fríggjadagur 15. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
7
Karsten Hansen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum, ið
eisini er arbeiðsgev-
arin hjá almennum
starvsfólkum, er ikki
samdur við Gunnleiv
Darlgarð, tá hesin
førir fram, at al-
mennir stovnar
misnýta Barsils-
skipanina. Hann vísir
samtíðis á, at stovns-
leiðarar mugu hava
møguleika til í ávísan
mun at stýra lønar-
útreiðslunum, og reka
stovnin við færri
starvsfólkum í styttri
tíðarskeið, meta teir
tað vera ráðiligt
BARSILSSKIPANIN
Jón Brian Hvidfeldt
– Stovnsleiðarar mugu hava
myndugleika til í ávísan
mun at stýra lønarútreiðsl-
unum á stovninum, soleiðis
at til ber at spara, gerst tað
neyðugt. Millum annað við
í styttri tíðarskeið at nýta
spardar lønarútreiðslur til
aðrar útreiðslur, gerst tað
neyðugt fyri at halda játtan-
ina. Tað sigur Karsten Han-
sen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum, sum eisini er
arbeiðsgevarin hjá almennu
starvsfólkunum.
Hann
leggur tó afturat, at tað ikki
er politikkurin hjá Fíggjar-
málaráðnum, at sparingar
skulu gerast við bevíst at
lata vera við at seta onnur
fólk í starv, tá starvsfólk
eru í barnsburðarfarloyvi.
Karsten Hansen sigur seg
ikki kenna til ítøkilig dømi
um, at stovnsleiðarar lata
vera við at seta onnur í
starv fyri tey, ið fara í bar-
sil. Men hann leggur aftur-
at, at tað er ikki óhugsandi,
at onkur ger tað. Og lands-
stýrismaðurin metir ikki, at
tað er skeivt, at stovnsleið-
arar hava henda møguleika,
verður hann nýttur í sam-
starv við hini starvsfólkini,
og kunnu pengarnir nýtast
betri aðrastaðni á stovnin-
um.
– Tað kann hugsast, at
stovnsleiðarar meta tað
vera skilabest ikki at seta
avloysara í starv í nakrar
fáar mánaðir. Orsøkin kann
vera, at teir hava trupult við
at halda játtanina hjá stovn-
inum, ella tí at onkur
óvæntað útreiðsla stingur
seg upp í rakstrinum, sigur
Karsten Hansen.
Hann vísir á, at stovns-
leiðarar hava ikki møgu-
leika at flyta pengar frá
rakstrinum til lønir. Men tó
ber til at flyta spardar peng-
ar
á
lønarkontoini
til
raksturin á stovnunum.
– Stovnsleiðarar hava
altíð henda møguleika at
regulera lønarútreiðslunar
og spara lønir í nakrar mán-
aðir, m.a. tá nýggj størv
skulu setast, og eisini tá
fólk fara í barnsburðarfar-
loyvi. Men verður tað gjørt
til siðvenju, so kundi tað
bent á, at ov nógv starvs-
fólk eru á stovninum. Og er
tað tilfeldið, so er tað upp-
gávan
hjá
stovnsleiðaranum at minka
um
starvsfólkatalið
á
stovninum, vísir Karsten
Hansen á.
Skilir ikki
atfinningarnar
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður, skilir ikki rættu-
liga
atfinningarnar
hjá
Starvsmannafelagnum.
– Eg má siga, at eg sum
so ikki dugi at síggja trup-
ulleikan. Tað kann jú vera,
at stovnsleiðarin, í semju
við starvsfólkið, metir at
pengarnir, ið annars skuldu
verið nýttir til at seta ein
avloysara í starv í styttri
tíðarskeið, kunnu nýtast
betri aðrastaðni á stovnin-
um, sigur Karsten Hansen.
Hann
ásannar,
at
í
ávísum
føri
kann
ein
stovnsleiðari kenna seg
noyddan
at
spara
á
lønarsíðuni síðstu mánað-
irnar á árinum, fyri at halda
seg innanfyri játtanina til
stovinin. Spurdur, hvørt tað
er rætt, at Barsilsskipanin
skal gjalda fyri, at fíggjar-
ætlanin hjá stovninum kann
hanga saman, sigur Karsten
Hansen, at tað sum út-
gangsstøði er skeivt at nýta
Barsilsskipanina til hetta
endamál.
