hósdagur 14. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 219 - 14. november 2002
Nr. 219 - 14. november 2002
13
Trygdin í undirsjóvartunlinum hevur verið samtaluevnið
í eina tíð. Tess nærri vit koma 10. desember, tá koyrandi
verður í Vágatunlinum, tess meira viðkomandi gerst
spurningurin um trygdina. Talan er ikki bara um at síggja
trygdina isolerað til sjálvan tunnilin. Tað snýr seg eisini
um ta øktu ferðslu á samlaða veganetinum, ið tunnilin
letur upp fyri. Vit hava verið heppin, at so fáir skaðar hava
verið í verandi tunlum. Men vit mugu ikki gloyma, at teir
hava víðkað um koyrimøguleikarnar, og tað hevur havt
við sær nógvar vanlukkur. Sjálvandi vil einhvør íløga í
menning eisini hava negativar avleiðingar við sær.
Spurningurin eigur tó at verða settur: um vit - tá vit bygdu
tunlarnar og harvið skaptu eina nýggja ferðslumentan - í
nóg stóran mun eisini tóku hond um trygdina á vegunum!
Og tað er nettupp hesin spurningurin, ið aftur gerst
aktuellur, nú undirsjóvartunlar fara at seta á dagsskránna
eina uppaftur nýggjari ferðslumentan - uppá gott og ilt.
Undirsjóvartunnilin verður orsakað av longdini ein
øðrvísi avbjóðing enn verandi tunlar. Tí má trygdin rað-
festast 100%. Í øllum lutum. Beinanvegin. Vit minnast,
hvussu "Bussurin Langi" kolaðist upp millum tveir tunlar.
Vit eiga at spyrja, um slíkt kann henda í undirsjóvartunl-
inum, og hvussu stóran skaða kann tað elva til! Hevur man
tryggjað sær í trygdarkonseptinum,at t.d. bussar og last-
bilar, ið koyra skulu gjøgnum tunnilin, hava verið til
eftirlit við jøvnum millumbili, soleiðis at vit ikki hava
tikkandi bumbur koyrandi har! Støðugt eftirlit við tungu
og stóru akførunum er alfa og omega. Spurningurin er:
hava vit lært av og tikið til eftirtektar tað, sum hendi við
floghavnsbussinum? Vit hoyra um venjing og bjarging
eftir eina vanlukku. Tað er av alstórum týdningi. Men eiga
vit ikki at hava fyribyrgingina fremst í huganum! Hava vit
tað?
Ein annar partur av trygdini er broytta ferðslumentanin, tá
tunnil bráddliga bindur oyggjar saman. Hava vit hugsað
um, at nógv fleiri ung fólk fara at koyra í bili - úr Fugla-
firði, av Toftum, av Eiði, úr Havn osfr. - til Gásadals! At
forvitnast. At "dríva" tíðina. At stuttleika sær. Tunnilin fer
at hava við sær, at økt ferðsla verður ikki bara í tunlinum
men á øllum vegakervinum. Krevur tað ikki, at løgreglan
er betri mannað og oftari úti á náttartíð! Størri krøv til
sjúkrahús og kommunulækna! Spildurnýggj krøv til alt
samfelagið. Einki samfelag kann liva við, at fleiri av tess
ungu koma til skaða og doyggja í ferðsluni! Einki sam-
felag kann eiheldur bara standa og hyggja at, meðan ein
stórur partur av ungdóminum fer at brúka størri part av
lívinum á vegunum! Vit mugu taka vandamálini í størsta
álvara - nú vit øll men serstakliga tey ungu hava møgu-
leika fyri at koyra meira og longri, nú tunnilin bindur
oyggjar saman. Fyri ikki at tosa um Norðoyartunnilin. Tað
krevur størri ansing, eftirlit, skelting og upplýsing. Tað
krevur, at fleiri pengar verða til at brynja okkum til hesa
nýggju tíðina. Stór ábyrgd liggur á okkara politikarum
fyri tað fyrsta at staðfesta henda veruleika og harnæst - tá
teir hava givið grønt ljós fyri hesi kollosalu broytingum í
samferðslukervinum - at tryggja, at okkara ungu fólk ikki
