hósdagur 14. november 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 219 - 14. november 2002
C
M
Y
K
22
Nr. 219 - 14. november 2002
23
Í knappar tveir mán-
aðir hevur ljóðað, at
Frank Skytte skal
venja HB komandi
kappingarár, og nú
hevur leiðslan í
felagnum boðað frá,
at partarnir hava
skrivað undir tvey ára
sáttmála
HB-VENJARIN
Jákup Mørk
24. september skrivaðu vit
á hesum síðum, at Frank
Skytte, sum júst um tað
mundið fór niður til Dan-
markar, eftir at hann varð
uppsagdur av B68, skuldi
venja HB komandi kapp-
ingarár.
Ta ferðina vórðu tíðind-
ini avsannað av leiðsluni í
HB, sum segði, at felagið
tosaði við fleiri venjarar,
men at enn var einki av-
klárað venjaraspurningin-
um viðvíkjandi. Keldur nær
HB hildu tó fast um, at har
var eingin ivi, og týs-
kvøldið varð veruleikin so
staðfestur, tá leiðslan í HB
sendi út tíðindaskriv, har
boðað varð frá, at Frank
Skytte skal venja besta lið
felagsins.
Afturat sær hevur Frank
Skytte Oddbjørn Joensen,
sum í fjør var hjálparvenj-
ari hjá B36, men sum
annars hevur hampuliga
drúgvar royndir í eitt nú
HB. Umframt teir báðar
verður Kári Nielsen, sum í
fjør endaði árið sum annar
av høvuðsvenjarunum í
felagnum, eisini knýttur at
liðnum. Saman skulu hesir
tríggir so taka sær av venj-
ingini hjá teimum báðum
fremstu
manslðunum
í
felagnum umframt at teir
eisini skulu venja ungling-
arnar.
Gamalt samband
Hóast tað sum nevnt er
hálvur
annar
mánaður
síðani, at søgurnar um
nýggja venjaran fingu bein
at ganga á, so heldur
formaðurin í HB, Birgir
Enghamar, fast um, at tað
ikki er fyrr enn nú, at hetta
er endaliga komið upp á
pláss.
- Sáttmálin er ikki so
mikið sum skrivaður undir
enn, men vit eru komnir
ásamt um treytirnar, og
fríggjadagin kemur Frank
so til Føroya, so undir-
skriftin kann fáast í rættlag.
Hóast hann ikki vil við-
ganga, at HB og Skytte
langt síðani hava givið
hvørjum øðrum sítt lyfti, so
sigur Birgir Enghamar, at
sambandið millum partar-
nar ikki er heilt nýtt.
- Frank var jú her uppi
við Hvidovre fyri góðum
ári síðani í sambandi við
ólavsøkudyst. Ta ferðina
prátaðu vit væl saman, men
talan varð ikki um at seta
hann sum venjara, tí vit
høvdu jú Ion Geolgau. Tað
var tó í tonkunum, at hetta
kanska kundi verið ein
møguleiki í framtíðini, og
hóast tað ikki hevur verið
talan um samráðingar, so
hava vit alla tíðina hildið
sambandið við líka, sigur
formaðurin um hetta.
Randers Freja er á
triðja plássi og Vejle
er nummar sjey, nú
næstbesta danska
deildin er farin í
vetrarfrí
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Fótbóltsútisetarnir
Atli
Gregersen í Randers Freja
og Christian Høgni Jacob-
sen í Vejle, hava nú fingið
vetrarfrí frá landskapp-
ingini.
Næsta
umfarið
verður spælt 16. mars.
Mánakvøldið hevði Vejle
vitjan av Randers Freja.
Dysturin varð vístur á
Viasat rásini. Viljin hjá
spælarunum var góður,
meðan spælið ikki var so
polerað, sum tað ofta er í
sjónvarpsdystum.
Christian Høgni Jacob-
sen var á vongverjanum hjá
Vejle, meðan Atli Greger-
sen ikki var á Randers
liðnum. Úrslitið var 2–2.
Tað fegnaðust teir á heima-
liðnum um, meðan tað ikki
var at undrast á, at teir í
Randers Freja iðraðu seg.
Gestirnir løgdu seg framum
longu í 2. minutti. Tá ið teir
eitt korter undan leikloki
skoraðu til 2–0, tóktist alt
vera avgjørt.
Heimaliðið hevði í 2.
hálvleiki trýst fyri at javna.
Tí kom tað sum vátur
vøttur, tá ið Randers Freja
økti til 2–0 eftir snarálop.
