hósdagur 14. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 219 - 14. november 2002
Nr. 219 - 14. november 2002
11
Í greinini um hóttanirnar, sum Jenis av Rana hevur
fingið, stóð í einum broti av greinini:
» ... Greinin snúði seg millum annað um samrøð-
una, sum Miðflokkurin hevði við Boga Davidsen.
Har stóð skrivað, at viðkomandi, hevði helst kvalt
Jenis við mikrofonleidninginum, um hann var
journalistur...«
Hervið skal boðast frá, at hetta brotið kann lætt-
liga misskiljast, men gerast skal greitt, at tann »við-
komandi«, ið meint var við, er ikki Bogi Davidsen,
men høvundurin av greinini í Fregnum, Jóanes
Nielsen.
Ingrid Bjarnastein
Viðmerking til greinina um Jenis:
»Jenis fingið hóttanir«
Fríggjadagin skipar
Føroya Sjómansskúli
saman við
skipaeftirlitinum fyri
evnisdegi um trygd á
sjónum
EVNISDAGUR
Ingrid Bjarnastein
Trygd á sjónum er eitt
ógvuliga stórt og víttfevn-
andi evni, og undirvísingin
á til dømis Sjómansskúlan-
um snýr seg næstan bert
um hetta evnið. Um hugt
verður eftir teimum stóru
lærugreinunum á skúlan-
um, so sum siglingarfrøði,
skipstøkni, skipsfyrisiting,
sjórætti,
sjóreglum,
GMDSS og øðrum læru-
greinum við, so er felags
fyri hesar trygd á sjónum.
IMO og aðrir altjóða
stovnar gera í rúgvuvís av
konventiónum og resoluti-
ónum, sum snúgva seg um
trygdina á sjónum.
Tá evnið er so víttfevn-
andi, hevur Sjómansskúlin
saman við Skipaeftirlit-
inum gjørt av, at hesin evn-
isdagur um trygdina skal
verða eitt afturvendandi ár-
ligt tiltak, har fyri tað fyrsta
aktuell evni verða viðgjørt
umframt ymsa kunning.
Eitt hugskot er, at í fram-
tíðini verður skipað fyri
degnum nakað eftir, at løg-
tingið hevur viðgjørt ta ár-
ligu
frágreiðingina
frá
Skipaeftirlitinum, soleiðis,
at hon eisini kann vera ein
partur av teimum komandi
evnisdøgunum.
Evnisdagurin í ár er ætl-
aður sum eitt byrjunarstig,
og verða evnini og tíðin eis-
ini avmarkað.
Leygardagin 16.
november klokkan 14
letur upp ferðandi
norðurlendsk foto-
framsýning í Norður-
landahúsinum. Heitið
er »Nordis Fotografis
Dokument 2000«
FRAMSýNING
Ingrid Bjarnastein
Talan er um fotomyndir frá
norðurlendskum bløðum,
sum
verða
lýstar
við
norskum teksti.
Fotoframsýningin fylgir
við skeiðum um foto og
design,
sum
Nordisk
Journalistcenter í Århus
skipar fyri í sonevndu
nærøkjunum og nú eisini í
Føroyum.
Norðurlendska deildin av
altjóða
felagsskapinum
Society for News Design
(SND) hevur tikið stig til
framsýningina. Upprunin
var samstarv undir heitin-
um »State of the Nation«
millum níggju tey størstu
norðurlendsku tíðindabløð-
ini. Kappingarneytar sum
Dagbladet og VG í Noregi,
Jyllands Posten og Politi-
ken í Danmark, sum tó í
dag samstarva, løgdu dag-
ligu kappingina niður. Seks
vikur um aldarskiftið lótu
bløðini pressumyndir til
felags nýtslu og síðani til
framsýningina, sum lat upp
í Reykjavík í sambandi við
SND ráðstevnu í fyrrárið.
Fleiri enn hundrað blað-
síður spurdust burtur úr
samstarvinum. Framsýn-
ingin er partur av hesum
hundrað síðunum. Evnið er
gerandislívið, so sum tað er
í Norðanlondum. Tilsam-
ans 30 fotografar luttóku
hvør við sínum undirevnið,
so sum náttúra, átrúnaður,
ungdómur og tilflytarar.
Framsýningin vísir okkum
eitt sjáldsamt innlit í dag-
ligdag
og
arbeiði
hjá
pressufotografum í Norð-
anlondum.
Tey
níggju
norður-
lendsku bløðini, um við eru
í framsýningini eru: Aamu-
lehti og Vasabladet úr Fin-
landi, Morgunblaðið úr Ís-
landi, Dagbladet og VG úr
Noregi, Aftonbladet og
Dagens Nyheter úr Svøríki
og Politiken og Jyllands-
Posten úr Danmark.