– Endamálið við Barsils-
skipanini er fyrst og fremst
at veita foreldrum fíggjar-
ligan møguleika at vera
heima hjá nýfødda barn-in-
um fyrstu tíðina, og eg havi
ikki varhugan av, at al-
mennir stovnar nýta skip-
anina til at spara pengar.
Men tó meti eg, at skipanin
skal ikki vera so stirvin, at
stovnsleiðarar missa møgu-
leikan í styttri tíðarskeið at
raðfesta pengarnar aðra-
staðni enn til ein avloysara,
meta teir tað vera rættast.
Karsten Hansen sigur at
Fíggjarmálaráðið
hevur
sum so onki eftirlit við,
hvørt stovnsleiðarar veru-
liga seta avloysarar í starv,
tá starvsfólk fara í barns-
burðarfarloyvi, eins og ráð-
ið heldur ikki kannar, hvørt
leys størv vera sett beinan-
vegin eftir at onnur eru far-
in úr teimum.
– Barsilsskipanin skal
vera ein skipan, ið
tryggjar løntakarar
og arbeiðspláss
fíggjarliga, tá fólk
fara í barnsburðar-
farloyvi. Men vit
kenna fleiri dømi um,
at almennir stovnar
lata vera við at seta
fólk í starv, tá onnur
fara í barsil, og harvið
nýta Barsilsskipanina
sum eina fjalda inn-
tøkukeldu. Tað sigur
Gunnleivur Dalsgarð,
formaður í Starvs-
mannafelagnum, sum
hevur sent bræv til
Vinnumálaráðið og
Vinnunevndina, har
hann hvassliga finst
at mannagongdini hjá
almennu stovnunum
BARSILSSKIPANIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Almennir
stovnar
nýta
barsilsskipanina sum eina
beinleiðis
inntøkukeldu,
fyri á tann hátt at royna at
betra
fíggjarligu
orku
teirra. Hetta verður gjørt
við at lata vera við at seta
fólk í starv, tá onnur á
stovninum fara í barnsburð-
arfarloyvi. Í staðin skulu
hini á stovninum bara ar-
beiða tað skjótari, samtíðis
sum stovnurin sparir lønar-
útreiðslur.
Hetta ger Starvsmanna-
felagið vart við í brævi,
sum felagið hevur sent
bæði til Vinnumálaráðið og
Vinnunevndina í Løgting-
inum. Starvsmannafelagið
finst hvassliga at hesi
mannagongd, sum felagið
sigur seg kenna fleiri dømi
um veruliga fara fram á al-
mennum stovnum.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður í Starvsmannafel-
agnum vísir á, at Barsils-
skipanin skal vera ein skip-
an, ið tryggjar bæði løntak-
ara og arbeiðsplássið. Løn-
takarin skal hava møgu-
leika at sleppa í barnsburð-
arfarloyvi við løn, og ar-
beiðsplássið
skal
hava
møguleika at seta annað
fólk ístaðin, tíðina viðkom-
andi er í farloyvi. Talan er
um eina skipan, ið er »út-
reiðsluneutral«, tvs. uttan
eykakostnað, fyri báðar
partar.
Men formaðurin í Starvs-
mannafelagnum veit um
fleiri dømi, har almenn ar-
beiðspláss lata vera við at
seta annað fólk í starv, tá
teirra egnu starvsfólk fara í
barnsburðarfarloyvi.
– Vit vita um, at almennir
stovnar í samband við
barnsburðarfarloyvi
ikki
seta avloysarar fyri tann,
sum fer í farloyvi, men bara
heinta stuðulin, tvs. lønar-
endurgjaldið, úr Barsils-
skipanini. Á henda hátt
verður skipanin nýtt sum
ein beinleiðis inntøkukeldu
hjá almennu stovnunum,
fyri at royna at betra um
fíggjarligu orkuna. Hetta er
groft misbrúk av skipanini,
sigur Gunnleivur Dalsgarð
Hann metir tað vera
grundleggjandi skeivt at
Barsilsskipanin, ið arbeiðs-
marknaðurin lutvíst sjálvur
ber kostnaðin av, skal
kunna nýtast sum ein bein-
leiðis inntøkukelda hjá al-
mennum
stovnum,
ið
snúgva sær undan at seta
onnur fólk í starv, tíðar-
skeiði tá starvsfólk eru í
barnsburðarfarloyvi.
