Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 219 - 14. november 2002 UMMÆLI Oddfríður Marni Rasmussen Eitt av hesum vátu kvøld- unum, sum hava verið, var eg á sjónleikinum »List,« ið gongur á Meiarínum í hesum døgum. Fyrst av øll- um vil eg sum formaður í LISA takka fyri, at tey hava ognað Listafólkasambandi Føroya henda framúrskar- andi leik. Nú LISA hevur tjúgu ár á baki í ár, er tað hugaligt at síggja ein leik sum »List«, ið sameinur meiningar um list við vin- arlagið millum tríggjar per- sónar, ið hava verið vinir í 15 ár. Franski sjónleikarin og leikritahøvundurin Yasmina Reza, hevur skrivað leikin, og hjúnini Jette og Gunnar Hoydal, hava gjørt eina frálíka týðing av leikinum. Hegnisliga leikstjórnað hevur Eyðun Johannesen. »List« er um teir tríggjar Marc, sum Bárður Persson spælir, Serge, sum Hans Tórgarð spælir og Yvan, sum Kári Øster spælir. Serge hevur keypt ein málning av kendum fronsk- um listamanni fyri 200.000 frankar. Tað er ein góð investering, heldur hann, men tað sum er við máln- inginum er, at hann er allur hvítur og tað sóu vit sekst- an, sum sótu úti í salinum. Men Serge sær, at málning- urin hevur hvítar strípur eftir løriftinum og eisini okkurt grátt er at hóma. Marc heldur Serge vera vorðnan øran í høvdinum, at keypa ein málning fyri so nógvar pengar, og hvítan allan sum hann er, hann má snobba uppeftir, tí onki vanligt menniskja ger eitt sovorði lorta keyp, smíl- andi. Yvan, pappageykurin og fáraguddurin, er samdur við Serge, tá ið Marc ikki er til staðar, og tá ið Serge ikki er til staðar, er hann samdur við Marc. Fimtan ára langa vinarlagið verður royndar- sett, og tað við lít. Klandur og gomul ósøgd orð verða borin fram, og skeldast verður aftur og fram um persónlig viðurskifti, sum bert vinir megna at koma óskalaðir ígjøgnum. Leik- urin endar so við… nei, far- ið heldur og síggið tann finurliga endan. Tað er gjørligt, at bera fram eitt akademiskt um- mæli, sum kanska heldur styggir enn dregur síggjar- an, men tað vil eg ikki. »Vit vita øll, at list er ikki sannleiki. Listin er ein lygn, sum fær okkum at fata sannleikan, í øllum før- um tann sannleika vit hava møguleika til at skilja.« Hetta er eitt sitat úr leik- skránni, sum spanski lista- málarin Pablo Picasso hev- ur sagt. Nær er list sonn? Nær kemur allur sannleikin fram í einum vinarlagi? Hvat hendir, um tú sigur teg við fullum huga at skilja list og at onnur ikki skilja list, tí at tey ikki hava somu meining sum tú? Og hvat hendir, um tú sigur teg við fullum huga at skilja vinir tínar, og ikki setir okkurt einkult spurnartekin við teirra máta at geberda sær uppá? Sannføri og sann- leiki, er tað tað sama? Allir hesir grundspurningar verða spurdir í leikinum, uttan at tú kennir teg moraliseraðan. Og vit kenna sjáldan sannleikan fyrr enn vit fáa hann at vita, ikki sum morallæru, men heldur sum eina upplýsing. Einaferð var ein tekning. Meg minnist ikki hvør, ið hevði teknað hana. Hon var ein gráur fýrakantur og niðri undir stóð, »Smyril í toku.« Meg minnist at abbi mín átti eitt hvítt fat, sum hann plagdi at salta sperðil í. Ikki var møguligt at síggja sperðilin, men hann var har onkustaðni. Saltið broytti fekk ymiskar litir, alt eftir hvussu ljósið skein niður á tað. Tað er hatta ósjónliga ella ósanna, ið vit síggja í slíkum málningin- um, ið Serge hevur keypt og tað ósagda ella ósanna, sum er í vinarlagi teirra, og sum kemur undan so hvørt sum teir hála tað ósjónliga fram úr málninginum, og gera tað sjónligt við at seta orð á lívið. Tann fjórði leikarin í leikinum er tann hvíti málningurin. Tað er hann sum fær hesar tríggjar vin- menninar at renna í krovið á hvørjum øðrum. Tað er hann, sum fær sannførið fram í teimum trimum. Hetta tigandi, bleika, sum Serge dregur fram í sínum hvítu toyhandskum, akti- verar allar frustratiónirnar, sum gjøgnum ár og dag hava ligið og úlmað undir ivirflatuni. Privata sannfør- ið millum hesar tríggjar, og tær sannførandi meining- arnar teir hava um máln- ingin – tað psykologiska og tað listarliga kjakið verður sameint so genialt, at tú varnast at tosið um list ofta er óneyðuga intellektuelt. Tú kann saktans hava tínar »húsligu« samanberingar, um hvat er góð og hvat er vánalig list. Í fyrru helvt av leikinum, snýr prátið seg um list og um málningin, sum Serge hevur keypt. Hvussu máln- ingurin spakuliga upploysir vinarlagið. Í seinnu helvt upploysist vinarlagið heilt, og at enda er tað málning- urin, sum