndugleiki hjá SEV, kann eg ikki lata hetta fara aftur við borð- inum. Tí tekur hann í fyrstu at- løgu stig til at lýsa málið út í æsir og tí fer hann at seta eina óhefta nevnd at kanna embætisførsluna hjá SEV stjóranum í sambandi við Vágatunnilin. Tá ið blaðið fór til prent- ingar, hevði hann ikki valt nevndina, men hann segði, at í hvussu so er skuldi ein lógfrøðingur, ein roknskap- arkønur og ein streymkønur sita í nevndini. Tað, sum hevur fingið formannin í umboðsránum at taka hetta stigið, er at sum formaður í nevndini fyri Vágatunnilin, hevur Klæmint Weihe fingið SEV, har hann sjálvur er stjóri, til at keypa eitt neyðaggregat til Vágatunnilin og goldið tað úr kassanum hjá SEV. Tað var eisini upp á tal, at SEV enntá skuldi eiga aggregatið og reka tað fyri Vágatunnilin. Men nú er avgjørt, at Vágatunnilin skal keypa aggregatið frá SEV. Ein annar trupulleiki er, at áðrenn eitt elarbeiðið sum tað í Vágatunlinum byrjar, skal verkætlanin góðkennast í SEV, men hendan ásetingin er sett til viks í hesum føri, tí hóast elarbeiðið er komið væl áleiðis, er verkætlanin ikki løgd fyri SEV til góðkenn- ingar enn. Eigur at fáa avleiðingar Hans Tausen Olsen heldur, at hetta er so tyngjandi fyri SEV stjóran, at tað eigur at fáa avleiðingar fyri hann. Stýrið í SEV hevur givið stjóranum eina átalu fyri hesi viðurskifti, men for- maðurin í Umboðsráðnum krevur meiri. – Eg havi kravt, at Klæ- mint Weihe fer úr nevndini fyri Norðoyatunlinum fyri at beina allan iva um gegni hansara burtur. – Men tá ið hann ikki vil eftirlíkað tað, havi eg onki at gera, uttan at seta eina óhefta nevnd at kanna málið út í æsir, sigur hann. – Eg kann ikki liva við, at málið verður slept so lætt, tí fyri mær er ongin ivi um, at Stjórin í SEV hevur handl- að í heimildarloysi. Hans Tausen Olsen sigur, at minsta kravið er fram- vegis, at Klæmint Weihe fer úr nevndini fyri Vágatunl- inum. Men vil hann ikki tað, hvat hendir síðani. Skal tað so fáa aðrar avleiðingar?. – Tað ber ikki til at siga nakað um enn. Tað veldst um, hvat úrslitið av kann- ingini verður, sigur Hans Tausen Olsen. Uppá beinleiðis fyri- spurning um hetta í síðsta enda kann kosta SEV stjór- anum starvi, verður úrslitið av kanningini nóg tyngj- andi fyri hann, vil Hans Tausen Olsen ikki vísa tí aftur. Men tað einasta, hann vil siga beinleiðis, er, at minsta krav er, at stjórin skal úr nevndini fyri Vágatunlin- um. – Hvat síðani fer at henda, veldst um, hvørja støðu SEV stjórin tekur til tann spurningin og hvat úrslitið av kanningini verð- ur. – Men tað einasta, eg kann siga við vissu, er, at verður SEV-stjórin fríkend- ur í kanningini, fari eg at leggja frá mær sum for- maður í Umboðsráðnum, sigur Hans Tausen Olsen. Tá ið kanningin er liðug, verður hon løgd fyri Um- boðsráðið. Hann leggur afturat, at tað er Umboðs- ráðið, sum setir stjóran í Starv og sum loysir hann úr starvi aftur. Ikki siðvenja Nú verður sagt, at tað er vanligt, at SEV keypir yms- an útbúnað fyri stovnar og feløg og selur tað víðari. Men tað avsannar Hans Tausen Olsen. – At SEV leggur streym- veiting og annan útbúnað og sendir rokning fyri tað, er ikki óvanligt. Men neyð- aggregat er ikki í nøkrum øðrum tunli og hetta er fyrstu ferð yvirhøvur, at SEV keypir eitt neyðaggre- gat til nakran og