Umframt at Barsilsskip-
anin við hesum gerst ein
beinleiðis inntøkukelda hjá
almennu stovnunum, so eru
dømini sera óheppin fyri
hini starvsfólkini á tí ein-
staka stovninum.
– Tá stovnar ikki seta
onnur fólk at avloysa tey, ið
fara í barnsburðarfarloyvi,
so merkir tað samtíðis, at
arbeiðsbyrðan økist og
uppgávurnar gerast fleiri
hjá teimum, ið eftir eru á
arbeiðsplássinum,
vísir
Gunnleivur Dalsgarð á.
Fer at vinda uppá seg
Formaðurin í Starvsmanna-
felagnum óttast, at nú so
nógv hoyrist um, at tað al-
menna skal spara, fer tað at
gerast alt meira vanligt, at
almennir stovnar fara at
útnytta møguleikan at lata
vera við at seta onnur fólk í
starv, tá starvsfólk teirra
fara í barnsburðarfarloyvi.
– Eg eri ikki í iva um, at
henda gongd, har almennir
stovnar misnýta Barsils-
skipanina, fer at vinda uppá
seg, nú tosað verður um, at
stovnarnir skulu spara og
rationaliserast, sigur Gunn-
leivur Dalsgarð.
Nú Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður,
hevur
lagt uppskot fyri løgtingið
um at broyta Barsilsskipan-
ina, heitir Starvsmannafel-
agið á politiska myndug-
leikan um at fáa viðurskift-
ini í rættlag, so skipanin
ikki kann misnýtast. Í
brævi, sum felagið hevur
sent, bæði til Vinnumála-
ráðið og Vinnunevndina í
løgtinginum, mælir Starvs-
mannafelagið til, at tað
kemur at standa beinleiðis í
lógini, at almennir stovnar
skulu kunna staðfesta eina
útreiðslu, tvs. seta avloysar-
ar í starv, fyri at fáa pengar
úr Barsilsskipanini.
Starvsmannafelagið:
Almennir stovnar misnýta Barsilsskipanina
Stjórin á ALS, ið
eisini umsitur út-
gjaldið úr Barsils-
skipanini, sigur, at
skipanini ikki leggur
seg út í, um arbeiðs-
plássið setur annað
fólk í starv fyri tað, ið
fer í barnsburðar-
farloyvi. Peningurin
verður játtaður ar-
beiðsplássinum sum
lønarendurgjald til
starvsfólkið í barsil,
onnur viðurskifti á
arbeiðsplássinum
leggja vit okkum ikki
útí, sigur Elisabeth O.
Gaardbo
BARSILSSKIPANIN
Jón Brian Hvidtfeldt
Elisabeth
O.
Gaardbo,
stjóri á ALS, sum eisini
umsitur útgjaldið úr Bar-
silsskipanini, sigur seg ikki
kenna til dømi um, at al-
mennir stovnar lata vera
við at seta onnur fólk í
starv, meðan onnur eru í
barsil.
Men samtíðis vísir hon á,
at
Barsilsskipanin
ikki
leggur seg útí, hvørt ar-
beiðspláss seta onnur fólk í
starv fyri tey, ið fara í
barnsburðarfarloyvi. Hetta
er heldur ikki uppgávan hjá
Barsilsskipanini.
– Uppgávan hjá Barsils-
skipanini er stutt og greitt
at veita arbeiðsplássum
endurgjald fyri lønarút-
reiðslur til starvsfólk, sum
eru í barnsburðarfarloyvi.
Hetta verður gjørt, eftir at
bæði
arbeiðsgevari
og
starvsfólkið sjálvt hevur
váttað, at viðkomandi er í
barnsburðarfarloyvi, sigur
Elisabeth O. Gaardbo.
Barsilsskipanin leggur
seg ikki útí, hvat síðan
hendir á arbeiðsplássinum,
tí skipanin koyrir einsíðis
uppá, at ein persónur fer í
barsil.
– Vit leggja okkum ikki
útí, hvat stovnarnir síðan
gera, tá lønarendurgjaldið
úr Barsilsskipanini er kom-
ið uppá pláss, og tí veit eg
ikki, um stovnar nýta hesa
mannagongd, sigur Elisa-
beth O. Gaardbo.