noyðir vinirnar at finna saman aftur. »List« handlar í roynd og veru um tað, sum øll hugsa, men ongin torir at siga. Øll, og tá meini eg øll, hava somu meining sum ein av hesum trimum hava um list sum heild, ikki bert máln- ingalist, men alla list. Dia- logarnir kundu líka so væl verið tiknir úr onkrari sam- røðu, sum eg sjálvur havi havt við fólk, antin tað so er seint eitt leygarkvøld í Kagganum, á Kondittarín- um, á gøtuni ella í útlond- um, ja, hvar sum helst og við hvønn sum helst. Tey bæði evnini, sum leikurin ber fram, vinarlag og list, eru so væl samantvinnaði og verða spæld við so- vorðnari sjónligari leik- gleði, at tú fær eina av has- um sjálvsomu kenslunum, har tú sigur við teg sjálvan: Hatta er upplagt, hví havi eg ikki skrivað handa leik- in? Eg havi hugsað tað fleiri ferðir, og eg kenni fleiri, ið eru sum Marc, kenni uppaftur fleiri, ið eru sum Yvan og Serge er hel- dur ikki ein sjáldsom typa á klettunum. »Ein listamaður verður ongantíð liðugur við eitt verk. Hann fer bara frá tí,« sigur Paul Valéry. Gerið sum hann sigur! Verðið listafólk í knappar tveir tímar, farið á leikin »List«, og farið frá honum við kensluni av at vera upplýst. Enn einaferð. Takk fyri, øll tit sum hava megnað at ført henda framúrskarandi leikin út í verk. Hetta sigi eg ikki bara tí at eg eri for- maður í LISA, og at leikur- in er ognaður LISA. Eg sigi hetta, tí at eg haldi, at sann- leikin um list eigur at verða sagdur so sannførandi sum gjørligt. Tað sum øll hugsa, men ongin torir at siga Sum fyritøka leggur ENJO alstóran dent á at verja umhvørvið og at gera nakað muna- gott til tess at minka um dálkingina á sjógvi og landi. Tað at vaska bilin kann eis- ini gerast uttan at dálka frá sær BILVASK Magnus Gunnarsson Ein stórur trupulleiki í fleiri londum eru tær leivdirnar, ið renna niður í kloakkir og grundarvatnið, tá bilar verða vaskaðir við sterkum vaskievnum. Sum fyritøka leggur ENJO alstóran dent á at verja umhvørvið. Fyritøkan bleiv stovnað í Eysturríki av Johannes Engl, ið saman við pápa sínum hevur upp- funnið serstaka tægratil- farið, sum er kollveltandi kjarnin í reinsivørunum, teir framleiða. Teir hava gjørt eitt stórt arbeiði fyri at minka um ta alsamt vaks- andi dálkingina í heimin- um. Alt hetta snýrt seg í høv- uðsheitum um vaskiklútar, ið eru gjørdir úr serstøkum tægrum. Hetta ger at nýtsl- an av sápu og øðrum kemi- kalium kann minkast við 90 prosentum ella meira. Vørurnar verða einans gjørdar av "ENJO Inter- national" í Eysturríki. ENJO vørurnar skulu seljast av útbúnum ráðgev- arum, ið geva eina holla kunning um hvussu teir ymisku klútarnir skulu nýtast. Teir hava eina full- fíggjaða reingerðingsskip- an, sum kann brúkast í hús- arhaldinum, á stovnum, á virkjum ella hvar tað skal vera. ENJO til bilin Nú veturin er komin, og bilarnir blíva rættuliga skitnir, eru tað nógv fólk, sum vaska bilin næstan hvønn dag. Tá kann tað vera hent at brúka ENJO- bilvøttin at vaska bilin við. Hesin bilvøtturin er væl egnaður til at vaska lakker- aðar yvirflatur á bilum, bát- um, motorsúkklum o.l. Ein- asta tilfarið sum nýtist er bilvøtturin og vatn. Bilurin skal fyrst skolast við vatni, so skitturin verð- ur bloyttur áðrenn við- gerðina. Meðan vaskað verður skal bilvøtturin skolast í køldum ella heit- um vatni. Best er at byrja við takinum og síðan ar- beiða seg niðureftir. Tá bil- urin er vaskaður við bil- vøttinum, verður hann skolaður soleiðis, at allur tann leysi skitturin rennur burtur. Síðan er bert eftir at turka bilin við ENJO- stjørnuklútinum. Bilvøtturin er eisini væl egnaður til at vaska bilin innan við, tá skal hann bert vera fuktigur. Hann kann brúkast at vaska setrini og hurðabetrekkini við. ENJO-stjørnuklúturin er sera væl egnaður til instru- mentborðið, hurðahandtøk- ini, rútarnar, speglini o.l. Tey sum kundu hugsa sær at vaska bilin uttan sápu í vetur kunnu venda sær til Tórhardu og Sámal Bláhamar, ið eru ENJO aðalumboð í Føroyum. Telefonnummari er 314353 ella 226603. Nr. 219 • hósdagur • 14. november 2002 • 76. árg. ENJO – vaska bilin uttan sápu Sámal Bláhamar, ið saman við konuni Tórhardu, er ENJO aðalumboð í Føroyum, og eysturríkski ENJO stjórin, Johannes Engl Eisini til hjólini Enjo-stjørnuklúturin er sera væl egnaður til bilin inEnjo- stjørnuklúturin er sera væl egnaður til bilin innan ENJO bilvøtturin er væl egnaður til at vaska lakkeraðar yvirflatur á bilum, bátum, motorsúkklum o.l. C M Y K 17 16