fríggjadagur 15. november 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
3
FRAMSÝNING
Í blaðnum í gjár høvdu vit
grein um framsýning hjá
Mariusi Olsen, listamanni,
í Snarskivuni hjá Tórs-
havnar Býráð.
Í yvirskriftini stóð, at tað
var Tórbjørn Olsen, sum
sýndi fram, eins og myndin
til greinina var av Tór-
bjørni. Men sum tann
gløggi lesarin óivað hevur
sæð, so var talan um ein av
hinum brøðrum Tórbjørns,
sum eisini er listamaður,
Marius Olsen.
Framsýningin
verður
hangandi uppi árið út.
Høvi er at síggja grafisku
framsýningina hjá Mariusi,
tá ið opið er í snarskivuni,
mánadag-fríggjadag kl. 9-
16, tó hósdag kl. 9-18.
Tað var Marius …
SUKURSJÚKA
Tíðindaskriv
Dagurin í gjár, tann 14. no-
vember, er altjóða diabetis-
dagur, og tá verður gjørt
vart við henda dag kring
allan heimin. Í ár varð høv-
uðsdenturin lagdur á eyg-
uni og sukursjúku.
– Missið ikkki sjónina av
gáloysni!
Tali á teimum, sum fáa
sukursjúku, veksur skjótt. Í
1985 høvdu 30 milliónir
fólk í heiminum sukur-
sjúku. Í ár hava í minsta
lagi 170 milliónir fólk suk-
ursjúku, og innan ár 2025
hava væntandi 300 milli-
ónir fólk sukursjúku. Tað er
ein 10-falding upp á 40 ár,
og tey, ið fáa sukursjúku,
gerast alsamt yngri, fólk
heilt niður í 20-30 ár fáa
sukursjúku, typu 2.
WHO hevur viðurkent
sukursjúku sum eina av
teimum fýra stóru ikki
smittandi sjúkum í heim-
inum. Hinar eru hjarta-
æðrasjúkur, krabbamein og
óleikjandi lungasjúkur.
Hvør er so orsøkin til
hesa øking? Fyrst og fremst
er ein orsøk tað økta fólka-
talið í heiminum, men eis-
ini ósunnur matur, vit viga
ov nógv, vit sita og nógv
still og royking, eru orsøkir
til hesa ógvusligu øking.
Kring allan heim broytast
kostvanar og lívsstílur hjá
fólki, og økist vandin at fáa
sukursjúku skjótt, og har-
við eisini vandin fyri teim-
um lívshættisligu fylgisjúk-
um, sukm ofta kom aí
kjalarvørrinum á sukur-
sjúku.
Ein av fylgisjúkunum,
sum fólk við sukursjúku
kunnu fáa, er eygnasjúa.
2% av fólki við sukursjúk
gerast blind eftir 15 árum,
meðan 10% hava trupul-
leikar við eygunum. Fólk
við sukursjúku eiga reglu-
lig at fara til eygnalækna,
so tey ikki missa sjólnina
av gáloysni.
Í samband við altjóða
diabetisdagin skipar Dia-
betisfelag Føroya fyri al-
mennum fundi á Hotel
Hafnia hósdagin 14. no-
vember 2002 kl 19:30, har
Jógvan Róin, yvirlækni, fer
at greiða frá um sukur-
sjúku, og Kaj Wilhelmsen,
eygnalækni, fer at greiða
frá um eyguni og sukur-
sjúku.
Eyguni og sukursjúka
Punkbólkurin úr Los
Angeles skal spæla á
tveimum konsertum í
Føroyum 13. og 14.
desember. Tónleik-
ararnir í bólkin hava
eisini tilknýti til
bólkar sum REM,
Green Jelly og Hole
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Miðskeiðis í desember
mánaði
fáa
føroyingar
spennandi vitjan úr USA.
Amerikanski punkbólkurin
White Flag kemur til Før-
oya at spæla, og teir fara at
hava tvær framførslur her.
Enn er ikki greitt, hvar
framførslurnar vera.
Manningin í White Flag
er Pat Fear, Kim Crimson,
Viv Vacuum og Jim Til-
giant, og fyri fyrstu ferð í
16 ár fer bólkurin á eina
stóra Europa-ferð. Hetta
gera teir í sambandi við 25
ára jubilemumið hjá sær.
Umframt konsertirnar í
Føroyum fara teir eisini at
spæla í millum annað Ong-
landi, Belgia, Hollandi,
Týsklandi, Estlandi, Finn-
landi, Svøríki og Danmark.
Pat Fear tók stig til bólk-
in, og umframt at skriva
meginpartin av tónleikin-
um hjá teimum, hevur hann
eisini skrivað tónleik til
nøvn sum Sean Lennon,
The Bangles, Redd Kross,
NOFX The Shaggs og
Belindu Carlisle. Eisini
kann nevnast, at Kim
Crimson spælir saman við
REM bæði á fløgu og á
konsertum.
Tað er Tónleikasamtakið
Grót, sum stendur fyri
ferðini til Føroya. Bólkurin
sigur í teldubrævið til Grót,
at teir gleða seg serliga
nógv til at vitja í Føroyum,
nú teir koma til Europa at
spæla.
White Flag til Føroya
C
M
Y
K
3
2