fríggjadagur 15. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
5
KOMMUNUTÍÐINDI
Rúna Sivertsen
Á býráðsfundi týskvøldið
samtykti Klaksvíkar býráð
endaliga
fíggjarætlanina
fyri 2003.
Fíggjarnevndin
mætli
býráðnum til at samtykkja
eitt uppskot, sum javnvigar
við einum avlopi uppá 4,73
milj. kr.
Skattaprosentið í Klaks-
víkar kommunu verður
óbroytt komandi ár, 20%.
Somuleiðis verður barna-
frádrátturin hin sami, 3.500
kr.
Klaksvíkar kommuna
avlop komandi ár
Gongst sum tey, ið ráða fyri borgum í Klaksvík, ætla, fer kommunan at hava eitt avlop upp á 4,73
milj. kr. komandi ár
(Mynd: Rúna Sivertsen)
2.568 undirskriftir móti skrásettum parlagi
Álvur Kirke hevði
2.568 undirskriftir
við til Høgna Hoydal.
Undirskriftirnar fáa
tó ikki landsstýris-
mannin at broyta
støðu ella ætlan
UNDIRSKRIFTIR
Heri á Rógvi
Álvur Kirke handaði hós-
morgunin
landsstýris-
manninum í lógarmálum,
Høgna Hoydal, tær 2.568
undirskriftirnar, hann hevur
savnað saman kring landið.
Endamálið við innsavn-
ingini var at mótmæla lóg-
aruppskotið um skrásett
parlag, sum landsstýris-
maðurin hevur í hyggju at
leggja fyri tingið í sam-
bandi við yvirtøkuna av
persóns-, familju- og arva-
rætti.
Álvur Kirke tók stigið til
innsavningina av sínum
eintingum. Hann nevnir í
yvirlýsing í sambandi við
innsavningina millum ann-
að, at samfelagið í Føroy-
um hevur og skal byggja á
kristna siðalæru, og eftir
hansara tykki var hendan
humanistiska bylgjan, sum
ein stórur partur av føroya
fólki sigur seg taka undir
við, av reinum heidnu slag.
Upprunaliga var ætlanin,
at undirskriftirnar skuldu
latast Løgtingið, men løg-
tingsformaðurin, Edmund
Joensen, helt, at tað hósk-
aði seg betur at lata lands-
stýrismanninum við máls-
økinum undirskriftirnar.
Høgni Hoydal segði seg
fara at lesa tilfarið frá Álvi
Kirke og lata Løgtinginum
eitt avrit.
Lítið at siga
Lagið var gott á monnum í
Tinganesi hósmorgunin, og
tað vórðu eingin illfýsin
orð søgd millum Høgna
Hoydal og Àlv Kirke. Báðir
vístir teir á, at ein rættur í
einum
demokratiskum
samfelagi er at geva til
kennar sína hugsanir.
Hvørki Høgni ella Álvur
fara at broyta støðu eftir
hetta átakið.
—Ætlanirnar hjá mær
eru framvegis óbroyttar. Eg
ætli fyrst og fremst at fáa
málið niðan í tingið til eitt
aðalorðaskifti, sigur Høgni
Hoydal.
Àlvur Kirke segði seg
rokna við móttøkuna frá
landsstýrismanninum, sum
hevur verið millum heitastu
talsmenn fyri at loyva skrá-
settum parlagi grundað á
sjónarmiðið um persónligt
frælsi og ikki at gera mis-
munn á fólki.
—Eg hevði roknað við
hesari móttøkuni. Hetta
kann í øllum førum styrkja
politikarar við somu fatan
sum eg, at tað eru nógv, ið
hava sama sjónarmið, sigur
Álvur Kirke.
Hann letur sum heild væl
at innsavningini. Kortini
kundu tað gott verið fleiri
undirskriftir, heldur hann
fyri.
Pappírini, har fólk hava
havt møguleikan at skriva
undir, hava ligið ymsa-
staðni runt í landinum. Eitt
nú á bensinsølum, í sam-
komum og við at senda ein
seðil, ið hevur staðið í bløð-
unum.
Àlvur Kirke sigur, at
størsti parturin av undir-
skriftunum er komin frá
samkomum.
Ein innsavning av hesum
slag er í roynd og veru ein
úttrykkjan av sjónarmiðum.
Tað konkreta virðið er iva-
samt. Harumframt kann
innsavnarin ikki siga, at
hann hevur eftirkannað
hvørt einstakt navn, og tí
skal talið takast við einum
ávísum fyrivarni.
Àlvur Kirke handar her
Høgna Hoydal
undirskriftirnar, hann hevur
savnað inn móti skrásettum
parlagi.
Mynd: Jens Kristian Vang.
250 kr. t/r
Spurningurin, flest
øll vágafólk og allar
føroyingar hava ivast
í seinastu tíðina, varð
hósmorgunin svarað-
ur: prísurin fyri at
koyra gjøgnum Vága-
tunnilin. 250 kr t/r
verður vanligi prísur-
in fyri ein vanligan
bil, men harumframt
eru eisini gjørdar av-
sláttarskipanir til tey,
ið koyra ofta
VÁGATUNNILIN
Heri á Rógvi
Stjórin fyri P/F Vágatunnil-
in, Dávur Reinert Hansen,
kundi hósmorgunin kunn-
gera fyri øllum, hvør prís-
urin fyri at ferðast undir
Vestmannasundi í Vága-
tunnilinum fer at verða.
