Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 219 - 14. november 2002 Nr. 219 - 14. november 2002 7 Málið er at læra skisofren um sína sjúku, so tey fáa betri lívskvalitet og duga betur at vera saman við øðrum. Ein skúli fyri skisofren byrjaði í føroyska heilsu- verkinum í gjár. Skúlin byggir á eina nýggja metodu, sum leggur dent á opinleika SKISOFRENISKÚLI Ingi Rasmussen – Vit vilja bróta nøkur tabu og læra fólk, at hetta er ein vanlig sjúka. Tað er útgangsstøði hjá Johonnu Andreasen og Oddbjørg Johansen, sum mikudagin byrjaðu fyrsta Skisofreniskúlan í Føroy- um á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Sagt verður, at eitt pro- sent av fólkinum hevur skisofreni. Síðstu árini hava trý til fýra fingið staðfest sjúkuna um árið, og tað er meira enn vanligt. Sjúkan er torfør at liva við, tey sjúku hoyra røddir, fáa psykosur, eru sárbær í nógvar mátar og hava ilt við at virka í samfelagnum. Harafturat kemur, at skiso- freni er tabuevni millum fólk, og tí taka nógv frá- støðu frá teimum sjúku. Tað hava tær báðar sett fær fyri at gera nakað við. Opin og erlig Opinleiki er eitt lyklaorð í arbeiðinum hjá Johonnu og Oddbjørg. Tað er alneyð- ugt, at sjúklingarnir hava fingið staðfest, at teir eru skisofrenir, og onki verður dult fyri teimum. – Tað ræður um at vera opin og erlig, so sjúkling- arnir kenna seg tryggar og sleppa undan at gita, hvat fer fram. Vit leggja stóran dent á, at fólk ikki sjálv hava skyldina av, at tey eru skisofren, og at hetta er ein sjúka, sum vit kunnu hjálpa uppá, sigur Johanna Andreasen. Øll, sum hava sjúkuna skisofreni ella hava sjúku- eyðkenni, ið líkjast, kunnu koma á skisofreniskúla. Undirvíst verður í gesta- boðstovuni, ið er eitt undir- vísingarhøli í sama bygn- ingi, sum kantinan á Lands- sjúkrahúsrinum. Skiso- freniskúlin tekur 8 vikur og farið verður í skúla eina ferð um vikuna. Hetta minnir um vanliga undir- vísing, og næmingarnir fáa heimaarbeiði fyri. Undir- víst verður fyri sjúklingum og avvarðandi hvør sær. – Málið hjá okkum er at sjúklingarnir koma at kenna sína sjúku betur. Teir skulu skúlast í at vera sínir egnu terapeutar. Tað skal gera tað lættari hjá teimum at liva við sjúkuni, geva teimum betri lívskvalitet og færri innleggingar. Tað skal eisini vera lættari at vera saman við øðrum, sigur Oddbjørg Johansen. Fá tilboð eru til sálarsjúk í Føroyum, og tí eru tað ofta tey avvarðandi, sum »hanga upp á« tey sjúku. Sostatt er líka neyðugt, at tey avvarðandi vera undir- víst og læra um sjúkuna. Kognitiv terapi Johanna og Oddbjørg eru sjúkrasystrar og útbúnir kognitivir terapeutar á Kog- nitiv Terapicenter í Århus. Kognitivar metodur taka støði í hugsanarháttum og teimum fyristillingum og vónum, sum tú møtir um- heiminum við. Sagt øðr- vísi, so eru tað ikki altíð tær ytru hendingarnar, sum eru trupulleikin, men hvussu tú tulkar tær. – Um skisofren læra at hugsa øðrvísi, so kunnu tey eisini handla øðrvísi og gerast betri problemloysar- ar. Tað er endamálið við undirvísingini, greiðir Johanna frá. Skisofreniskúlin er sprottin úr psykiatriálitin- um, sum kom í februar og viðger framtíðar psykiatri í Føroyum. Álitið umrøður týdningin av »psyko- edikatión«, sum leggur dent á læruna um psykuna fyri sjúklingar og teirra av- varðandi. Ein millión krón- ur varð sett av til heildar- psykiatri. Hetta passaði sum fótur í hosu til hugsunarháttin hjá Oddbjørg og Johonnu. Tær tóku stig til og fyrireikaðu Skisofreniskúlan, fingu undirtøku og kenna seg væl móttiknar í sjúkrahúsverk- inum. Frá ovast til niðast, sum tær taka til. Tvey ára roynd Skisofreniskúlin skal fyri- bils virka í eini royndartíð á tvey ár. Síðan er meiningin, at hetta skal gerast eitt fast tilboð í heilsuverkinum. Ein partur av ætlanini hjá Johonnu og Oddbjørg er tískil, at tær fara at undir- vísa starvsfólk í heilsuverk- inum, so skúlin ikki hongur á tveimum persónum. Fyrsta stig í skúlanum eru sjúklingar við skiso- freni og teirra avvarðandi. Í næsta stigi kunnu sjúkling- ar við depressjónum og teirra avvarðandi eisini fáa undirvísing. Triðja stig er at undirvísa fólkum við per- sónligheitsforstýrilsum, so sum fólk við anorexi ella misnýtslu. Fyrsti bólkur av sjúkling- um við skisofreni kom í skúla seinnapartin í gjár. Tey vóru níggju í tali og skulu næstu átta vikurnar sita á skúlabonki hjá Johonnu og Oddbjørg. Skisofreni er hart arbeiði. Skisofren á skúlabonk FAKTA Skisofreniskúlin er ein skúli, har tú lærir um skisofreni. 