rindar tað úr kassanum hjá SEV. Í hesum sambandi reisir hann eisini ein spurning, sum hann heldur er grund- leggjandi: Hvat hevði hent, um upp- runaliga ætlanin var fylgd um, at SEV enntá skuldi eiga og reka aggregatið fyri Vágatunnilin. – Hvat hevði so hent, um tunnilin fyllist við vatni? Verður tað so SEV, sum skal standa við endaligu ábyrgdini? Tað ber ikki til, sigur hann. Og keypir SEV eitt aggregat til Vágatunnilin og rekur tað, hvat sakuldi SEV so gjørt við aðrar fyri- tøkur, sum bóðu um tað sama? Skuldi so ein og hvør fyrtitøka komið til SEV og kravt, at SEV keypti og rak eitt neyð- aggregat til tær? – Tað keðiliga er, at leiðslan í SEV roynir at bagatellisera málið og tað kann eg ikki liva við, sigur Hans Tausen Olsen. Nú sigur skrivstovustjór- in í SEV, John P. Danielsen, at úrslitið av viðgerðini hevði neyvan verið øðrvísi, hóast SEV stjórin ikki tók lut í viðgerðini. – Tað hevur onki við mál- ið at gera. Tað, sum hevur týdning, er, at málið skuldi verðið lagt fyri Stýrið ístað- in fyri at tað er keypt uttan- um skipanina og goldið úr kassanum hjá SEV, sigur formaðurin í Umboðsráðn- um hjá SEV. Stjórin í SEV ætlar at tiga ímeðan embætisførsla hansara verður kannað GEGNIS- TRUPULLEIKAR Áki Bertholdsen Klæmint Weihe, stjóri í SEV, hevur ongar viðmerk- ingar til, at ein óheft nevnd nú skal kanna embætis- førslu hansara í sambandi við Vágatunnilin. – Tað er ikki vanligt at gera viðmerkingar til eina kanning sum ikki er liðug og tað fari eg heldur ikki at gera, sigur stjórin í SEV. Hann endurtekur tó, at hann viðgongur, at tað var hevði gegnistrupulleikar og tí var tað eitt mistak, at hann tók lut í viðgerðini av málinum um at keypa neyðaggregatið. – Tað havi eg fingið átalu fyri. Hann sigur, at hevur enn ikki tikið støðu til kravið frá formanninum í Um- boðsráðnum um at taka seg úr nevndini fyri Norðoya- tunlinum. Hann vil heldur ikki siga nakað um, antin hann sjálv- ur heldur, at gegnistrupul- leikin er so stórur, at hann eigur at fara úr nevndini fyri Norðoyatunlinum. – Nú er ein kanning sett í verk og lat okkum fáa hana frá hondini fyrst. Trupult at fylgja Ein atfinning ímóti Klæ- mint Weihe hevur verið, at elarbeiðið í tunlinum er ikki lagt fyri SEV til góð- kenningar áðrenn tað fór ígongd, soleiðis sum tað eigur. – Tað er rætt, men tað er ikki óvanligt, tí treytirnar, sum SEV setir, eru orðaðar so, at tær eru truplar at fylgja út í æsir. Tí ætlar SEV-stýrið at endurskoðað treytirnar við tí hyggju at broyta tær, so at tær lata seg gera í praksis. – Eftir treytunum átti el- arbeiðið í tunlinum at verið góðkent, áðrenn tað byrj- aði. Men tað kemur fyri, at eitt slíkt arbeiði ikki verður endaligagóðkent, tá ið ar- beiðið byrjar, men verður góðkent so við og við. Tað, sum hevur týdning, er, at tað verður endaligagóð- kent, áðrenn tað verður sett til. – Hetta er ein glíðandi tilgongfrá tí at arbeiðið byrjar, til tað er liðugt og tað er ikki óvanligt. Stólurin verður heitari og heitari undir Klæmint Weihe – Verður SEV stjórin fríkend- ur í kanningini, leggi eg frá mær, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í umboðs- ráðnum hja SEV, sum er hægsti myndugleiki Klæmint Weihe onga viðmerking Klæmint Weihe ætlar at tiga ímeðan nevndin kannar embætisførslu hansara C M Y K 5 4