Stovnsleiðarar mugu hava
ávíst frælsi at stýra
Barsilsskipanin:
Ikki okkara borð
– Vit vita um, at almennir stovnar ikki seta avloysarar fyri fólk,
sum fer í brnsburðarfarloyvi, men bara heinta stuðulin, tvs.
lønarendurgjaldið, úr Barsilsskipanini. Á henda hátt verður
skipanin nýtt sum ein beinleiðis inntøkukeldu hjá almennu
stovnunum, og tað er groft misbrúk av skipanini, sigur
Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum
Tað gongur út yvir
kvinnurnar, um páp-
arnir ikki taka ein
part av longda barns-
burðarfarloyvinum.
Tað eru Javnstøðu-
nevndin, Arbeiðs-
gevarafelagið og
Starvsmannafelagið
samd um. Kanningar
vísa, at støðan hjá
kvinnum á arbeiðs-
marknaðinum versn-
ar, tá hon fer í far-
loyvi. Kortini eru
ongar ætlanir um at
seta í lógina, at pápar
skulu taka ein part av
tíðini
BARSILSFARLOYVI
Ingi Rasmussen
»Í
veruleikanum
eiga
kvinnur at rópa: Vit vilja
ikki hava longri barsilsfar-
loyvi. Tí tess longri vit eru
burtur frá arbeiðsmarknað-
inum, tess harðari verða vit
revsað.«
So bersøgin er national-
økonomurin Mette Verner,
sum saman við øðrum á
Handilsháskúlanum í År-
hus nýliga hevur kannað
lønarligu
avleiðingarnar
fyri kvinnur at fáa børn. Og
tær eru negativar - peninga-
liga sæð. Serliga um kvinn-
an arbeiðir í privatu vinn-
uni, sum revsar kvinnur, ið
fáa børn, hart og kontant.
Mammur fáa upp í 20
prosent minni í løn enn
barnleysar kvinnur. Børnini
kosta
altso
kvinnunum
pengar, meðan menninir
tvørturímóti gerast ríkari, tá
teir verða pápar, vísir
kanningin.
Ein orsøk til hesa gongd
er, at tað oftast er kvinnan,
sum fer eitt heilt ár í bar-
silsfarloyvi,
tá
børnini
koma í verðina. Pápin tekur
hinvegin
oftast
hægst
nakrar dagar frí, tá barnið
er borið, og heldur annars
fram við at røkja karrieruna
og klatra upp eftir lønar-
stiganum.
Longt barsil
Í Føroyum verður barsils-
skipanin broytt í hesum
døgum. Rætturin til barsils-
farloyvi skal leingjast úr
teimum núverandi 24 vik-
unum upp í 52 vikur. Í
fyrstu syftu tó uttan løn fyri
økta rættin til farloyvi.
Sum er, eigur mamman
rætt til fýra vikur áðrenn og
14 vikur eftir barnsburð.
Síðan eru 10 vikur afturat,
sum mamman og pápin
kunnu býta sínámillum
eftir egnum ynski. Tað er
onki krav um, at pápin skal
taka ein part av hesum.
Nú hevur landsstýrið
skotið upp, at tær 10 vik-
urnar verða longdar til 38
vikur, sum foreldrini kunnu
býta sínámillum. Tað er
framvegis onki krav um, at
pápin skal taka sín part av
farloyvinum. Og royndirnar
vísa, at so vera kvinnurnar
heima hjá børnunum í eitt
ár. Hesa sannroynd átalar
Turið Debes Hentze, sum
hevur gjørt viðmerkingar til
uppskotið vegna Javnstøðu-
nevndina.
Pápakvotu, takk
Javnstøðunevndin
skýtir
upp, at tað verður kravt í
lógini, at páparnir skulu
taka ein part av økta far-
loyvinum. Um teir ikki
vilja, skal tann kvotan detta
burtur, heldur hon.
– Eg eri fyri kvotering av
pápadøgum til tess at stýra
eini gongd móti javnstøðu á
hesum øki. Tað eri eg, tí eg
haldi, at løtan er tann rætta,
og tí at spurningurin um
kvotering her kemur sum
eitt ískoyti til ein longu
lógartryggjaðan rætt, sigur
Turið Debes Hentze.
Javnstøðunevndin
ger
vart við, at kvinnurnar ikki
eru eins væl umboðaðar á
arbeiðsmarknaðinum sum
menninir – og als ikki í løn-
arhæddum – og menninir
eru í stórum undirtali, tá
tað snýr seg um at vera
heima í barsilsfarloyi.