8 til 10 fólk við skisofreni eru í hvørjum bólki. Lært verður um sjúkuna, og hvussu tú kanst liva við henni. Skisofreniskúlin tekur 8 vikur og farið verður í skúla eina ferð um vikuna 1 prosent av føroyingum hava skisofreni. Um skisofren læra at hugsa øðrvísi, so kunnu tey eisini handla øðrvísi, siga Johanna Andreasen og Oddbjørg Johansen, sum hava tikið stig til Skisofreniskúlan Mynd: Jens K. Vang Við at broyta útrokn- ingargrundarlagið undir Barsilsskip- anini ber til at spara 10 milliónir krónur. Broytingin fer at merkja, at tað vera fleiri, sum fara at fáa minni úr skipanini enn tey hava fingið higartil. Landsstýris- maðurin metir tó, at skipanin gerst rætt- vísari BARSILSSKIPANIN Jón Brian Hvidtfeldt - Barsilsskipanin skal nú broytast til tað, sum hon upprunaliga varð ætlað at vera. Tað sigur Bjarni Djur- holm, sum borið eitt upp- skot um at broyta skipanina niðan í Løgtingið. Sambært uppskotinum skal tann so- nevnda »seks mánaða reglan«, har útgjaldið hevur verið roknað eftir miðal- inntøkuni seks teir bestu mánaðirnar seinasta árið, strikast. Í staðin skal út- gjaldið roknast eftir miðal- inntøkuni teir seinastu 12 mánaðirnar. Við hesum ber til at spara 10 milliónir, vísa útrokningar, ið Bar- silsskipanin hevur gjørt. Sparingin kemst av, at útrokningargrundarlagið hjá fleiri bólkum á ar- beiðsmarknaðinum, ið hava óstøðuga inntøku, ella hava møguleika at ávirka, nær tey fáa løn, lækkar mun- andi. Framvegis flest kvinnur Nú Barsilsskipanin hevur nærum hálvt annað ár á baki, eru tað framvegis dupult so nógvar kvinnur sum menn, ið nýta skip- anina. Skipanin Av teimum 26 vikunum, ið foreldur hava rætt til barnsburðar- farloyvi við løn, hevur mamman einsamøll rætt til 14 vikur, tvær vikur eru avsettar bara til pápan at nýta, meðan foreldrini sjálvi ráða yvir 10 vikum. Tøl hjá Barsilsskipanini vísa, at síðan skipanin fór at virka 1. juni í fjør, hava 945 kvinnur nýtt rættin til barnsburðarfarloyvi, með- an bara 497 pápar hava nýtt henda rætt til farloyvi við løn. Og í flestu førum halda páparnir tað vera nóg mikið við tveimum vikum í barns- burðarfarloyvi, meðan mamman kann nýta tær 10 vikurnar, ið foreldrini sjálvi ráða yvir. Páparnir mynda bara fýra prosent av bólkin- um, ið fáa pengar úr Bar- silsskipanini tær 10 sein- astu vikurnar av barns- burðartíðini, tvs. eftir viku 14 eftir at barnið er borið í heim. Elisabeth O. Gaardbo, stjóri á ALS, sum eisini umsitur útgjaldið úr Bar- silsskipanini, sigur, at talið av pápum, ið koma inn í Barsilsskipanina, tykist vera komið í eina fasta legu. Hon vísir á, at sein- astu mánaðirnar vísa upp- gerðirnar, at talið av pápum, ið koma inn í skip- anina, ikki økist. Elisabeth O. Gaardbo leggur afturat, at tað helst fer at taka langa tíð, og kanska eisini eina hugburðbroyting, til páp- arnir fara at átaka sær størri part av tíðini í barns- burðarfarloyvi. Men samtíðis sum tølini vísa, at páparnir eru ein stórur minniluti í Barsils- skipanini, so vísa tey eisini, at tað eru menninir, ið fáa størstu meðalútgjøldini úr skipanini, ið byggir á, at fult endurgjald skal veitast fyri inntøkutap í samband við farloyvi. Meðalút- gjaldið til kvinnurnar, ið higartil hava verið inni í Barsilsskipanini, er 14.500 krónur um mánaðin, meðan meðalútgjaldið til páparnar liggur um 27.000 krónur um mánaðin. Hetta kann benda á, at tað fyrst og fremst eru páparnir við høgari inntøku, ið gera nýtslu av Barsilsskipanini (sí mynd). Eingin pápakvota Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, ið varir av Barsilsskipanini, hevur tó ongar ætlanir um at áleggja pápunum at taka størri part av barns- burðarfarloyvinum. Heldur ikki nú tíðarskeiðið, har foreldur hava rætt til at vera í barnsburðarfarloyvi, verð- ur longt upp í eitt