Innan framsýningin letur
upp í Føroyum, hevur Nor-
disk Journalistcenter sýnt
hana fram í Kaunas í Litava
og í Sankta Pætursborg í
Russlandi.
Framsýningin er opin í
Norðurlandahúsinum til og
við sunnudagin 8. desem-
ber.
Ráðstevna í Norður-
landahúsinum í dag
og í morgin
Tíðindaskriv
Ráðstevnan fer at snúgva
seg um viðurskiftini á
trivnaðar- og heilsuøkinum
í Føroyum í dag. Hvussu
støðan er í løtuni? Og
hvussu skulu vælferðartæn-
asturnar síggja út í framtíð-
ini?
Fokus verður sett á nøkur
evni: børn, ung, vaksin og
eldri. Hesi evnini verða øll
viðgjørd hvør sær.
Umframt fyrilestrar er
eitt panel sett at viðgera
hvørt evnið. Her sita um-
boð fyri heilsu- og al-
mannaøkið, brúkarar og
politikarar. Panelluttakar-
arnir fara at hava eina fram-
løgu í part. Síðani verður
kjak, har áhoyrararnir fáa
møguleika at seta spurning-
ar ella gera viðmerkingar.
Hugt verður eisini at
skipanum í grannalondun-
um. Doris Hansen fer at
greiða frá royndum og fyri-
myndum úr øðrum norður-
lendskum londum, og fleiri
norðurlendskir gestarøðar-
ar verða eisini við.
Eisini fer stjórin á Sta-
tens institutt for Folkesund-
hed
í
Danmark,
Finn
Kamper-Jørgensen,
at
halda fyrilestur hann kallar
»Folkesundhed og et godt
liv – en udfrodring for sam-
fundet og for social. og
sundhedssektoren«.
Ís-
lendski landslæknin, Sig-
urdur Gudmunsson, fer at
siga frá um íslendska
heilsuverkið og Laila Lin-
den, heilsu- og sjúkrahús-
stjóri á Bornholm, heldur
røðu
undir
heitinum
»Sundhedsvæsenet i Dan-
marks største regionskom-
mune«.
Bo
Antonsen,
ankechef í »Den Sociale
Ankestyrelse« fer at tosa
um danska almannaverkið.
Støðið undir ráðstevnuni
er arbeiðið hjá Trivnaðar-
og heilsumálaráðnum, sum
er sett at greina trivnaðar-
og heilsuverkið og at gera
eitt uppskot til, hvussu væl-
ferðartænastan skal síggja
út í framtíðini. At røkka
endamálinum hevur ráðið
millum annað gjørt eina
umfatandi spurnarkanning
millum stovnarnar innan al-
manna- og heilsuverkið.
Greitt verður frá hesi og
øðrum kanningartiltøkum
hjá ráðnum.
Ráðstevnan byrjar hós-
morgunin klokkan 8.30, og
verður tað Bill Justinussen,
landsstýrismaður í heilsu-
málum, sum setir ráðstevn-
una. Páll á Reynatúgvu,
landsstýrismaður
í
al-
mannamálum, fer at enda
ráðstevnuna seinnapartin
fríggjadagin. Ráðstevnan er
almenn og øll kunnu verða
við.
Leygarkvøldið 23.
november verður stór
countrykonsert í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði. Jens
Lisberg fer saman við
dóttrini, Kristel, at
syngja
KONSERT
Ingrid Bjarnastein
Mentanarhúsið í Fuglafirði
hevur longu verið karmur
um fleiri konsertir. Og
leygarkvøldið 23. novem-
ber er aftur ein konsert á
skránni. Tá verður tað Jens
Lisberg, sum fer á pallin
saman við dóttrini, Kristel,
og saman fara tey at syngja
nógvar góðar og kendar
sangir.
Jens Lisberg er millum
annað kendur frá bólkinum
Sputnik, men sjálvt um
Sputnik ikki er til longur,
sum er Jens Lisberg fram-
vegis frammi sum sangari.
Konsertskráin hetta leyg-
arkvøldið verður sera vítt-
fevnandi. Millum annað
verða løg hjá Jim Reeves,
Patsy Cline, Elvis Presley
og Whitney Houston at
hoyra. Og saman við teim-
um báðum, Jens og Kristel,
verður eisini ein tónleikara-
bólkur, við nøkrum av
fremstu tónleikarunum í
Føroyum.
Bólkin manna Edvard
Nyholm Debess bassgittar,
Ólavur Øster, gittar, Rógvi
á Rógvu, trummur, Stamen
Stanchev,
synthezeisara,
Kim Hansen spælur klaver
og Petur Hermansen á
steel-guitar. Og í kórinum
syngja Ruth Skarðenni,
Randi Fjalsá og Barbaru á
Tjaldrafløtti.