gerast offur í einum útviklingi, sum tey ikki sjálv eru før
fyri at yvirskoða.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trygd og tunlar
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heri Mohr
Í seinastu viku var undir-
ritaði ein av fleiri, sum við
lesarabrøvum gjørdu vart
við ræðandi kenslum, sum
tóku seg upp, tá Dagur og
Vika hevði samrøðu við ein
ungan pápa at tveimum
sjúkum smábørnum, sum,
orsakað av landskassans
gjaldføristrupulleikum,
ikki kunnu fáa neyðuga
serviðgerð á Ríkishospital-
inum fyrr enn einaferð
næsta ár, og tað hóast ser-
viðgerð á Ríkishospital-
inum v.m. er kostnaðar-
leys fyri føroysku sjúkra-
húsini, tí peningurin ætl-
aður
til
serviðgerð
á
nevnda sjúkrahúsi er í
heildarveitingini, í blokk-
inum, sum landskassin fær
úr ríkiskassanum. Hetta er
sagt og skrivað fleiri ferðir,
og enn hevur ongin aftur-
víst pástandin um, at
sjúkraviðgerðir av føroysk-
um sjúklingum - patientum
-, sum yvirlæknar á før-
oyskum sjúkrahúsum av-
greiða til Ríkishospitalið
v.m., eru ókeypis, og um
rætt er atborið, eigur tað
ikki at koma fyri, at av-
gerðir hjá yvirlæknum at
geva sjúklingum serviðgerð
á Ríkishospitalinum v.m.,
verða kolldømdar av einum
landsstýrismanni. Og tá ið
tað sum sagt er talan um
útreiðslur, ið ríkiskassin
sambært lóg eigur at rind-
ar, er tað heilt burturvið, at
lógin ikki verður umsitin
við tí tryggleika og sjálv-
fylgju, sum sjúk og næst-
ingar vanta og hava krav
uppá.
Frá l. januar 1988 fór tað,
sum serviðgerð á Ríkis-
hospitalinum kostar, 100%
í blokkin, og har hevur tað
verið til denna dag. Og í
fylgiskjølunum til avtaluna
um blokkskipan millum ta
donsku
regeringina
og
landsstýrið er greitt tilskil-
að, at "endelig fastlæggelse
(av játtanini til R-sjúkra-
húsið HM) beror på op-
gørelse af udgifterne ved
indlæggelse på Rigshospi-
talet". Men sum so nógv
annað er eisini tað sópað av
borðinum: landsstýrið hev-
ur nú um dagarnar frá-
boðað, at eingin regulering
av tí, sum eftir er av blokk-
inum, skal fara fram í 4 ár.
Hesin tragikomiski sjón-
leikurin minnir okkum
eldri og gomlu um rosin-
pillarin, sum hinumegin
diskin (skivuna) servilt let-
ur kundan vita, at kardúsið
er uppi, og at tað verður
tíverri ikki at fáa aftur fyrr
enn í næsta mánað.
Tað er eingin uggi hjá
foreldrunum at teimum
báðu smábørnunum at vita,
at tey ikki eru einsamøll í
líðingini. Fólk, ið hava
serviðgerð fyri neyðini,
hava á opnari gøtu greitt
frá, at tey hava fingið somu
yvirlæknaboð: - tað er uppi,
kom aftur næsta ár.
Er hesin niðurskurður i
sjúkraviðgerð á Ríkishospi-
talinum, sum vit sambært
lóg hava møguleika at fáa -
og tað ókeypis - ein liður í
processini, sum løgmaður
og aðrir landsstýrismenn
við jøvnum millumbili
plaga at minna okkum á?
Ein process, sum fer at gera
tað meira liviligt í Føroyum
eisini hjá sjúkum, avlamn-
um og gomlum?
Í heimskendu skaldsøg-
uni Processin skrivar Franz
Kafka um bureaukratiið,
sum so við og við brýtur
niður sjálvsvirðing og mót-
støðumegi.
Hvussu nógvir sjúklingar
og næstingar teirra mugu
liva í slíkari ræðslu, er ikki
gott at vita, men vit mugu
sanna, at bert er bróðurleyst
bak, og frændi er frændi
verst.
Eingin ivi um, at nógv
fólk takka Hilmar Jan
Hansen fyri tað, sum hann
skrivaði í bløðunum í sein-
astu viku.
