Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 219 - 14. november 2002 Nr. 219 - 14. november 2002 9 Einki frættist um prísin fyri at koyra undir Vestmanna- sundi, tá undirsjóvar- tunnilin verður tikin í nýtslu. Men nú verð- ur tað skjótt kunn- gjørt, sigur stjórin fyri Vágatunlinum NÝTSLUGJALD Edvard Joensen Vágar: Tað ber enn ikki til at fáa at vita ein nágreini- ligan prís fyri at koyra und- ir Vestmannsundi, hóast nú er minni enn ein mánaði, til latið verður upp. Dávur Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum, sigur, at teir vilja hava so nógvar og gjølligar upplýsingar, sum yvirhøvur til ber, áðrenn farið verður út við nøkrum føstum prísi. – Tað er fyri at kunna koma við einum røttum tali, tá vit kunngera tað, sigur hann, og ikki liggja og broyta fleiri ferðir. Dávur Reinert Hansen sigur tó, at roknað verður við, at 350 bilar fara at koyra gjøgnum tunnilin um dagin, og út frá tí verður so kostnaðurin settur. Hetta atlið - 350 - er komið fram eftir kanningar umborð á Ternuni, sum í dag siglir um Vestmannasund. Kannað er eftir hvussu nógvar bilar, ferjan flytir, og á leið tað sama verður so roknað við, at talið fer at liggja, sum fer at koyra undir sundið. Eisini eru fólk spurd, hvussu tey fara at ferðast aftur og fram, eftir at tunnullin er latin upp, sigur stjórin fyri Vága- tunlinum. Og tær kanning- arnar benda á, at bilatalið, sum frálíður, fer at liggja um teir 350 um dagin fyri eitt heilt ár. Dávur Reinert Hansen væntar tó at fyrstu tíðina, serliga nú um jóltíðir, verð- ur nógv ferðsla, men hon fer at stabilisera seg sum frálíður. Hann heldur ikki, at tað er rætt at meta um ferðsl- una undir Vestmannasundi við øðrum tunlum í landin- um sum samanberingar- grundarlagi. Tí tað kann ikki sammetast, sigur hann. Fyri at koma gjøgnum Vágatunnilin skal gjaldast, og tað skal tað ikki aðra- staðni. Og eingin ivi er um, at gjaldið fer at minka nak- að um ferðsluna, vísir stjór- in á. Annars sigur hann, at ætlanin er ikki á nakran hátt at forða ferðsluni undir Vestmannsundi. Sjálvandi vil hann heldur hava tað hinvegin, at so nógv sum gjørligt verður ferðast ígjøgnum. Tí er hann eisini í móti at kalla innkrevjingarstøðina fyri eina bummstøð. Tí ein bummur er forandi, og tað er hendan støðin ikki. Har er eingin bummur, men ein gjaldsstøð, og soleiðis vil stjórin fyri Vágatunlinum fegin, at tað verður nevnt. Gjaldsstøðin verður nú sett upp á Vágalandinum, og um mánaðarskiftið ella so fara fólk frá Landsverk- frøðinginum at seta upp bil- verju fram við tunnilsveg- num av Fútakletti suður til tunnilsmunnan. Hetta verð- ur gjørt við amboðum, sum leigað verða úr Noreg. At latið verður upp tann 10. december væntar stjór- in fyri heilt vist. Nú gongur aftur rættiliga væl, men okkurt tekniskt verður tó eftir. Soleiðis verða ikki allar stýriskipanir klárar, men tað verður so gjørt aft- aná, so hvørt alt er komið. – Tað vera slík smáting, sum gerast kunnu meðan stongt verður onkra nátt inn ímillum, sigur Dávur Rein- ert Hansen, stjóri í P/F Vágatunlinum. Strandferðslan brúk- ar nógvar pengar til eykabussar fyri at nøkta tann tørv, sum er uttan fyri regluligu rutukoyringina. Eitt nú í samband við miðnámsskúlarnar SAMFERÐSLA Edvard Joensen Eysturoy: Bara eykabuss- arnir í samband við mið- námsskúlarnar á Kambs- dali