hósdagur 14. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 14. november 2002
15
15
14
Nr. 219 - 14. november 2002
Fyrrverandi
danski
fólkatingsmaðurin Uwe
Jensen, sum er tikin í
USA og skuldsettur fyri
rúsevnis- og vápnahand-
il, sigur nú, at hann hevur
arbeitt fyri amerikansku
fregnartænastuna CIA og
amerikansku rúsevnis-
løgregluna DEA. Tann
66 ára gamli danin sigur,
at hann var noyddur at
flýggja til Venezuela, tí
onkur hevði avdúkað, at
hann hevði arbeitt fyri
CIA og DEA.
Amerikanska løgregl-
an tók Uwe Jensen tann
7. november. Sambært
løgregluni skuldu hann
og nakrir aðrir senda eina
stóra nøgd av vápnum til
Kolombia.
Afturfyri
skuldu teir fáa pengar og
kokain. Vápnini vóru
ætlað einum víðgongd-
um høgrasinnaðum fe-
lagsskapi í Kolombia.
Uwe Jensen sat eitt
skifti í Fólkatinginum
sum tingmaður hjá gamla
Framburðsflokkinum.
– Eg eri CIA-maður
Enn einaferð hevur ST-
aðalfundurin kravt, at
USA skal ógilda hand-
ilstiltøkini ímóti Kuba.
173 lond atkvøddu fyri
kravinum og bert trý
ímóti. Londini, sum at-
kvøddu ímóti, vóru USA,
Ísrael og Marshalloyggj-
arnar. Etiopia, Nicara-
gua, Malawi og Usbe-
kistan atkvøddu ikki.
Í samtyktini verður
heitt á limalondini í ST
um ikki at virða ta
amerikansku
Helms-
Burton-lógina,
sum
bannar samhandli við
Kuba. Lógin varð sam-
tykt í kongressini í 1996.
Øll tey fimtan ES-
londini atkvøddu fyri
uppskotinum, m. a. tí
amerikanska lógin roynir
at forða útlendskum fyri-
tøkum at hava samskifti
við Kuba. 25 sendimenn
tóku orðið undir við-
gerðini. Tey vildu vera
við, at amerikanska lógin
er brot á fólkarættin og
skaðar kubanska bú-
skapin.
Burtur við tiltøkunum
Russland hevur áhuga í
at økja orkusamstarvið
við Noreg, og seinni í
hesum mánaðinum fer
norski olju- og orku-
málaráðharrin,
Einar
Steensnæs, til Russlands
at tingast við russar um
samstarvið.
Talsmenn hjá norsku
oljuvinnuni hava sagt seg
hava stóran áhuga í at
samstarva við russar. Eitt
nú hevur Norsk Hydro
longu fingið sáttmála við
russiska Gazprom um
samstarv á Shtokman-
leiðini í russiska partin-
um av Barentshavinum.
Hetta ein ein gassleið,
sum er størri enn allar
tær norsku gassleiðirnar
tilsamans.
Samstarvið um olju og
gass var eitt av evnunum,
tá
russiski
forsetin,
Vladimir Putin, vitjaði í
Noregi í vikuni.
Samstarv um gass
Ísraelski uttanríkisráð-
harrin, Benjamin Netan-
yahu, sigur, at var hann
ísraelskur stjórnarleiðari
í dag, hevði hann koyrt
palestinska leiðaranum,
Yasser Arafat, í útlegd.
Netanyahu, sum eftir
øllum at døma fer at
royna at gerast forsætis-
ráðharri á komandi valin-
um í Ísrael, sigur, at tann
stjórnin,
sum
verður
skipað aftan á valið, eig-
ur at seta sær sum eitt av
sínum fremstu málum at
vísa Arafat burtur. Hetta
er ikki fyrstu ferð, at
Netanyahu hevur sagt
sína hugsan, men orðini
verða hildin at hava størri
týdning, nú hann er
uttanríkisráðharri.
Ariel Sharon, forsætis-
ráðharri
hevur
fleiri
ferðir hótt við at koyra
Arafat í útlegd, men
hevur kortini ikki gjørt
tað. Ein orsøk er, at USA
er ímóti, at palestinski
leiðarin verður koyrdur í
útlegd.