– Tá kvinnan og ikki
maðurin nýtir barnsburðar-
farloyvi – eisini tær sein-
astu 38 vikurnar – er tað
ikki altíð tí, at hon sjálv
ynskir tað so. Kanska fær
tað illa verið øðrvísi, sjálvt
um hon hevur annað ar-
beiði at røkja. Tekur hon alt
farloyvið, so er tað hon,
sum verður burtur frá
arbeiði tað longri. Hetta
merkir sjálvandi, at ar-
beiðsgevarar staðfesta, at
burðardyggar kvinnur eru
ein meiri ótrygg arbeiðs-
megi. So er lættari at seta
ein mann – hann fer ongan
veg, sigur Turið Debes
Hentze.
Hond í hond
Hetta er ikki bara eitt reyð-
sokkasjónarmið, sum Javn-
støðunevndin førir fram, tí
Føroya Arbeiðsgevarafelag
leggur á sama bógv. Felagið
vísir á, at um kvinnan tekur
fult barsilsfarloyvi, sum
hon hevur møguleika til, so
kann hon vera burtur frá
arbeiðsmarknaðinum í 58
vikur. Tað er meira enn eitt
ár, og tí kann uppskotið
gera, at tað verður truplari
hjá kvinnum at fáa arbeiði.
- Ein óheppin avleiðing
av hesum kann vera, at
arbeiðsgevarar freistast at
taka hetta við í metingina,
tá størv skulu setast, við tað
at kvinnur í burðardyggum
aldri ikki eru at meta sum
støðuføst arbeiðsmegi. Tað
verður ofta meira møði enn
føði at taka onnur starvs-
fólk inn eitt tíðarskeið, tí
upplæringin tekur væl av
tíð og krevur eyka orku,
sigur Jan Mortensen, stjóri
í Vinnuhúsinum.
Arbeiðsgevarafelagið
heldur, at eitt virki so dánt
kann klára seg ígjøgnum
fýra vikur áðrenn føðing,
24 vikur og summarfrí.
Men er tíðarskeiðið 58 vik-
ur, kann tað gerast trupult
at klára seg uttan fasta
starvsfólkið.
Í hesum førinum ganga
sjálvt arbeiðsgevarar og
fakfeløg hond í hond, tí
Starvsmannafelagið mælir
eins avgjørt til, at sett
verður í lógina, at pápar
skulu taka ein part av økta
farloyvinum, sæst í um-
mælinum til lógaruppskot-
ið.
Rætt at gera mun
Hóast arbeiðsgevarar, fak-
feløg og javnstøðufólk so-
statt eru á einum máli, so er
landsstýrismaðurin av aðr-
ari áskoðan. Bjarni Djur-
holm segði við Sosialin í
gjár, at hann er grundleggj-
andi ímóti at seta í lógina,
at pápar skulu taka ein
ávísan part av farloyvinum,
tí tað eigur at vera upp til
foreldrini sjálv at gera av.
Í hesum serliga føri held-
ur Javnstøðunevndin kort-
ini, at tað er rætt at gera
mun á kynunum og vísir til
javnstøðulógina: "Veitast
skal kvinnum og monnum
eins møguleikar til út-
búgving, arbeiði, yrkisliga
og mentanarliga menning
(…) Tað stríðir kortini ikki
ímóti hesi lóg, at tryggjað
verður øðrum kyninum
serlig rættindi, tá ið hesi
ætlast at náa endamáli lóg-
arinnar."
Og meðan politikararnir
kjakast um, hvat er rætt og
skeivt, kunnu vit venda
aftur til tað, sum Mette
Verner av Handilsháskúlan-
um í Århus herfyri segði
við Weekendavisen.
"Um barnið er eitt felags
ynski, so er tað eisini ein
felags uppgáva."
Hart og kontant at verða mamma
FAKTA
Barnsburðarfarloyvi skal økjast upp í 52 vikur,
sigur eitt uppskot, sum er lagt fyri løgtingið. Sum
er, skal mamman taka tær fyrstu 14 vikurnar,
meðan mamman og pápin sjálv gera av, hvussu
tey býta restina av tíðini ímillum sín. Aðrastaðni
verður ein kvota sett av til páparnar, sum dettur
burtur, um teir ikki gera sær dælt av henni. Men
í Føroyum verður ikki hildið, at tað er neyðugt.
Pápar taka karrieruna fram um børnini, men teir skuldu verið noyddir heim í barnsburð, halda fleiri
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6