Men Vejle menninir góvu
ikki skarvin yvir, og íðin-
skapurin loysti seg. Fýra
minuttir
eftir
seinna
Randers málið minkaðu
teir um munin, og átta
minuttir
undan
vetrar-
steðginum javnaðu teir til
2–2.
Randers
Freja
hevði
møguleikan at halda vetrar-
frí á næstfremsta plássin-
um. At teir bara fingu eitt
stig burturúr í Vejle hevur
við sær, at Randers Freja er
nummar trý. Herfølge og
Frem eru á uppflytingar
plássunum.
Lars Olsen til Randers
Í gjár var greitt, at tað
verður Lars Olsen, sum á
nýggjárinum verður nýggur
venjari í Randers Freja.
Hann skal loysa Kim Poul-
sen
av.
Sáttmálin
við
nýggja venjaran verður
galdandi inntil á sumri í
2004.
Hetta er fyrsta ferðin, at
Lars
Osen
skal
hava
ábyrgdina av einum divi-
siónsliði. Hann hevur í
mong ár verið í Brøndby.
Síðstu tíðina hevur hann
verið venjari hjá ungling-
unum. Tá ið Åge Hareide
og Tom Køhlert vóru
venjarar, var Lars Olsen
hjálparvenjari. Tað plássið
misti hann, tá ið Michael
Laudrup gjørdist venjari.
Lars Olsen var liðfor-
maður í Brøndby í mong ár.
Hann var eisini liðfor-
maður á danska landslið-
num. Saman við Henrik
Larsen, venjaranum hjá
føroyska landslliðnum, var
hann við til at vinna EM
kappingina, sum í 1992
varð spæld í Svøríki.
Borðtennisúrslit
Opin kapping í borðtennis var fyriskipað í Trongisvági
um vikuskiftið, ogniðanfyri prentað vit endaligu
úrslitini í ymsu aldursbólkunum
Smápiltar:
Einmansleikur:
Nr.1 Jónhard Ferjá, TBF
Nr.2 Teitur Justinussen, TBF
Nr.3 Martin Midjord, TBF
Tvímansleikur:
Nr.1 Jónhard Ferjá og Teitur Justinussen, TBF
Nr.2 Martin Midjord og Jákup Thomassen, TBF
Pinkur:
Einmansleikur:
Nr.1 Susie Midjord, TBF
Nr.2 Rakul Mikkjalsdóttir, TBF
Nr.3 Sheila Strøm, TBF
Tvímansleikur:
Nr.1 Rakul Mikkjalsdóttir og Susie Midjord, TBF
Nr.2 Joan Thomasen og Sheila Strøm, TBF
Piltar:
Einmansleikur:
Nr.1 Gilli Sørensen, TBF
Nr.2 Bárður Láadal, Streymur
Nr.3 Fróði Jensen, TBF
Tvímansleikur:
Nr.1 Fróði Jensen og Gilli Sørensen, TBF
Nr.2 Heini Mortensen og Kjartan Niclasen, TBF
Smágentur:
Einmansleikur:
Nr.1 Marin í Dali, TBF
Nr.2 Anntóra í Dali, Streymur
Nr.3 Jonvør Joensen, TBF
Tvímansleikur:
Nr.1 Marin í Dali og Mariann Mikkjalskóttir, TBF
Nr.2 Anntóra Láadal og Rudi Zachariasen, Streymur
Smádreingir:
Einmansleikur:
Nr.1 Sigurð Carlsson, TÓR
Nr.2 Gunnar í Dali, TBF
Nr.3 Sjúrður Ferjá, TBF
Tvímansleikur:
Nr.1 Sjúrður Ferjá og Gunnar í Dali, TBF
Nr.2 Reidar Luid og Rógvi Holm, TÓR
Dreingir:
Einmansleikur:
Nr.1 Ragnar Egilsson, TÓR
Nr.2 Jóhan Petur Holm, TÓR
Nr.3 Christian R. Mouritsen, TÓR
Tvímansleikur:
Nr.1 Ragnar Egilsson og Sigurð Carlsson, TÓR
Nr.2 Reidar Luid og Rógvi Holm, TÓR
Gentur:
Einmansleikur:
Nr.1 Rakul Magnussen, Streymur
Nr.2 Mildrið Djurhuus, Streymur
Nr.3 Rigmor Zachariassen, Streymur
Tvímansleikur:
Nr.1 Mildrið Djurhuus og Rakul Magnussen, Streymur
Nr.2 Vár Hansen og Eydna Jespersen, TBF
Kv. Unglingar:
Einmansleikur:
Nr.1 Maria Zachariassen, Streymur
Nr.2 Elisa Abrahamsen, Streymur
Nr.3 Birita Joensen, Streymur
Tvímansleikur:
