fríggjadagur 15. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
9
16 einstaklingar úr
Føroyum og fyritøkur
fara nú yvir til Ísland
at luttaka á eini
stórari ráðstevnu og
framsýning. Við verða
12 lond, og verða
Føroyar saman við
Íslandi og Grønlandi
høvuðsattraktiónin
FRAMSÝNING
Ingrid Bjarnastein
Hendur og Hugflot datt tí-
verri niðurfyri í ár, men
sum ein uggi fara nakrir
føroyingar yvir til Íslands,
har teir tann 20. – 24. no-
vember skulu luttaka á eini
ráðstevnu og framsýning.
Her verður handverk og
mentan sett í hásæti.
– Akureyri býur skipar
fyri, men tiltakið verður
hildið í Laugardalshøllini í
Reykjavík, greiðir Anna
Louisa Joensen frá, sum
m.a. saman við Randi Vang
hevur skipað fyri ferðini.
– Vit hava gjørt okkum
stóran ómak at fáa fólk við,
og ein rúgva av tilfari er nú
sent til Íslands við Eimkip.
Ullvørur, bundnar vørur,
lutir úr horni, vevaðar vør-
ur, trælist og nógv annað
mynda føroysku framsýn-
ingina yviri í Íslandi.
Eisini fara tveir báta-
smiðir at byggja ein bát
yviri í Íslandi. Kjølurin er
longu strektur í Føroyum
og tvey borð eru gjørd, og
skal restin gerast á fram-
sýningini.
Menna samstarv
– Vit hava sett okkum í
samband við fólk, sum vit
meta standa fyri dygdar-
vørum, og tey hava lagt eitt
stórt arbeiði í at fáa alt
avstað, sigur Anna Louisa.
Og tað er heldur ikki
smávegis av plássi, sum
bíðar føroyingunum yviri í
Laugardalshøllini í Reykja-
vík. Føroyingar, grønlend-
ingar og íslendingar fáa
100 fermetrar í part at sýna
fram á, meðan hini londini
hava nógv minni pláss.
Áðrenn framsýningina
verður ein ráðstevna, og har
skal Ása Hátún millum
annað halda fyrilestur um
mentan og handverk í Før-
oyum.
– Hendan ráðstevnan
verður hildin fyri at menna
samstarvið millum hand-
verksfólk í hesum partinum
av heiminum, sigur Anna
Louisa.
Teir flestu føroyingarnir,
sum fara yvir til Íslands,
vænta at fáa selt nakað av
vøru og møguliga eisini
finna
nakrar
nýggjar
kundar.
So sjálvt um Hendur og
Hugflog fór í vaskið í ár, so
er tað boð eftir handverks-
fólkunum í Føroyum uttan-
lands.
Londini, ið við verða eru,
Áland, Finland, Letland,
Kanada, Føroyar, Litava,
Danmark, Grønland, No-
reg, Estland, Svøríki og
Ísland.
Í sambandi við
Nósa Barnaprix er
nú givin út ein fløga
við øllum finalist-
unum. Níggju sker-
ingar eru á fløguni,
sum finalistarnir
hava sungið inn í
JAK ZAk studio
ÚTGÁVA
Ingrid Bjarnastein
Nósa Barnaprix sá fyrstu
ferð dagsins ljós fyrr í ár.
Leygardagin 9. novemb-
er var ein risastóra finala
á Kambsdali.
Í sambandi við Nósa
Barnaprix er nú ein fløga
komin út. Á fløguni eru
sangir, sum teir sjey
finalistarnir syngja, um-
framt ein nýggjur Nósa-
sangur, sum James Olsen
syngur. Hann er bæði við
sangi og sum instrumen-
talt lag.
– Henda fløgan er úr-
slitið av Nósa Barnaprix,
og hava allir finalistarnir
verið í studio og sungið
inn, sigur James Olsen,
sum er annar av stigtak-
arunum. Mark Joensen er
hin.
– Tað var ongin trupul-
leiki at fáa børnini í
studio. Tey hava verið
virkuliga røsk alla tíðina
og klárað seg ótrúliga
væl. Undirtøkan fyri
prixnum hevur eisini
verið so góð, at hetta
verður heilt vist eitt aft-
urvendandi tiltak.
Onki annað slíkt sang-
tiltak er fyri børnini í
hesum aldursbólkinum.
Tað verið seg børn frá 7
til 14 ár.