kosta 1,2 millión um árið, verður upplýst av Strandfaraskipum Land- sins. Tað verður ofta fýlst á, at ferðaætlanin hjá Bygda- leiðum er trupul at fylgja, og at eitt nú skúlanæmingar kunnu ikki brúka bussarnar. Verður hugt í ferðaætl- anina hjá Strandferðsluni, er skjótt at fáa hesa fatan váttaða. Eitt nú um tú hygg- ur at sambandinum millum Funning og Kambsdal. Tað ber, sambært vanligu ferða- ætlanini, ikki til at brúka buss, um tú eitt nú býrt í Funningi og gongur í skúla á Kambsdali. Men nú er støðan ikki heilt so einføld, sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutn- ingsleiðari á Strandfara- skipum Landsins. Strand- ferðslan brúkar heilt nógvar pengar upp á eykabussar, skúlabussar, sum ikki standa í ferðaætlanini. Serliga vísir hann á skúl- arnar á Kambsdali, har nógv fólk ferðast til og frá hvønn dag. Bara í tí sam- bandinum brúkar Strand- ferðslan meira enn eina millión krónur um árið til eykabussar. – Men her er sum alla aðrastaðani tann regla gald- andi, sigur Poul Jákup Thomsen, at vit eiga ov lítið av pengum til at nøkta tørvin hundrað prosent. Vit mugu velja, hvussu vit leggja føstu ruturnar, so- leiðis at tað passar saman allastaðni. So verður tað viðhvørt neyðugt at leggja okkurt øki burtur ímillum. Tað kann so ofta verða øki, har ikki so nógv fólk býr. Venda vit so aftur til gjørda dømi okkara í Funningi, vísir ferðaætl- anin, at ikki ber til at búgva í Funningi og brúka al- menna bussambandið á Kambsdal, tá farast skal í skúla á morgni. Bussur fer úr Funningi klokkan fimm minuttir yvir sjey. Millum Fjarða er einki steðgipláss, so neyðugt er at fylgja við á Oyrarbakka, har komið verður klokkan hálvgum átta, og skiftast kann í leið 400. Men tann bussurin er longu farin av Oyrarbakka klokkan sjey, og eingin er aftur fyrr enn tíggju minuttir yvir hálv- gum níggju. So har gerst einki. Men her er tað so, at Strandferðslan kemur við eini eykatænastu og sendir ein eykabuss av Oyrar- bakka klokkan tíggju minuttir yvir hálvgum átta. Og hann er á Kambsdali til skúlatíð. Og soleiðis verður eisini gjørt nógva aðrastaðni í landinum, greiðir Poul Jákup Thomsen, fólkaflutn- ingsleiðari, frá. Tey, sum brúka bussarnar, vita tað, men tað gera so nógv onnur ikki. – Millum annað tí hoyra vit ofta søgur um, hvussu illa alt passar, hóast tað ikki passar, at ferðaætlanin ikki passar. Og tað passar. Siga einki um prís Dýrt bussamband Nú manglar so litið í, til vit kunnu siga, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra gjøgnum Vágatunnilin, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum Mynd: Edvard Joensen Strandfaraskip Landsins brúka árliga milliónaupphæddir til eykabussar Tekniskanevnd hjá Tórshavnar býráð hevur einmælt sam- tykt at farast skal undir arbeiðið at gera Glyvursvegin, sum skal knýta Argir í ver- andi ringveg og gevur betri atkomumøgu- leikar til og frá Argj- um VEGUR Heri á Rógvi Tekniskanevnd hjá Tórs- havnar býráð hevur einmælt samtykt at farast skal undir arbeiðið at gera tann so- kallaða Glyvursvegin. Talan er um eina slóð- brótandi verkætlan, tá hugsað verður um verandi vegakerv og atkomumøgu- leikararnir til og frá Argj- um. Sjúrður Olsen, formaður fyri tekniskunevnd, sigur, at endalig avgerð nú er tikin um at fara ígongd við arb- eiðið, og nevndin hevur eis- ini samtykt