leygardagur 14. juni 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Skálavík!
Nr. 66 14. jur 1986
Hvussu gomul er bygdin?
— Tad er eitt og annad, id tydir å, at her i
bygdini, ið nú nevnist Skálavík, hava fól
búleikast longu í íratíðini, skrivar Viggo
Dalsgaard m.a. í hesi greinini, ið hann
hevur valt at kalla: >Hvussu gomul er
bygdin?«
Henda spurning fær ein ofta settan, tann id gamal
er vorðin
y ø €
konujørd, sum må siga at Tulin, ella presturin
hevur verið giftur maður, ella teir hava verið giftir
menn
Og navnið Brandanskirkja vísir til, at hon hevur
verið vígd írska halgumenninum Sankta Brandan,
og Brandansbakki niðan fyri vísir alt á, at her
hevur fólk verið í íratíðini.
Navnið Argir hava vit ikki her, men tað man
hava verið einaferð, tí vit hava Argisgrósá, ið man
vera ein leiðing av Argjum.
Minnist meg rætt, so sigur ein vísur maður sum
Christian Matras, at Argir er tað sum nú er steðil,
ella tað norska sæter
Her eg siti nú, á miðjari summarnátt, síggi eg
niðan á Kross. Har hava tey gomlu steðgað á, tá
kirkjan niðri á Mel kom undan, og biðið alt gott
vera við sær, undir krossinum, so tá hevur verið
kristið fólk, antin tey hava verið ættað frá írum
ella av norskari rót.
Gamalt er sagt her í bygdini, at einaferð í tíðini
skuldu skálvíkingar eiga alt, líka at ánni í Húsa-
vík. Hetta man ikki dáma mínum góðu vinum í
Húsavík, men so segdu tey gomlu.
Er nakað í hesum, so má tað hava verið fyri
svartadeyða. Tað er ikki óhugsandi, at einki fast
mark hevur verið millum báðar víkirnar tá. Tað
hevur verið tikið hver sum sterkastur var.
Í onkrum skiftibrævi eftir hústrúnna í Húsavík,
hina ríku Guðruna Sjúrðardóttir, verður sagt, at
hon átti so mikið av jerð í Skálavík sum til Húsa-
vík liggur. Hetta kundi bent á, at ikki hevur verið
óðalsbýtt millum bygdirnar tá.
Nær markið, ið var millum bygdirnar, framman
undan útskiftingini nú fyri nekrum árum síðan,
man vera ilt at siga við vissu, at fyrsta bygd í
Feroyum, ið óðalsbýtti hagan, var Seyrvágur.
Hetta var tá teir hevdu keypt alla jørd í bygdini,
sum norska aðalsættin Benkestokk hevði átt.
Næsta bygdin, ið óðalsbýtt varð, var Skálavík.
Tað var legmaðurin í Dalsgarði, Jákup Jóansson,
ið setti býti á hagarnar, hetta hendi í 1669. Tá sat
faðir hansara enn sum legmaður norðuri á Oyri.
Tær 10 merkurnar, sum upprunaliga vóru
kongsið í Dalsgarði, man einaferð hava verið
óðalsjerð, sum aðalsættin Rosenkrans hevur átt.
Kongur kann hava keypt hana frá teim. Vit vita at
danski kongur var úti eftir at keypa ognarjørå í
Feroyum.
Stórastovubóndin, ið nú situr í Skúvoy, segði
mær, frá ommu sínari, Billu í Skála, sum var
undan Hagabrekku í Skálavík, at tann stóri bát-
urin í Dalsgarði æt altíð Rósinkransurin. Hetta
man vísa á, at teir gomlu hava vitað hvaðan jørdin
var komin.