Grundin til, at henda
konsertin verður, er at fyrr í
vár var konsert í Lærara-
skúlahøllini í sambandi
við, at 30 ár eru liðin, síð-
ani Jens Lisberg byrjaði at
undirhalda. Tí varð heitt á
tvørámannin at taka hetta
væleydnaða tiltakið upp-
aftur.
Føroysk trivnaðar – og
heilsumál – nú og í framtíðini
Evnisdagur um trygd á sjónum
Fjølmiðlarnir um aldarskiftið
Jens, Jim og Elvis í
Mentanarhúsinum
Jens Lisberg fer saman við dóttrini Kristel á pall í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði tann 23. november
Norðurlandahúsið verður í dag og í morgin karmur um stóra ráðstevnu innan trivnaðar- og
heilsumál í Føroyum – bæði nú og í framtíðini
Í mai mánaði kom-
andi ár verður bæði
sølustevna og báta-
stevna í Vestmanna.
- Vit ætla, at báta-
stevnan skal bera brá
av eini bygdastevnu,
siga fyrireikararnir.
Vestmanna Kirkjukór
og Vestmanna
Ítróttarfelag skipa
fyri hesum báðum
tiltøkunum
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Lítið man vera at ivast í, at
komandi mai mánaði verð-
ur rættiliga lívligur í Vest-
manna. Tí, tá verður bæði
sølustevna og bátastevna í
bygdini. Sølustevnan verð-
ur í døgunum, 2. , 3. og 4.
mai og bátastevnan, sum
ber heitið "Kjalarvatn",
verður, 14. mai.
Tey, sum skipa fyri hes-
um báðum tiltøkunum, sum
rættiliga fara at merkja
bygdina hesar dagarnar í
mai, eru Vestmanna Kirkju-
kór og Vestmanna Ítróttar-
felag.
Umboða bygdina
Stigtakararnir siga, at sam-
anlagt umboða Kirkjukórið
og VÍF bygdina ógvuliga
væl. Kirkjukórið er mannað
við umleið 40 konum og
gentum, og kórið hevur
verið rættiliga virkið sein-
astu árini. Áhugin fyri at
syngja er stórur, og tað er
Erla Olsen, sum stjórnar
Kirkjukórinum
í
Vest-
manna.
Taka vit VÍF, so er hetta
eitt av teimum stóru ítrótt-
arfeløgunum í landinum
við liðum í flestu hond-
bóltsdeildum. Felagið er
eisini væl mannað í barna-
deildunum í badminton og
hevur haraftrat 3 virknar
kappróðrarbátar,
10-
mannafar, 6-mannafar og
4-mannafar. Felagið ar-
beiðir við at fáa nýtt 4-
mannafar
til
komandi
kappróðrarár og neystið,
sum stendur í gerð, varð
innilokað í summar.
Men tað kostar at reka
eitt virkið felag, og tað
kostar eisini at reka eitt
virkið kirkjukór.
Eftir væleydnaðu kon-
sertferðina
hjá
Kirkju-
kórinum í Íslandi seinasta
summar, er ætlanin at fara
til Álands at syngja við ikki
færri enn 70 fólkum í
ferðalagnum.
Óneyðugt er at siga, at
eitt slíkt tiltak kostar nógv-
an pening, og ferðin skal
fíggjast onkusvegna.
Tí standa bæði Kirkju-
kórið og VÍF saman um til-
tøkini, sum verða í mai
mánaði komandi ár.
Keyps-og sølustevnan
Keyps- og sølustevnan í
Ítróttarhøllini í Vestmanna,
vikuskiftið 2.-4. mai, verð-
ur ætlandi eitt sindur øðr-
vísi enn aðrar slíkar stevn-
ur. Hendan fer serliga at
venda sær til børn, ung og
kvinnur. Tey, ið fara at sýna
fram, fara í stóran mun at
hava barnaklæði, barnaút-
gerð, leikur og konufólka-
klæði við sær. Ætlanin er
eisini, at peningastovnar og
tryggingarfeløg skulu upp-
lýsa um barna- og ung-
dómsuppsparingar
og
tryggingar.
Á sølustevnuni verður
eisini tombola, matsøla og
onnur tiltøk fyri børn.
Fyrireikararnir siga, at
longu nú tykist stórur áhugi
vera fyri sølustevnuni, og í
næstum verður innbjóðing
send fyritøkum og handl-
um, sum kunnu hugsast at
verða við.
Men av tí, at fyrireikar-
arnir neyvan finna øll, sum
kundu hugsað sær at verið
við, kunnu fyritøkur og
handlar longu nú gera vart
við seg og boða frá luttøku
hjá Jógvan Sigurd Poulsen
(tlf. 264539) ella hjá Birgiri
Waag
Høgnesen
(tlf.