ár, tó uttan lønarendurgjald. - Mín grundleggjandi meining er, at tað er skeivt at áseta í lógina, at pápin skal hava ein ávísan part av farloyvinum. Tað haldi eg eigur at vera upp til for- eldrini sjálvi at gera av, sigur Bjarni Djurholm. Hann heldur tó, at tað er í lagi, at mamman eigur 14 vikur, og at tvær vikur í hesum tíðarskeiði eru ásettar til pápan burturav. Men síðan heldur hann at foreldrini sjálvi skulu sleppa at ráða yvir restini. Uppskotið hjá Bjarna Djurholm um at broyta Barsilsskipanina hevur verið til hoyringar hjá flestu fakfeløgum. Og í sínum viðmerkingum meta fleiri fakfeløg, umframt Javn- støðunevndina, tað vera óheppið, at eingin »kvota« verður sett á, so partur av tíðarskeiðinum er oyramerkt til pápan at nýta. Føroya Arbeiðsgevara- felag metir, at uppskotið kann fara at gera tað trupl- ari hjá kvinnum at fáa arbeiði, verður tíðarskeiðið longt. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sum um- boðar Arbeiðsgevarafelag- ið, vísir á, at sjálv »kvotan« ella býtið millum menn og kvinnur, er eitt javnstøðu- mál. Hann metir tó, at tað kann gera tað trupulari hjá kvinnum at koma út á arbeiðsmarknaðin. - Tað er fyri so vítt eisini galdandi fyri menn, men royndirnar vísa, at tað serliga verða kvinnurnar, sum koma at ver verri fyri. Til dømis kann hugsast, at smáir arbeiðsgevarar fara at aftra seg við at seta fólk, kanska serliga kvinnur, ið kunnu væntast at skula í barsil, nú tær fara at hava rætt til at vera burtur í eitt ár. Beinleiðis er tað ikki nakar fíggjarligur missur fyri arbeiðsplássið, men tó kann tað vera trupult hjá virkinum at fáa annað fólk í starv í eitt ár, serliga um starvið krevur serligar egin- leikar, útbúgving ella royndir, sigur Jan Morten- sen, stjóri í Vinnuhúsinum, ið umboðar Arbeiðsgev- arafelagið. Jan Mortensen vísir á, at Eisini Starvsmannafe- lagið metir, at ein partur av longdu farloyvistíðini eigur at vera settur til pápan burturav. - Við beinleiðis at áseta tað í lógina, at pápar skulu nýta ein part av longdu farloyvistíðini ber til at rætta uppá skeiva býtið millum kvinnur og menn á hesum øki, sigur Gunn- leivur Dalsgaard, formaður í Starvsmannafelagnum. Hann vísir á, at ein áseting um eitt ávíst býtið millum bæði foreldrini av longda farloyvinum hevði tryggjað kvinnum betri møguleikar á arbeiðsmarknaðinum. Tí við uppskotinum er vandi fyri,at kvinnur vera við skerdan lut, tí tær kunnu væntast at skula vera enn longri í barnsburðarfar- loyvi, enn tær hava verið higartil. Semja í samgonguni Í november í fjør legði Bjarni Djurholm, landsstýr- ismaður, líknandi uppskot um at broyta útrokningar- grundarlagið undir útgjald- inum úr Barsilsskipanini fyri Løgtingið. Ta ferðina vísti tað seg, at meiriluti kortini ikki var fyri at fremja broytingarnar, og landsstýrismaðurin tók tí- skil uppskotið aftur eftir 1. viðgerð. Men hesaferð stendur øll samgongan aftan fyri uppskotið, sigur Bjarni Djurholm. - Málið hevur verið til hoyringar hjá samgongu- flokkunum og hevur har- umframt verið til viðgerðar á landsstýrisfundi. Eg havi síðan fingið eina avtalu um at øll samgongan tekur undir við uppskotinum, og tí fer tað í tingið, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður. Spara 10 milliónir við at broyta Barsilsskipanina Nú skulu foreldur sleppa at vera heima hjá barninum í tilsamans eitt ár. Longda farloyvi verður tó uttan lønarendurgjald, og samtíðis verður útrokningargrundarlagið fyri útgjaldinum úr Barsilsskipanini broytt, so skipanin kann spara 10 milliónir krónur Tilsamans hava 945 kvinnur og 497 menn fingið útgjald úr Barsilsskipanini í styttri ella longri tíð, síðan skipanin fór at virka. Myndirnar vísa, hvussu útgjaldið er úr skipanini, um útrokningargrundarlagið verður roknað eftir teimum bestu seks mánaðunum, seinasta árið, ella bara eftir miðalinntøkuni seinasta árið. Broytingin fer at merkja, at útrokningargrundarlagið lækkar hjá stórum parti av teimum, sum í dag fáa úr skipanini. Myndirnar vísa eisini, at menninir í meðal fáa nógv størri útgjald úr Barsilsskipanini, hetta tí at útgjaldið verður latið eftir inntøkuni C M Y K 7 6