Hetta neyðarrópið í tí
tjúkku slavtokuni, sum í
nøkur ár hevur ligið sogin á
okkum, fer at hoyrast í
føroyskum heimum, áðrenn
tað fánar og líðandi tagnar.
Hvin og grenj halda uppat.
Andans pávar, kultur-
menskur, allir rættir før-
oyingar (í koti), krevja ljóð
og ró at virka í frið og
náðum, tí teir verða ser-
kønir í heimaráðum hjá
sjúkum og gomlum, høgum
og lágum ……..
Processin fullførd; -
serføroysk
bureaukrat-
mentan leingi livi.
PROCESSIN
Jóhann Mortensen
tíðindaleiðari,
Útvarp Føroya
Erhard Jacobsen finst í
Sosialinum týsdagin at
tíðindunum í Útvarpi Før-
oya sunnudagin 10. nov.
um, at teir mongu diesel-
bilarnir hava økt munandi
um koltvíiltuútlátið, CO2-
útlátið, sum kemur frá
bilum.
Erhard Jacobsen metir
seg hava prógv fyri, at
dielselbilar í roynd og veru
dálka minni enn bensin-
bilarnir.
Útvarpið vil hinvegin
greitt vísa aftur, at stovn-
urin ber óálítandi sensa-
tiónstíðindi, soleiðis sum
greinskrivarin vil vera við.
Tíðindini endurgeva trú-
liga
umhvørvisfrágreið-
ingina, sum Oljumálaráðið
hevur latið gera. Kanningin
sigur, at koltvíútlátið frá
akførum er økt 54 prosent í
tíðarskeiðnum frá 1998 til
2001, og at stóra økingin
stavar frá dieselolju. Í
kanningini verður víst á, at
talið á dieselbilum í Før-
oyum er økt nógv tey
seinastu árini.
Sostatt er talan um væl
undirbygd tíðindi, har víst
varð til kelduna.
Upplýsingarnar hjá Er-
hardi Jacobsen kunnu vera
áhugaverdar og viðkom-
andi, men tað gevur ikki
greinskrivaranum rætt til at
skjóta boðberan niður, tá
hann
endurgevur
eina
nýggja føroyska umhvørv-
iskanning.
Rætting til rætting
VIÐMERKINGAR
Snýtir nakar í skatti?
Eyðun Mohr Viderø
Herfyri skrivaði eg eina
grein um skattalistan, sum
liggur frammi til alment
eftirlit í øllum kommunun-
um, og eg mælti øllum
skattaborgarunum til at
hyggja eftir listanum og eft-
ir umstøðunum kanna, um
allir teirra meðborgarar
høvdu eina skattskylduga
inntøku, ið so vítt okkum
kunnugt svaraði til inntøku
teirra annars.
Eftir mínum staðkunn-
leika nevndi eg bygdina
Sandur, men hetta er sjálv-
andi galdandi fyri helst all-
ar bygdir í Føroyum.
Sjálvsagt hevur hetta
fingið eina ávísa røring í
bygdarsamfelag okkara, at
onkur tekur til orðanna í so
persónligum viðurskiftur og
kanska ákærir partar av
borgarum okkara fyri at
“snýta í skatti”!
Eg ivaðist ikki í, at onkur
fór at gera vart við seg, men
ikki ímóti mær persónliga,
tí bæði vóru persónar greið-
ir yvir, at undirritaði í sínum
langa politiska lívi, og tá
serliga kommunalt, hevði
neyvt innlit í lokalpol-
itiskum og persónligum
skattaviðurskiftum, og har-
umframt, í hvussu er inntil
nú, skuldi eg brúka allar
“stemmurnar” hjá hesum
somu fyri at koma afturíaft-
ur til eitt komandi løgtings-
ella kommunuval, og síðan
eri eg í ávísan mun umboð
fyri ein politiskan flokk, og
í hesum sambandi kann eg
ikki loyva mær at “genera”
møguligar floksfelagar!!
Tað er nokk so áhugavert
at fylgja við, hvør í slíkum
førum ger vart við seg.
Tveir samdir persónar hava
vent sær til mín og lagt dent
á, at tað er gott, at onkur við
kunnleika ger vart við støð-
una, men hesir eru ikki
samdir um, hvat skal náast
við einari sovorðnari upp-
gerð.