Tað var onkur av Rósinkransaættini, Holgar
mundi hann eita, sum læt byggja Rósinkrans-
tornið, ið enn stendur á bryggjuni í Bergen. Hetta
Viggo Dalsgaard
skrivar
Viggo Dalsgaard uttanfy ri heimið og handilin í Skálavík
velduga tornið varð bygt fyri at hava teir týsku
keypmenninar, ið vóru nevndir garparnir, i aga, so
teir ikki tóku alt valdið í býnum
Lýðarsnavnið í Skálavík, man vera týskt av
fyrstantíð. Teir búðu í Smiðstovu, og tað var
fyrndarhús. Undir Hagabrekku er eitt stað, ið
nevnist Garpagrótgerði. Tað er ikki óhugsandi, at
hetta hevur nakað við týsku garparnar at gera,
teir á bryggjuni í Bergen. Nokk um tað, men
Smiðstova hevur einaferð verið eitt stórmanshús,
tí tað var ikki smávegis, at tveir breður samtíðis
gjørdust prestar úr Smiðstovu. Tað var mangar
ferðir dýrari at koma til lærdóm tá, enn hvat tað er
ídag. Teir vóru Jóan Lýðarsson, sum var fyrsti
luterski presturin í Todnesi og Pætur Lýðarsson
sum sat á Kirkjuteig í Kvívík. Lýðarssonsskarð
um Kaldbaksleiðina ber navn eftir honum, har fall
hann og fekk sín bana, einaferð hann var á veg á
hestbaki til Kaldbaks at halda messu.
Annika í Dímun var ættað úr Smidstovu, sonur
hennara, ið var eyknevndur Vegarin, tí hann var
úr leikum tikin bakkamaður, og fyri at hann
vegaði getur í bjørgunum í Dimun og nokk i
Skúvoy við. Hann endaði sínar dagar í Húsavík.
Um hann átti nakað av sær, veit eg ikki, men
Lýðarsnavnið er enn í Húsavík. Vegari æt Lýðar.
Smiðurin, sum Smiðstova helst eitur eftir,
skuldi vera so sera kynstrugur. Hann tók kopar
undir helli sunnanfyri Skálhevda at sjóva við. Ein.
dvergur búði undir Skálhevda, sum var úr leikum
tikin at smíða eggvokn. Einaferð eydnaðist smið-
inum í Smiðstovu at lúra smíðtólini av dverginum.
Tá var dvergurin ikki blíður, hann kom í dreymi til
Skálavík í dag
}
smiðin og mælti: »Hvørki fái hann krá ella krin
lið he
ið stol
ur hamara min.«
Smiðurin gjørdi
so mikið skakkur av dvørginum, at hann grov tað
hin forneski atti, undir ein stein, sum enn stendu!
Barnamýri undir Hagabrekku
Hetta, sum dvergurin við
merkisvert, tí tað sigur so mikið, sum at tey goml
hava hildið tað vera gagnligt, at fáa krá og krín
viðhvert
Teir báðir breðurnir í Smiðstovu lærdu til prest
Suðuroy hjá Frater Anders. Tað var hann, ið legð
suðringum ráð, hvussu teir skuldu fáa lætt u
leiguna, tá kongur sendi Tór Benkastokk til
Føroya at meta jørdina, sum kongur hevði fingið
undir seg frá Rómarkirkjuni. Frater Anders hevur
ikki verið fyri ongum, hann visti ráðini.
Annika hevur verið fyri mannarópinum til
henda dag, fyri at hon súlindaði manni sínun
drap hann við eitri, men er tað, sum sagt hevur
verið, at hon blaðung og vekur varð givin einum
gomlum selli upp í hendi fyri pening, ella sett í veð
í kortspæli og drukkinskapi, var einki legið í at tað
loysti illa úr.
Enokkur á Skarvanesi segði seg óvissan um
hvaðan Dímunarbóndin Skógangs Jógvan var
Eftir hesum navni hann bar, er hugsandi, at hann
kann hava verið útlagin maður úr Noregi
Skógangsmaður sum teir vóru nevndir.
Anniku hevur verið synd í.
segði smiðin, í
10.6.86.
Viggo Dalsgaard