Gjørd er ein prísskrá,
sum býtir akførini upp í
stødd og gevur alsláttur eft-
ir túratali. 250 kr t/r verður
kostnaðurin fyri ein vanlig-
an persónbil. Gjaldast skal
vágamegin fyri báðar vegir
í einum. Akfør undir seks
metrar fáa avsláttur á tann
hátt, at fimm túrar kosta
1.000 kr. t/r, og 3.000 kr. t/r
fyri tjúgu vitjanir í Vágum
ella á Stykkinum.
Næsti bólkur eru akfør,
sum til longdar eru millum
6 og 12,4 metrar. Hesi
gjalda 1.440 kr. t/r. Eftir av-
sláttarskipanini skal gjald-
ast 5.760 fyri fimm túrar og
17.280 fyri 20.
Síðsti og dýrasti bólkurin
eru akfør størri enn 12,4
metrar til longdar. Hesi ak-
før gjalda 2.160 kr. fyri ein
vanligan t/r. Við avsláttri
kunnu fimm túrar fáast fyri
8.640 kr. t/r. 25.920 kr.
geva 20 túrar t/r fyri eitt ak-
far størri enn 12,4 til longd-
ar.
Viðmerkjast skal, at prís-
urin í hvørjum einstøkum
føri er talan um eitt akfar.
Tað merkir, at talið av ferð-
andi er einki sigandi í mun
til prís. Og tá er tað líka-
mikið, um talan er um ein
buss ella persónbil.
Sí annars lýsing á síðu
trý við prístalvu.
Kubbi
Fólk, ið ynskja at gera sær
dælt av avsláttarskipanini,
mugu ognar sær tann so-
kallaða kubban. Hesin fæst
við at gjalda 300 kr. í de-
positum. Skalt tú fáa av-
sláttur, mást tú fylla á fyrst.
t.e. tú skalt eitt nú gjalda
25.920 kr. fyri tjúgu túrar
hjá einum stórum trailara,
áðrenn tú hevur koyrt.
Ein elektronisk skipan
lesur av á kubbanum, sum
verður lagdur í rutin í bili-
num, hvussu nógv “klipp”
tú hevur eftir.
Annars ber bert til at
gjalda fyri gjaldskortið, t.e.
FR-korti ella øðrum. Hevur
tú einki tílíkt, ber til at fáa
eitt uppkrav, sum skal
gjaldast sum skjótast.
Góðar tíðir
– ringar tíðir
Prísirnir hevur nevndin og
leiðslan í P/F Vágatunnilin
ásett eftir nøkrum meting-
um og skyldum, felagið
hevur.
Felagið skal gjalda eitt
lán aftur áljóðandi 120 mió.
umframt rentur. Hendan út-
reiðsla verður mett til um-
leið. 12 mió kr. árliga.
Samlaða inntøkan, skal
tunnilin bera seg, verður
mett til 20 mió kr. Restin, 8
miiliónir, fara til rakstur av
tunnilinum og fyri at standa
ímóti “ringum tíðum”.
—Seinastu 15 árini hevur
stórur munur verið á ferðsl-
uni fyri hvørt árið. Vit hava
roknað við einari ferðslu
við 350 bilum um samdøg-
rið, sigur Dávur Reinert
Hansen.
Nevndarformaðurin,
Klæmint Weihe, greiddi
frá, at teir hava ikki torað at
koyrt prísirnar longur nið-
ur.
—Gongdin vil so vísa,
um príslegan kann haldast,
sigur
Klæming
Weihe.
Hann vísur á, at alt eftir
gongdini kunnu prísirnir
hækka ella lækka. Arbeitt
verður
sjálvandi
fram
ímóti, at prísirnir ikki
hækka.
Eftir fimtan árum skuldi
lánið verið afturgoldið hjá
Vágatunnilinum,
og
tá
verður tunnilin latin til
landið at umsita.
Vágatunnilin letur upp
fyri ferðslu 10. desember
við galdandi prísum.
Lesið meira um málið, á
síðu 32 og síðu 36
Dávur Reinert Hansen
kunngerð, hvørji prísirnir um
Vestmannasund verða í
framtíðini. Talan er um
dýrari prísir fyri hvørt akfar í
mun til Strandferðsluna.
Munandi avsláttur kunnu
fáast við at keypa 5 ella 20
túrar í einum.
Stødd
Prísur 1 túr t/r
5 túrar t/r
20 túrar t/r
Akfør undir 6 m
250,-
1000,-
3000,-
Akfør 6 - 12.4 m
1440,-
5760,-
17280,-
Akfør yvir 12.4 m
2160,-
8640,-
25920,-
C
M
Y
K
5
4
Lesið
internet
Sosialin !
veitst tú ikki tað?