Annar er ein vanligur
lønmóttakari, ið skal av við
hvørt oyra lutfalsliga av
inntøkuni í skatti, soleiðis
sum lóggávan sigur, men
viðkomandi er eigari av
nakað av jørð, og í samráð
við innkeypara av størri
nøgdum av handilstøðum
og djórafóðri keypir hesin
ikki frá vanligum handli
fyri vanligan prís, men hjá
øðrum innkeypara fyri at
sleppa bíligari, men við-
komandi er tíverri ikki
greiður yvir, at ta mangl-
andi inntøkuna hjá lands-
kassanum, má viðkomandi
sjálvur gjalda yvir lands-
skatt og mvg-avgjald. So
spurningurin er, um hesin
er greiður yvir, hvat hann er
samdur um?
Hin samdi er reindyrkað-
ur tjóðveldismaður, ið er
samdur, men er yvaleysur í,
at talan er um onkran annan
enn tjóðveldismann, ið skal
“jarðast”, men sannleikin
er, at her er eingin munur á
monnum. “Slík kann byttan
vera sum lokið!”
Ein javnaðarmaður var so
einfaldur, at hann spurdi
meg: “Hvør tað er, ið tú er
so illur við!”
So einfald er tanka-
gongdin, at viðgerð av týð-
andi
samfelagsligum
trupulleikum snýr seg bert
um “ein” persón, ið skal
jarðleggjast!
Tá ein persónur “snýtir” í
skatti, so skal ein annar
gjalda fyri hann, men eing-
in av okkum vil verða snýtt-
ur!
Eg vil ikki verða snýttur,
og eg ynski heldur ikki, at
meðborgarar mínir skulu
verða snýttir, og tí ynski eg
at gera vart við kanska bert
part av “skattasnýtingini”,
tí talan er væl eisini um,
hvussu gongst við afturber-
ingini av mvg-gjaldinum, ið
vit fáa rokning fyri fyri ym-
iskar tænastur, men sum ivi
kann vera um, um hesar
seinni verða avroknaðar til
toll- og skattstovu?na! Hes-
um havi eg sjálvsagt einki
prógv fyri, men eg kenni
rokningarnar!
Mong gremja seg dagliga
um støðuna, bæði millum
manna og í fjølmiðlunum,
um “fíggjar?støðuna”, men
eru tey vitandi um, at tá tú
fær tær bíligari handilstøð,
bíligari seyðafóður, og bílig-
ari olju til upphitan av set-
húsum, so ert tú samstund-
is við til at geva tær sjálvum
eina hægri skatta- og
avgjaldsrokning, tí ongin
“hini” eru at gjalda uttan tú
sjálvur!
Marita Hentze
form.
Brot úr samgonguskjali-
num: NÝGGJUR TEKN-
ISKUR SKÚLI OG STU-
DENTASKÚLI
VERÐA
BYGDIR Í TÓRSHAVN.
Undirskrivað
av
fólka-
flokkinum, tjóveldisflokki-
num, sjálvsstýrisflokkinum
og miðflokkinum.
Í bløðunum, beint eftir at
samgongan
var
skipað,
verður m.a. sagt. Sitat: Eitt
kollveltandi nýtt, sum er
komið burturúr samgongu-
samráðingunum er, at tað
skal bera landinum til at
gera íløgur uttan at tyngja
um Landskassan….. Her
verður serliga hugsað um
bygging
av
almennum
stovnum, eitt nú skúl-
um,…..Íløgurnar skulu so
rindast aftur um raksturin,
yvir eitt ávíst áramál.
Lærararáðið á Tekniska
Skúlanum í Tórshavn hevur
fingið innlit í skriv, stílað til
Tekniska Skúlan, og sum
er frá landstýrismanninum í
mentamálum.
Skrivið er eitt svar uppá
eina verkætlan, sum stýrini
fyri Tekniska Skúlan í Tórs-
havn og Føroya Handils-
skúla løgdu fyri landstýris-
mannin 26. sept. 2002, og
sum tey fóru undir í góðum
treysti, grundað á tað sum
siterað er omanfyri.