Fløgan
Fløgan er ein løtt og glað
fløga. Finalistarnir hava
veruliga
megnað
at
syngja sangirnar væl og
reint inn.
Sangir hjá Brandur
Enni og Kulum Rótum
ganga fleiri ferðir aftur á
fløguni.
Men tað er ógvuliga
løgið at hoyra til dømis
eina gentu syngja um
Kingoson, sum Brandur
syngur um við Kulum
Rótum. Men at tað er
løgið merkir ikki, at tað
ikki er gott. Tí tað er tað.
Allir sjey sangararnir
koma væl frá uppgávuni.
Sangirnir eru popputir,
sjálvandi, og tað ger, at
ein kanska gerst eitt
sindur betri í hýri av at
lurta, og kanska enntá
fær hug at syngja við.
So um ummæli skal
gevast, so er ongin ivi
um, at allir sum ein hava
bestaðið hesa uppgávuna
– bæði væl og virðiliga.
Fløga full av frøi
Orsaka av at ongin
stova var tøk til annan
flokk á námsfrøðiligu
útbúgvingini á Føroya
Læraraskúla
mikudagin, bleiv
ongin undirvísing í
námsfrøði og tískil
fóru næmingarnir til
hús. Frá Læraraskúl-
anum verður sagt, at
talan var um eina
misskiljing, og at ein
stova var tøk
LÆRARASKÚLIN
Solby A. Eliasen
Sosialurin hevur tosað við
onkrar av næmingunum í
flokkinum,
sum
fílast
harðliga
á
hendingina
mikudagin. Tey greiða frá,
at tey skuldu fyrst hava
handarbeiði, men handar-
beiðsstovan á Læraraskúl-
anum var upptikin og tað
endaði so við, at tey fóru í
smíðstovuna at hava hand-
arbeiði.
Aftan
á
handarbeiði
skuldu tey so hava náms-
frøði, men tá tey komu til ta
vanligu stovuna hjá flokk-
inum, vísti tað seg, at hon
var upptikin. Síðani fingu
tey ávíst eina aðra skúla-
stovu, men har var eisini
fólk.
- Tá segði lærarin við
okkum, at nú royna vit eina
stovu afturat, men um hon
eisini er upptikin, so fara tit
til hús, tí hetta kann ein ikki
bjóða fólki, greiðir ein av
næmingunum frá.
Í tí triðju stovuni var eitt
skeið,
so
næmingarnir
sluppu heldur ikki inn har,
og tískil fóru tey til hús.
- Hetta er omanfyri alt
lágmark og so tosa tey um
at taka ein flokk av náms-
frøðingum inn aftur at
komandi ár. Hvar skal tann
flokkurin verða. Hanga
uppi
undir
loftinum,
kanska, spyrja næmingar-
nir.
Ein misskiljing
Pauli Nielsen, rektari á
Føroya Læraraskúla sigur,
at hendingin mikudagin var
ein misskiljing.
- Tað var ein stova tøk til
handan flokkin, men tey
vóru í skeivum stað, so
talan var um eina misskilj-
ing, sigur hann og leggur
afturat, at tey á Læraraskúl-
anum leggja stóran dent á
altíð at hava stovur tøkar til
flokkarnar.
Men Pauli Nielsen dylir
ikki fyri, at Læraraskúlin er
alt ov lítil sum er, og tí kann
tað til tíðir verða trupult at
fáa alt at hanga saman.
- Skúlin er vaksin til tað
dupulta tey seinastu átta til
tíggju árini, og um vit skula
kunna nøkta verandi tørv,
so er kravið, at talið á
námsfrøðingum verður tað
dupulta um fimm ár, greið-
ir hann frá.
Pauli sigur, at tey royna
alt tað tey kunnu at gera tær
ábøtur, sum tey kunnu, men
veruleikin er, at tað er ov
trongt á Føroya Lærara-
skúla. Hetta sást serliga
væl, tá tað kemur til ser-
lærugreinarar og kanska
serliga tær handaligu.
- Vit eru so nógv fólk her
á skúlanum og so er Venj-
ingarskúlin eisini her, so
tað er veruliga trupult, stað-
festir rektarin á Lærara-
skúlanum, og hann sigur
samstundis, at tað verður
samrátt við myndugleik-
arnar allatíðina, men tað
gongur striltið.
Hann heldur tó ikki, at
myndugleikarnir ikki skilja
støðuna, sum hon er í dag.