Arafat skal vísast burtur
Irak hevur bílagt
óvanliga nógvan
heilivág, sum verður
nýttur til at viðgera
fólk, sum hava fingið
skaða av kemiskum
vápnum
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Meðan altjóða samfelagið
bíðar eftir, hvat irakski
leiðarin, Saddam Hussein,
fer at siga um tey seinastu
krøvini frá ST, bendir
ymiskt á, at Irak longu er
farið at fyrireika seg til
kríggj.
Tað er komið fram, at
Irak hevur bílagt tvey sløg
av heilivági úr Turkalandi.
Talan er um eina óvanliga
stóra nøgd av heilivági,
sum verður nýttur til at við-
gera fólk, sum hava fingið
skaða av kemiskum vápn-
um. Men heilivágurin verð-
ur eisini nýttur til at viðgera
sjúklingar
við
hjarta-
trupulleikum, og tí stendur
hann ikki í yvirlitinum yvir
vørur, sum skulu kannast,
áðrenn tær verða seldar
Irak.
Blaðið International He-
rald Tribune sigur seg hava
fingið at vita, at irakar hava
bílagt eina millión eindir av
hesum heilivági, og ameri-
kanskir serfrøðingar siga
við blaðið, at hetta er nógv
meiri, enn tey iraksku
sjúkrahúsini hava tørv á.
Serfrøðingarnir siga eisini,
at irakska bíleggingin er
óvanlig, tí eindirnar eru
munandi størri enn vanligt
og eru tí neyvan ætlaðar at
nýta í vanligum viðurskift-
um.
Bara spæl
Amerikanska stjórnin hev-
ur gjørt greitt, at hon leggur
ongan týdning í avgerðina
hjá irakska tjóðartinginum
at havna krøvunum hjá ST.
- Hatta er ikki annað enn
ein partur av leikinum hjá
Saddam Hussein. Ting-
limirnir gera, sum forsetin
sigur. Har er einki demo-
krati, men einaræði, og
handan avgerðin hevur
ongan týdning. Vit bíða
eftir, hvat Saddam fer at
siga, segði amerikanski for-
setin, George W. Bush, í
gjár.
Amerikanskir embætis-
menn vænta, at Saddam
Hussein fer at góðkenna
krøvini hjá ST, tá saman
um kemur. ST hevur givið
Irak freist til leygardagin at
boða frá, um landið góð-
tekur krøvini ella ikki.
Verður svarið úr Bagdad
nei, skal málið fyri trygdar-
ráðið hjá ST.
Hesaferð rósar bin
Laden teimum, sum
skipaðu fyri bumbu-
spreingingini á Bali
og teimum, sum
rændu gíslarnar í
Moskva. Amerikan-
ararnir halda, at
upptøkan er verulig
YVIRGANGUR
Árni Joensen
Arabiska sjónvarpsstøðin
Al-Jazeera hevur aftur sent
eina
bandupptøku
við
yvirgangsleiðaranum
O-
sama bin Laden.
Í upptøkuni fegnast hann
um
bumbuatsóknina
á
indonesisku oynni Bali og
rósar teimum, sum skipaðu
fyri atsóknini. Eisini fegn-
ast hann um gíslatøkuna í
leikhúsinum í Moskva, og
hann rósar teimum ke-
kensku gíslarænarunum.
Men bin Laden ávarar
eisini. Ikki einans USA
stendur fyri skotum, men
eisini tey lond, sum arbeiða
saman við amerikanarun-
um.
- Vita stjórnirnar í hesum
londunum ikki, at harka-
liðið í Hvítu Húsunum eru
teir ringastu drápsmenninir
í okkara tíð? Hví samstarva
við Amerika? Eins og tit
drepa, verða tit dripin, sigur
røddin á bandinum.
Tann stóri spurningurin
er, um tað veruliga er
Osama bin Laden, sum
tosar á bandinum, men ein
talsmaður hjá amerikansku
fregnartænastuni CIA segði
í gjár, at maðurin eftir øll-
um at døma er bin Laden.
Er hetta so, so er tað
fyrstu ferð síðani tann 9.
november í fjør, at ameri-
kanarar hava staðfest, at bin
Laden framvegis er á lívi.
Aftur ein upptøka við bin Laden
Irak fyrireikar seg til kríggj
við kemiskum vápnum
Iraksku tjóðartingslimirnir atkvøddu allir sum ein ímóti at góðtaka krøvini hjá ST, men sambært Bush forseta var hetta bert ein
partur av leikinum hjá Saddam Hussein. Tað er kortini hann, sum tekur avgerðina
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
14