Nr.1 Maria Zachariassen og Elisa Abrahamsen, Streymur
Nr.2 Rigmor Zachariassen og Birita Joensen, Streymur
Mansunglingar:
Einmansleikur:
Nr.1 Rógvi Hansen, TÓR
Nr.2 Allan Smedemark, TBF
Meðaldeild, menn:
Einmansleikur:
Nr.1 Rógvi Hansen, TÓR
Nr.2 Ragnar Nólsøe, TBF
Nr.3 Andras Nólsøe, TBF
Tvímansleikur:
Nr.1 Andras Nolsøe og Kai Roest, TBF
Nr.2 Sverre Midjord, TBF og Rógvi Hansen, TÓR
Meistaradeild, menn:
Einmansleikur:
Nr.1 Peter Niclasen, TÓR
Nr.2 Fríði Jensen, TBF
Nr.3 Eyðun Luid, TÓR
Tvímansleikur:
Nr.1 Eyðun Luid og Peter Niclasen, TÓR
Nr.2 Fríði Jensen og Vagnur Nólsøe, TBF
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 VB
6
6 - 0 - 0
147
120
27
12
2 VÍF
6
3 - 0 - 3
135
123
12
6
3 Kyndil
7
3 - 0 - 4
176
167
9
6
4 StÍF
6
3 - 0 - 3
147
152
-5
6
5 Neistin
6
2 - 1 - 3
116
122
-6
5
6 Stjørnan 6
2 - 1 - 3
122
130
-8
5
7 Tjaldur 5
1 - 0 - 4
102
131
-29
2
Eitt stig í part til útisetar
So er tað staðfest
24. september skrivaðu vit á hesum síðum, at Frank Skytte var
ávegis til HB, men tíðindini vórðu tá avsannað. Hvussu er og
ikki, so hevur leiðslan í HB nú endaliga staðfest, at Frank
Skytte skal venja besta manslið felagsins komandi ár
23
Í 50 minuttir hevði
Kyndil tamarhald á tí
mesta av tí, sum gekk
fyri seg í dystinum
móti Stjørnuni, men
tá Stjørnan fekk
møguleikan, struku
tær framvið teimum
grønu
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Óstabilu úrslitini í bestu
kvinnudeildini í hondbólti
vórðu enn einaferð undir-
strikað, tá Kyndil tók ímóti
Stjørnuni í Høllini á Hálsi
mikukvøldið. Undan hes-
um kappingarárinum varð
Kyndil mett sum eitt av
teimum sterkaru liðunum í
kvinnudeildini, men hóast
gott fólk, so hevur úrtøkan í
einstøku dystunum tó verið
so sum so. Við sigrinum á
VÍF fyri viku síðani var tó
líkt til, at nú hevði Kyndil
funnið stevið, og hetta
skuldi so meira ella minni
váttast, tá Stjørnan kom á
vitjan.
Leingi var eisini líkt til,
at tað skuldi eydnast hjá
Kyndli at fáa annan sigurin
upp í slag. Eftir eina heldur
tama byrjan, var tað so
hampuliga skjótt, at Kyndil
setti seg á dystin, og við
einum rykki miðskeiðis í
fyrra hálvleiki tóku tær seg
nøkur mál fram um Stjørn-
una. Spælið var kanska ikki
av tí besta hjá nøkrum av
liðunum, men Kyndil hevði
betri tak á í verjupartinum,
og tað var kanska fyrst og
fremst hetta, sum gjørdi
munin.
Og tann munurin helt sær
so at siga eisini allan
dystin. Onkun tíð hevði
Stjørnan hug at nærkast,
men hvørja ferð tað gjørdist
ov tætt, so setti Kyndil eitt
sindur meira á, og so var
munurin aftur hin sami.
Fingu løn fyri stríðið
Stjørnan slepti tó ongan tíð
vónini um, at tað skuldi
fara at bera til hjá teimum.
Tær hildu á fram at stríðast,
og knappar tíggju minuttir
fyri leiklok vóru brádliga
útlit fyri, at tær eisini
skuldu fáa løn fyri stríðið.
Onkursvegna mistu leikar-
arnir hjá Kyndli full-
komuliga konsentratiónina
eina løtu. Nøkur óneyðug
mistøk vórðu framd í álops-
partinum, og tað var eitt-
tvey-trý, so hevði Stjørnan
revsað hesi.