221577).
"Kjalarvatn"
14. mai verður so eisini
skipað fyri bátastevnuni,
"Kjalarvatn" og country-
dansi í Vestmanna. Ætlanin
er, at hetta verður eitt aftur-
vendandi tiltak á hvørjum
ári.
Í mai í ár skipaðu Undir-
húsið og Vestmanna Ítrótt-
arfelag fyri fyrstu ferð fyri
hesi stevnu og fyrireikar-ar-
nir og tey, sum vóru við á
stevnuni, siga, at tiltakið
eydnaðist sera væl.
- Nógvar áheitanir eru
komnar um at royna tiltakið
aftur komandi ár, siga fyri-
reikararnir og leggja aftrat,
at ætlanin er at gera meira
burtur úr stevnuni hesaferð.
Sum skilst, ætla vest-
menningar, at bátastevnan,
"Kjalarvatn", skal bera brá
av eini bygdastevnu, ið skal
verða fyri øll - bæði tey,
sum hava áhuga fyri bátum
og fólk, sum hava onnur
áhugamál.
Fyrireikararnir siga, at
meira verður at frætta um
sølustevnuna og bátastevn-
una í Vestmanna sum frá
líður.
Lív og glaðir dagar í Vestmanna
Seinastu tíðina hava
línuskipini fingið
nógvan fisk undir
Føroyum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Eingi størri skip hava lagt
veiðina upp á Fiskamark-
naði Føroya í Klaksvík
hesa vikuna, men talið av
útróðrarbátum, sum hava
selt fiskin á gólvinum, hev-
ur ligið millum 15 og 20
um dagin, ávikavist mána-
dagin, týsdagin og miku-
dagin.
Línubáturin, Skørin, er
tann einasti størri báturin,
sum hevur landað í Klaks-
vík fýra teir fyrstu dagarnar
í vikuni. Ætlandi leggja teir
36.000 pund upp í dag,
meginparturin er veiðini er
hýsa.
Sagt verður, at fiskiskap-
urin hjá línubátunum undir
Føroyum er góður, og tað
hevur hann verið seinastu
tíðina.
Á
Fiskamarknaðinum
vænta tey tó ikki, at línu-
skipini koma inn fyrr enn í
komandi viku. Tey eru
nýliga farin útaftur.
Útróður
Um várarnar, tá ið nógvir
bátar eru á Norðhavinum,
kunnu uppí 70 landingar
verða á Fiskamarknaðinum
í Klaksvík um dagin.
So stórt er bátatalið ikki,
nú talan mest er um bátar,
sum eru heimahoyrandi í
Klaksvík og Hvannasundi,
men er tað ein góður dagur,
kann bátatalið tátta upp
ímóti teimum 40.
Mánadagin, týsdagin og
mikudagin hava í miðal
einir 15-20 bátar lagt veið-
ina upp á Fiskamarkn-
aðinum, og samlaða sølan á
gólvinum hevur ligið um
120.000 pund um dagin.
Útróðrarbátarnir royna
bæði við línu og snellu, og
sagt verður, at meginpart-
urin av veiðini hjá teimum,
sum royna við línu, er hýsa.
Keyparar og prísur
Á Fiskamarknaðinum í
Klaksvík verður sagt, at
nógvir ymiskir keyparar
eru til fiskin, og hesa vik-
una hevur Norfra í Norð-
depli keypt størstu nøgd-
irnar.
Afturvendandi keyparar
á
Fiskamarknaðinum
í
Klaksvík eru annars Kósin,
Fiskavirkið í Gøtu, Fiska-
virking á Toftum og Val-
halla á Toftum.
- Annars eru keyparar úr
meginpartinum av land-
inum her norðuri, siga tey á
Fiskamarknaðinum.
Mikudagin kom prísurin
á toski 1 uppí 26 kr. fyri
kg., og tað er góður prísur.
Sum skilst, er prísurin á
hýsu meira skiftandi enn á
toskinum, og hetta av-
hongur av, hvussu stórur
eftirspurningurin er her
heima, og hvussu góður
marknaðarprísurin er uttan-
lands.
15-20 útróðrarbátar á gólvinum í Klaksvík
Fiskamarknaður Føroya seldi í miðal eini 120.000 pund av útróðrarfiski mánadagin, týsdagin
og mikudagin. Besti toskaprísurin mikudagin var 26 kr. fyri kg.
Mynd: Rúna Sivertsen
Á sølustevnunum kring landið plagar eisini at vera mótaframsýning, har handlarnir, sum eru við á stevnuni, sýna fram tey
nýggjastu pløggini. Á sølustevnuni í Vestmanna í mai verður dentur lagdur á at sýna fram barnaklæði.
Mynd: Beinta Jacobsen
C
M
Y
K
11
10