linjutekningina fyri vegin. Vegurin verður av for- manninum í tekniskunevnd róptur fyri ein innari ring- vegur. Glyvursvegurin skal knýta Argir og ringvegin, t.e. Marknagilsvegurin í hesum førinum, saman. Ein partur av verkætlan- ini verður ein brúgv um Sandá, sum eisini er gamla markið millum Havnina og Argir. Sum tað eisini sæst á kortinum, so fer Glyvurs- vegurin at vera nakað omanfyri kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Vegurin gongur so tvørturum Sandá og verður knýttur saman við Reynsgøtu, har ætlanin er at hava eina rundkoyring. Vegurin heldur síðani áfram nakað omanfyri verandi veg. Vegurin fer at vera skamt omanfyri samkomu- húsið Hebron og Vøru- brekku. Glyvursvegurin verður knýttur saman við verandi veg út á Hamaran, men heldur fram omanfyri verandi veg út móti Glyvursnesi. Liðugt í 2004 Í fyrsu atløgu er ætlanin at gera tann partin av verkætl- anini, ið knýtur nýggja veg- in saman við Reynsgøtu. Sjúrður Olsen upplýsir, at arbeiðið eftir ætlan verður bjóðað út í januar. Kostn- aðurin verður fyribils mettur til at liggja einastaðni millum 10 og 11 milliónir. Tað hevur stóran týdning fyri kostnaðin, hvat fyri slag av brúgv, valt verður at gera um Sandá. —Vit hava sett fimm milliónir av til vegin í 2003, og restin verður so sett av á fíggjarætlanini fyri 2004, sigur Sjúrður Olsen. Roknað verður við, at hes- in fyrsti parturin av Glyv- ursvegurin verður liðugur einaferð í 2004. Sjúrður Olsen sigur seg ikki kunna siga nakað nærri um, nær í árinum vegurin verður liðugur. Enn er ikki greitt, nær farið verður undir at restina av Glyvursvegnum. Sjúrður Olsen sigur, at metingarnar higartil benda á, at kostnað- urin fyri at allan Glyvurs- vegin lidnan fer at liggja um 14 milliónir. —Vit vilja leiða ferðsluna betri í býnum, og geva øll- um økjum betri atkomu- møguleikar, sigur Sjúrður Olsen, tá spurt verður um orsøkina til, at farið verður undir at gera Glyvursvegin. —Tað hevur víst seg, at ringvegurin hevur minkað nógv um trýstið í býnum. Tað er proppur í býnum, tá arbeiðið skal gerast á ring- vegnum, og neyðugt verður at lata aftur á summum vegastrekkjum, sigur Sjúrð- ur Olsen. Eftir føroyskum metum er Argir eisini ein stór bygd, og higartin hevur bert verið tann eini møguleikan at ferðast til og frá, men hetta verður bert í eina tíð afturat. Glyvursvegurin – nýggja farleiðin hjá argjafólki Á hesari tekningini sæst, hvar Glyvursvegurin fer at liggja. Enn er ikki tikin endalig avgerð um eitt nú rundkoyringar, men hetta er so ætlanin. Tað framgongur av tekningini, at ein rundkoyring verður gjørd., at har Velbastaðvegurin og Marknagilsvegurin møtast, og Glyvursvegurin gongur harfrá hvørturum Sandá og verður knýtt í Reynsgøtu, har ein rundkoyring eisini verður gjørd. Rundkoyringin á Argjum fer at vera miðskeiðis millum Hebron og barnagarðin og Àarrás og Løkjatún. Síðani gongur vegurin omanfyri verandi veg og hús út á Hamaran og út móti Glyvursnesi. Tekning: Tórshavnar kommuna/Landsbyggifelagið. Formaðurin í Tekniskunevnd hjá Tórshavnar býráð, Sjúrður Olsen, metir hendan vegin hava sera stóran týdning fyri betri at kunna skipa nógvu ferðsluna í høvuðsstaðnum. Hann er her avmyndaður við Velbastaðvegin, har Glyvursvegurin verður knýttur saman við verandi ringvegi. Mynd: Jens Kristian Vang. C M Y K 9 8