Verkætlanin
vísir
á,
hvussu tey ótolandi hølis-
viðurskiftini hjá Tekniska
Skúlanum í Tórshavn, og
hølistørvurin hjá Føroya
Handilsskúla, kunnu loys-
ast, og hvussu fíggingin av
verkætlanin kann skipast.
Av tí at Føroya Handils-
skúli og Tekniski Skúlin
Tórshavn eru sjálvsognar-
stovnar,
hava
skúlarnir
lógarheimild til sjálvir at
standa fyri bygging og fígg-
ing av skúlunum. Sigast
skal, at verkætlanin ikki er
ein forðing fyri, at eisini
Studentaskúlin í Hoydølum
kann fara undir bygging.
Tvørtur ímóti kann henda
byggingin
samansjóðast,
soleiðis at málsetningurin í
samgonguskjalinum verður
náddur.
Í stuttum kann sigast, at
verkætlanin vísir á, at
bygging av nýggjum hølum
til tekniska skúlan og víðk-
an av handilsskúlanum,
kunnu loysast við einari
meirjáttan til rakstur uppá
uml. 4,2 mió kr. um árið.
Í svarinum frá landsstýr-
ismanninum verður sagt, at
ongar formligar forðingar
eru fyri at fíggingin kann
skipast eftir hesum leisti-
num.
Sostatt skuldi ein trúð, at
allar forðingar eru av veg-
num, tá ið hetta jú fylgir
málsetninginum í SAM-
GONGUSKJALINUM um
bygging av skúlum.
Tann parturin í sam-
gonguskjalinum sum við-
gerð játtan til Tekniska
Skúlan í Klaksvík at fyri-
reika útbygging er longu
samtyktur, og gleðir hetta
okkum, tá ið tað sjálvsagt
vísir á, at samgongan hevur
í hyggju at fylgja sínum
samtyktum.
Í skrivinum frá Menta-
málastýrinum eru fleiri
vónbrot. Tað fyrsta er, at
Fíggjarmálaráðið góðtekur
ikki nakra binding í sam-
band við hækkan av stuðli
til rentuútreiðslur næstu 2o
- 25 árini. Er fíggjarmála-
ráðið ikki partur av sam-
gonguni??
Næsta vónbrotið er, at
raðfestingin sigur at tekn-
iski skúlin kann vænta (um
alt gongur væl) at fáa sín
skúla um eini TÍGGJU ár.
Hvussu leingi situr henda
samgongan?
Triðja vónbrotið er, at
tekniski skúlin eigur at
verða nøgdur, tí landsstýris-
maðurin hevur játtað skúla-
num pening til eitt maka-
skiftið, soleiðis at skúlin nú
eigur fýra barakkir, ístaðin
fyri at leiga fýra barakkir.
Barakkirnar vóru settar
upp 1980, sum ein fyribils-
loysn til skúlan fyri 5 ár.
Fjórða vónbrotið er niður-
støðan
hjá
landsstýris-
manninum. Sitat: studenta-
skúlin verður bygdur fyrst,
og tí mátti tekniski skúlin
fáast
í
tryggar
karm-
ar…..Byrja var síðani at við-
líkahalda hallirnar. Tøkini
verða øll útskift í ár…
- skapar hetta tryggar
karmar?
Lærararáð tekniska skúl-
ans góðtekur ikki slíka við-
ferð.
Um hetta er endaliga nið-
urstøðan hjá hesari sam-
gonguni, er alt trúvirðið fok-
ið, og kann Tekniski Skúlin
í Tórshavn óiva veittra far-
væl til nøktandi hølir, og
harvið til møguleikar fyri,
at menna tær handverksligu
og tøkniligu útbúgvingar-
nar í Føroyum.
Alt tað um, at nú verður
tykkara tørn um eini 8 - 10
- 15 ár er uttanumtos, sum
vit hava hoyrt síðani skúlin
var settur á stovn í 1934.
Vit velja at trúgva, at
samgongan ikki tekur undir
við tí viðferð, sum Menta-
málaráðið gevur Tekniska
Skúlanum í Tórshavn.
Livst so spyrst.
Vegna
lærararáðið
á
Tekniska
Skúlanum
í
Tórshavn
Nú er nóg mikið
C
M
Y
K
13
12