Eina lítla løtu var mest
sum panikkur á liðnum hjá
Kyndli. Leikararnir tókutst
mest av øllum overva seg í
royndunum at rætta dystin
uppaftur, heldur enn at sláa
kalt vatn í blóðið, og hesa
panikkstøðu fekk Stjørnan
gjørt sær dælt av, soleiðis at
tær nú brádliga vóru tvey
mál frammanfyri.
Kyndil royndi at svara
aftur, og tær vunnu seg
eisini upp á javnt, men
seinastu løtuna av dystinum
stóð aftur stilt hjá teimum.
Hóast seinasta málið hjá
Stjørnuni kom so tíðliga
sum tríggjar minuttir fyri
leiklok, so megnaði Kyndil
ongan tíð veruliga at hótta
eftir hetta. Skelkurin um at
missa leiðsluna tóktist vera
alt ov stórur, og við longum
og róligum álopunum tók
Stjørnan seinatu luftina úr
dystinum.
Trúgvin á muni
Einki er at taka seg aftur í,
at fyri Kyndil, so var tapið
eitt álvarsligt bakkast. Eftir
sigurin á VÍF tóktist kósin
vera sett beina leið uppeftir,
men onkursvegna megnaðu
tær tó ikki at fylgja hesum
upp.
Hóast misjøvnu avrikini
gera, at Kyndil nú helst
kann gloyma alt um at enda
ovast í grundspælinum, so
eiga tær grønu á ongan hátt
at avskrivast í samlaðu
kappingin. Hópurin tykist á
pappírinum framvegis at
vera ein hin sterkasti í land-
inum, men tað er kanska
eina mest á mentala økin-
um, at leikararnir nú skulu
venjast. Ein partur av spæl-
inum er jú sálarliga styrkin,
har leikararnir skulu tora og
duga at vera á odda, og tað
tykist fyrst og fremst vera
hesin eginleikin, sum skal
til. Eftir tvey ár í botnstríði,
kann tað vera trupult hjá
leikarunum at venja seg
við, at tær nú brádliga
»eiga« at vinna dystirnar.
Talan er snøgt sagt um at
bróta
eina
ringrás
og
byggja eina aðra upp, men
enn hevur Kyndil so ikki
megnað at gjørt hetta.
Hjá Stjørnuni er hinvegin
einki at ivast í, at talan var
um tvey sera kærkomin
stig. Undan árinum tóktist
stórur ivi valda um, hvørt
Stjørnan yvir høvur fór at
taka lut í kappingiini. Tað
eydnaðist kortini at skava
eitt lið saman, og við fimm
stigum á talvuni er hetta nú
mitt í rokanum millum tey,
sum elta oddafiskarnar úr
Vági.
Talan er kanska ikki um
sama poleraða spælið, sum
seinnu árini hevur hildið
Stjørnuni á føroysku hon-
dbóltstindunum, men í stór-
an mun hava leikararnir
kompensera fyri hetta við
einumotroyttandi
stríðs-
vilja.
Og so dugir Stjørnan
eisini at vinna. Góðu úr-
slitini seinastu trý árini
hava givið leikarunum eina
trúgv á egnan mátt, sum fá
onnur lið hava. Ein trúgv,
sum ger, at hóast mótrákið
til tíðir er hart, so fellur
liðið ikki í fátt, og so leingi
sum tann trúgvin er til
staðar, kann liðið ongan tíð
avskrivast heilt.
Dysturin í tølum
Kyndil-Stjørnan 25-26
(11-10):
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen
9(4), Ileana Manolescu 5,
Ann Mari Vang 4, Heidi
Maria Akselsen 3, Sonja
Smiljic 2, Marjun Tróndar-
son 2, Annika Ljósstein 2,
Ann Hansen 1, Marjun Jo-
hansen 1
Stjørnan: Natsha Stemn-
kovic 9, Danijela Ercevic
6(1), Una Olsen 6, Jastrid
Gullaksen 4, Mira við
Neyst 1
Brotskøst: Kyndil 4, Stjørn-
an 1
Útvísingar: Kyndil 4,
Stjørnan 4
Dómarar úr H71: Hallur
Danielsen & Bárður Brim-
vík. Høvdu ikki alla tíðina
eins væl fatur á dystinum,
men fáa teir fleiri dystir
saman, er einki at ivast í, at
hetta er nakað, sum fer at
betrast.
Kyndil-Stjørnan 25-26 (11-10):
Kyndil rætti Stjørnuni lítlafingur
Meðan Kyndils-leikararnir við boygdum høvdum fóru av vøllinum, var fagnaðurin øgiligur hjá Stjørnuni, eftir at tær í seinastu minuttunum høvdu koppað vágskálini í dystinum
Mynd: Álvur Haraldsen