Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. november 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 20 Nr. 219 - 14. november 2002 Fróði Benjaminsen ven- ur í løtuni við danska superligufelagnum, Silkeborg, men er hendan royndarvenj- ingin komin í rættlag uttan um góðkendan umboðsmann, kann hetta í ringasta føri fáa avleiðingar fyri bæði Silkeborg og Fróða Benjaminsen Nr. 219 • hósdagur • 14. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Um leikaraskifti ella venjingar við leikara- skifti fyri eyga fara fram uttanum FIFA- góðkendar leikara- umboðsmenn, kann hetta fáa víttfevandi avleiðingar fyri bæði leikarar og feløg FIA-REGLUR Jákup Mørk Sum tað hevur verið frammi í føroysku miðlun- um, so er B68- og lands- liðsleikarin, Fróði Benja- minsen, í løtuni í Danmark, har hann royndarvenur við Silkeborg. Í Dimmalætting týsdagin verður sagt, at tað er fyrr- verandi B68- og komandi HB-venjarin, Frank Skytte, sum hevur fingið royndar- venjingina í lag, og um heilt illa vil til, so kann hetta koma illa við hjá føroyska landsliðsleik-ar- anum. Ógvusligar avleiðingar Tað er nevnliga so, at FIFA fyri tveimum árum síðani setti í verk nýggja reglu- gerð viðvíkjandi leikara- skiftum. Í reglugerðini verður staðfest, at tá leikarar skifta felag, ella um leikarar eru í samband við onnur feløg við einum møguligum skifti fyri eyga, skal hetta gerast umvegis ein FIFA-góðkendan leik- araumboðsmann. Tað vil við øðrum orðum siga, at er tað umvegis Frank Skytte, at Fróði Benjaminsen er komin í samband við Silkeborg, so er hetta greitt í stríð við FIFA-reglugerðirnar. Og í ringasta føri kann hetta fáa avleiðingar fyri bæði leik- aran og felagið. Í grein 1 »Players’ Agents Regulations« verð- ur staðfest, at tað ikki er loyvt leikarum og feløgum at nýta aðrar enn góðkendar leikaraumboðsmenn, og síðani verður víst til brotini 16 til 19, har staðfest verður, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa. Alt eftir, um talan er um innlendis ella millumtjóða leikaraskifti, sum talan er um, eru tað lokala fót- bóltssambandið ella FIFA, sum taka støðu til málið, og eftir reglunum eru tríggir møguleikar. a) Leikarin kann fáa eina átalu fyri gerð sína. b) Leikaranum verður á- lagt bót upp á í minsta lagi 10.000 sveisara- frankar. c) Og í ringasta føri verður talan um leikbann, sum kann vera upp til 12 mánaðir. Sostatt er møguleiki fyri ógvuliga hørðum avleið- ingum, fyri leikaran um reglurnar fyri leikaraskift- um ikki verða fylgdar, og fyri innblandaðu feløgini kann talan gerast um ikki minni ógvuslig tiltøk. Í grein 18-19 verður nevnliga staðfest, at um feløg hava samband við leikarar, uttan at hetta er gjørt ígjøgnum ein altjóða góðkendan umboðsmann, kann hetta fáa fylgjandi avleiðingar: a) Felagið kann fáa eina átalu fyri gerð sína b) Ein ella fleiri nevndar- limir kunnu fáa bann fyri at virka í fótbólti c) Felagnum verður álagt bót upp í minsta lagi CHF 20.000 d) Felagið kann fáa bann fyri at vera partur av nøkrum leikaraskifti í í minsta lagi tríggjar mánaðir e) Felagið kann verða úti- hýst frá øllum innlendis og/ella altjóða kapping- um. Hartil verða allar av- gerðir felagsins, sum stríða við relgurnar fyri leikaraskiftum ógildaðar. Koma ruðuleikanum til lívs At FIFA fyri tveimum árum síðani gjørdi av, at nýggjar reglur skuldu setast í gildi, komst av, at tað gjørdust alsamt fleiri trætumál mill- um leikarar og feløg, har leikararnir beinleiðis vóru í klemmu, tí sáttmálarættindi teirra við skaðum og líkn- andi ikki vóru nóg góð. Ofta var tað so, at um- boðsmaðurin eina mest hugsaði um, hvussu nógv hesin fekk í sín part, við teirri avleiðing, at tað var so sum so við sjálvum leik- aranum. Nýggju reglurnar fáa sjálvsagt ikki forðað fyri, at vánaligir sáttmálar verða gjørdir, men tær stað- festa, at um umboðsmað- urin ikki ger sína skyldu mótvegis leikaranum, kann loyvi at virka verða tikið frá honum, og tað er vandin fyri hesum, sum er trygdin hjá leikaranum. Tá talan er um umboðs- menn, sum ikki eru góð- kendir av FIFA, ber ikki til hjá fótbóltssamgonguni at revsa hesar, uttan so at hetta verður gjørt umvegis sivil rættarmál, og tí eru reglur- nar ístaðin skipaðar so, at tað eru feløgini og/ella leikararnir, sum svíða fyri brotum á reglurnar. Fyri góðum ári síðani varð hampuliga nógv skriv- að í donskum miðlum um, hvørjar avleiðingar hetta kundi fáa fyri framtíðar leikaraskifti, eins og keglið millum ymsu leikaraum- boðsmenninar gekk dúg- liga, men enn hevur eingin staðfesting verið um, hvussu ella hvørt nýggju reglurnar virka. Fróði kann fáa bót C M Y K 20