- Myndugleikarnir hava
sítt og mugu so eisini rað-
festa hareftir, men tað er
ongin loyna, at Lærara-
skúlin í dag ikki hevur tær
umstøðurnar,
sum
ein
Læraraskúli eigur at hava,
sigur Pauli Nielsen, rektari
á Føroya Læraraskúla at
enda.
Hendur og Hugflog í Íslandi
Henda myndin er tikin frá Hendur og Hugflog í Føroyum tað eina árið. Nú fara føroyingar yvir
til Íslands at luttaka á stórari handverksframsýning
Pedagogflokkur fór heim
Tað rennur framvegis
úr Kelduni í Skála-
firði. Arbeitt verður
dagliga við bygging-
ini av stóra sam-
komuhúsinum
BYGGING
Edvard Joensen
Skálafirði:
Stóri, nýggi
bygningurin hjá Kelduni í
Skálafirði er innilokaður,
og farið er undir at stoypa
annað byggistig.
Samkoman
Keldan
i
Skálafirði byggir stórt sam-
komuhús, sum verður gjørt
í trimum stigum og skal
rúma øllum virkseminum,
samkoman hevur yvirhøv-
ur. Neyðugt verður ikki at
leiga seg inn í eitt nú ítrótt-
arhallir til stevnur og tílíkt,
tá byggingin er liðug, sigur
Pauli Høj, samkomuleiðari.
Hann sigur, at uppruna-
liga var ætlanin at taka
fyrsta byggistig av nýggja
húsinum í brúk til páska-
stevnuna komandi ár, men
tað verður ikki, staðfestir
hann nú.
Arbeiðsgongdin er eitt
sindur broytt, so tey heldur
enn at gera fyrsta stig heilt
liðugt, nú eru farin undir at
stoypa annað byggistig
beinanveg, meðan amboð-
ini eru á staðnum. Talan er
um amboð, sum lænt eru,
og tí varð hildið frægast at
fáa alt tað arbeiðið av veg-
num fyrst, sigur Pauli Høj.
Ætlanin var annars, at alt
fyrsta byggistig, sum í
høvuðsheitinum er tann
stóri møtisalurin skuldi
gerast, áðrenn farið varð
víðari.
Tað gongur annars rími-
liga væl við arbeiðinum
upp á fyrsta stig, sigur leið-
arin á Kelduni. Teir hava
lokað inni og kunnu nú
arbeiða alla tíðina uttan
mun til veður. Einir 30-40
mans arbeiða sjálvboðið, tó
ikki allir í senn. Men onk-
untíð munnu vera einir 25
til arbeiðis samstundis,
heldur leiðarin.
Teir eru nú í ferð við at
rætta veggirnar av innan,
og so verður bjálvað og
plátur settar upp kring allan
bygningin.
Samstundis verður so
stoypt á øðrum byggistigið,
so hvørt líkindi eru. Har er
grundin komin upp og er
sundurskildrað við betong-
veggum, eins og betong-
dekk er lagt í.
Verkætlanin
er
stór.
Einastaðni oman fyri tíggju
millionir væntar Pauli Høj,
at tað fer at kosta, tá liðugt
er. Fyribils er arbeitt fyri
góðar tvær milliónir, og tær
eru goldnar. Alt, sum gjørt
verður, er fíggjað við gáv-
um og sjálvbodnum ar-
beiði. Einki lán er tikið, og
útlit eru til, sigur Pauli Høj,
at tað heldur ikki verður
neyðugt í fyrsta umfari í
hvussu er.
Tað er smakkleyst og
óføroyskt at byrja at
pynta til jóla longu
fyri hálvan november,
heldur fólkalívs-
frøðingur
JÓLASØLA
Edvard Joensen
Kollafirði:
Handilsvind-
eyguni inni á Langasandi í
Kollafirði eru full av jóla-
nissum og kava. Tað er ov
tíðliga, sigur fólkalívsfrøð-
ingurin Eyðun Andreasen,
professari.
Ljósini glitra. Eftirgjørd-
ur kavi liggur á sprossun-
um, og jólamenn og kvinn-
ur sita í flokkum í vind-
eygakarmunum.
Álma-
nakkin sigur 12. november,
og tað er lýtt og regn uttan-
fyri. Ikki serliga jólaligt,
hóast roynt verður at gera
tað so innan fyri gluggan.
Eyðun Andreasen hevur
greiða støðu til hetta at
byrja at seta jólapyntið
fram longu nú.
– Har eru nakrir handlar,
sum skulu tjena eina rúgvu
av pengum við ein fart,
sigur hann.
Hann vísir á, at tað finn-
ast handlar, sum próvfast
bara yvirliva orsakað av
jólasøluni.
– Hvat skulu vit við slík-
um handlum? Teir hava ikki
lívsgrundarlag kortini og
eiga í grundini ikki at vera
til, heldur Eyðun Andrea-
sen. Og serliga tá vit vita, at
tað, vit keypa á jólum, er
yvirskot. Nógv er púra
óneyðugt. Tá er lætt at
koma til ta niðurstøðu, at
slíkir handlar eisini eru
óneyðugir.
Heiðin pátrúgv
Eyðun Andreasen vísir á, at
jólamenn og tað, vit kalla
nissur ella vættrar, einki
sum helst hava við jólini at
gera.
– Tað er heiðin pátrúgv,
sum hevur fingið heiðurs-
pláss í sjálvari høvuðshá-
tíðini hjá kristnitrúnni. Tað
hongur ikki saman.
Vættrar hoyrdu hjá gamla
føroyinginum til tey forn-
isku. Og teir vóru verri enn
so altíð góðir, vísir Eyðun
Andreasen á. Tú skuldi
varða teg fyri teimum og
ansa væl eftir ikki at arga
ella fornerma teir. Tað kom
tær bara aftur um aftur í
gráum kálvsskinni, um so
varð gjørt.
Í dag eru teir fittir og
gávumildir, sum als ikki
hongur saman við tí, vit
annars vita um teir.
Men um nakað kann ger-
ast við hesa gongdina, ivast
fólkalívsfrøðingurin í. Tað
kundi kanska verið, um
kommunurnar og handlar-
nir fingu einahvørja avtalu,
sum segði, at tað var ikki
loyvt at pynta handils-
gluggar fyrr enn eftir ein
ávísan dag. Spurningurin er
bara, um tað ber til.
Fremmandir siðir
Jólamenn og nissur hava
heldur ikki altið verið tað,
vit í dag kenna. Eitt nú í
Danmark og Týsklandi
hava nissurnar altíð verið,
men við øðrum litum, enn
tí reyða, vit í dag kenna.
Tann reyði og hvíti jóla-
maðurin er ein nýggjur,
kommersiellur figurur, sum
Coca Cola gjørdi í 1930.
Litirnir hjá teimum ganga
jú aftur.
Annars
verður
hann
sagdur at stava frá erka-
bispinum Nikolaus, sum
livdi í Lítluasiu í triðju øld.
Hann skuldi vera gávu-
mildur maður, og haðani
skulu so jólagávurnar vera
komnar.
Eyðun Andreasen veit
eina aðra útlegging av
søguni um Nikláa og
jólagávurnar.
Á italsku klosturskúl-
unum í níggjundu øld var
vanliga próvtøka fram móti
jólum. Tá kom tann siður í,
at Santa Nikolaus kom til
næmingarnar við próvnum.
Tað varð tikið sum ein gáva
frá honum, greiðir Eyðun
Andreasen, professari, frá.
Í Týsklandi var tað í
gomlum døgum Kristus
sjálvur, sum kom við jóla-
gávunum. Men hann er so
seinni avloystur av Santa
Nikláa.
Íslendingar høvdu ikki
minni enn 12 jólamenn,
ella jólasveinar, sum teir
har eita.
Og tveir teirra eru so
sanniliga fluttir til Føroya
seinnu árini, vísir Eyðun
Andreasen á. Tað eru teir
báðir
Kertustubbi
og
Greytasleikur, sum eru
tveir av teimum 12 ís-
lendsku jólasveinunum.
Smakkleys
jólasøla
Hóast vit enn ikki eru komin til meira enn hálvan november, eru handilsvindeyguni longu full av jólapynti
Mynd: Edvard Joensen
Vallandi kelduvað
Stóri samkomusalurin hjá
Kelduni fer at rúma
einastaðani millum 800 og
1.000 fólkum. Tá alt er
liðugt, verður møguleiki fyri
legum, undirvísing, gisting og
annars øllum vanligum
tiltøkum, samkoman skipar
fyri, sigur Pauli Høj,
samkomuleiðari
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
9
8